leygardagur 18. januar 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gerda Poulsen, Fuglafirði:
Eg havi arbeitt á Fiskavirking í Fuglafirði, men í fjør
var eg biðin um at koma til Havnar at arbeiða, tá Fiska
virking læt aftur. Mær dámar væl at arbeiða her, hóast tað
var høgligari at arbeiða í heimbygdini
Gerda Poulsen heldur, at:tað er strævið, at:einki fæst at
vit um broytingarnar í Fiskavirking. og hon dugir ikki at
taka stóðu - fyri ella ímóti - framtaksloysnini
Eftir tí eg havi skilt, so hava politikararnir einki at seta
ístaðin fyri framtaksioysnina, og vit verða heldur ikki klók
ari av at lesa blødini og lurta og hyggja eftir tíðindunum
- Mær dámar sera væl at
arbeiða her, og hugsi ikki
um, hver eigur virkið. Tað
er líka mikið, bara nóg mik-
ið av arbeiði er til okkara
- Kortini haldi eg tað vera
skeivt at skipini selja uttan-
lands, men eg havi einki í
móti Fiskavirking, sigur
Hanna Eidesgaard
L…
Súsanna Petersen, Kollafirði:
- Eg havi arbeitt í Vestmanna áðrenn eg kom higar, fyri
einum ári síðan. Tað er lættari at fara til Havnar t.d. um
vetrarnar, og mær dámar væl her
- Vit arbeiða hvønn dag. meðan onnur virki í Fiska-
virking einki hava at gera. Tað skapar illstødu millum
arbeiðsfólkið. og eg skilji væl Onøgdina hjá teimum, sum
einki hava at gera
- Í mínum eygum er Fiskavirking miðsavnað í Havn, og
tað gongur út yvir hini virkini í felagnum, sígur Súsanna
Petersen.
Vikuskiftið Vikuskiftið
Margretha Hermansen, Tórshavn:
Eg havi arbeitt her seinastu 20 árini, men eg havi ikki
hugsað so nógv um broytingarnar á virkinum. Her er gott
at vera, men tað var tað eisini, tá Axel (Hansen Bacalao,
blkv.). stóð fyri virkinum
Eg dugi, ið hvussu so er, ikki at hugsa mær til, at virkið
letur aftur. Vit hava altíð fingið løn, og nóg mikið av
arbeiði, einamest av tí at havnarkonur ikki tíma at arbeiða
fisk
Tad er líka mikið, hver eigur virkið, men tað átti at
verið sett bann fyri at skipini selja uttanlands. Tað átti
Landsstýrið at sytt fyri. So høvdu vit havt nóg mikið av
råvøru her. Tað er nógv fyri at russarafiskitin skal bjarga
okkum arbeiði, samstundis sum fiskurin fer ferskur av
landinum
- Eg haldi, at politikararnir eiga ov nógv í bátunum, og
tí ikki steðga útflutninginum - stutt sagt, har eru ov nógv
systkinabørn við í leikinum, sigur Margretha Hermansen
Eg noyddist til Havnar at
arbeiða fyri tveimum árum
síðan, tá eg bleiv arbeiðs-
leysur. Mær hevur dámt ein-
astandandi væl at arbeiða
her
Hóast Fiskavirking hev-
ur hildið okkum í Sandoy
nni fyri tað turra rukku, so
nervar tað ikki meg at ar-
beiða á virki í hesum felag
- Eg havi kortini sagt ar-
beiðið frá mær, av tí at tað
gevur undirskot at búgva í
bygd og arbeiða í Havn. Nú
fari eg aftur ul Skopunar, at
rógva út, eins og eg gjørdi
áðrenn eg fekk hetta arbeið-
ið, sigur Asmundur Berg,
sum eisini er formaður í
Skopunar Arbeiðsmanna-
felag, og framvegis arbeiðir,
saman við ødrum, fyri at fáa
fiskaarbeiði aftur í oynna.
- Persónliga haldi eg, at
tað bert eru trý virkir í Før-
oyum, sum fult út nøkta
tørvin til nútíðar fiskavirkir:
Tað eru virkið í Skopun, Po-
larfrost í Vági og Kósin í
Klaksvík, men tey skoytir
Fiskavirking ikki um, sigur
Asmundur Berg.
Síða 15
Poul Johannes Vatnhamar, Argjum:
Eg havi arbeitt her í eini 19 år, og tað er ikki so galið
hóast eg vildi ynskt, at:virkið ikki var innlimað í Fiska
É )
virking. Hugaligari var at arbeiða á Bacalao, og livligt tå
bátarnir landaðu her, eins og samanhaldið millum fólk var
betur. - Fiskavirking eigur so nógv virki, at teir kunnu
nærum sjálvir áseta fiskaprisirnar, og tað er harmiligt fyri
skipini og tey smáu virkini
- Eisini haldi eg tað vera skeivt, at Framtaksgrunnurin
slapp at keypa Fiskavirking. Tað er nóg mikið sum er, at
teir eiga Fiskasøluna.
- Um onkur kundi hugsað sær at keypt Fiskavirking í
Havn, so skuldi ein treyt verið, at Eystara Bryggja ikki
skal brúkast í oljuvinnuni. Nú verður nevniliga tosað nógv
um, at Eystara Bryggja skal nýtast til oljuhavn, sigur Poul
Johannes Vatnhamar.
Una Hejsted,
- Fyri meg hevur tað ongan
týdning, hver eigur virkið,
og mær dámar væl arbeiðið
og fólkini, sum arbeiða her.
- Kortini haldi eg ikki, at
tað er rætt at Fiskavirking
aftur skal fáa pening, meðan
teir privatu einki fáa. Her
verður mismunur gjørdur
Eg helt annars, at ætlanin
við Framtaksgrunninum
var, at teir smáu eisini
skuldu fáa hjálp at fóta sær,
sigur Una Højsted
Sosialurin vitjadi inn á gólvið á Fiskavirking í Havn. Vit spurdu arbeiðsfólkini,
sum hava ábyrgdina av framleiðsluni, hvat tey hildu um tað, sum hevur verið
sagt um arbeiðsplássið hjá teimum í seinastuni