mikudagur 5. februar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
7 N
| } F : Teleton: 11820
| Á rblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, Útgevari, uppseting og prent: |
| Ar úller jó | sam | Grækaris D. Magnussen | ad seat Telefax. 14720 |
| Fyritaksstjóri: | Eyðun Klakkstein, taður: | i |
Kisjan D mr | Blaðfólk: | Argjavegur 26, Argjum | emo. " |
Lýsingar og sola: | AkiBertholdsen, | Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, | sosia |
Internet: http:/"www.cybernet dk/faroe-news Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, Í Jens Kristian Vang 110 Tórshavn h .… WJ
Logtingið
og stýrisskipanin
Oddagrein
STÝRISSKIPANARLÓGIN hevur nú
virkað við fullari megi eina tíð. Enda-
málið við lógini var at gera eitt greitt
trýbýti av valdinum: lóggevandi, útinn-
andi og dømandi valdinum.
FYRITREYTIRNAR fyri at lógin skuldi
virka vóru, at logting og landsstýri
skuldu fáa eina góða og vælkvalifis-
eraða umsiting, so rættartrygdin hjá tí
einstaka og dygdin av lóggávuarbeið-
inum var í lagi.
HVUSSU hevur so gingið? Ikki sum
ætlað. Orsøkirnar eru óivað fleiri. Ein
orsøkin er helst tann, at lógin er ov
ógreið. Tá ið ein eygleiðari í sjónvarp-
inum nú eitt kvoldið helt, at løgmaådur
dugdi betur at »bruka« lógina enn
aðrir, so er hettar ikki kjarnin í mál-
inum. Ein lóg skal nevniliga vera so
greitt skrivað, at tað skal ikki verða
talan um hvor »dugur« at brúka hana.
GONGUR legmaður ímóti endamál-
inum í lógini, so er at koyra hann til
hús og geva tinginum kvalifiseraða
umsiting, so lógir verða gjørdar, sum
útiloka »smartness«. Ein lóg skal vera
so greið, at tað skal ikki verða avger-
andi, hvor lesur hana. Tingið skal gera
sítt arbeiði til lítar. Vit eiga at virða
tingarbeiðið so mikið nógv, at hettar
framyvir ikki kann góðtakast sum
parttíðarstarv ella vinstrahondsarbeiði.
Hettar má vera ein avleiðing av tí
skammiliga sjónleiki vit síggja í dag.
TÁ IÐ teir gomlu politikararnir tjakað-
ust í tinginum plagdu teir onkuntíð at
taka til >at lág er tingsins gátt< um
ein óargaligan mótstoðumann. Teir
hugsaðu um tingsins tign. Verður
hugsað um tað nú á dogum í sam-
bandi við nýggju stýrisskipanar lógina?
Ogvuliga lítið.
LOGTINGIÐ hevur valt landsstýrið
sína vegna at umsita. Væl at merkja
at fremja eina tignarliga umsiting. Tað,
sum vit hava sæð higartil, er kaos,
rok og skandalur í umsitingini.
EINGIN ivi er um, at okkurt av hesum
endar hjá tí danska dómsvaldinum.
Tapa teir valdu umsitarnir í Tinganesi,
so má sigast at formansskapurin
vegna tingið hevur forsomt sína eft-
irlitsskyldu. Fyri okkara tignarliga ting
ein vanærulig skomm og fyri formans-
skapin ov lág gátt.
Sosialurin
Farið endiliga í verkfall!
I »Sosialinum« leygardagin
er ein samrøda vid Ingeborg
Vinther, har hon vegna arb-
eidarafeløgini hóttir við
verkfalli kring landið, um
ein samfelagsbólkur fær
skattalætta framum øll hini
Henni so líkt so vil hon í
byrjanini av samrøduni ikki
út vid, at orsøkin til hesa
hóttan er tann áheitan sum
Fiskimannafelagið hevur
havt á landsstýrið um skatt
alætta fyri fiskimenn. Men
seinast í samrøduni fellur
hon tó í felluna hjá blað-
manninum. Hann vísti til
sjónarmiðið hjá FF um, at
fiskimenn eru avskornir frá
nógvum av teimum møgu
leikum, sum samfelagið
hevur at bjóða. Hertil svarar
Ingeborg, »men tey hava
hjúnafelaga og børn, sum
gera fulla nyttu av samfel
agsins tilboðum“. Sjålvt utt
an hesa ásannan hevði eing
in ivi verið um, at henda
verkfalshóttan var vend
móti fiskimonnum. Og helst
av óvart váttar Ingeborg
Vinther hetta sjálv
Tað sum fiskimannafel
agið hevur gjørt er at venda
sær til landsins myndug-
leikar við teimum grund-
gevingum, sum vit meta
undirbyggja okkara áheitan
Hesi kunnu ikki vera heilt
av leið, tá hugsað verður
um, at í okkara grannalond-
um verða slíkir lættar veittir
við somu grundgevingum,
sum vit hava ført fram
Okkara áheitan fær so eina
politiska viðgerð og verður
framd um meiriluti er fyri
hesum mált
Sjálvsagt hava arbeiðara-
feløgini fullan rætt til at
hava sína hugsan um hetta
mál og eisini at seta tey
fram, og tá vilja teirra sjón
armið gerast ein partur av
viðgerðini. Men tá hesi
beinleiðis hótta við verkfalli
fyri at forpurra hetta mál
havi eg bert ta viðmerking,
at eg havi ikki orð fyri hes
um! Tað er eingin loyna, at
tað eru fleiri bolkar í sam
felagnum sum sleppa lættari
í skatti enn aðrir. Nevnast
kunnu teir sum sigla undir
DIS. og handverkarar í út-
londum. Fyri ikki at tala um
tingmenn, sum búgva uttan-
fyri Havnina, men sum ann-
ars arbeiða í Havn. Hesum
hava arbeidarafeløgini op-
inbart einki at siga til. Men
tå talan er um at veita fiski-
monnum viðbót fyri >heim-
stadarsakn« skulu arbeið-
arar fara í verkfall! Verkfall
móti teimum sum leggja
kropp til at útvega samfel-
agnum inntøkur og arbeið-
arum arbeiði. Móti teimum
sum ikki eru við hús størsta
partin av árinum, og sum
mugu sova í eini rullandi
koyggju meðan arbeiðarin
svevur undir liðini á sínum
hjúnarfelaga. Móti teimum
sum onga fasta arbeiðstíð
hava og sum eru í vinnu
flestu vikuskifti. Móti teim
um sum eru heimanífrá upp
til fleiri mánaðar í senn og
sum sundum liggja í náttar
myrkri alt samdøgrid og
millum isfjøll fyri at liv
bjarga sær og fyri at útvega
samfelagnum inmøkur
Men farið tit endiliga í
verkfall. Tá skulu tit fáa at
síggja hver ið hevur meira
brúk fyri hverjum! Eitt slíkt
verkfall fer ikki at nerva
fiskimenn tað allarminsta
Og tað verður spennandi at
síggja hvussu nógv verður
at gera á flakavirkjunum, tá
eingir fiskimenn lata teim
um råvøruna
Og helst eru arbeiðararnir
altráir eftir at sleppa at
leggja arbeiðið niður Tær
væleydnaðu blokadurnar
hjá Ingeborg seinastu tíðina
hava uttan iva sannfært teir
um, at loysnin á allar trup
ulleikar hjá arbeiðarum man
vera at sleppa at »leggja ar
beiðið niður um alt landið<
At gera hetta móti fiski
monnum er í hvussu er ein
nýhugsan á hesum eki
Óli Jacobsen
Nú vóru so aftur boð eftir útróðrinum!!!
Hesaferð við einari gene
ralisering av grovasta slag,
og »jeg alene vide« úttal-
ilsir, ið bert kunnu tæna ein-
um endamáli: At drepa hug-
in til framhaldandi at koma
við tí feskasta fiskinum
Onkur, sum vildi farið eitt
sindur longur, kundi sagt
Og fáa eitt gott argument
fyri at halda fiskaprísinum
niðri
Ofta hevur verið funnist
at søluhånum í Føroyum. At
tað hevur verið ov stirvid
og illa samskipað, men so
leiðis tykist ikki vera við
keypsliðnum. Nú vårfisk
urin, og harvið øktar veiði
nøgdir standa fyri durum,
tykjast nógvar kreftir at vera
sameindar við tí endamál:
at fáa henda fiskin so bíliga
sum møguligt. Hesin út-
róðrarfiskur, ið sum tann
einasti ongan møguleika
hevur fyri at fara ókontroll-
eraður av landinum. Hann
verður innvigaður her og
gevur møguleika til at verða
virkaður í landinum, ar
beiðsfólki og búskapinum
at gagmi
Kollektivur straffur, tað at
straffa allar fyri tað, ein ger,
verður vanliga ikki prakt
seraður í siviliseradum
londum. Tað sær tó ikki út
til at vera galdandi fyri okk
um, tíverri. Sela av fiski må
vera ein sak millum keypara
og seljara, og skulu vit
halda okkum til tað, so er
tað einasta rætta at teir, ið
gera sær ómak, ikki koma
undir sama straff sum teir,
ið hava eina meira tilvildar-
liga stýring. Kanska er tað
lættari at halda prísin niðri
við hinum systeminum !!!
Ég eri ikki í ødini, bert
ert eg eitt sindur bilsin um
at keypararnir her á landi
ríða so lágt at teir heldur
blaka seg út í eitt fjølmiðla
kjak. heldur enn at finna
fram ul, hvar feilurin er og
so loypa á har og bert har
Utr6drarfiskur varð í
langa tíð bert nýttur sum í
fylla í stórproduktiónina,
men tíbetur er orsøk til at
halda so er ikki longur alla-
staðni. Tá flakakvinnan, ið
er tann, sum kemur tí lidnu
vøruni nærmast, sigur frá tí
feska roykinum av útróðrar
fiski, so trúgva vit heldur
henni
Hetta bræv er grundað á
niðurstøðu, gjørd á fundi í
Ivøroyrar Utróðrarfelag 26/
1-97
Chris Jan Michelsen
»Guds barn ella Djevulsins barn«
Tað er ikki hissini ákærur
10 Dánjal Gaardlykke loys
ir sær at festa á blað
Undir heitinum »Ein við
merking/ávaring um
Bahá'í< (Dimmalætting 24/
1-97) leggur Dånjal Gaard-
lykke á alt og oll, ið ikki
samljóða við hansara per-
sónligu tulking av kristin
dóminum
>Allir
profetar
hesir sokalladu
Muhammed,
Buddha Krishna
Bahá'u'lláh o.a. — eru einki
annað enn tjóvar og råns
menn«, skrivar - Dánjal
Gaardlykke
Slíkt eru ikki smávegis
ákærur, og tað uttan minsta
vet av grundgevingum, tí-
ansheldur keldum! Mær vit
andi er tó einki, sum bendir
á, at ákærurnar hava nakað
við sannleika at gera. Tvørt
urímót. Eg vil kalla tær
grovar injuriur, enntá móti
navngivnum persónum, ið
eru ógvuliga høgt í metum
millum milliónir av fólki!
Míni ráð til Dánjal Gaard
lykke skulu tí vera: »Kunna
teg um vidurskiftini, áðrenn
tå dømir«. Og var tad ikki
Jesus, sum segði: »Elska
næsta tin sum sjálvan teg«
og at vid tí dóminum, ein
dømir, skal ein sjálvur verða
dømdur?
Hvi Dånjal Gaardlykke
leggur so stóran dent á at
býta heimin sundur í svart
mot hvítum, má standa fyri
hansara egnu rokning. Eis
int tá hann velur skriftstød
úr Bíbliuni, so sum 1. Jóh
5,12: »Antin ert tú eitt Guds
barn, ella ert tú eitt Djevul
sins barn«
Búi Danielsen
Blindastovnur Foroya
hevur opið mándag-fríggjadag kl. 9-16.
Telefon 18222.
kl. 16—18. Tlf. 10645.
Barna- og ungdómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar mánadag frá