Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Nr. 201 - 23. oktober 2003 3 Upplýsing er vegurin fram Birgir Kruse: Burturvið at avtaka Filmseftirlitið Birgir Kruse heldur, at tað er púra burtur- við at avtaka Films- eftirlitið, og hann heldur, at tað er løgið, at føroyingar fara at taka seg burtur úr einum øki, har øll okkara grannalond er kend um allan heimin fyri at vera í fremstu røð FILMSEFTIRLITIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Birgir Kruse heldur, at tað er púra burturvið, at Films- eftirlitið verður tikið burtur. Hann heldur, at Føroyar við hesum fara at taka seg burtur frá einum øki, sum grannalond okkara í nógv, nógv størri mun taka aktivt lut í. – Norðanlond eru kend kring allan heimin fyri at vera millum tey fremstu, tá tað kemur til gransking av nettupp børnum, og hvussu tey verða ávirkað av fjøl- miðlum, og tí er tað heilt burtur við, at politikarar í Føroyum ætla at avtaka tað arbeiðið, sum verður gjørt á hesum økinum, sigur hann. Birgir hevur pedagogiska diplomeksamiu í samskifti við høvuðsdenti á børn og talgildar miðlar. Frá 1984 til 92 var hann formaður í Filmsfelagnum, og hevur hann í mong ár undirvíst ungum í og við fjølmiðlum. Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, sum leggur hetta uppskotið fram. Tað ger hon, tí hon heldur, at børn og ung í dag hava nógv størri og breiðari møguleikar til at koma fram at tílíkum enn fyrr. Og hon heldur, at tað átti heldur at verðið upplýst meira um vandarnar við hesum. Upplýsing kostar eisini Birgir Kruse spyr fyrst og fremst um, hvussu lands- stýriskvinnan ætlar, at upp- lýsing skal veitast, tá man niðurleggur alla játtanina til hetta økið. Hann vísir á, at upplýs- ingararbeiðið so sanniliga eisini kostar pengar, og tá ongir eru játtaðir til enda- málið, dugir hann illa at síggja, hvussu hetta skal kunna hanga saman. – Vit melda okkum stutt sagt úr heimssamfelagnum við at gera so, sigur Birgir. Og hann skilir ikki, at nakar kann halda, at tað at leggja játtanina burtur, kann á nakran hátt bøta um støðuna, sum hon er í dag. Tvørturímóti, heldur hann, at tað sindrið, sum verður gjørt í dag gjøgnum Films- eftirlitið, bøtir um. Birgir er sannførdur um, at hetta er tað sama sum at siga, at tað arbeiðið, sum higartil hevur verðið gjørt ígjøgnum Filmseftirlitið, ikki ger mun. – Og hetta er samstundis snøgt sagt at halda alt granskingar- og upplýsing- ararbeiði fyri gjøldur, held- ur hann. Ung duga væl Birgir Kruse var skúlaárið 1999/2000 á Danmarks Pædagogiske Universitet, har hann tók fýra læru- greinar um júst evnið børn og fjølmiðlar. Hann gjørdi tá eina kanning við støði í einum sjeynda flokki í Vestmanna skúla, har hann kannaði, hvussu tey dugdu at arbeiða, samskifta og ferðast á internetinum. Niðurstøða hansara útfrá hesi kanning var, at børn duga ómetaliga væl at ferð- ast í "cyberspace". Og at samskifta og orða seg á netinum. Vegleiðarin hjá Birgiri á universitetinum segði, at hendan kanningin var tann størsta og mest útgreinað, sum hon nakrantíð hevði sæð, og tískil metti hon, at hon var sera eftirfarandi. Birgir tosar somuleiðis um sokallaðar avleggarar av Filmseftirlitsarbeiðinum í grannalondunum hjá okk- um. Hann greiðir frá, at í Danmark er ein felagsskap- ur, sum eitur Medierådet for Børn og Unge og í Svøríki eitt "voldsskildr- ingssekreteriat", sum senda út bóklingar, har greitt verður frá gongdini í øllum granskingararbeiðinum innan børn og fjølmiðlar. Og ST-stovnurin UNES- CO hevur valt Gøteborg sum heimstað fyri eini al- tjóða granskingarstovu, sum einans kannar viður- skiftini millum børn og harðskap á filmi, video og teldu. – So Filmseftirlitið í dag er ikki so nógv at seta bann, men heldur at upplýsa í eini tíð, har vit fyrst og fremst frá almennari síðu mugu duga at sansa samtíðina og síðani at meta um ta ávirk- an, sum kemur úr øllum ættum – fyrst og fremst til størstu brúkarabólkarnar, sum nettupp eru børn og ung, sigur Birgir. – Norðurlendsku dømini, eru bert fá dømi, hvussu aktiv grannalond okkara eru á hesum økinum. Og har er nógv at nevna aftur- at. Hetta økið, sum vit, um Filmseftirlitið verður av- tikið, melda okkum burtur- úr, er greiða niðurstøðan hjá Birgiri Kruse útfrá ætl- anunum hjá Annitu á Fríðr- iksmørk, landsstýris- kvinnu. Sostatt eru ymsar mein- ingar um, hvørs tað er rætt at avtaka Filmseftirlitið. Men í verandi stund kunnu vit bert staðfesta, at tað liggur eitt uppskot á borð- inum um at avtaka tað, og at ætlanin er, at Fyribyrg- ingarráðið skal gera upp- lýsingararbeiðið. Um tað so fer at enda við, at Føroyar detta langt aftur um okkara grannalond á hesum økin- um, sum Birgir Kruse er bangin fyri, ella tað fer at betra um støðuna á økinum - tað kann bara tíðin vísa. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið , sum nú er til viðgerð, er eitt uppskot komið frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Annitu á Fríðriksmørk, har hon skjýtur upp at niðurleggja Filmseftirlitið og heldur leggja dent á tað upplýsandi, fyribyrgjandi arbeiðið FILMSEFTIRLITIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Vit hava valt at skjóta upp at avtaka Filmseftirlitið, tí at tann moralski sensururin, sum tey áseta er nógv øktur seinastu árini, sigur Annita á Fríðriksmørk, landsstýris- kvinna í mentamálum. Hon greiðir frá, at við tað at útboðið gjøgnum para- bolir, internetið og teldu- spøl er vorðið so nógv og harvið nærum óavmarkað, so er tað greitt, at hesin tørvurin má og eigur at verða dekkaður á ein annan hátt. Og hetta heldur Annita kann gerast við at leggja dent á upplýsingararbeiðið. – Vit mugu upplýsa børn- um og foreldrum teirra vandarnir við hesum, sigur hon. Hon og Bill Justinussen, landsstýrismaður, hava tos- að um at koyra hesa upp- gávuna yvir á Fyribyrging- arráðið, sum verður umsitið av Bill. Kostnaðurin av hes- um arbeiðinum er ikki endaliga uppgjørdur enn, váttar Annita á Fríðriks- mørk tó. Annita viðgongur sam- stundis, at tað eru pengar at spara á Fíggjarlógini á hes- um økinum, men talan er bert um 360.000 krónur, so hon sigur, at tað ikki var tað, sum fyrst og fremst var drívmegin handan hetta uppskotið. Dupultarbeiði Annita vísir á, at filmarnir, sum koma til landið - tað veri seg antin í biografarnar ella sum videofilmar – longu frammanundan hava eitt aldursmark. Og tískil heldur hon, at talan er um dupultarbeiði, tá Filmseftir- litið setur aldursmark á filmar, sum longu hava tað frammanundan. Og tað dugir hon ikki at síggja nakra orsøk til. Birgir Kruse, sum er PD í samskifti við høvuðsdenti á børn og talgildar miðlar, var 1984-92 formaður í Films- felagnum. Í mong ár hevur hann undirvíst børnum og ungum á miðlaøkinum og fyri Tórshavnar kommunu legði hann til rættis eina miðlabreyt á Eysturskúl- anum Mynd: Álvur Haraldsen Tað sparir landinum pening. Pápar fara at gjalda meira, og í síðsta enda kann tað føra við sær, at upp- hæddin til barna- pengar fer at lækka. Páll á Reynatúgvu landsstýrismaður roynir enn einaferð at taka stuðulin til uppi- haldspening av BARNAPENGAR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Komandi ár verður tvífalt so dýrt hjá pápum at eiga børn, sum ikki búgva heima. Tað er avleiðingin av lógaruppskoti, sum Páll á Reynatúgvu landsstýris- maður hevur lagt fyri løg- tingið. Sostatt ger hann eina roynd afturat at taka stuðulin til uppihaldspen- ing av. Seinast gekk illa, tí ein av hansara egnu at- kvøddi ímóti, og við tepra meirilutanum hjá samgong- uni koppaði atkvøðu- greiðslan til fyrimuns fyri andstøðuna, sum øll er ímóti. Finnur Helmsdal, ið tá var á tingi sum varamaður, er farin úr politikki, og tí er Rói Egholm komin á ting sum varamaður í hansara stað. Tískil skuldu líkindini verið góð fyri, at tað hesaferð fer at eydnast Pálli á Reynatúgvu at fáa upp- skotið ígjøgnum. Uppskotið fer sostatt at kosta pápunum, sum eiga børn uttan fyri sítt heim. Higartil hava teir fingið helvtina av útreiðslunum til síni børn endurgoldnar, og tað er tann stuðulin, sum dettur burtur. Men tað fer eisini at raka tey, sum fáa uppihaldspeningin. Tað vil siga mammurnar, ið eru um børnini, og í síðsta enda børnini, sum peningurin er ætlaður til. Økið verður umsitið av donskum myndugleikum, og Ríkisumboðið og Civil- direktoratet hava fingið tað til ummælis. Tey hava gjørt greitt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at nýggjar vegleiðingar fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúna- felagar og børn undir 18 ár verða gjørdar fyri Føroyar soleiðis, at ásetingin fer at lækka. – Tað ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúna- felagar og eitt lækkað barnagjald. Hetta merkir, at tey, ið fáa uppihaldspening, verða verri fyri fíggjarliga – hvussu nógv er óvist, sigur Páll á Reynatúgvu í viðmerking til uppskotið. Uppskotið hevur annars við sær eina beinleiðis sparing fyri landskassan á umleið 8 milliónir krónur árliga, sum longu eru íroknaðar fíggjarlógarupp- skotið fyri 2004. Metta útreiðslan í 2003 er 7,8 mió kr. Útreiðslurnar til stuðul til uppihalds- pening kunnu tó gerast nógv størri í 2003, um fleiri uppihaldsskyldug velja at gjalda eftirstøðu sína nú, meðan tey hava ein lógar- festan rætt til at fáa stuðul til uppihaldspening. Eftir- støðan av barnapeningi, veittur í forskoti, var 36,6 milliónir krónur tann 1. oktober 2002. Um øll eftirstøðan varð afturgoldin nú, og øll uppihaldsskyldug høvdu søkt um stuðul til uppi- haldspening, áðrenn ov seint var, høvdu útreiðslur- nar á hesi kontu í 2003 kanska hækkað við 18 milliónir krónur. Mett verð- ur kortini ikki, at hetta er sannlíkt, av tí at tølini fyri 2003 ikki vísa stóra hækk- ing í útreiðslunum, hóast ætlanin hevur verið at av- taka lógina um uppihalds- pening í 2003. Sambært uppskotinum dettur uppihaldsstuðulin burtur frá 1. januar 2004. Skerdur stuðul kann raka børnini Pápar skuldu rinda tvífalt fyri børn, sum búgva hjá mammuni Tilvildarlig mynd C M Y K 3 2 +298 303030 www.tele.fo Til tín ið ringir mest í frítíðini GSM frítíð kann bert nýtast í Føroyum. Kvøld er frá kl. 18.00 - 08.00. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum. Stovnan Mánaðargjald Samrøður - dag Samrøður - kvøld SMS-boð Teletíð 300,-* 0,- 3 kr/min 2 kr/min 0,75 0,- 40,- 2,25 kr/min 2,25 kr/min 0,75 kr/min 0,75 kr/min 0,50 *íroknað kr. 100,- talutíð team85