Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 25. JANUAR 1997 > Og legmannsembæti krev ur, at hesar skuldsetingar verða tiknar aftur Er Sámal Petur í Grund lopin framav eller er hetta gjørt við beráddum huga sum ein provokatión móti løgmanni? -Tað havi eg onga við merking til. Men hetta søm ir seg ikki landsstýrismonn um, tí vit hava allir eina ábyrgd at arbeiða saman, hóast vit ikki eru samdir í llum Hvussu ber tað til, at tað er komið vátt í reiðrið millum tykkum báðar, sum hava staðið so væl sam an? Tað spyrji eg eisini meg sjálvan um Kann tað hugsast, at hetta bert er ein liður í einum politiskum kvetti móti Edmundi Joensen? Tad er ikki óhugsandi Hvat nú um SPIG hevur ein stóran løgmann í búk inum ? Tad havi eg onga við merking til Ikki rætt við valið nú Vit spurdu løgmann, um tað ikki er uppá hægstu tíð at reinsa luftina í Tinganesi og fáa eitt val, nú tað so leingi hevur leikað so hart á - m.a hevur landsstyrismadurin Anfinn Kalsberg nú eisini víst sína stóru ónegd við ætlanina hjá løgmanni, at Búskaparráð og Ráðgev andi nevnd skulu gera til mæli saman tíðindablaðið einki mál. Embætisfólk og politikarar mugu væl hava loyvi til at hava meiningar um alt møguligt. Hatta eru bert tankar, og har er einki endaliga avgjørt -Men er tú sum løg- maður ikki í rættiliga trongum skóm i løtuni? Nei vyvirhøvur ikki Tverturímóti, eg haldi meg ikki hava gjørt nakað skeivt Og hetta málið fer eisini at vísa, at eg havi borið meg rætt at Hevur Feroya fólk i Edmundi Joensen ein sterkan løgmann? Tað vóni eg tey kunnu siga. Eg havi ongar aðrar ætlanir enn at kunna tæna Føroya fólki so væl tað ber til og at fylgja landsins lóg um Løgmaður Leygardagin hin 25. januar (Pálsmessu dag) fyllir Michael Matras varaskúla stjóri við Osaskulan í Klaksvík 60 ár Hann er sonur teirra Guttorm Matras av Brekkumørk og Elin Margrethu í Joensen frå Garði bæði av Viðareiði Foreldrini fluttu til Klaksvikar i 1930 unum, men undir, og beint aftanå krigs lok búðu tey á Viðareiði, so sigast kann at Michael sleit sínar barnaskógvar har á plássinum Hann tók læraraprógv í havuðsstaðn um í 1962 og hevur sostatt starvast innan skúlaverkið í umleið 35 ár Frá óvita av luttók hann við lív og sál í skotarørsluni, og var í fleiri ár leiðari Skótalið Nólsoyar Pálls. Michael er ítróttaráhugaður og serliga fótbóltur hevur hansara stóra tokka,og tað man vera rár hending, sæst hann ikki við fót bóltsvellin í Klaksvík og aðrastaðni tå Kl-arnir dystast. Hann hevur í eitt drúgvt áramál verið limur í stýrinum fyri Norð oya sjúkrakassa, tók stig til at seta á stovn deild av góðgerðarfelagnum >Li ons Club Nordoyar« og hann hevur í nógv ár verið íðin talvleikari, og er heið urslimur í Klaksvíkar Talvfelag Michael var eitt 4 ára skeið limur av býráðnum í Klaksvík og var tá formaður í sosialu nevndini og stadionnevndini Hann er sannførdur sosialdemokratur og hesa bjørtu hugsjón fekk hann við móðurmjólkini, tí her skal verða nevnt at pápi hansara, megnarmaðurin Gutt orm á Brekkumørk, taldist millum teirra sum júst fyri 61 árum síðani var ein av stovnarum Nordoya Javnaðarfelags hetta felag. sum saman við ødrum >úr Mýlingstindi í Beinisvørd« hevur verið við til at fremja kollveltandi broytingar í føroyska samfelagnum, hugsi um fólk apensiónina, um slóðarin mikla P M Dam, Villa Sørensen, lærara, blaðstjóra og landsstýrismann. Hann vaks upp hjá mostrini Elin Margrethu og Guttormi, har hann sjálvsagt. beinanvegin taldist á tí líði, sum vildi betra korini hjá Skap arins minstu Michael er målsliga væl kålvføddur men tað er einki at undrast yvir, tå havt verður í huga, at skaldið og professarin Christian á Brekkumørk var farbróður hansara At Micha im frægu. på fleyginadur ikk: frå fremn I er jarðarbrúkari av teim intufrødingur, mida- o i tað hevur hann heldur andum. Lat meg í hesum it abbi hansara í móð mr sambandi nevna tini Daniel Johannes Joensen (hann í neyndur Dált). tødd 1860, deyður var millum mann ur á Vidarer 9 oktober Hatta er Ber tú ikki ótta fyri, at 21. apríl 1950, og sum í 1886 bert 26 ára gamal gjørdi ta bragd, at hann sum fyrsti maður setti fótin á Rivið. Har er eitt ovurhonds rikidømi av fugli. Hetta bragd verður framvegis havt á munni har vidingar hittast og verður ikki gloymt so leingi Torratindur stendur At Michael er barngóður, trúfastur, gávumildur sum fåur, ættkærur og ålitis- maður, tað skuldi næstan verið óneyðugt at nevnt Kæri vinur og partamaður. Lat meg enda hesa fødingardagsheilsu við tveim um perlum úr skaldskapi farbróður tíns fyrst >Tað ganga fólk í huganum á mær tað bygdafólkið, sum á sinni var Øll tey eg så og hoyrdi frætti frá alt fólk, sum ikki meir er omaná Á Bakkanum fekk mangur leiðið sítt ímillum hvannir og við grasið sítt og aðrir fóru undir heimligt flag og summar tóku aldirnar ein dag og at enda hetta ørindi, ið ivaleyst vekir minnir um barnadagar í heimbygd for eldranna tíni >Tú veitst at slik var útgerðin, sum allir dreingir fingu sum fram við Løksarå, í lívsins morg unroða gingu og teir, sum sigla Íslandssjógv, og teir sum heiman fóru úr Føroyum slíkar halgidómar runt um verøld bóru Hjartaliga tillukku Dánjal 10 [il i allir hesir, sum eru onøgd ir við teg sum løgmann, fara at geva tær misálit? Tað er ein liður í okkara stjórnarskipan, at tingið kann skáka løgmann og hann tingið -Kemur em misålitis váttan hvat so? -Lat okkum fyrst síggja hvat tað verður til Løgmadur sigur seg onga ætlan hava at skriva út val Hann ætlar sær at sita alt valskeiðið út Men er tað ikki legið av tær at síga so, tå alt umhvørvid kring teg kókar av ånøgd. M.a. hava leið andi fólkafloksmenn sagt alment, at tú kanst ikki brúkast sum leiðari av samgonguni. Tú kanst væl ikki bara halda fram og síga, at tað gongur fint? -Sipa tit her til Ola Breck- mann, so er tað at siga,sum aðrir jú hava sagt so oftani, at hatta er bara Oli. Skulu vit hava hann við, so mugu vit liva við honum uppá handa mátan Men er tað ikki torført at stýra í hesum turbu lentu tíðunum ? Samgongan hevur brúk fyri einum sterkum leg manni, og tað skal hon nokk fáa at síggja, at hon hevur Tað hevði verið ein styrki fyri Føroyar, um vit kundu hildið hetta valskeiðið út -Nú hava tú og Sámal P í Grund verið næstan sum bróður. Sær tú ikki fyri tær myndina við Cæsar og Brutus, har leiðarin fær knívin í bakið? -Eg velji altíð at trúgva, at vit kunnu fáa eitt gott samstarv. Sjálvt um okkurt óvantað stingur seg upp. mugu vit royna at gloyma tað og koma víðari PIZZA- VINIR Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á gólv- ið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA'ina innan ein tíma. Vit í PIZZARIA royna al- tíð at hava kostnaðin so lágan sum meguligt, so- leiðis at kundin bert rindar 30 kr. fyri hei ingina. ets Up ar 3 Den ga andi fyri viðskiftafólk í Tórs- havn Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við. PIZZARIA Tif. 18866 LANGT VIKUSKIFTI Fráferð úr Vágum 14. februar kl. 17.25 Fráferð úr Reykjavik 17. februar kl. 19.25 Kostnaður úr kr. 2.165,- PÁSKAFRÍ Úr Vágum Heimferð úr Reykjavík 27. mars kl. 17.25 1. april kl. 19.25 Kostnaður úr kr. 2.645,- Ferðapakkin umfatar flogferð, innivist á dupultrúmi við morgunmati og ferðaavgjald FLOGFE LAG FØROYA Telefon 11025 ella 32755 Fax 18670