Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fr 1 Åb rbladstjori: | Blaðstjórnarfulltrúi: Grækaris D. Magnussen | Útgevari, uppseting og prent> |- - Telefon: 11820 } Jan Á úller mr | A | Eyðun Klakkstein, | yt Sosialurin | Telefax. 14720 | Fyritaksstjóri: | Blaðfólk: Magnus Dam | Bústaður: | Krisjan Dahl | Áki Bertholdsen, | Argjavegur 26, Argjum e-mail: | | Lýsingar og sela: | | Eiríkur Lindenskov, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, ré olivant.fo | Marjun Dalsgaard = ' Dagny Joensen, Í Jens Kristian Vang | 10 Tórsham | — 55 7 Lesarabrøv ÉT Ein góð byrjan Oddagrein NÝGGJA býráðssamgongan í Havn, sum skjótt hevur góðan mánað á baki, hevur longu frá byrj- an víst. at hon kann arbeiða skjótt og væl. Hetta er málið um Rás Tórshavn eitt gott dømi um. HÓAST mong halda, at málið um BBC og Rás Tórshavn hevur fingið alt ov nógva umrødu, og at ov nógv orka er brúkt til hetta eina málið, so halda vit spurningin vera av principiellum týdn- ingi. Her hevur verið talan um frá almennari síðu at rudda slóð fyri eini upplýsingartænastu um umheimin. At upplýsingin og kunnleikin til um- verdina gjørdist sigursharrin í hesum máli sam- tíðis sum tey mongu, ið vildu hava Prime-rásina, fingu sín vilja, má sigast at vera ein góð byrjan fyri nýggja býráðsformannin og samgongufelagar hansara MÁLIÐ hevur verið orsøkin til drúgvt tjak, sum til tíðir hevur verið rættiliga harðligt. Spurning- urin um hverja rás hjá bretska sjónvarpinum íbúgvararnir i hovuðsstaðnum skuldu síggja hev- ur verið til viðgerðar í býráðnum fleiri ferðir við tí úrsliti, at ein býráðssamtykt í vetur segði, at BBC-World skuldi verða á skíggjanum. Vit minn- ast so øll, hvussu tåverandi býráðsformaðurin móti øllum reglum og sunnum fornufti - tók sak- ina í egnar hendur og vrakaði eina býráðssamtykt við at slokkja fyri World og tendra fyri Prime. Hennara jánkasligu grundgevingar skulu vit ikki endurgeva ella gera stórvegis viðmerkingar til her, tí tær tyktust byggja á einki minni enn forakt Kanska hetta seinasta sprellið hjá táverandi bý- ráðsformanni eisini varð ætlað til at seta ein kíla í hjá nýggja meirilutanum, nú hon ikki varð aftur- vald sum býráðsformaður NÝGGI býráðsformaðurin eigur rós uppiborið fyri sín leiklut í hesum máli. Hann hevur bor vist gott handalag og vist, at hann kann arbeiða mið- víst, væl og skjótt við einum máli. Tað var nevni- liga hann, sum í seinasta skeiði legði uppskot fyri býráðið um einaferð med alla at avgreiða hetta málið, nevniliga við at áleggja býráðnum at fáa enn eina rás og so at útvega neyðugu útgerðina. Eitt tað fyrsta ann gjørdi sum býráðsformaður var at fáa loyvi til enn eina rás og hetta avgreiddi hann innan góðar tvær vikur. Landsstýrismað- urin eigur eisini tokk fyri at hava avgreitt hetta málið skjótt og væl. Síðani hevur býráðsformaður bílagt útgerðina, ið skal til fyri at senda enn eina rás og er hon longu á veg til landið. Tvs. at borgar- arnir í Tórshavnar Kommunu kanska longu innan ein til tveir mánaðir kunnu tendra fyri nýggju rásini, og harvið er gluggin út í verð latin upp- aftur. Nakað, sum vit meta vera av stórum týdn- ingi fyri oll, bert spell, at hetta tilboð ikki eisini røkkur út til allar landsins íbúgvar. SPELL var tað eisini, at málið um BBC skuldi líka- sum seta split i, tí hetta var óneyðugt. Uppruna- liga endamálið við Rás Tórshavn var eitt breitt og fjølbroytt tilboð, sum skuldi fevna um tónleik, ítrótt, undirhald og upplýsing. Við at vraka BBC World broytti býráðið endamålid og tað mettu eitt nú vit ikki var rætt. Ístaðin fyri at fara í hernað móti teimum, sum vildu varðveita upprunaliga endamálið - teimum, sum vildu varðveita upp- lýsandi rásina - áttu Prime-fólkini við táverandi byrådsformanninum á odda heldur at gjørt sítt til fyri at fingið pláss fyri enn eini rás. Hesi valdu heldur at seta í gongd eina herferð móti World- Vit vilja krevja virkið aftur Tá ið virkið okkara bleiv afturlatið, fór at ganga aftur á hond hjá Skopunar kommunu Fiskavirking legði kalda hond yvir bygdina (oynna) Vit royndu at forhandla, um at fáa virkið at lata upp aft- ur, men upp á skift hildu teir skopuningar og sandingar fyri gjøldur Men tað sum var mest forkastiligt í hesum máli, var at øll virðini sum vóru í Fiskavirking skuldu tingles- ast undir einum. Vit í Skop- unar kommunu fingu krav um at skriva undir her og nú, men vit søgdu nei. Síð- ani fingu vit aftur krav um at skriva undir, men vit søgdu aftur nei. Síðani royndu teir at tinglesa, hetta bleiv gjørt við tíðarfreist, men teir máttu avlýsa alt aftur Men so tinglósu teir ogn- irnar, men vit hava ikki skriva undir sáttmálan, so hattar kompleksi við Fiska- virking er uppbygt á óerlig um grundarlag Ringa muran móti Sand- oynni, var alt hvat Fiska- virking hevdi at bjóða Lyndi teirra, var at sparka liggjandi mann, tað vístu teir, tá ið teir vildu rubba virkið í Skopun, men tað sleppa teir ikki, tað søguna kenna øll Men eg vil venda til stød una sum er aktuell í dag Eg standi spyrjandi, hvat hendir? Tað vísir seg, sum alt er Tvøroyrar flakavirki, har sum fólk hava havt meira enn nokk at gera Nú skulu lógir samtykkj- ast i løgtinginum, um anti- trust lógir. Menn gremja seg um tey virkini, sum eru opin og verða opin Men neyðarrópið kemur her til landsstýrið og leg- tingið. Lóggevi soleiðis, at tey smáu virkini verða latin upp aftur. Tey hoyra til tær smærru bygdirnar. Vit hava brúk fyri tykkara hjálp, og eisini krav uppá hana Tað sum vit krevja, er at arbeiðið verður aftur í bygd im Eg minnist, at neyndar limurin hjá Fiskavirking, Mørkøre, spurdi John Peter sen, landsstyrismann, um hann gekk inn fyri selvtekt Tann spurningin skuldi hann sett sær sjålvum, tí tað er tað sum Fiskavirking hevur gjørt við virkið í Skopun Nei, prátið í dag, tað nert ir við tey virkini, sum hava staðið afturlatin í fleiri ár Nei, virkið í Skopun stendur sum ein tufla við ongum leðri. Virkið stendur á eki, sum teir ikki hava leiga, og tíansheldur goldið nakað fyri øll hesi árini Góðskan til útoyggjarnar, hon kom skilliga fram, tá ið ein heilur tími var avsett- ur í Sjónvarp Feroya, bert fyri at argumentera imoti, at Livfiskastødin var bygd í Skopun. Landsstyrismad urin var spurdur, um mangt og hvat, sum um hann hevði gjørt eina brotsgerð. Nei, hatta var eitt bragd, at hon var bygd her Eg fari at heita á tykkum John Petersen, landsstýris mann, Jógvan Adolf Jo hannesen og Eyðun Viderø, um at upp á ein ella annan máta, at fáa virkið latið upp aftur í Skopun, so at lív verður í bygdini Skopun og Sandur verða stemplaði í fjølmidlunum, fyri ikki at klára seg fígg) arliga, men orsøkin verður ikki søgd, at myndugleik- arnir hava jarðlagt bygdirn- ar Um einki hendir, so vænti eg at bygdarfólkið tekur málið í egnar hendur. Eg skal bakka fólkið upp Gerhard Lognberg bygdarráðsformaður Geispið bara víðari Á Sandi 23. januar 1997 Eftirsum eg taki pennin í hond, fari eg fyrst at nýta høvid at takka bygdafólki mínum fyri álitið, at velja meg í bygdaráðið. Tað var ikki tí at eg hevði plágað hølt og blind ella nakran annan at velja meg, og tí føli eg meg tryggan í sessinum Ætlanin varð hjá broyting- arlistanum at fáa eina ann arleiðis samanseting av bygdaráðnum. Men tá ið valt var, vísti tað seg, at val evni á broytingarlistanum fór við ferð í sama leypin Men eg havi álíkavæl tað álit á mínum samstarvsfel- øgum, at tað sum stendur í okkara makt at fáa gjørt skulu vit nokk fáa gjørt, bygd og fólki til frama Nú fór tað almenna aftur forbí okkum við Fiskavirk ing. Hesaferð tóku teir okk um ikki upp á tunguna, áðr enn hetta falittið hjá Fiska virking, var tað so frætt, at nkuntíð lovaðu teir okkum eitt hálvt virki opið, onkun tíð bleytan fisk, og onkuntíð harðan fisk, so nú var bara ræstur fiskur eftir, men tað bleiv so heldur ikki Eitt er púra vist, at ein kommuna, sum er sett so væl til sum Sands kommuna er, hon eigur at fáa eina upplyfting frá ti almenna. 19 hvussu tað verður gjørt, eiga sjálvandi samráðingar at verða um Tað verður nógv tosað um kommunusamanlegging Tad nyttar onki at tosa um samanlegging, uttan so at politikkarar eru so frætt ein- igir, at teir fáa ílag at seta sama skattaprosent fyri alt landið, og bleiv tað tá gold ið útaftur so, at summir fingu fyri skuld og aðrir fyri íløgur Tað hevur vist ongantíð verið so galið sum nú, at draga alt inn á meginøkid Hygg bara at fótbóltinum nú liggja tey stóru feløgini og keypa teir frægastu spæl ararnar frå bygdafeløgun síðis 'FLOGFRAKT + SJØFRAKT um. Hettar er sera ósport- ligt, teir skuldu havt nokk at tikið av. Hettar átti fót bóltsambandið at hugsa um, tí tað eitur jú fótbóltsam- bandið, og ikki fótbólts spjaðingin, tíverri er nógv av hesum seinna tilstaðar Fyri at koma aftur til pol itikkararnar, so meti eg at teir eru smittaðir av ávísum fakfelagsleiðara sum plagar at brúka orðafelli »mark leysur frekleiki« og >vit streyka, streyka og streyka«. Teir sita hendur í favn og lúra eftir, hvat teir kunnu siga nei til, ístaðin fyri at komið við góðum uppskotum. Tað gav at bíta við Fiskavirking. Teir fingu fleiri mánaðir at klandrast í inntil Framtaksgrunnurin snubbaði alt fyri nesini á teimum. So gerið so væl, geispið nú bara víðari Sólvit fólkunum. Tá vóru tað kortini býráðslimir, sum vóru so frægir, at teir vildu loysa málið einaferð "7 ; med alla og tryggja borgarunum báðar rásirnar 4 ; BEITUHÚKAR í ymiskum støddum við Saman við samgongulimum sínum hevur nýggi býráðsformaðurin í Havn víst, at tað ber til at loysa mál á ein skjótan og rættan hátt. Tað eiga tey rós fyri. Verður hetta eyðkenni fyri nýggju sam- gonguna, so kunnu vit bert fegnast :; . Sosialurin k Í GREIÐA ALLAN FLUTNING & ØLL PAPPÍR {| Tlf. 12222 rustfrium svøvlum. Hava eisini 5 og 7 punds LODD. Tilboð verða givin Vinarliga ringid tlf. 75259