týsdagur 21. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Alt var fupp
Oddagrein
HÓAST vit ikki longur hava tær frålika upp-
lýsandi sendingarnar í BBc World, kunnu
vit meira enn so vera heppin og síggja fram-
úrskarandi dokumentarsendingar í Sjónvarp
Føroya. Ein slík upplýsandi og avdúkandi
sending var amerikanska sendingin sunnu-
kvøldid um figgjar- og búskaparpolitikkin hjá
Ronald Reagan
REAGAN kom til valdið við lyftinum um at
seta í verk eina búskaparliga kollvelting
Búskaparliga heimspeki hansara bygði á
buskaparfrødi Milton Friedmanns. Høvuds-
innihaldid i hesi »buskaparfrødi« var, at allar
almennar útreiðslur, serstakliga útreiðslur
til sosiallóggávuna, eru av ti onda, skatt-
irnir hjá teimum hægstløntu og vinnulivinum
skuldu lækkast og búskapurin skuldi sum
heild ansa sær sjálvum. Búskaparlig stýring
var eitt ókvæmisorð hjá reaganistunum
REAGAN kom til valdið og reypið var ogiligt
av hansara búskaparligu brøgdum og reypið
frá hansara viðhaldsmonnum vida um hei-
min var ikki minni. Ja, heilt her til okkara
fjarskotnu oyggjar kom henda primitiva og
karráða búskaparliga rørsla og fekk við
fólkaflokkinum eitt harðmælt umboð í Før-
oyum. Breggið var øgiligt. Á løgtingi reypaði
Óli Breckmann av. at Reagan hevði skapað
3 milliónir arbeiðspláss um árið í USA, hann
hevði fingið javnvág á fíggjarlógina og gjørt
USA til eitt blómandi land, har øll, sum
tímdu kundu hava jól og góðar dagar
PROPAGANDAFERÐIN eydnaðist ótrúliga
væl og ein stórur partur av Vesturheiminum
læt“ seg tøla av glitrinum frá Reagan og
hansara propagandamaskinu. Bert fáar
raddir mæltu ímóti og vístu á, at myndin av
amerikanska búskapinum var ikki so ein-
fold. sum eitt nú Óli Breckmann breggjaði
av í Dagblaðnum og á tingi
MEN nú eru buskaparfrødingar og blað-
menn farnir at granska Reagantíðina og eru
teir komnir til ta nidustødu, at alt var reint
fupp. Hetta varð alt avdúkað í nevndu sjón-
varpssending og varð alt váttað av mætastu
medarbeidarum Reagans. Búskapurin hjá
USA var allur í sandasorli longu tá fyrsta
valskeið Reagans var úti í 1984. Domini og
prógvini vóru óteljandi ja, so nógv at ikki er
pláss at endurgeva tey her. Vit hjálpast við
at nevna eitt hitt mest groteska dømid um
ósannindi og fupp Reagans: í 1984 vildi
Reagan verða við, at yvirskotid á samveldis-
fíggjarlógini var 1,5 milliardir dollars. Ein
seinni kanning av almennu roknskapunum
visir, at talan var um eitt undirskot uppå
300 milliardir dollars. Fåur lýgur meira enn
helvtina sigur orðatakið. í hesum føri var
talan tó um 37.000%
EIN nosslig fyrimynd hjá føroyska fólka-
flokkinum! Vit kundu nevnt aðrar sum eitt
nú blóðhundin Pinochet í Chile og Roo Tai
Woo í Suðurkorea, sum seinni varð avdúk-
aður sum stórsvindlari! Vit fara at enda at
minna fólk á, at annar partur av sendingini
kemur næsta sunnukvøld og mæla ollum til
at nýta hevið at kunna seg nærri við eina
av fyrimyndum fólkafloksins í åttatiårunum
Sostalurin
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller | Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri: | Blaðfólk:
Krisjan Dahl | Áki Bertholdsen,
í Mina Lýsingar og sola: Eiríkur Lindenskov,
Internet: ilp:funnu.cybernat dans news Marjun Dalsgaard Dagny Joensen,
| Grækaris D. Magnussen |
| Eyðun Klakkstein,
Magnus Dam
| Ljósmyndari: |
Í Jens Kristian Vang
Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður:
Stórur vandi fyri
at vit glíða í oljuni
Binda vit ikki um heilan fingur er vandi fyri at vit detta í oljudýkið. Tí eigur olju-
peningurin í stóran mun ai verða bundin uttanlands við tí fyri eyga, at tryggja
komandi ættarliðum eina góða, men samstundis nattúrliga tilveru í Fóroyum
Sambært Sosialin fyri leyg
ardagin hevur búskapar
frødingurin Hermann Osk-
arsson hildið åhugaverdan
fyrilestur á Fiskirannsókn-
arstovuni seinasta mikudag
Fyrilesturin snúi seg um
oljuvinnuna, og tann pen
ing, sum føroyska samfel
agið kann fáa burtur úr olj
uni. Buskaparfrødingurin er
sera ivasamur um føroyska
oljuævintýrið. Og eg er!
fullkomuliga samdur við
Hermanni Oskarssyni
A Floksleiðslufundi í
javnaðarflokkinum fyri
nøkrum mánaðum síðani,
vísti undirritaði á somu
vandar, sum búskaparfrað
ingurin Hermann Oskars
son vísir á í fyrilestrinum á
Fiskirannsóknarstovuni
seinasta mikudag. Eg mælti
if stórur nartur
at Sstorur nu
ninginum verður settur í
grunnar til ávís endamál, og
grunnar verða
} ttanlands, soleiðis
at hesin peningur ikki kem
ir al Orogva javnvagina I
føroyska samfelagnum
men heldur kann tryggja
eftirkomarunum eina góða
og náttúrliga tilveru í Før
oyum
Gera vit onki, er stórur
vandi fyri, at oljuvinnan fer
at koma føroyska samfel-
agnum aftur um brekku í
ólukku mát. Ein vandi er,
at peningaumfarið í før-
oyska samfelagnum gerst
alt ov stórt, við tí úrslitið,
at vit fáa eina ótálmaða
nýtslu, at sethúsaprísirnir og
prísirnir á byggijørd rúka
upp í loft, at vit fáa stórt
hall á handilsjavnanum og
gjaldsjavnanum, at tað al
menna, kommununar og tað
privata fara at gera alt ov
stórar og dýrar fløgur, við ti
årsliti, at okkara høvuds
vinna og onnur framleiðslu
skapandi og útflutnings
fremjandi vinna verður løgd
lamin
Eitt orðatak sigur, at brent
barn ræðist eldin, og her
skuldi ein trú, at vit føroy
ingar høvdu tikið við læru
Tí allar tær avleiðingarnar
sum standast av einum alt
ov stórum peningaumfari í
samfelagnum, kenna vit frá
åttatiårunum. Og her hugsi
eg serstakliga um tær av
leiðingarnar, sum koma í
kjalarvørrinum av einum alt
ov stórum peningaumtari
ið millum annað eru hesar
Nógv lægri inntøka hjá
summum og arbeiðsloysi
hjá ødrum. Hægri skatt og
toll ti landskassin er á ørm
undahúsi. Húsagangir bæði
í vinnulívinum og hjá pri
atum. Fólkaflyting av land
inum o.s.fr
Um oljuvinnan gerst um
fatandi, og kemur at fevna
um eitt drúgt áramál, eru
eisini aðrir og størri vandar
á ferð. Tá verður vandi fyri
at vit koma í ta stóðu, at
ongin longur dugur at veiða
fisk. At ongin longur dugur
at framleiða veru til útflutn-
ings burtur úr råfiski. At
ongin dugur at arbeiða í
landbúnaðinum. I idnadi
sum ikki hevur beinleidis
við oljuvinnuna at gera, og
hvat skulu vit gera við tann
ídnaðin, tá oljukeldurnar
eru tómar? Sannleikin er
tann, at avleiðingarnar av
oljuvinnuni, um vit ikki
binda um heilan fingur
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Vilhelm Johannesen
skrivar
beinan vegin, kunnu gerast
so óhugnaligar, at eg valla
tori at hugsa tankan at enda
Bera vit okkum rætt at
kann oljuvinnan verða til
stórt gagn, bæði fyriokkum
sum nú liva, og fyri tey
komandi ættarliðini. Hon
kann gagna føroyska sam
felagnum langt inn í fram
tíðina. Men bera vit okkum
hinvegin skervt at, er stórur
vandi fyri, at hendan vinnan
sum frálíður farir okkum út
í stóra neyð og stórt armóð
Hon kann gera enda á for
oysku tjóðini. Og her eiga
vit at vera á varðhaldi. Hetta
er helst størsta avbjóðingin
føroysku tjóðini hevur verið
fyri nakrantíð. Hetta er ein
avbjóðing til fólkið í Før
oyum - til føroysku tjóðina
Ikki minst til okkum polit
ikkarar
A frammanfyri neynda
floksleiðslufundi í javnað-
arflokkinum mælti eg til, at
ávísur partur av oljuinntøk-
unum eigur at verða settur í
ein kreppugrunn (tiltaks
grunn), sum tikið kann
verða av, eftir nærri ásettum
|
Í
Í
Í
— eet SS
%
Telefon: 11820
Teletax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant fo
reglum, um so verður, at
ein heivilig kreppa aftur
rakar føroyska samfelagið
Ein annar partur eigur at
verða settur í grunn, við tí
fyri eyga, at vit alla tíðina
endurnýggja okkara høv
uðsvinnu (fiskiskipaflotan)
Eisini eigur peningur at
verða settur í ein vinnulívs
grunn, við tí endamáli, at
útbyggja alternativar vinnu
vegir (landbúnaðin og
ymiskan ídnað)
Tað ber eisini til at seta
almennan pening burtur av
oljuinnmtøkunum í arbeiðs
loysisskipanina og arbeiðs
marknadareftirlønargrunnin
(Samhaldsfasta). Men fel
ags fyri allan hendan pening
må vera, at hann i størst
møguligan mun verður
bundin uttanlanda, og ikki
verður tíkin heim, fyrr enr
haldgóðar grundgevingar
og lógarheimild eru fyri ti
Skjótast gjørligt eigur
lóggávuvaldið at fara undir
neyðugt lógarsmíð, har ásett
verður, hvussu stórur partur
av oljuinntøkunum eigur at
verða bundin uttanlands,
hvørji endamál hesin pen
ingur skal nýtast til, nær
hann kann verða tíkin heim
aftur o.s.fr. Í hesum arbeiði
eiga vit at hava okkum fyri
eyga, hvussu politiski
myndugleikin í Noreg legði
oljuvinnuna til rættis, og í
hvønn mun og til hverji
endamál teir hava bundið
partar av oljuinntøkunum
uttanlands
Tann 20. januar 1997
Vilhelm Johannesen
Familjugudstænasta
á Argjum í kvold
Í sambandi við at 17 ár eru
liðin. síðan skótabólkurin á
varð stovnaður
í kveld klokkan 19
nijugudstænasta og sam
Argjum
verður
koma fyri ulvar, skótar, for
eldur og onnur áhugað
KFUM-skótarnir hava
hildið til á loftinum í kirkju
ge misstónshusinum gl ar
ini
Familjugudstænas
verður í Argja kirkju. Berg
ur Debes Joensen, prestur
prædikar Argjakórið
yngur
Aftaná gudstæbnastuna
bjóða skótarnir kaffi í
skotahølunun
BILLUTIR
utvegast til
FLEST
ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TW. Fax.
21605 21666