mikudagur 22. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon: 11820
rblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Grækaris D. Magnussen | Útgevari, uppseting og prent: |
Jan Miller Randi Jacobsen am Kgs, SE Sosa Telefax. 14720 |
Fyritaksstjóri: ólk: gnus ústaður: ; |
Nja Dahl Áki Berndsen, Argjavegur 26, Árum, þa BR 4 |
Lýsingar og sola: Eirikur Lindenskov, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, | |
arjun Dalsgaard Dagny Joensen, Jens Kristian Vang —' 1oTørshan 3 EJ
Grannarnir
á Atlantsmótinum
Oddagrein
VIT fáa vitjan av fleiri ríkisleiðarum í hesum árinum.
Logmaður hevur boðið grønlendska landsstýrisfor-
manninum, íslendska forsætisráðharranum og norska
konganum á vitjan. Haraftrat kemur Margretha drotn-
ing á vitjan
ALT gott um tað. Men tað er líkasum, at vit hava lyndi
til at hyggja til teir stóru og kanska lata eyguni aftur
fyri teimum meira javnlíku grannum, við hava fyri
sunnan. Her hugsa vit fyrst og fremst um oyggjabólk-
arnar, Suðuroyggar (Hebridurnar), Orknoyggjar og
Hetland. Kann vera at hesar oyggjar eru smáar og ikki
hava líka stóran tydning sum Danmørkin, Noreg,
Grenland og Ísland í eygunum á teimum flestu
EFTIR okkara tykki áttu vit førovingar eisini at tikið
upp samstarv við umrøddu oyggjabólkar. Hetta ti at
vit hava mangt í felag, eina forna mentan, eina geo-
grafiska stødd, eitt lutvíst eins fólkatal osfr. Eingin ivi
er um, at tað kundi fingið týdning fyri okkum sum
tjóð og eisini fyri teir tríggjar oyggjabólkarnar vit her
tosa um, at tættari bond vórðu knýtt. Tá vit so eisini
hugsa um framtíðar útviklingin í ollum hesum økinum
eitt nú oljumenningina á Atlantsmótinum - so er
greitt, at eitt samstarv eisini á tí okinum átti at verið so
sjálvsagt
LONGU í ár verður fyrsta Atlantsoljan flutt av Atlants
mótinum til Orknoyggjar. Og í næsta ár rennur so olja
úr enn eini keldu á Atlantsmótinum og tá verður hon
flutt til Hetlands. Um somu tíð, sum hetta hendir,
verður arbeitt dúgliga bæði í norðara parti av Skotlandi
og á Suðuroyggjum at byggja upp ymsar tænastur til
hesa nýggju vinnu á Atlantsmótinum. Hugt verður
eisini vestureftir móti Rock Allleiðunum, sum fleiri
halda fara at gerast enn ein týðandi oljulandslutur
HVUSSU fáa oll hesi smáu oyggjasamfelogini, sum í
mongum eru so eins, frægasta ágóðan av ti rikidømi
ið finst undir fótum okkara! Hvussu kunnu vit best
verja okkum móti, at vit ikki verða útnyttað og mis
brúkt av teimum stóru multinationalu feløgunum!
Hvussu verja og varðveita vit tað positiva og góða við
verandi livihåtti - hvussu forða vit fyri, at ikki lívsvirðini
fara fyri skeyti í ti meguliga komandi peningastreym-
inum! Og hvussu - og ikki minst av ollum - troyta vit
best umrødda ríkidomið!
TA TOSAD verdur um ein nyggjan utvikling, so verdur
ofta hugt eftir, hvussu aðrir hava gjørt og hesir aðrir
eru oftani tjóðir, sum eru nógvar ferðir størri enn vit
og sum vit í ávísum førum als ikki kunnu samanbera
okkum við. Hví ikki heldur fara til okkara javnlíkar og
royna at fáa nakað frá teimum um somu tíð sum vit
kunnu geva teimum nakað! Nú oyggjasamfeløgini,
sum liggja kring ein møguliga týðandi oljulandslut á
Atlantsmótinum, tykjast at vera í sama báti, halda vit
at okkurt itøkiligt og skilagott átti at verið gjørt til tess
at ment samskifti og samvinnu
HER er samferðslan ein sera týðandi liður. Og tað er
m.a. í hesum hepi, at vit eiga at síggja siglingina uppá
Skotland. Tað er ein dáragerð, verður henda sigling
sega. Var nakar dugur í landsstýrinum hugdi tað fram-
eftir og menti hesa farleið heldur enn at avtaka hana
Talan er um eina iløgu í framtíðina hjá okkum ollum
sum liva á Atlantsmótinum Hví ikki gera oyggjasam-
felogini her til eitt knútapunkt - til ein miðdepil í
Atlantshavi millum Stórabretland í suðuri, Noreg í
eystri og Grenland fyri norðan!
VIT fara á heita á landsstýrið og á løgmann, sum
umsitur undirgrundarmál og sambandið við okkara
grannatjóðir, at bera so í bandi, at siglingin millum
Feroyar og Skotland verður útbygd til eitt sambind
ingararlið millum allar fýra oyggjabólkarnar og sjálv
andi eisini Skotland og Bretland. Vit hava brúk fyri
Útnorðursamstarvi men soleiðis sum framtíðin í løtuni
tykist laga seg á Atlantsmótinum mugu vit eisini til at
hugsa eðrvísi og nýtt . -
8 En Sosialurin
Landsstýrisskútan
rekur fyri våg og vind
So gjørdu teir tað aftur, og
hetta verður gongdin, so
leingi sum teir sleppa at sita
við tí politisku maktini
Í einari sending hjá sjón-
varpinum, >Krosskast<, har
Oli Jacobsen var ein av lut-
takarunum, segði fiski-
mannafelagsformaðurin frå
eini danmarkarferð. Har
varð m.a. ein fyritøka vitj-
að, sum framleiddi saltfisk,
og segði hann soleiðis, at
henda fyritskan hevði fram-
leitt saltfisk í 25 ár og var
komin nógv longri við hesi
framleiðslu, enn vit før-
oyingar, sum hava virkað
hesa veru í 100 ár. Alt gott
um hetta dómi, sum her er
drigið fram, men tað skuldi
fingið onkra klokku at ringt
hjá verandi samgongu
»Men her lades alt håb
ude«, tí ístaðin fyri at skapa
nakað til gagns fyri heild
ina. so finna teir heldur mál,
sum skapa ósemju, og
henda politiska ósemjan
hevur havt við sær, at
motorkraftin á landsstyris-
skutuni er eingin. Motorurin
er niðurslitin, og tey segl-
ini, sum skuldu givið eitt
sindur av framdrift, tey
hanga í lepum. Yvirmenn-
inir, sum skulu syrgja fyri,
at tað gongur rætt fyri seg.
teir tala ikki saman, uttan
tå ið størv skulu setast. Teir
hava sett fleiri leiðandi
størv við góðari løn, ja,
lønijn er so góð, at teir
leiðararnir fáa meira um
mánaðin, enn eini fólka-
pensjónshjún fáa at liva fyri
um árið. Soleiðis verða tey
viðfarin, sum hava borið til
tann almenna kassan alt sítt
liv
Ein slik øking av teimum
almennu útreiðslunum
skuldi væl ført við sær, at
teir samstundis eisini øktu
inntøkurnar hjá tí almenna
við eisini at seta í verk ar-
beiðsskapandi tiltók. soleið-
is at útreiðslurnar ikki verða
stórri enn inntøkurnar
Tá nú formaðurin í Fiski-
mannafelagnum hevur ver-
ið og sæð eitt virki í Dan-
mark, sum framleiðir salt-
fisk, hví so ikki gera slík í
Føroyum?
Var tað ikki Verkamanna
fylkingin, sum skuldi seta
arbeiði í gongd?
Men tíverri, tað er ikki
henda gongdin, sum er
galdandi fyri hvorki Verka
mannafylkingina ella sam-
gonguna sum heild
Tann verandi samgongan
ger einki fyri at skapa ar
beiði og á tann hátt økja um
inntøkur landskassans. Teir
gera einki fyri at skapa
nýggjar marknaðir fyri okk-
ara utflutningsvørur. Tað
gongur heldur tann skerva
vegin. Teir niðurgera lívs
æðr okkara, teir taka grund
arlagið undan okkara sam-
felag
Hergeir Nielsen vísir í
grein sín nú um dagarnar á
viðgerðina av »Sverra
Olavssyni« og tær avleið-
ingar, sum standast av hes-
um. Ég gjørdi í eini grein
vart við tað sama. Ég vísti í
gren mínari á vidurskiftini
viðvíkjandi »Annu T«, har
skipið bleiv lagt. Og tað
seinasta, sum er hent cr, at
»Sudurvardi« er settur á
sølulistan. Hetta, sum her
fer fram, er ein sorgarsøga,
men tad sakar helst ikki
samgonguna, ti øll hesi
skipini og tey arbeiðspláss
ini, sum her verða jarðlegd.
eru í Suðuroy
Viðvíkjandi >Suður-
varda« er at siga, at eigarin
brýtur upp í úr nýggjum,
roynir at finna aðra fram
leiðslu av fiski. Beint nú eru
ikki nóg góð marknaðar-
viðurskifti fyri hesari fram
leiðslu, so tað hongur ikki
saman fíggjarliga. Hvat
hevði verið meira rætt og
rímuligt enn tað, at lands-
stýrið læt hetta skipið fara
undir praktiskar fiskiroynd-
ir og soleiðis tók um endan
og stuðlaði hesi fyri føroy-
ingar nýggju vinnu? Eitt er
greitt, tá skipið er selt og
teir nýggju eigararnir hava
fingið hetta væl útgjørda
skip. so vilja teir eisini finna
sølumarknad fyri vøruni
Tá skipið er farið av land-
Viðmerking
Sverre Midjord
skrivar
inum, tá eru aftur 20 fiski-
menn arbeiðsleysir. Hetta
eru limir í fakfelagnum hjá
Óla Jacogsen. Teir verða ar-
beiðsleysir eins og teir á
»Sverra Olavssyni« og
»Annu T«, og teir siggja sær
so ongan annan møguleika
uttan at fara av landinum,
og harvið stuðla okkara
dugnaligu fiskimenn kon
kurrenti á fiskivinnuøkin
um
Og meðan alt hetta fer
fram, ja, er dagligur kostur,
so svevur okkara landsstýri
Nei, tað er ikki rætt at siga
at teir sova, teir hava úr at
gera at klandrast, og tí rek
ur landsstýrisskútan fyri
vág og vind
Sverre Midjord
Hans Birgir Hansen skrivar:
Arbeidsmarknadarstødan í Føroyum
Tað verða óneyðugir trup-
ulleikar skapir, tá ið munur
verður gjørdur á arbeiðs-
fókli. Tað sær ein úti á teim-
um nógv umrøddu arbeiðs-
marknaðunum kring alt
landið. Tað er eingin, ið ná-
greiniliga og umfatandi
hevur lýst arbeiðsmarknað-
arstøduna, t.v.s. bæði hjá 6-
faklærdum og faklærdum
og trupulleikarnar at sleppa
út á arbeiðsmarknaðin
Tað hevur verið víst til
familjupolitikkin, sum
skapar stættamun úti á ar-
beiðsmarknaðinum. Tað
hevur verið víst til teirra,
sum fara um egin fakmørk,
bæði óheft og heft av ALS.
kommunalu forsorgarskip-
anini og fakfeløgum. Tað
hevur verið víst á týdning-
in at fáa skipað náttúrliga
frågongd og tilgongd út á
arbeiðsmarknaðinum. Tað
hevur víst á tydningin at fáa
arbeidsvikuna stytta hjá
mánaðar- og tímaløntum.
t.v.s. niður í einar 30-35
tímar um vikuna, so at hesi
fáa tíð til familjulív og
annað. Tað er neyðugt at fáa
skapt javnvåg millum tey
vinnuleysu og tey arbeið-
andi. Tað er neyðugt at fáa
skapt javnvág, hvat býtin-
um av arbeidsvikutimatal-
inum viðvíkur. Tað eru
nógv, sum arbeiða, ið hava
arbeiði við síðuna av hjá tí
almenna og tí privata.
Tað kann ikki vera rætt-
víst, at slíkt óskil skal
sleppa at halda fram kring
alt landið. Tað skal fáast
greiða á øllum hesum viður-
skiftunum, og tað vil eg ar-
beiða fyri.
Tað skal skipast fyri ar-
beidsstarvsvenjing og upp-
læring úti á arbeiðsmarkn-
aðinum. Tað er ikki minst
galdandi, tá ið samhalds
fasti arbeiðsmarknaðareftir-
lønargrunnurin fer at virka
komandi ár
Tað ber væl til at fáa beint
burtur alt arbeiðsloysi í
Føroyum við ådurnevndu
loysnum. Tað verður tó ikki
neyðugt at hava so nógv
starvsfólk arbeiðandi á ALS
og kommunalu forsorgar-
skipanini. Tað kunnu tá
skapast møguleikar fyri, at
føroyskar familjur við børn-
um og einstaklingar flyta
heim aftur til Føroya
Tað er neyðugt at viðgera
allar partar av arbeiðs
marknaðinum í dagbløðum
eins og eg fáist við. Tað skal
eisjni arbeiðast ímóti ollum
teimum, ið fáa framíhjá
rættindi til arbeiði og stør
Tað sama ger seg galdandi
við øllum teimum, ið fáa
framihjårætundi ul lesnað
ella læruplåss
Tad skal skipast fyri, at
alt kappingaravlagandi
virksemi kring landið skal
fáast burtur. Hetta er neyð-
ugt, skulu vit skapa lønsemi
út í landshúsarhaldinum og
samfelagnum annars
Hans Birgir Hansen
TVINGSILSSOLA
| Hósdagin
tann 20. februar 1997
kl. 9.00
|verdur á dómaraskriv-
stovuni C, Ployensgota
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
186 a, Sumba, (AS 224/
96).
| Talan er um jørd
29.822 mé innangarðs og
3 gyllin og 4'% skinn í
Lopranshaga og 8 gyllin
og 10'/: skinn í Hamra-
haga
vingsilssølan er um-
biðin av Annfinn V. Han-
sen, adv., Gongin, Tórs-
havn, tlf. 19595 (j. nr.
211901), sum kann geva
nærri upplysingar, eins
og avtala kann gerast við
um at síggja ognina.
Søluuppgerå kann um-
bidjast frå nevnda advo-
kati ella nyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni
Foroya Fútarættur,
tann 20. jan. 1997