hósdagur 23. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 201 - 23. oktober 2003
Nr. 201 - 23. oktober 2003
9
hendan túrin. Teir høvdu
havt fimm setur og høvdu
fingið eini 115.000 pund.
- Fyrstu setuna fingu vit
umleið 10.000 pund, men
seinnu seturnar vóru góðar,
harav nakrar fóru yvir
20.000 pund. Besta setan
var 22.000 pund, sigur
skiparin, sum at enda
fegnast um, at allir 14
menninir komu aftur til
lands í øllum góðum.
Vaktarskipið, Brimil, tók
manningina av Klakki, og
tíðliga mikumorgunin vóru
teir á Runavík.
Skiparin, Karl
Martin Joensen, sigur,
at ógvuliga skjótt
sást, at einki var at
gera.
- Sjógvurin fossaði
inn, og tað var bert
ein lítil løta, so var
dúrkið í maskin-
rúminum undir. Løtu
seinni stóð sjógvurin
uppá hálvan motorin,
sigur hann
SKIPSBROT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línubáturin, Jógvan Norði,
var staddur einar 10 fjórð-
ingar í ein útnyrðing úr
Mykinesi, tá ið maskin-
meistarin, Jógvan Jacob-
sen, legði til merkis, at
skipið var farið at leka í
maskinrúminum.
- Vit høvdu havt fimm
setur og ætlaðu at gera eina
setu aftrat, áðrenn vit løgdu
leiðina til lands.
Karl Martin Joensen,
skipari, sigur, at so skjótt,
teir vóru varugir við lekan
um 23.30-tíðina týskvøld-
ið, settu teir seg í samband
við Tórshavnar Radio.
- Línuskipið Klakkur,
sum var einar sjey fjórð-
ingar burtur og nærmastur,
setti kósina móti okkum.
Onnur skip, sum vóru
nærindis, stevndu eisini
móti okkum.
Av skipinum
Skiparin sigur, at fyrstu
løtuna sá kanska út til, at
teir kundu halda skipinum
lens, um teir fingu pumpur
umborð.
- Brimil var fýra tímar
burtur, men vit nevndu
møguleikan at fáa pumpur
út við tyrluni.
Karl Martin sigur, at
ógvuliga skjótt sást tó, at
her var einki at gera.
- Sjógvurin fossaði inn,
og tað var bert ein lítil løta,
so var dúrkið undir. Løtu
seinni stóð sjógvurin uppá
hálvan motorin.
Hann sigur, at ljós-
motorurin slóknaði, og
høvuðsmotorin slóktu teir
sjálvir.
- Vit fóru av skipinum
umleið ein hálvan tíma
eftir, at vit sóu lekan. Hann
var landnyrðingur í ættini,
og slætt var í sjónum. Allir
14 menninir, sum við vóru,
fóru í yvirlivilsisdraktir, og
eingin panikkur var í mann-
ingini.
Í bølamyrkri noyddist
manningin á Jógvani Norði
niður í bjargingarbátin,
men teir vistu, at Klakkur
nærkaðist.
Karl Martin sigur, at teir
avgjørdu allir at fara í
annan bjargingarbátin, sum
er ætlaður til 25 mans.
- Allir vóru væl fyri, men
tann eini fekk ilt í beinið, tá
ið hann leyp niður í bjarg-
ingarbátin.
Skiparin sigur, at tað
gekk skjótt og væl hjá
Klakki at finna bjargingar-
bátin, tá ið teir komu á
leiðina.
Undarlig sjón
- Tað var ein undarlig sjón
at síggja skipið, tú hevur
verið við í fleiri ár, søkka.
Jógvan Norði stóð beint
uppeftir enda við gronini
uppúr sjónum einar 20
minuttir, áðrenn hann sakk.
Hann sigur, at tað sein-
asta, teir sóu á skipinum,
var sjálv gronin við akker-
inum og kennibókstavunum
og talinum, FD 9.
Spurdur, um teir sóu,
hvaðani skipið lak, sigur
Karl Martin:
- Ja, vit sóu lekan. Tað
var wc-rørið, sum gongur
niður í maskinrúmið og út
úr skipinum, ið var farið
stutt niðanfyri ventilin, sum
situr á rørinum. Hevði lekin
verið omanfyri ventilin,
hevði ivaleyst verið møgu-
ligt at bjargað skipinum.
Karl Martin sigur, at
hetta var eitt 4 tumma rør,
sum var farið, og eingin
møguleiki var at gera nakað
við lekan, tí sjógvurin í
maskinrúminum vaks so
skjótt.
- Tað sigur eitt sindur um,
hvussu skjótt alt gekk, tá ið
vit bert hálvan tíma seinni
noyddust
av
skipinum,
sigur hann.
Góður fiskiskapur
Karl Martin sigur, at fiski-
skapurin hevði verið góður
14 mans av søkkandi skipi í bølamyrkri
Rosa Joensen tosaði
við mannin og
skiparan á Jógvan
Norði, Karl Martin,
klokkan 23 týs-
kvøldið. Tveir tímar
seinni ringdi hann
aftur og fortaldi, at
skipið var sokkið
SKIPSBROT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
So leingi, siglt verður á
havinum, slepst ikki undan
skipsvanlukkum.
Hóast
skipini eru vorðin betur, er
ógjørligt at byrgja upp fyri
øllum sum kann henda á
havinum.
Á bryggjuni í Saltangará
mikumorgunin,
tá
ið
Brimil var komin til lands
við manningini á Jógvani
Norði, hittu vit konu skip-
aran, Rosu Joensen. Tey
búgva bæði á Morskr-
anesi.
Fekk andvekur
- Eg tosaði við Karl
Martin um 23-tíðina týs-
kvøldið. Um midnáttina
legði eg meg at sova, men
umleið klokkan 01 vakn-
aði eg við, at telefonin
ringdi. Tað var maðurin,
sum var í hinum endanum
og fortaldi, at Jógvan
Norði var sokkin, og at øll
manningin nú var umborð
á línuskipinum, Klakki.
- Eg gjørdist eg ógvuliga
kløkk, men samstundis
ógvuliga fegin um, at øll
manningin var komin av
skipinum í øllum góðum.
Reaktiónirnar komu ikki
fyrr enn aftaná, og tað var
torført at sovna aftur. Tað
gjørdi tað ikki betur, at
streymurin fór um 01.30-
tíðina, og at alt gjørdist
bølamyrkt.
Rosa, sum í nógv ár
hevur havt mann og synir á
sjónum, sigur, at sjálvandi
hevur hon hugsað um,
hvat kann henda teimum,
ið søkja sjógvin, bæði í
góðum og ringum líkind-
um.
- Hetta er ein tanki, sum
kemur fram av og á, men
tá ið hetta er ein so stórur
partur av gerandisdegnum,
gongur tú ikki dagliga og
hugsar um tað ringasta,
sum kann henda.
Rættiligur hvøkkur
Rosa viðgongur, at hon
hevur fingið ein rættiligan
hvøkk.
- Eg trúgvi ikki, eg
nakrantíð er vorðin so
kløkk áður sum hesa nátt-
ina.
Tá ið vit skiftu orð við
Rosu, sást, at hon ikki
rættiliga var komin yvir
tað, ið hent var. Hon mint-
ist ikki so væl til smálutir-
nar í samrøðunum, hon
hevði við Karl Martin um
kvøldið og seinni um
náttina.
- Í løtuni eri eg bara so
ógvuliga fegin og takksom
um, at øll manningin er
komin aftur til lands í
øllum góðum, sigur Rosa
Joensen.
Kona skiparan:
– Eg gjørdist ógvuliga kløkk
- Hálvan tíma eftir, at vit varnaðust lekan í maskinrúminum, fóru vit av skipinum. Vit fóru
allir 14 menninir í tann eina bjargingarbátin, sum tekur 25 mans, sigur skiparin, Karl Martin
Joensen.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað var ein undarlig sjón at
síggja skipið, tú hevur verið
við í fleiri ár, søkka. Jógvan
Norði stóð beint uppeftir
enda við gronini uppúr
sjónum einar 20 minuttir,
áðrenn hann sakk. Tað
seinasta, vit sóu á skipinum,
var sjálv gronin við
akkerinum og
kennibókstavunum og
talinum, FD 9, sigur skiparin
Karl Martin prátar við konu maskinmeistaran, Jógvan Jacobsen, ið var maðurin, sum varnaðist lekan í
maskinrúminum. Uppi í lastini á bilinum liggja yvirlivilsisdraktirnar, sum manningin var í.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8