Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Nr. 201 - 23. oktober 2003 5 Føroyskur dansur í Føroyahúsinum Í sambandi við, at føroyska dansifelagið í Keypmanna- havn, Fótatraðk, verður 15 ár, verður skipað fyri al- mennum føroyskum dansi í Føroyahúsinum á Vester- brogade 17A leygarkvøldið 25. oktober. Freistin at tekna seg til sjálvt borðhaldið er tíverri farin, men hurðarnar lata upp kl. 23.00 fyri almenn- um dansi, har øll eru sera vælkomin. Tað eru nú fleiri ár síðani, at møguleiki hev- ur verið fyri at fara til al- mennan føroyskan dans niðri, og tí vónar felagið, at nógv fara at koma til til- takið, og at góður dansur verður alt kvøldið. Før- oyska dansifelagið í Od- ense hevur boðað frá, at tey koma við einum ferðalagi at luttaka, og fyrireikararnir vóna, at onnur dansihugað eisini fara at koma. Atgongumerki kosta 50 kr. Barrin í húsinum er opin um kvøldið, og út náttina verður súpan at fáa. Fótatraðk eitt av fáu virknu dansifeløgunum utt- anfyri Føroyar. Felagið, ið telur góðar 50 limir, er sera virkið og hevur verið tað øll hesi 15 árini. Felagið vónar, at tað við tiltakinum fer at eggja fleiri at dansa. Nýggir limir eru sera vælkomnir at tekna seg eisini. Páll Finnur Páll á toppinum Heitasti sangurin í Føroyum í løtuni er um ein forelskaðan sjónleikara TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Hey, hey, gev mær ost uppá breyð. Soleiðis verður lagt fyri í sanginum um tann forelsk- aða sjónleikaran, sum er besti umtókti sangurin millum føroysk ungfólk í løtuni. Hvørja viku mátar Út- varpið hitan í føroyska tónalandslagnum, og upp- gerðin verður brúkt sum grundarlag undir 15 teim- um bestu, sum verður sent leygarkvøld. Seinastu vikurnar hevur ein føroyskur sangur staðið seg væl á listanum, og hes- in sangur er aftur hesa vik- una nummar 1. Sangurin kallast Forelsk- aður Sjónleikari, og tað er Páll Finnur Páll, sum eiga sangin. Sangurin hevði eitt sind- ur ilt við at sleppa upp eftir listanum fyrstu tíðina, men seinatu vikurnar hevur gingið sum smurt. Sangurin er tikin av út- gávuni hjá Páll Finnur Páll, sum kom út í summar. Bólkurin hevur annars havt framførslur í ymiskum samanhangum í hesum árinum, og teir vóru eisini við í Prix Føroyum. Leygarkvøldið fara tveir av tónleikarunum í bólkin- um at vera við í tónleika- kappingini, sum Hotel Hafnia skipar fyri. Finnur Jensen syngur sangin um tann forelskaða sjónleikaran C M Y K 5 4 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ við Norrönu og haldið Jóla borðhald umborð. Umframt stórt jólaborðhald, verð ur ørt kvøld undirhald við føroysk um lkum og einstak lingum. 20. – 24. Nov: Undirhald: Robert McBirnie Orkestur: Jóan Magnus Band 27. Nov.– 01.Des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen 04. – 08. Des: Undirhald: Robert Mc.Birnie Orkestur: Vestmenn 11. – 15. Des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen estur: Terje Rasmussen Band 20.–24. nov. 27. nov. –1. des. 4.–8. des. 11.–15. des. Keypið jólagávurnar á ferðini Meðan Norröna liggur í Hanstholm verður skipað fyri innkeypstúri til Thisted. Úr havinum Stórt sildaborð Royktur og urtaviðgjørdur laksur Rækjur og skeljadjór Alskyns steikir so sum: Stokt dunna við súreplum og sviskum Fleskasteik við reyðkáli Roastbeef við remuladu og stoktum leyki Heilstokt lambstjógv Heilstoktur oksaháryggur Flógvir rættir so sum: Tartelettir við góðari fyllu Fiskaflak við remuladu víndrúvum o.l. Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós Fruktsalat við rákremi og alskyns køkur Prísur fyri hvønn úr kr. 600,- Matur & drekka ikki íroknað