Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. januar 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 24. JANUAR 1997 Tað er sera spennandi at gera sendingarnar, men tað er ov tíðarkrevjandi, sigur Thorben Johannesen, sum skjótt hevur gjørt 60 sendingar við heitinum Skúli og uppaling Thorben Johannesen: Prestur við uppaling sum hjástarv ud — Vénandi hevur onkur hug til at gera sendingarnar, aftanå at eg eri givin, ti tað er bruk fyri henni, sigur Thorben Johannesen, sum gevst við Skuli og uppaling, tå id vetrarsskråin endar. — Aftanå 60 sendingar følir tu teg eitt sindur „tóman“, sigur Thorben, sum hevur prestastarv niðri i Danmark MAGNUS Dam Hvørja viku sita ein rugva av fólki framman fyri lurtítólið og lurta at sendingini Skúli og uppaling, sum Thorben Johannesen seinastu tveir vetrarnar hevur tíkið sær av Tú hoyrir tað ikki á ljóð- góðskuni, men sendingar- nar, sum hava verið í vetur, eru allar gjørdar niðri í Dan- mark. Thorben ger sending- arnar í Aalborg Radio, og gjøgnum telefonina verða tær sendar til Útvarp Før- oya, sum so aftur sendir tær út í luftina til foroysku lurt- ararnir. Til nakrar av send- ingunum hevur verið nýttur ein teknikkur, sum nevninst ISDN, ið er ein telefonlinja, sum hevur so góða ljóð- góðsku, at tú ikki hoyrir, at tosa verður igjøgnum eina telefon Hetta er ein sera góður teknikkur, men Thorben er sjálvur eitt sindur ivasamur Ikki í teknikkinum, men i ti at hann ger sendingarnar niðri í Danmark, og í tí at hann hevur eitt starv, sum skal rokjast eisini — Tá ið tú hevur eitt full- tíðarstarv, er tað torført at fáa tíðina til at rokka til eisini at gera útvarpssendingar og følingin við vidurskiftini í Føroyum er eisini minni, tå ið tú býrt niðri í Danmark Har hevur Thorben búð seinasta hálva árið, og við síðuna av starvinum sum prestur, hevur hann gjørt sendingarnar — Eg royni at fylgja við i, hvat hendir i Føroyum, og eg lesi tey blødini, eg fái hendur á, men tað er íkki tað sama, sigur hann — Soleiðis, sum eg sjálvur hoyri sendingarnar, so haldi eg ikki, at tær í vetur hava verið líka góðar sum sein- asta vetur, tá ið eg búði í Feroyum, sigur hann - Tær hava verið av ein- um eðrvísi slagi í vetur. Ég havi gjørt meira við at upp- lýsa um nakrar skúlatankar sum eru meira alment gald- andi, sum til domis um Rud- olf Steiner skúlarnir. Eingir tílíkir skúlar eru í Foroyum, men tað er sovorðið, sum lærarar vita hvat er, og onk- ur foreldur hugsa kanska eisini um, hvat tað er At sendingarnar verða gjørdar niðri hevur bæði sína styrki og sínar veikleik- ar, heldur Thorben. Skulu vit samanbera okkum við nakra skúlaskipan, so má tað vera tann danska, held- ur hann. Men samstundis heldur hann tað vera eitt sindur óheppið fyri sending- arnar, at tær ikki í nóg stóran mun hava stoði foroyskum viðuskiftum Thorben ætlar sær orsak- að av tí at hann býr í Dan- mark og hevur eitt annað starv, ikki at halda áfram við at gera sendingamar næsta vetur — Tá ið tú hevur gjørt um- leið 60 sendingar, so følir tú teg eitt sindur „tóman“. Tá er tað eitt sindur torført at fáa nýggj hugskot til send- ingar, og eg seti meg ikki føran fyri at halda áfram Tað er tó ikki bara Thor- ben, sum fær hugskotini til sendingarnar. Hann fær jav- nan brøv frå lurtarum, sum siga sina hugsan um send- ingarnar, og fleiri koma eisini við hugskotum ella ynskjum um evni, tey kundu hugsað sær vóru vidgjørd í sending- mi Thorben vånar, at send- ingin heldur åfram eisini aft- anå, at hann er givin — Eg vóni, at onkur annar hevur hug til at taka yvir, tí einki er at ivast i, at tað er neyðugt at hava ein tílíka sending. Tað er neyðugt við meiri orðaskifti um skúla og uppaling enn tað hevur ver- ið. Og eg vóni eisini, at sendingarnar hava gjørt, at meira hevur verið prátað um spurningar, sum viðvíkja skúlaviðurskiftum Við ein møguligan avloys- ara kann Thorben siga, at tað er spennandi at gera sendingarnar. Hann heldur eisini, at nógv av teimum evnunum, sum hann sjálvur hevur vidgjørt, kunnu takast fram aftur og viðgerast av nýggjum ella frá eini aðrari síðu Ein møguligur avloysari skal tó vita, at tað er tíðar- krevjandi at gera tann hálva tíman, sendingin varir. Thor- ben brúkar minst ein dag um hvorja sending Thorben, sum er útbúgvin lærari, býr í lítla býnum Klim í Norðurjútlandi, og har star- vast hann sum prestur í ein- um vælkirkjulidi. Eitt valkirkj- ulið er ein kirkja, sum hevur tilknýti til fólkakirkjuna og byggir á somu læru. Mun- urin er tó, at limirnir ráða meiri sjálvi, og tey gera sjálvi av, hver skal vera prestur í kirkjuni. Thorben, og har- afturat skipar kirkjuliðið eis- ini fyri fyrilestrum og eðrum tiltokum fyri limunum Thorben hevur ongar æti- anir um at flyta heimaftur til Feroya enn, men tey, sum dáma væl sendingarnar hjá honum, kunnu síggja fram til at umleið 15 sendingar eru eftir enn Sjónvarp Føroya gevur í hesum døgum hyggjarum sínum eina trupla roynd, ja, eina so trupla, at sjålvt mest garvaði krimihyggj arin má geva upp Øll vit at SvF — av tí at DR altíð hevur havt tað hevur havt alsk til enskar krimirødir, og tað er eitt ótal av slíkum sendar gjøgnum ár og dag Tað er einki galið í tí, tí ofta eru hesar frálíkar. og á heilt øårum stæði enn amerikansk krimiprojekt Ein av teimum mest populeru á hesum økinum man vera enski Dalglish, sum í hesum døgum hevur sína fystu senditíð seint leygarkvøld og enn eru fýra partar eftir av hesi sendirød, sum teir rópa Við listum og snildum Royndin, sum hyggjar- arnir vera settir út fyri, er ikki, at hendan rødini, ella onkur onnur við, verður send so seint á kveldinum og heldur ikki at tær eru ov spennandi ella ógvus ligar Stóra royndin er, at SvF sendur fýra enskar krimi ræðir hvert um annað, og so er stóra royndin: Hver drap hvønn? Stundum halda hyggjar ar seg síggja teir skeivu Loftmiðlarnir Útvarps- og sjónvarpsummæli Hvor drap hvønn? persónarnar í teimum ymsum raðsendingunum og tá alt kemur til alt er trupult at halda skil á hver er undir illgruna hjá Dalglish, hver er tað hjá Cracker og hver er tað hjá hinum I løtuni sendir SvF Slengan og knívurin miku kveld, Morðgáturnar hjá Bain hóskveld, Cracker friggjakvøld og Dalglish leygarkvøld Og tær ensku rødirnar eru ikki so ymiskar, at tað ber til at síggja greiðan mun á teimum øllum Tað munnu ikki vera so fáir hyggjarar, sum hava ilt við at halda skil og skilnað millum tær ymsu rødirnar, og hjá onkrum gerast hesar ensku krimi- rødirnar til ein stóran vell ing Hver drap hvønn? Kvøldarstundin hevur verið fastur táttur í vetr arskránni hjá UF hesaferð, og tað má sigast, at hóast hon byggir á endursend- ingar frá morgninum, so hevur hon fingið sítt rætt vísa pláss í skránni Kanska er tað ti, at vert- urin, Jónheðin Tóndheim, dugir væl at blanda tón leikin, hann spælir, og ofta spælir frálíka góða tón- leik Kvøldarstundin varðar ein heilan tíma, men tað er ein góð blanding av inn- sløgum og tónleiki, og so ger tað sendingina heldur ikki verri, at tå sleppur undan einum ávísum verti frá morgunsendingini Fimmarin var aftur í luft im mikudagin, og orðið var fritt Tad var ikki sért huga ligt at hoyra, at tað vóru fólk sum funnist, at um fatandi tíðindunum um Boris Jeltsin, nær hann er sjúkur, nær væntað verður at hann sleppur heim, og nær hann veruliga kemur heim Sjálvandi er stødan í Russlandi eitt ålvarsmål, og partur av henni er sanniliga eisini heilsu stødan hjá Jeltsin, men tað man neyvan vera neyðugt við updatering av støduni hjå forsetanum hvønn tíma, tað áttu at vera onn ur tíðindi at tikið við í staðin — ið hvussu er við annanhvønn tíma Eyðun Klakkstein