Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 rblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Grækaris D. Magnussen Ár úller | bg mt Eyðun Klakkstein, Sp/t Sosialurin Telefax. 14720 Fyritaksstjóri: | Blaðfólk: Magnus Dam Bústaður: Í Krisjan Dahl | Áki Bertholdsen, Argjavegur 26. Argjum em ob Lýsingar og sela: | Eirikur Lindenskov, | Ljósmyndari: | Postadr: Postsmoga 76, sosialur ant fo Marjun Dalsgaard = | Dagny Joensen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn 2 1 Nólsoyar Páll og Anti-trust Oddagrein MÁLIÐ um Nólsoyar Páll er ein syndarlig sega. Eftir okkara tykki snýr tað seg alt ov nógv um nú at finna syndabukkar heldur enn at fáa fram, hvussu og hví hetta kundi henda. At so er kann stjórin á V&B takka sær sjálvum fyri. Hevði hann ikki verið so arrogantur móti fjølmidlunum men opin, hevði gongdin kanska verið ødrvisi. Tá vórð ikki brúktar 3 mill. til umvæling HAVA embætismenn borið seg skeivt at, er rætt, at teir taka avleiðingarnar av hesum. Spurningurin er tó, hví landsstýrismenn skulu sleppa so lætt. Hvar er Ivan Johannesen, ið setti alt í gongd, nú alt hetta kemur fram! Hver hevur verið leiklutur hansara! Hverji mun- lig boð hevur hann givið stjóranum á V&B Sjálvandi skal stjórin á V&B ikki taka ímóti munligum boðum frá landsstyrismanni. Men er tað so, at t.d. Ivan Jo- hannesen hevur givið V&B stjóranum grønt ljós, tá átti tað at fingið avleiðingar fyri hann eisini. Embætismenn í Tinganesi hava mælt frá at gera tað, sum kortini varð gjørt. Men hetta sampakkar íkki serliga væl við tað, sum vit hava hoyrt bæði Ivan Johannesen og seinni eisini John Petersen úttala, um at einki var galið SPURNINGUR okkara til teir báðar landsstýrismenn- inar er: hvat hava tit gjørt fyri at fáa skipið keypt og heim og hvat fyri at forða fyri óhepnu avleiðingunum av keypinum! Tað er ein annar John Petersen, sum nú heldur torutalu á tingi um tað óskil, sum er farið fram enn tann John Petersen, sum úttalaði seg í sjónvarp- inum, tá gelan tók seg upp. Eftir at m.a. Sosialurin hevði fingið upplýst frå donskum sjóferðslumynd- ugleikum, at alt ikki ruggaði rætt við eitt nú sigling arloyvi, tók John Petersen avgjørdur til orðanna í SVF Hann segði, at hann hevði tosað við stjóran á V&B, og har var alt sum tað átti. Hann legði so aftrat, at út frá teimum royndum vit hevdu av dønum, so skuldi ein ikki trúgva ellum, sum kom frá tí síðuni. Hetta vóru orðini hjá JP. sum í dag roynir at vaska sínar hendur. FOROYA fólk eiga ikki at lata sær lynda við hetta ko mediuspæl John Petersens og heldur ikki vid tøgn Ivan Johannesens. Hóast heimild ikki er til at koyra teir úr starvi fyri hetta gølumål, so stendur eftir, at teir politiskt hava eina stóra ábyrgd av hesum óskilinum. Ivan við at seta hetta í gongd og John við at lata málið koyra hóast fjølmidlarnir ávaraðu. Ístaðin fyri tá beinanvegin at taka málið upp til krittiska umrødu, kveistraði John Petersen fjølmiðlarnir til viks. Alt var í fínasta lagi, og dønum skuldi ein ikki trúgva. Hvi skal hetta fara aftur við borðinum harra John Petersen! Tú átti alment at komið við eini umbering fyri tey úttalilsini. Og hevði tú lurtað eftir kritikkinum i fjølmidlunum, so hevði tú eisini kunnað forðað fyri. at so nógvir pengar vórðu brúktir til umvælingina av einum ónýtiligum skipi Spurningurin er um ikki mísálit átti at verið reist móti IP í hesum m áli ANNAÐ mål er Antitrustuppskotid, sum mong meta vera eina ólukku. verður tað samtykt. Uppskotið letur seg ikki praktiserað vilja menn vera við. Nú er so spurn ingurin, hvussu flokkarnir fara at fyrihalda seg til málið Hóast fáir tingmenn eru fyri, so kann henda, at tað kemur igjøgnum. Sambart nýggju stýrisskipanarlógini krevst meiriluti ímóti at fella eitt mál. Um andstødan velur blankt, og fleiri samgongutingmenn gera tað sama, kann tað henda, at uppskotið verður samtykt við bert nøkrum fáum jaatkvødum. Spurningurin er tí, hvat andstødan ger. Vil hon samgonguni ilt, atkvødur hon hvorki fyri ella ímúti. Ti tå kann uppskotið verða samtykt, og tað fer so at fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði samgongu og fyri samfelagið alt. Andstoðan eigur tí at hugsa seg væl um. Metir hon uppskotið vanda mikið, eigur hon at atkvøda ímóti. Ti at venda bakið til fyri at framprovokera klovning í samgongu er íkki at liva sambart andanum í stýrisskipanarlógini. Heldur eigur andstødan at vísa sína styrki við at melda út hvat hon heldur um uppskotið og ikki hvørja avleiðing tað skal hava fyri samgonguna. Ger hon tað slóðar hon fyri sunnum útviklingi á tí politiska økinum. Tað vil andsteðan vinna uppá í síðsta enda . - Sosialurin Opið bræv til Klæming Weihe, stjóra á SEV og Eilif Samuelsen, umhvór vis- málaráðharra Er SEV umhvørvishugsandi? Í bløðunum í gjár, týsdagin tann 28. januar stendur at lesa, at útbyggingin av Eiði -3 kann byrja. Í bløðunum veitir SEV fólki spariráð, »Tålma elnýtsla viðferir, umframt eina minni elrokn- ing, at fløgur í elverk kunnu útsetast< (sitat í Sosialinum 28. januar 1997) Lesarin fær nærmast var- hugan av, at SEV hevur lagt seg eftir at hava ein um- hvervisprofil. Samstundis skal Eiði-3 utbyggjast, tað mesta av áarvatninum í nordaru helvt av Eystur- oynni verður lagt í tunnlar. Alt livandi, sum hevur síni livistødi í økinum á landi, og fiskur, sum í árhundraðir hevur ferðast upp í áirnar at gýta, verður onkursvegna ávirkað Er hetta ikki misbrúk og forbrúk av føroyskari nått- úru og tí sum í henni býr? SEV vil gjalda (minst) 55 mill. krónur til útbygging- ina Samstundis verða vit, í faldaranum um spariráð frá SEV, biðin um >at beta um okkara nýtsluvan- ar“... Orðini hjá Mark Twain detta mær í hug: >Menn iskja er einasta djórið, sum kann rodna - og hevur grund til tad« Eg havi fylgt við í orða- skiftinum um Eiðis útbygg ingina tey seimastu tvey ar- ini. Orðaskifti, haldi eg sjálv, hevur verið fløkt Meðan summi siga, at vatn orkuútbygging hevur lítla ella onga ávirkan á um- hvørvid, meta onnur. at árini eru ógvuslig. SEV hevur í fjølmiðlunum sagt, at vatn orkuútbygging er tað rætta í Føroyum, tí dieselverkini dálka meiri enn vatnorku stæðir Mær vitandi. hevur tað ikki tey seinastu tvey árini hvørji um- hvørvisårin Eiði-3 útbygg ingin hevur. I 1983 gjørdi Vatnkvalitetsinstituttet« eina frågreiding til yvirfrið ingarnevndina i Føroyum Hon er skrivað á donskum og umtalar livfrødilig árin av vatnorkuútbygging í Vestmanna og Eiði. Saman- drátturin telur 35 síður, hann er skrivaður so, at hann er lættur at lesa. Hvi verður frágreiðingin ikki brúkt, soleiðis at fólk kunnu verða kunnaði um, hvørji árin væntandi eru av vatn- orkuútbyggingum? Trupulleikin við at vit í nýggjari tíð gera nýtslu av orkukeldum, sum ikki end urnýggjast (olja, kol o.s.fr) er heimsumfatandi. Luft- dálkingin, sum stendst av nesum, kennir ikki landa mørk. Alternativar keldur til verðið ly st orku eru kannaðar, og mett verður, at í framtíðini vera vindmegi og sólmegi orku keldurnar, sum verða brúkt- ar. Nógv verður gjørt aðra- staðni fyri at upplýsa um orkusparing hjá privatum og vinnuvirkjum Eg havi varhugan av, at vit gera aftur somu mistøk, sum onnur lond hava gjørt frammanundan - fyrst verð- ur ein útbylgging av vatn- orku gjørd - síðani verður funnið útav, at vatnorkuút- byggingin kundi verðið spard, um orkusparandi til- tók vóru sett í verk, ella al- ternativ orka varð tíkin í brúk Alt gott um spariráðini í faldaranum, men tær stóru sparingarnar gerast ikki við at kóka við minni vatni í grýtunum 5 ferðir um vik una Laboratorium for fersk- vannsøkologi og innlands- fiske í Oslo gjørdi í 1987 kanningina >bestandsstruk- tur hos ørret í Eidisvatn« (um sílastovynin i vatninum) Rapportin er nr. 115 i 1989 I frágreiðingini verður sagt frå, hvørji møgulig árin vatnorkuútbyggingin á Eiði í 1986 kann hava fyri síla stovnin og féðidjórini hjá sílunum í framtíðini. Frá- greiðingin gevur m.a. góð ráð til. hvat kann gerast fyri at bøta um gytiøkini hjá síl unum í áunum, sum renna til Eiðisvatn. Rátt verður til, at fleiri kanningar verða gjørdar seinni. fyri at fylgja gongdini Spurningar til Klæmint Weihe, stjóra á SEV: |. Kunnu tit vinarliga lýsa alment, hvørj árin Eiði 3 utbyggingin hevur? Hvat byggja tit niður støduna á, tá tit siga, at orkuframleiðsla við vatnorku er meiri saman borið við orkufram leiðslu á dieselverkum? Vinarligast greið frá hverja dálking diesel verk geva 3. Eru nóg nógvar kanning ar gjørdar til at gera nið urstøduna, at:fleiri vind myllur, ikki skulu setast upp í Føroyum. Hava vindmyllur nøkur um hvørvisøynskt árin, ella eru tað driftstrupulleikar við vindmyllum? Hverj ar eru niðurstøðurnar her? 4. Hevur SEV kannað møguleikarnar fyri at sólmegi kann brúkast til orkuframleiðslu í Føroy um? Við Eiði-3 útbyggingini skuldi ivaleyst av orku verið tøk í Føroyum Kann tað hugsast, at okk urt dieselverk verður ÁN niðurlagt, um Eiði 3 verður útbygt? (Vit verða jú av SEV biðin um at spara orku) 6. Eru åbøturnar, sum lab- oratorium for fersk- vannsøkologi og inn- landsfiske, i Oslo råddi til, gjørdar, soleiðis at sílastovnurin ikki er minkaður í Eiðisvatni? 7. Eru Fleiri kanningar gjørdar fyri at vita, um silastovnurin er mink- aður eftir útbyggingina í 1986? Fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins Marita Petersen segði í Sosialin- um tann 5. september 1995, »at um umboðsráðið hjá SEV íkki gera tað, so eigur Landsstýrið at steðga SEV útbyggingini<. Landsstýrið hevur mær vitandi undirskrivað fleiri millumlandasáttmálar ella konventiónir, sum eru tengd at umhvervismálum m.a (tíverri eiga vit ikki nakað føroyskt orð, fyri sáttmál- an) »Biodiversitetskonventi- ónin<. Hornasteinurin í sáttmál- anum, sum Landsstýrið hevur undirskrivað siga m.a., at diversiteturin av ymisku livandi verunum (djør, plantur) ikki má minka »Metan av ávirkan á umhvervið< Í hesum sáttmálanum verður dentur lagdur á, at um útbyggingar av ein hverjum slag skulu gerast, so skal ein nágreinilig kann ing gerast av avleiðingum sum kunnu standast av út byggingin! Føroyar hava límir í Norðurlandaráðnum. Ar beiðssetningurin er »Den nordiske miljøstrategi 1996-2000<, og er undir skrivað av øllum umhvørs ismálaráðharrunum í febru ar 1996, eisini okkara um boði Eilif Samuelsen. Tað sum liggur til grund í norð urlendska = umhvørvisar beiðinum er, at almennar meginreglur um náttúru- og umhvørvismål, sum eru al tjóða viðurkendar, eisini eru galdandi í Føroyum. Her verður m.a. meint við burð ardygga menning og grund regluna um fyrivarni Grundreglan um fyrivarni (forsiktighetsprinsippet) merkir. at ivamål um møgu lig árin av útbyggingunum skulu koma náttúruni til góðar. T.v.s. at vita vit ikki hvørji árin ein útbyggingin hevur (td. hvussu nógv plantu og — djorasløg doyggja út) so skal ein út bygging ikki fremjast Eftir mínari meting er Landsstýrisins uppgåva at bera so í bandi at grund leggjandi kanningar, sum tað hevur bundið seg til skulu gerast, verða framdar. Samanumtikid eri eg sann førd um at neyðugar kons- ekvensvurderingar av Eiði 3 utbyggingini eru ikki gjørdar til fulnar Tað eru ógvuliga fáar kanningar gjørdar av áum og vøtnum í Føroyum, so fáar at ein skuldi trúð, at åir, løkir og vøtn ikki eru eitt náttúrugki, vit geva okkum serliga far um Spurningar til Eilif Sam- uelsen umhvervismála- ráðharra: I. Um útbyggingin >Eiði 3< verður framd, so verður vatn frá økinum Selatrað og Skálabotn í suðri, til Svínabotn og Funning í norði, leitt í samlitunnlum til orku- støðina á Eiði. Eru nøkt andi kanningar gjørdar av, hverjar verur, plantur og djór hava sítt livístað í áðurneynda oki? 2. Kann Føroya Landsstyri samstundis, sum áður nevndu millumtjóða sátt- málar eru undirskrivaðir og bindandi. lata útbygg ingar av Eiði-3 verða framdar? 3. Kann Føroya Landsstýri steðga Eiði-3 útbygging- ini, við tí grundgeving. at grundleggjandi kann ingar, sum liggja til grund fyri avgerðini um at útbyggja Eiði-3 ikki eru gjørdar? Minnist til! Vit hava nátt- úruríkidemi til låns fra okkara eftirkomarum. Hesir spurningar eiga at verða svaraðir, áðrenn ein møgulig útbygging verður framd Vinarlig heilsan Durita Brattaberg