Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Nr. 201 - 23. oktober 2003 7 Húsalandsgrunnurin í miðdepilinum Frágreiðingin um alternativa bústaðar- bygging kom í tingið í gjár. Eitt av mongu umrøddu evnunum var framtíðin hjá Húsalánsgrunninum. Landsstýrismaðurin ætlar at nýta ein end- urskipaðan Húsaláns- grunn til at fíggja alt- ernativari bústaðar- bygging, men serliga Fólkflokkurin gav til kennar, at tað vóru teir ikki so fegnir um FRAMTÍÐIN HJÁ HÚSA- LÁNSGRUNNINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í tinginum í gjár legði landsstýrismaðurin í heilsu- málum, Bill Justinussen, fram frágreiðingina til aðal- orðaskiftið um alternativa bústaðarbygging. Ein ar- beiðsbólkur við embætis- fólkum úr Familu- og Heilsumálaráðnum og Fíggjarmálarráðnum fór undir arbeiðið at orða eitt uppskot um alternativa bú- staðarbygging í oktober mánaði 2002, og í apríl mánaði í ár kom bólkurin á mál við sínum arbeiði. Frágreiðingin er rúgvu- mikil, og arbeiðsbólkurin er komin fram fleiri hugvekj- andi niðurstøður. Ein teirra er, at Húslánsgrunnurin skal í framtíðini gerast nógv virknari fíggingarstovnur til bústaðarbygging. Eftir orðaskiftið í tingin- um í gjár at døma, so bend- ir nógv á, at júst hetta mál, sum um fer at elva til mikl- an orðadráttur í framtíðini. Ótíðarhóskandi Arbeiðsbólkurin sigur í frá- greiðingini, at tíðin er farin frá upprunaligu endamál- unum við Húsalánsgrunn- inum. Lógin um Húsaláns- grunnin hóskar ikki til bústaðartørvin í dag, og tí er neyðugt, at hon verður nútímansgjørd. Bólkurin vísir á, at neyð- ugt er við einum almennum bústaðarpolitiskum amboð- ið, tí marknaðarkreftirnar megna ikki einsamallar at taka uppgávuna á seg. Mett verður, at peningastovnar taka ikki bústaðarpolitisk atlit í sambandi við bústað- arfígging, men at fremsta uppgávan hjá privatu pen- ingastovnunum er at skapa størst møguligan vinning Bólkurin er tí sannførdur um, at besta bústaðarpolit- iska amboðið hjá lands- myndugleikunum er ein endurskipaður Húsaláns- grunnur, ið verður skipaður við einum nýggjum lógar- og regluverki. Trý tilmæli Arbeiðsbólkurin vil kortini ikki leggja seg út í, hvussu endurskoðaði Húsaláns- grunnurin skal skipast, tí tað er ein politiskur spurningur. Kortini hevur bólkurin trý tilmæli. Bólkurin metir, at tað er nærliggjandi at kanna møguleikarnar fyri einum almennum partafelag, ein- um vinnurekandi grunni og einum landsstovni. Ein møguleiki er at skipa Húsalánsgrunnin sum al- ment partafelag, eins og partafelagið Føroya Tele í 1997, har landið eigur allan partapeningin. Ein annar møguleiki er, at Húsaláns- grunnurin gert ein vinnu- rekandi grunnur. Verður Húsalánsgrunnurin skipað- ur sum ein vinnurekandi grunnur, játtar Løgtingið stovnsfæið, men eigur her- eftir einki í grunninum. Triðji møguleikin er landsstovnur, har Húsaláns- grunnurin árliga verður bæði á løgtingsfíggjarlóg- ina og í landsroknskapin Halda seg burtur Framsøgmaðurin hjá Sam- bandsflokkinum undir aðalorðaskiftinum í gjár, Alfred Olsen, var helt lítið um, at tað almenna við ein- um endurskipaðum Húsa- lánsgrunnin fer upp í kapp- ingina við peningastovnar- nar at veita fígging til bú- staðarbygging. Hann helt, at privatu peningarstovnar- nir høvdu ovmikið av pen- ingi at læna, og tískil kundi stórt spurnartekin setast við, um tað almenna skuldi upp í kappingina. – Sambandsflokkurin vil vera við til at verandi privat áhugamál verða varðveitt, meðan tað almenna skal halda seg til at taka sær av teimum sjúku og veiku í samfelagnum, segði Alfred Olsen í tinginum Hann legði dent á, at flokkurin ikki tók undir við, at Húsalánsgrunnurin verður politiskt stýringsam- boð, ið skal stuðla alternat- ivari bústaðarbygging. Fíggingin skal verða á einum fríum marknaði, har privatu fíggingarstovnarnir framhaldandi kappast í fríari kapping, segði hann. Ein kastibløka Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í bústaðar- málum, Jørgen Niclasen, helt fyri, at tíðin nú var búgvin til at geva Húsaláns- grunninum eitt veruligt til- verugrundarlag. Grunnurin hevði leingi verið ein polit- isk kastibløka, og nú mátti okkurt gerast. Framsøgu- maður Fólkafloksins róð framundir, at Húsaláns- grunnurin átti at verið rikin á vinnuligum fortreytum, sum kappast við aðrar stovnar á jøvnum føti. – Húsalánsgrunnurin átti at verið rikin sum eitt slag av banka, ið varð latið priv- atum at reka. Tað hevði havt við sær størri kapping, og harvið betraðar møgu- leikar. Ein møgulig søla av Húsalánsgrunninum kundi eisini verið við til at goldið nakað av skuldini hjá tí almenna, segði Jørgen Niclasen. Hann tók undir við pen- ingastovnunum, ið hava víst á í fjølmiðlunum, at teir meta, at eitt alment felag, ið fíggjar bústaðarbygging, er kappingaravlagandi hjá privatu vinnuni. Jørgen Niclasen greiddi frá, at tað var kappingavlagandi báðar vegir. Húsalánsgrunnurin fór at verða betri fyri í kappingini mótvegis peningarstovnun- um, tá talan var um alterna- tiva bygging, men verri, tá talan var um vanliga set- húsabygging, tí grunninum var álagt serliga skyldur mótvegis alternativari bygging. Spurningurin kundi tí stórliga setast við, um ætlanin hjá landsstýris- manninum var røtt, vísti fólkaflokstingmaðurin á. Væntandi svørsslag Landsstýrismaðurin í bú- staðarmálum, Bill Justinus- sen, segði í Útvarpi Føroya í gjár, at ein endurskoðaður Húsalánsgrunnur er eitt gott amboð til at veita lag- ari fígging til alternativa bygging, enn peningastovn- arnir kunnu veita í dag. Hann bar seg eitt sindur undan, tá hann varð spurdur um samgongan er samd um ætlanirnar at endurskipa Húsalánsgrunnin sum al- mennur fíggingarstovnur, og segði, at landsstýrið ikki hevði kjakast um smálutir- nar í frágreiðing. Hann kendi kortini á sær, at hann stuðul til tey yvirskipaðu málini við frágreiðingini. Bill Justínussen segði seg vænta, at lógarbroytingar- nar við Húsalánsgrunnin- um verða lagdar fram tíðliga í hesi tingsetuni. Eftir orðaskiftinum at døma, bendir nógv á, at tað verður ikki uttan eitt svørsslag við kanska ser- liga Fólkaflokkin at Húsa- lánsgrunnurin verður end- urskipaður, sum mælt verð- ur til í frágreiðingini. Ting- menn hjá Fólkaflokkinum góvu til kennar, at teir vóru alt annað enn fegnir um ætlanina við einum virkn- um almennum fíggingar- stovni til bústaðarbygging. Frágreiðingin um alternativa bústaðarbygging kom í tingið í gjár. Eitt av mongu umrøddu evnunum var framtíðin hjá Húsalánsgrunninum. Landsstýrismaðurin ætlar at nýta ein endurskipaðan Húsalánsgrunn til at fíggja alternativari bústaðarbygging, men serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin góvu til kennar, at tað vóru flokkarnir ikki so fegnir um Mynd: Jens Kr. Vang - Húsalánsgrunnurin átti at verið rikin sum eitt slag av banka, ið varð latið privat- um at reka. Tað hevði havt við sær størri kapping, og harvið betraðar møguleikar. Ein møgulig søla av Húsa- lánsgrunninum kundi eisini verið við til at goldið nakað av skuldini hjá tí almenna, segði Jørgen Niclasen millum annað undir aðalorðaskiftin- um um alternativa bústaðar- bygging Mynd: Jens Kr. Vang Tann 10. november skipar Almannaráðið fyri einum evnisdegi í Norðurlandahúsinum , har ljóskastarin verður settur á almannalóggávu í Norðanlondum EVNISDAGUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Á evnisdegnum verður kunnað um, hvussu al- mannalóggávan í teimum ymisku Norðurlondunum verður umsitin og fíggjað, og nortið verður herundir við innihaldið av hesum veitingum. Evnisdagurin snýr seg um eitt nú brekaðøkið, dag- pening, pensjónir, barna- og familjuveitingar og ar- beiðsskaðatrygging. Hetta eru øki, sum í Føroyum hoyra undir landsstýris- mannin í almannamálum. Harumframt snýr evnisdag- urin seg um øki, sum her heima hoyra til onnur máls- øki, til dømis arbeiðsloys- istrygging, barsilsskipan, sjúkratrygging, primera og sekundera heilsusektorin og heilivág. Norðurlendskir undirvísarar Á evnisdegnum undirvísa Jan-Åke Brorsson úr Svø- ríki, og Liv Winding- Sørensen úr Noregi. Jan- Åke Brorsson er útbúgvin samfelags- og búskapar- frøðingur, og starvast sum búskaparstjóri í tí svenska Försäkringskasseförbun- det. Harumframt hevur hann í nógv ár verið virkin í norðurlendskum sam- starvi, m.a. við at halda skeið um almannalóggávu. Liv Winding Sørensen er serfrøðingur á pensjóns- økinum og hevur arbeitt við almannaveitingum í norska Rikstrygdeverket í nógv ár. Eisini hon hevur drúgvar royndir í norðurlendskum samstarvi, umframt í at halda skeið um pensjóns- økið og familjuveitingar í Norðanlondum. Evnisdagurin byrjar við, at landsstýrismaðurin í al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu setur dagin. Síðani hava undirvísararnir báðir tveir fyrilestrar í part. Ein í part fyrrapart og ein seinnapartin. Dagurin byrjar klokkan níggju og endar um hálvg- um fimm tíðina seinnapart- in. Fríggjadagin er altjóða ST dagur. Dagurin verður há- tíðarhildin á ymsan hátt kring allan heimin Og føroyska ST felagið hevur sent út eitt opið bræv, har tey nýta høvi til at minna á, at fríggjadagurin 24. oktober er altjóða ST dagur. Dagurin er kosin av heimssamfelagnum at há- tíðarhalda, at Sameindu Tjóðir varð sett á stovn. Dagurin verður hátíðar- hildin á ymsan hátt – ofta við tiltøkum, ið lýsa, hvat ST er, hví tað varð sett á stovn, hvat endamálið hjá stovninum er og so fram- vegis. Føroyska ST felagið heit- ir í brævi sínum á bæði fjølmiðlar og skúlar um at luttaka í hesum hátíðar- haldinum. -sae- Klaksvíkar kommuna er nú í ferð við at seta upp nakrar ferðslu- forðingar eftir strekkinum undir Hálsi og undir Klakki. Karl Heri Joensen, formaður í Ferðslu- nevndini hjá Klaks- víkar kommunu, sigur, at ferðsluforð- ingar er nakað, sum fer at verða meira og meira at síggja til í Klaksvík framyvir VEGFORÐING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Talan er um níggju ferðslu- forðingar, sum skulu hava umleið 150 metrar ímillum. Karl Heri sigur, at orsøkin til at kommunan júst hevur valt hetta økið, sum tað fyrsta við ferðsluforðingum er, at hetta er eitt so at siga nýbygt øki, har nógvar barnafamiljur búgva. Nógv børn síggjast dagliga úti á hesum strekkinum. Harum- framt sigur Karl Heri, at av tí at strekkið er so langt og beint, so letur tað til, at bil- førarar ótilvitað trýsta harð- ari á spitarin fyri at koma skjótari fram. Og tað er ikki vandaleyst í einum barna- umhvørvi. Men nú hevur Klaksvíkar kommuna so tikið um endan á trupul- leikanum og er farin í gongd við at seta ferðslu- forðingar upp fyri at betra um trygdina á veganetinum í býnum. Ferðsluforðing- arnar á hesum vegastrekk- inum eru úrslit av viðgerð- um í Teknisku og Ferðslu- nevndini í Klaksvíkar kommunu. Karl Heri við- gongur eisini, at áheitanir eru komnar frá fólki, men hann sigur, at tað er fyrst og fremst ein avgerð hjá kommununi, sum er or- søkin til, at ferðsluforðing- arnar nú koma upp. – Hesar ferðsluforðing- arnar eru ikki so ógvuslig- ar, men tær eru nóg mikið til at tálma ferðsluni, sigur Karl Heri, og hann leggur afturat, at strekkið verður skeltað við 40 km/t sum mest loyvda ferð. Fleiri forðingar Karl Heri sigur, at ferðslu- forðingar fara at koma upp aðrastaðni í býnum og í Árnafirði um stutta tíð. Eitt nú verða nýggjar ferðslu- forðingar setta upp aftur á Mylnugøtu. Har vóru tvær, men tær vórðu tiknar burtur aftur herfyri, tí tær vóru so høgar, at tær heldur tarnaðu ferðsluni enn at tálma henni. Tær, sum so fara at koma uppaftur, verða meira líka teimum, sum nú verða gjørdar undir Hálsi og Klakki. – Í løtuni er ongin avgerð tikin um, hvar aðrastaðni í býnum hesar ferðsluforð- ingarnar fara at koma, men vit fara at síggja meira og meira til tær, sigur formað- urin í Ferðslunevndini. Ferðsluforðingar í Klaksvík Evnisdagur um almannalóggávu í Norðanlondum Altjóða ST dagur C M Y K 7 6