mikudagur 15. januar 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
15
F Nr. 9 — 15. JANUAR 1997
'Oljan frå Schiehallion til
Sullom Voe i Hetlandi
Vid avgerðini at lata oljuna frå stóru oljukelduni Schiehallion fara til olju-
havnina i Sullom Voe í Hetlandi - og avgerðini herfyri um at lata oljuna frå
Foinaven til Flotia á Orknoyggjunum - hevur BP tryggjad báðum hesum
oyggjabólkunum ein týðandi leiklut í menningini av tí nýggja oljulandslut-
inum á Atlantsmótinum.
FAEROE
7 ISLANDS
Jan MULLER
Stóra bretska oljufelagið,
BP almannakunngjørdi i
gjár, at olja frå stóru Schie-
hallionkelduni á Atlants-
mótinum skal flytast til
oljuhavnina í Sullom Voe í
Hetlandi.
Hetta eru sera góð tíðindi
fyri hetlendingar, sum her-
fyri kendu seg vera við
skerdan lut, tá tað varð av-
gjørt, at oljan frå i fyrsta
feltinum, sum fer at fram-
leiða olju vestan fyri Het-
land, Foinaven, skal flytast
til oljuhavnina Flotta á
Orknoyggjunum.
Nú hevur BP, sum er
operatørur fyri báðum felt-
unum, býtt javnt millum
hesar báðar oljuhavnirnar,
sum hava so ómetaliga stór-
an tydning fyri bæði
oyggjasamfeløgini.
Schiehallion oljufeltid,
sum eisini fevnir um minni
grannakelduna Loyal, ligg-
ur stutt frå føroyska mark-
inum. Ætlanin er at fara
undir framleiðslu í 1998.
Framleiðslan á grannafelt-
inum Foinaven skal byrja
um stutta tíð.
fegnir
Tað er greitt, at hetlendingar
eru sera fegnir um avtaluna,
tí hon tryggjar nógv ar-
beiðspláss og inntøkur til
Hetlands. løgur skulu ger-
ast uppá einar 100 mill kr.
fyri at kunna taka ímóti olj-
uni frá Schiehallion.
Bretski = orkumålaråd-
harrin, Lord Fraser of Car-
myllie sigur í eini við-
merking, at henda avtalan
er ein nýggjur varði í olju-
menningini vestan fyri Het-
land. Tað er politikkurin hjá
bretsku stjórnini at skunda
undir leitingina eftir olju og
gass og somuleiðis fram-
leiðsluna frá teimum nýggju
keldunum millum Hetland
og Hvíta økid millum Før
oyar og Hetland.
Meðan framleiðsluskipið
til Foinanaven kelduna er
komið uppá pláss fáar fjórð-
ingar frá føroyska mark-
inum, verður eitt nógv stórri
framleiðsluskip bygt til
Schiehallion. Tað verður
byg! í Belfast.
hesum sambandi hevur
BP kunngjørt, at ein nytt
slag av oljuflutningsskipi
verður bygt til at flyta olj-
una frá Schiehallion til
Sullom Voe. Tað skal kunna
lasta 125.000 og skal rekast
av BP. Skipið verður liesað
frå AP Møller fyri 14 år.
Tað er í løtuni í gerð á skipa-
smiðju í Korea.
Luttakandi oljufeløgini í
Schiehallion-feltinum eru
umframt BP vid 33,35%,
Shell vid 33,35%, Amerada
Hess vid 15,69%, Statoil
vid 5,87%, OMV vid 5,87
og Murphy Petroleum
somuleiðis við 5,87%.
Grannakelduna Loyal býta
BP og Shell javnt millum
sín.
Schiehallion-projektið er
mett at kosta 9 milliardir
krónur. Tá framleiðslan
verður í hæddini verður hon
140.000 tunnur um dagin.
Stóra framleiðslu- og
goymsluskipið skal kunna
goyma 950.000 tunnur av
olju.
Tað er annars BP, sum
stendur fyri oljuframleiðsl-
uni á Sullom Voe vegna 29
feløg. Utbyggingin av term-
inalinum fer at gera 150
nyggj arbeidsplåss frå i
summar.
7
y
r 0 ál
r
/ 2 5
/ På f pe"
Í pr
SÆL
i Í
4 f
j A /
FÅ Á
bo SER dl / 7 71
j / 7 Sl Vi
Í i
/ jf
ý
Pál Á Á i
tryru Í
j
Suliom Voe
8. pe?
7%) SHETLAND
7 / ÍSLANDS
el DRKNE Y
ISL ANDS
Vit síggja tær mongu olju-
og gasskeldurnar, sum
funnar eru vestan fyri
Hetland. Oljan frá Foi-
naven verður flutt til
Flotta á Orknoyggjunum,
og oljan frá Schiehallion
til Sullom Woe í Hetlandi.
Harvið er javnt býtt og
hava oyggjasamfeløgini
tryggjað sær týðandi ar-
beiðspláss
Ein kann siga, at við hesi
nýggjastu avgerðini, er enn
ein lunni lagdur undir ein
nýggjan oljulandslund á
Atlantsmótinum. Eingin ivi
er um, at åhugin fyri øk-
inum, fer at økjast, og tað
er greitt, at nú BP, sum
eisini hevur áhuga fyri at
vera við í oljuleitingini við
Føroyar, skal reka skipini,
ið skulu bæði goyma og
flyta oljuna, verða helst
eisini møguleikar hjá før-
oyskum sjómonnum at fáa
arbeiði har umborð. Tað fer
tíðin so at vísa. Men eingin
ivi er um, at tað hevði verið
kærkomið fyri føroyingar,
sum harvið eisini kundu
verið við í arbeiðinum til
havs at byggja upp eina
oljuvinnu á øllum Atlants-
mótinum.
Samdir ella ei
Samdir ella ei,
hattin av fyri tí manni
sum eina meining hevur
og torir at standa við henni
Hvussu ofta íkki
vit her sótu teir menn,
tá úr erva bleiv rópt
sum hundar, undan síni ábyrgd renna.
So, samdir ella ei,
kvødu verdigur er Sverri hann,
sum uppgávu á seg tók
heilur og ikki hálvur fór fram
Og áttu vit bara
sum Sverra fleiri slíkar í verð,
tá brátt aftur kennast vildi
framburður á Føroya klettum her
Tí semjur fyri skuld,
er bara bara ikki nokk
um eitt fólk æruni vil bjarga,
tað søgur so mangar hava spáti.
12.1.97.
Baraldur á Berhellu
GOLVTÆNASTAN
Alt innan gólv...
Ókeypis tilboð verða givin.
Vit ferðast um alt landið
Skemmingsgøta 19 100 Tórshavn
TIf. 18875 - 88875
Fax 18809
tíðindablaðið mr
SOSIALURIN ==
BOX 76 - 110 Tórshavn —