mikudagur 15. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. }
Á rblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Grækaris D. Magnussen | Utgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820 |
ev úller F | te JR Eyðun Klakkstein, | ; Sosialurin Telefax. 14720 |
Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Magnus Dam ústaður: ; |
Krisjan Dahl | Áki Bertholdsen, ég 8 an 26, AU sml Sari |
Lýsingar og sela: | Eirikur Lindenskov, Ljósmyndari: ostadr: Postsmoga /6, -
| Infemet: htip:wm.cybemet.dkllaroe news er Dalsgaard | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang. ' 110Tórshavn SE
Lesarabræv
——".WMWWWwW.
Sjóverjan
Sjúkrakassin - hin heilaga kúgvin
undir Foroyum
Oddagrein
NÚ hevur so valdað tøgn í eina tíð um kanska
storsta rumbulsmál i Føroyum í mong mong ár,
nevniliga keypið av franska skipinum, sum fekk
navnið Nólsoyar Páll og sum ætlanin var skuldi
rekja sjóverjuna vid Føroyar saman við Tjaldr-
inum og Spógvanum og annars donsku Sjóð
skipunum. Í hesum sambanbi var Olavur Halgi,
tað annars frålika og roynda skip, selt.
NÚ nærum lok er lagt á málið og nú Nélsovar
Páll liggur á Skála og rætt og slætt bíðar eftir lagnu
síni - heldur fiskiveiðan fram kring Føroyar, sum
var einki hent. Vit vilja ikki við hesum orðum
skuldseta nakran, foroying ella útlending at bróta
galdandi reglur um fiskiveiði og mark, men
spurningur okkara til foroyskar myndugleikar er,
um tað ikki er ábyrgdarloysi at lata standa til tvs.
bert reka sjóverju okkara við hálvari megi ella
minni enn tað!!!
HVUSSU kann tað bera til, at vit bráddliga - eftir
at manningin á Olavi Halga hevur gjørt eitt megn-
ar arbeiði oll hesi seinastu árini - ikki hava brúk
fyri tí arbeiði, sum varð gjørt har umbord! Er tað
í heila tikið haldbart bert at rokja sjóverjuna við
Føroyar við Tjaldrinum og Spógvanum - umframt
tí stóra arbeiði danska sjóverjan ger sjálvandi!
Hvat sigur fiskimálaráðharrin, hvat sigur stjórin
á fiskivinnudeildini í Tinganesi og hvat sigur
stjórin á Vaktar- og Bjargingartænastuni til hesa
stødu! Kunnu tit liva við, at helvtin at orkuni
verður skorin burtur! Hvørja trygd hava tit fyri,
at ikki foroysk og útlendsk skip gera sær dælt av
støduni og fiska alla staðni og alt! Hvat hava tit
gjørt fyri at forða fyri slíkari stødu - ella - hvat
ætla tit at gera?Hvat hugsa tit fyri tykkum!
AT Nólsoyar Páll liggur sum eitt eina „skendsil“ á
Skála er so eitt, men tað gevur ikki umrøddu
myndugleikum loyvi til at sleppa sær undan á-
byrdini at tryggja fiskastovnarnar og at tryggja
teimum manningum og skipum, sum mangan
hava tørv á hjálp, slíka. Spurningar okkara til
landsstýrið eru annars hesir: hvar er siglingar-
loyvið, hví skal tað dyljast sum mansmorð, hver
hevur skrivað undir tað osfr! Hví alt hetta dulda
og fjalda í hesum máli! Tað er væl ikki so, at ávísir
persónar hava klemmur á hverjum ødrum og tað
tí ger, at einki hendir!
TÅ hugsað verður um mannagongdina í Tinga-
nesi, har ein stjóri fyri og annar eftir verður
koyrdur stingur s umingurin seg náttúrliga upp,
hvussu tað ber til, at stjórin åV&B ikki fær somu
viðferð, tá hugsað verður um ta ovurstóru skan-
dalu sum alt málið um Nólsoyar Páll er vorðið
til. Vit siga ikki, at nakar skal køyrast, men vísa
bert til mannagongdina í Tinganesi í oðrum
málum. Er tað so, at V&B-stjorin einki skeivt
hevur gjørt, hvor hevur tá gjørt nakað skeivt! Ella
er tað so, at eingin kann ábyrgdast í hesum m
áli? Ein skuldi í hvussu er trúð, at tann
landsstýrismaður ella teir, sum hava ábyrgdina
av málinum eisini mugu taka fullar avleiðingar
er henda ábyrgd misrekt. Kann tað veruliga vera
so, at tað er undirskrivingin av siglingarloyvinum
i Tinganesi, sum er kjamin í ol hesum mål-
inum!
Sosialurin
Vit gjalda skatt tí vit vinna
pening
Vit gjalda biltrygging tí vit
eiga ein bil, sum vit brúka
Vit gjalda vegskatt, tí vit
brúka vegirnar
Vit gjalda útvarpsgjald ti vit
vilja hoyra útvarpið
Vit gjalda sjønvarpsgjald ti
vit vilja síggja sjónvarpið
Vit gjalda sjúkrakassa tí
ja hví?
Vinna vit ongan pening fáa
vit heldur ongan skatt
Gjalda vit ikki biltrygg
ing, ja so gongur tað út yvir
okkum sjålvi, um vit koma
illa fyri. Vit mugu gjalda
gildi. Angra vit, at vit ikki
hava havt bilin tryggjaðan,
ja so byrja vit av nýggjum
Vit gjalda bert fyri tann árs-
fjørdingin, sum vit eru í
Gjalda vit ikki vegskatt,
ja so verða nummarspjøldr
ini tíkin, og vit fáa ikki
brúkt bilin. Gjalda vit so
vegskatt - kanska eitt hálvt
ár seinni, ja, so er gjaldið
fyri tað hálvárið, sum vit eru
í og vit kunnu koyra aftur
Gjalda vit ikki útvarps
og sjónvarpsgjald. er stødan
ein onnur, tí tú hevur fram
vegis møguleika at hoyra og
síggja, so tí gjalda vit hesi
gjøld
Men um ein ikki rindar
sjúkrakassa, ja so verður ein
strikaður sum A limur og
rendur í C-lima bunkan,
sum nú er so stórur. at sjúkr-
akassin er komin í neyð. Og
hetta átti at fingið landsins
myndugleikar at rakna við
Her er nakað galið
Sum C-limur ert tú ikki
limur, fært ongar sømdir
mást gjalda alt gildið sjálv
ur, men noyðist framvegis
at gjalda kr. 600 um árið til
sjúkrakassan fyri onga tæn
astu. Hetta verður kravt inn
við hørðum. Rindar tú ikki
sjálvur - ja so verður kravt
yvir skattin, tíkið úr tínum
egna lumma, uttan loyvi frá
tær
Nú so mong hava verið
uttan arbeiði, hevur verið
ringt at fáa endarnar at
røkka, og tí hevur verið
steðgað við nógvum gjøld
um
Ein sum heila sítt lív hev
ur goldið sjúkrakassa, og tí
betur ikki hevur havt brúk
fyri honum, ja, hann vil
heldur brúka peningin til
okkurt neyðugari. Vit yvir-
livdu jú eisini ta tíðina, tá
ið tannlæknar og sjúkra-
kassin ikki kundu einast um
sáttmála, tá máttu vit gjalda
eins nógv til sjúkrakassan,
men fingu minni sømdir. Og
gerst tú álvarsliga sjúkur og
mást á sjúkrahús, ja so er
tað skattapeningurin sum
fer til tað. So hví ikki heldur
fáa mat í munnin til børnini
fyri tær nú kr. 280 um mán-
aðin, sum annars fóru til
sjúkrakassa
Tá ið ein fær arbeiði aftur,
ja so hugsar ein, at sjúkra-
kassin kann koma inn aftur
sum ein natúrlig útreiðsla
MEN nú kemur tað Omøg-
uliga. Fyri at gerast limur
aftur, ja so skalt tú fyrst
gjalda tað ella tey árini, eft-
irstødan sum C-limur ljóðar
uppá 600 kr. x? Hevur
gjaldstovan einki havt at
kravt, ja so er skuldin jú
bara vaksin har. Síðani skalt
tú gjalda tríggjar mánaðir
forskot, áðrenn tú kanst ger
ast njótandi limur aftur
Hetta talið verður nú so
stórt, at Palliba fer so nakk-
alangur heimaftur, sjúkra
kassin má vera sjúkrakassi
fyri sær
Gerið eitt hvert
Antin má sjúkrakassin í
stundini verða lagdur inn
yvir skattin, sum hann er
alla staðni rundan um okk
um, ella so má ein hava
loyvi at vera uttanfyri. Vit
gjalda jú bæði fyri lækna og
heilivág, so 600 kr. um árið
í kassan frå hvørjum C-limi,
tað ríkar sjúkrakassan upp
Tað má vera ein mannarætt-
ur, at velja at vera í sjúkra
kassa ella ikki. Hví kann
sjúkrakassin sleppa at bera
seg so at móti borgarum
landsins? Ikki fer trygging-
in so illa við kundum sín
um. Har fært tú enntá jóla
gávu um tú hevur koyrt
skaðafrítt alt árið. Men
sjúkrakassin bara slær
Hetta er svínarí av grov
asta slag, sum landsins
myndugleikar eiga at gera
nakað við og tað í stundini
Vinna vit ongan pening
gjalda vit ongan skatt
Eiga vit ongan bil gjalda
vit onga biltrygging og ong-
an vegskatt
Hava vit einki radio
gjalda vit ikki útvarpsgjald
Hava vit einki sjónvarp
gjalda vit ikki sjónvarps
gjald
Sløkkja vit oljufýrið og
kika við timbri, so hava vit
einki krav frá oljufeløgun-
um
Sløkkja vit so málaran
eisini, ja so hava vit einki
krav frá SEV.
Ja enntá fakteløgini, sum
skulu vera so strong, geva
tær loyvi til at vera hvílandi
limur, um tú einki forvinnur
Tú kanst vera hvílandi limur
og fremvegis varðveita lívs
tryggingina, ella tú kanst
strika teg sum lim og harvið
onga trygging fáa
I øllum hesum fórum er
valið títt. Pengapungurin
hjá tær avgerð hvat tu rindar
og hvat tú letur vera
MEN meldar tú teg út úr
sjúkrakassanum - ja so skalt
tú kortini gjalda, og tað í
dýrum dómum
Vónandi er hetta skorið
út í papp
Palleba
Rósur til Sambýlið og Verksta
Vit eru ofta skjót til at
skriva, tá tað ræður um at
kritisera ella gera vart við
eitt og annað, sum vit ikki
eru samd um
Vit vilja nú gera vart við
nakað positivt, nakað sum
allir suðringar, ja allar Før-
oyar kunnu vera glað og
stolt yvir
Aftaná nógv ár við stór-
um trupulleikum, eydnaðist
tað okkum at fáa bróður og
svág P. J., sum hevur verið
sjúkur í nógv ár og í nógv-
um førum hevur haft eitt
trupult lív, at koma inn í
felagsskap við teimum allar
bestu rammum ið finnast
innan fyri stovnar, sum vit
hava upplivað inntil nu,
nevniliga í Sambýlið í Vági
sum er tilknýti tilsvarandi
Verkstaði
Starvsfólkið á báðum
stóðum er professionelt við
hjørtunum á rætta plássi. Vit
uppliva tað sum ein heim
ligan og tryggan felagsskap
við stórum og góðum aktiv
itetsmøguleikum, ið geva
lívskvalitet og samstundis
persónligan útvikling. Her
síggja vit, at fólk hóast tey
eru tarnaði, kunnu hava eitt
gott og verdugt lív
P. J. er bara eftir 1/2 ár
blomstraður upp og er bliv
in tann gamli positivi og
lívsglaði persónur aftur sum
vit kendu fyri nógvum árum
síðani. Tað er ein gleði fyri
okkum ávarðandi at uppliva
hettar
Starvsfólkið á báðum
stóðum vísa tolni og kær
leika til tey fólk, sum tey
hava við at gera, og soleiðis
hava tey skapt ein eina-
standandi felagsskap. sum
ikki finst betri í útlondun
um
Vit vilja hervið takka øll
um starvsfólkunum, bæði í
Samýlinum og á Verkstaðn
um í Vági, sum hava givið
okkum henda tryggleika. at
P. J. í allar mátar hevur tað
gott, og sum samstundis
hevur givið sær stundir til
at ortentera okkum alt við
víkjandi P. J
Tað var stuttligt at hava
vitjan av einum glaðum og
væl røktum P. J. á jólum
1996. Hann ferðaðist ótarn
aður við flogfari. hver
skuldi tað trú
Vit vilja eisini takka
Bjarna Clementsen, sum tá
ið samarbeiðið var byrjað,
og hann hevði átíkið sær
uppgávuna at finna eitt
pláss til P. J. , vísti bæði
innlit, professionelt initiativ
og ågrytni fyri at loysa tað
fyri okkum svåru uppgåvu
Og saman vid honum takka
vit eisini Hans Paula
Thomsen, sum tók størstu
uppgåvuna i byrjanini og
gjørdi tað gott við tolni og
innliti ;
Endaliga eisini ein tøkk
til formannin fyri JAVNI
sum stuðlaði okkum í byrj
ðið í Vági
anini, ið vón um at felagið
fær stóra og stórri undirtøku
og stuðul í framtíðini. Tað
er neyðugt og tað arbeiði tit
gera hjálpir
Tøkk til øll og gott nýggj
ár
Heilsan
Nanna og Rói
Frá Holly wood
Hetta vikuskittid spæla
BERGMENMN
góðan, gamlan dansiténleik.
Aldursmark: 18 ár
Kostnaður: Kr. 50,-