Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 31. JANUAR 1997 Peningarenslið millum Føroyar og tíðindablaðið Danmark kannað Á fundi á Hotel Hafnia í gjár vórðu tingmenn kunnaðir um kanningina av peningarensli- num, sum bú- skaparráðið hev- ur gjórt fyri landsstýrið EIRIKUR LINDENSKOV Gamla búskaparráðið hevur nú kannað peningar enslið millum Føroyar og Danmark. Tað var Bjarni Djurholm, løgtingsmadur fyri Fólkaflokkin, sum i mars 1995 legði fram upp- skot fyri tingið um at greina og lýsa sínámillum pening arenslið millum Føroyar og Danmark 31. maí 1995 avgreiddi Løgtingid málið við eini nágreinan av kanningar setninginum A tollaksmessu í fjør legði Búskaparráðið og Landsbanki Føroya fyri landsstýrismannin í fíggj- armálum úrslitið av. kann ingini, sum hevur fingið heitið : >Frágreiðing um peningarensl millum Føroyar og Danmark< Frågreidingin er latin løg tinginum, sum síðan kann viðgera hana víðari Fyri at kunna løgtings- menn og onnur áhugað um innihaldið í frågreidingini, skipaði arbeiðsbólkurin fyri fundi á Hotel Hafnia í gjár Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg sigur, at lands stýrið í heyst skal undir samráðingar við donsku stjórnina um endurskoðan av avtalum, gjørdar eru farnu árini. Ti heldur hann, — -— Anfinn Kallsberg. fíggjarmálaráðharri heldur, at frágreiðingin er gott grundarlag undir víðari kjaki at tað kann verða skilagott, at Løgtingid, við stødi í frå greiðingini, hevur aðalorð askifti um peningarrenslið Føroya Danmarkar ímillum A fundinum greiddi Anfinn Kallsberg eisini frá, at tað var gamla búskaparráðið, sum varð biðið um at gera hesa frágreiðingina Eftir gomlu stýrisskip anini bar tað tinginum til at seta fram uppskot til sam tyktar. Hetta ber ikki til eftir nyggju styrisskipanin, men harafturímóti ber tað nú til at hava aðalorðaskifti á tingi Men tað verður neyvan nakað aðalorðaskifti á tingi um frágreiðingina um pen ingarenslið millum Føroyar og Danmark. Anfinn Kalls berg heldur ikki, at hetta málið er nóg mikið at hava aðalorðaskifti um, men hann heldur, at tað er gott hjá tingmonnum at hava sum grundarlag undir víðari kjaki A fundinum å Hotel Haf- nia í gjár vóru 13 tingmenn og tveir landsstýrismenn møttir. Teir fingu høvi at seta arbeiðsbólkinum spurningar og at gera við- merkingar Tað vóru serliga fólka floksmenn, ið vóru væl um boðaðir, men umboð fyri Javnadarflokkin, Tjóðveld isflokkin og Sambands flokkin vóru eisini Fleiri av tingmonnunum gjørdu greitt, at teir ikki høvdi lisið frágreiðingina serliga væl - hon var so teknisk og teir høvdu bert havt hana í tveir dagar, men saman um tikid vóru tað glaðir fyri, at slík frágreið- ing er gjørd Fólkafloksmenn saknaðu kortini meiri konkretar út- rokningar um lønarnidur- skurð - við ulsvarandi skatt alækking, og John Petersen vísti á, at nógvar hundrað milliónir liggja eftir í Dan mark í vinningi av verum, sum vit flyta inn úr øðrum londum - gjøgnum Dan mark % > 007 Jens Erik Magnussen úr Landsbankanum saman við nøkrum av teimum, sum gjørt hava frágreiðingina: Bjarna Olsen og Kára Petersen úr Búskuparráðnum, Jonhard Eliasen og Kaj Johannesen úr Landsbankanum Technica GT-942 + Sjónvarp 21" * Stereo * Tekstvarp * fjarstýring + "On screen display" * Sleep timer (slóknar automatiskt eftir ávissa LM-Høndilin - Smyrilsvegur 2 - Tlf. 11220 - Boks 3100 UM-Handilin - Smyrilsvegur 2 - Tlf. 11220 - Boks 3100 Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkønt fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu — Alt tilfar til hitaverk og san'tet fæst hjá okkum. Smyrilsvegur 8 — Tlf. 12000 Kompressarar Borimaskinur Brekkarar Borar/Meitlar Slangur Vibratorar Forskalling Håtrystreinsarar Fæst til leigu. Kaj Andreasen PF Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600 Uttandura- máling Av tí at vit fara yvir til 3 og 10 | spannir, selja vit 4 og 12 | spannimar út við 30% $0 leingi tær eru á goymslu BECKERS MÁLING N. Finsensgøta 25 Tit. 18181 Vit senda um alt landið …—