Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KUNNGERÐ nr. 72 frá 10/1 1997 frá Líkningarráð Foroya um skyldu til at geva upp skatt- skylduga inntøku fyri 1996 Við heimild i $ 100, 2. stk. i løgtingslåg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við senni broytingum skal Likningarråd Føroya við hesum krevja oll, sum skulu verða sett í skatt, um at geva upp skattskyldugu inntoku sína, áðrenn niðanfyri nevndu og ávístu freistir eru úti: ) Sjálvuppgávan av inntøkuni fyri 1996 hjá persónligum skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera innlat- in til Toll- og Skattstovu Foroya í sein- asta lagi 17. mars 1997. ) Sjálvuppgáva frå deyðsbúgvum, feløg- um, felagsskapum v.m., sbr $ 1,1. stk. nr. 7-15, skal vera innlatin i seinasta lagi 2. juni 1997. Líkningarráðið hevur í kunngerð nr. 73 frá 10. januar 1997, við heimild í $ 105, 1. stk. ásett serligar innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri 1996 hjá persón- ligum skatt-gjaldarum, sum hava rokn- skaparskyldu. Frammanfyri nevnda freist er eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerð pr. 31. desem- ber 1996. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Foroya ella latin í postin. Um fullfiggjad sjálvuppgáva yvir inntøku ikki er latin inn rættstundis, eins og framm- anfyri er ásett, verður farið fram samsvar- andi reglunum i $ 104 i legtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Tórshavn tann 10. januar 1997 Líkningarráð Foroya Pedagogur Sekt verður eftir pedagogi at arbeiða 40 tímar um vikuna á Bústovninum á Rúnarvegi í Runavík, frá 1. februar, ella skjótast til ber. Arbeitt verður í vaktum, bæði kvøld-, nátt og vikuskifti. Lon og sáttmálaviðurskifti sambært av- talu millum Føroya Landsstyri og Før- oya Pedagogfelag. Nærri fæst at vita um innihaldið í ar- beiðinum við at venda sær til Bústovnin og tosa við leiðaran á tlf. 48424. Skrivlig umsókn við prógvi verður at senda til Bústovnin Rúnarvegur FR-620 Runavík Fyribilsskatta- | KUNNGERÐ skráin 1997 Hjá teimum, sum hava ymisk framíhjárætt- indi sum part av lønini, åsetur líkningarráðið eina ferð um árið virðið av hesum lunnind- um, og eru virðini fyri 1997 hesi íroknað meirvirðisgjald: a) Virði á fríum bústaði: Íbúð (partur av húsum) pr. Mkr. 415 Íbúð (heil hús) pr. m? kr. 326 b) Eginnýtsla av el kr. 7.900 c) Eginnýtsla av olju kr. 10.200 d) Frí telefon - kr. 3.900 e) Virðið á fríum kosti pr. dag: 3 máltíðir kr. 66 2 máltíðir kr. 50 1 máltíð kr. 36 f) Virðið á fríum bili: 1100 kg og undir kr. 40.600 1101 kg til 1300 kg kr. 51.900 1301 kg og meira kr. 64.800 Allir aðrir bilar kr. 40.600 Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi: Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum av verum og framleiðslum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hes- um verum. Somuleidis skal privatur vinnurekandi skatta av tí partinum av útreiðslunum sum svara til privatnytsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós og hita, har útreiðslumar umfata bæði privatu og vinnuligu nýtsluna. Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálv- ur skal gera eina neyva metan av hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nytsla, og skal henda metan vera við atliti til stødd av t.d. húsi og húski. Sum leiðbeinandi minstamark hevur líkn- ingarráðið tó ásett hesi virði fyri nýttar vørur: g) Eginnytsla av vorum: Bakarar kr. 5.500 Bakarar við keypmansvorum kr. 7.300 Keypmenn kr. 17.900 Annars hevur líkningarráðið ásett sum leið- beinandi minstamark, at privatnýtsla av bili hjá hyruvognsførara skal vera = kr. 12.900 h) Virðið á partaeigaralánum hjá høvuds- partaeigarum: 10% Kapitaleftirlonarfrádrátturin er hægst kr. 35.100 Tórshavn tann 10. januar 1997 Líkningarráð Foroya Randarhús Nidaragøta 100 til solu. Húsini eru bygd í 1992, eru í trimum hæddum, alt innrættað. Boð undir 1 mió. hava ikki áhuga. Tlf. 71990 best eftir kl. 18 Í Í | Nr. 9 — 15. JANUAR 1997 nr. 73 frá 10/1 1997 frá líkningsráð Føroya Innlakingarfreistir av sjálvuppgávu fyri 1996 fyri roknskaparskyldug. Við heimild í $ 105, 1. stk. í legtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seini broytingum á- setur Líkningarráð Foroya hesar freistir at galda fyri at lata inn sjálvuppgávur fyri 1996 hjá persónligum skattgjaldarum, sum hava roknskaparskyldu. Seinasta freist fyri at lata inn sjålvuppgåvu við roknskapi er treytað av foðingardeg- num, og eru freistirnar hesar: Foðingardagur: Innlatingardagur: 01.01.-28.02. 01. apríl | 1997 01.03.-30.04. 01. mai 1997 01.05.-30.06. 02. juni 1997 01.07.-31.08. 01. juli 1997 01.09.-31.12 18. august 1997 Kommunala likningarvaldinum/likningar- ráðnum er tó heimilað, tå ið seligar grundir eru til tess, at longja freistina, sum nevnd er omanfyri, í avmarkaða tíð, tó ikki ut um 18. august 1997. Kommunala líkningar- valdinum/líkningarráðnum er somuleiðis heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at longja freistina, sum er 2. juni 1997, at lata sjálvuppgávu inn frá deyðsbúgvum, felogum og felagskapum v.m., sbr. $ 1, 1. stk. nr. 7-15 í skattalógini, og sum hava roknskaparskyldu, tó ikki út um 18. august 1997. Treytin fyri, at freistin kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send til kommunala líkningarvaldið/líkningarráðið, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið. Frammanfyri nevnda freist er eisini gald- andi fyri at lata inn ognaruppgerð pr. 31. desember 1996. Hevur annar hjúnafelagin skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er lýst í hesi kunngerð. Hjúnafelagar, sum báðir hava skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, ið hevur tann seinna foðingardagin. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera inn- latin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skatt- stovu Føroya ella latin i postin. Sama er galdandi vidvikjandi roknskapi og ognar- uppgerå. Um fullfiggjad sjålvuppgåva yvir inntøku ikki er latin rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, verður farið fram samsvarandi reglunum í $ 104 í legtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og komm- unuskatt við seinni broytingum. Kommunala líkningarvaidið hevur sam- bært $ 103, 3. stk. í somu lóg heimild at áleggja 100 kr. í sekt um dagin, um rokn- skaparskyldug íki lata roknskap og sjálv- uppgávu inn til ásetta tíð frá tí degi, freistin er úti, til tilfariå kemur inn. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Tórshavn tann 10. januar 1997 Líkningarráð Foroya