Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 ai Thomas Arabo, gamli Strandferðslustjórin: - Eg varð koyrdur í besta „Dollars“ stili Thomas Arabo hevði arbeitt sum stjóri á Strandferðsluni síðan 1973- tó at hann í tíðarskeiðum var landsstýrismaður og ráðgevi í NORA - tá hann eitt kvøldid fekk fráboðan um uppsøgnina. Hann fekk ikki stundir at greiða sínum nærmastu frá hesum, áðrenn tíðindafólkini vóru kunnað um málið DAGNY JOENSEN Hóast tað nú er væl fráliðið síðan Thomas Arabo varð koyrdur úr stjórastarvinum á Strandferð sluni situr hann ikki 1 í stovuni g grunar im € farið fram Eg havi úr at gera við at gna mær vitan og seta meg inn í samfelagslig og vinnu lig viðurskifti, sum eg ikki fekk stundir til, tá eg var á Strandferðsluni, sigur Tho mas Arabo, sum ikki vil út tala seg um uppsøgnina og hvert tað fær nakað eftir- spæl, at hann var koyrdur - Eg havi latið løgfrødingi og Verkfrødingarfelagnum málið at arbeiða víðari við stovnin upp Tó kann tað ikki dyljast, at Thomas Arabo kennir seg illa viðfarnan av Landsstýr- inum, sum hann loyalt hev- ur arbeitt fyri øll årini Thomas Arabo er 56 åra gamal. Hann er útbúgvin verkfræðingur við leiðslu og organisatión sum sergrein í 1973 tók hann við sum stjóri á Standferðsluni, og hann bygdi stovnin upp frá tí gomlu skipanini við Vest urleið, Pride og hinum rutu- bátunum, til eina vælskip aða organisatión. Í dag er stovnurin skipaður í átta deildum, sum virka væl undantikið fíggjardeildin, sum ongantíð fekst at virka, viðgongur Arabo - Tað visti Landsstýrið sigur Thomas Arabo, sum heldur, tá hann nú hevur havt stundir at líta aftur um bak, at nakað týður uppá, at tað var politiskur áhugi fyrr at koyra seg frá Hann heldur kortin, at tað átti at verið gjørt á ein meira sámuligan hátt, og ikki í besta „Dollar-stíli“. har pressan stóð fyri hon- um, áðrenn hann hevði so frægt sum fingið stundir at siga nærmastu familjuni frá hendingini Tey nærmastu hoyrdi tað í tíðindunum - Eg var staddur í Klaksvík hóskveldið, tá eg fekk upp- søgnina, og longu kl. 10 morgunin eftir, stóð samla- ða, føroyska pressan fyri mær úti á Strandferðsluni Thomas Arabo, verkfrødingur: - Hóast ikki ein dropi av olju kemur áðrenn eftir aldarskiftið, so mugu vit taka hædd fyri, hvussu vinnan fer at ávirka samfelagið frameftir Í t kvøid kl. 19-23. - Hverki gamla mamma mín, ella synirnir, sum vóru uttanlands, høvdu vit havt stundir at tosa við. Tað var ræðuligt, sigur Thomas Ara- bo - Tað kundi verið gjørt ødrvisi, eitt nú við at vit komu til eina semju um uppsøgnina, men skotbráð ið var ov stutt, sigur Thom as Arabo Í 1980 varð hann settur sum menningarráðgevi í Ut- norðursamstarvinum, har hann var til 1987, tá hann fór aftur á Strandferðsluna Í 1991 - 94 var hann lands- stýrismaður fyri Javnaðar- flokkin - Tá eg var landsstýris- maður, setti eg meg inn í viðurskiftini = viðvíkjandi oljuvinnuni og undirgrund- ini. Tað havi eg nú stundir at kunna meg meira um. Tað er umráðandi at gera met- ingar um, hvussu oljuvinn- an í framtíðini fer at ávirka samfelagið Oljuvinnan - ávirkan samfelagið ef ikki ein dropi kem- ur upp fyrr enn eftir ald- arskiftið, tá leitingartíðin er av, so fer vinnan at skapa eitt trýst á samfelagið. Tað mugu vit taka hædd fyri, Nr. 14 — 22. JANUAR 1997 KAPPING Bátsfelagið Tjaldrið á Tvøroyri letur í løtuni ein seksæring byggja. Báturin skal nýtast til árar og segl. Felagið bjóðar ollum, sum hava hug, at kappast um navn til båtin. Navnið skal vera føroyskt ella hava føroyskan upp- runa. Sum virdisløn verður latið eitt ogn- arbræv í båtinum, áljóðandi kr. 1000,00. Uppskotini skulu vera nevndini í hendi innan 10. mars 1997. Oll, sum hava hug, kunnu gerast limir!!! Bátsfelagið Tjaldrið Tvøroyri Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahusinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, er opin mánadag-fríggjadag kl. 9-15. Telefon 17597. Telefax 13609. Teksttelefon, ring 0032 og bið um 16929. Limafundur hvert mána- áðrenn oljuvinnan gerst veruleiki, sigur Thomas Arabo Hann hevur ikki umhugs að at fáa beinleiðis fast starv, men um okkurt kemur í ljósmála, so fer hann kans ka at taka av. Kortini verður ikki talan um alment starv, ið hvussu so er, ikki so leingi sum hetta landsstýrið situr. Kortini er nóg mikið at tríva í, eitt nú í norður lendska samstarvinum, sum hann enn umboðar, um framt at hann fer at virka sum ráðgevi, grundað á freelance virksemi Thomas Arabo hevur ikki nakað fritidaritriv at stytta sær stundir við. Ar beiðsdagurin hevur altíð verið langur, og arbeiðið hevur tí eisini verið hansara frítíðarítriv - Tá eg var ungur, dámdi mær væl at fara í fjørdin, men higartil havi eg ikki havt stundir - Tað er als ikki so, at eg siti lammaður í sjokk heima í stovuni. Eg havi roynt eitt sindur av hverjum í mínum lívi, og ofta hevur tað verið rokmikið. Tað hevur ongan tíð nervað meg persóniliga og tað ger tað heldur ikki í dag, sigur Thomas Arabo