Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Nr. 201 - 23. oktober 2003 19 Komandi vikuskifti fær Headache Blues Treo vitjan av kenda íslendska guitarleik- aranum Guðmundur S. Petursson, og fara teir 24. og 25. oktober at spæla á Vertshús- inum í Havn. TÓNLEIKUR tíðindaskriv Sjálvt um Guðmundur spælir so at siga øll tón- leikasløg, hevur hann í nógv ár verið mettur at vera fremsti bluesleikarin í Ís- landi, og hann hevur 3 ferð- irnar vunni sær heiður sum ársins guitarleikari í Ís- landi: Hann var eisini kosin "Undiscovered Guitarhero" í Guitar International í 1991. Fyriuttan at hava spælt við flestu íslendsku tón- listafólkum og hava verið við á einum havi av fløgum, hevur Guðmundur eisini arbeitt við Chicago-blues- nøvnum, sum t.d. Pinetop Perkins, Jimmy Dawkins, Billy Boy Arnold, Detra Farr and Chicago Beau og hevur við hesum bæði spælt inn og turnera á festivalum, so sum Chicago Blues festival, Rocce Rossa á Sardigna og South by South-West in Austin, Texas. Fyriuttan alt hetta hevur Guðmundur S. Petursson eisini lisið klassiskt guitar- spæl, er fastur tá Sinfonih- ljómsveit Íslands hevur brúk fyri guitaristi, og hevur havt solo-framførslur við t.d. Reykjavik Chamber Orchestra. Headache Blues Treo eru: Uni R. Debess, guitar og sang, Edvard Nyholm Debess, bass og sang, og Rógvi á Rógvu, trummur. – Orsøkin til at teir taka stig til hetta tiltak er at fáa sær sjálvum tónleikarligan íblástur, og at geva áhoyrar- unum eitt gott upplivilsi, siga teir í Headache. Framførslurnar verða á Vertshúsinum fríggjakvøld 24.10 kl.23.00 og Leygar- kvøld 25.10 kl.23.00. Íslendskur guitarleikari fær høvuðpínu UMMÆLI Rúnar Reistrup Í grundini eru fáir føroyskir sjón- leikarar við í nýggjasta leikinum hjá Grímu sambært hesi rang- støddu Erasmus Montanus syllogismuni. Deiliga fáir. Tað byrjar annars sum vanligt. Ein hálvgum geylandi konufólka- rødd sker seg inn millum ryggjar- geislarnar og ovurhonds tramp- andi føtur koma sum tvær stóru- trummur tvassandi framvið. Álvaratos hugsar man. Hetta hølið er so lítið og intimt, at eg síggi hvørt eygnahár hjá leikarun- um flyta seg. Hvat skal so øll hendan rópan og trampan til. Vit sita jú ikki aftast í Sjónleikar- húsinum við bygningsfeili og tungum oyrum. Vit eru beint her. Men tíbetur linka rópini og trampini skjótt og falla í eina normala desibel- og richterlegu. Róligari og meira fíntfølandi mekanismur taka yvir. Eygnabrá og teskan, tá tað hóskar seg. Andlitsbrá og vanlig tala, tá tað hóskar seg, og stórar rørslur og rópan, tá tað skal til. Leikurin byrjar at harmonera og dregur teg inn og nøkur hundrað ár aftur, til tá jørðin var fløt, og sjónleikur æt komedia á føroyskum. Grímutulkanin av Erasmus Mon- tanus rakar har hon skal. Flestu leikararnir passa sín leiklut sum fótur í hosu, og tað ikki heilt lætta málið flýtur fyri tað mesta út úr vælvandu tungunum í einum óforðaðum streymi. Komedian sleppur at liva sítt egna lív inni í einari sirkus- manegu sum nú og tá og partvís allatíðina fremur eina ytru ávirk- an á leikgongdina. Erasmus Montanus kann sum leikur kanska tykjast hava mist sín aktualitet, nú upplýsningstíðin er væl yvirstaðin, fólk ikki longur ivast í, hvørt jørðin er fløt ella ei og annars hava sunna skepsis yvirfyri dekni og allari yvirvøld. Men av ymsum orsøkum tykist føroyska fyrningarfreistin fyri hesari komediu at liggja langt frammi í framtíðini. Tann kom- iskt yvirlegni keypmannahavn- arastudenturin verður støðugt endurføddur í føroyskum líki ár eftir ár, og hinumegin lærdu gjónna stendur trúðarbundna for- noktanin av betrivitan sterk enn sum áður. Fyri tað kundi leikurin verið skrivaður í Havn anno 2003. Tey flestu kenna seg tískil helst raktan her ella har av Holberg og Johannessen, um tey velja at seta seg sjálvan út fyri hesum upp- lyftandi fragdi av einari komediu. Leikurin Erasmus Montanus eftir Ludvig Holberg hevði premieru á Meiarínum 18. oktober. Føroyskir sjónleikarar trampa Føroyskir sjónleikarar rópa og trampa illa Hans Tórgarð hvørki rópar ella trampar Ergo er hann ikki ein føroyskur sjónleikari Mynd: Alan Brockie C M Y K 19 18 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo SAMSUNG R210S einans 849 kr. Lítil og løtt frá Samsung wap, T9, spøl o.m.a. Allar hentleikar: Litskýggi 65000 litir, tjúkd: einans 17mm, 40 polyfoniskar ringitónar. SAMSUNG C100 einans 1.599 kr. SAMSUNG A800 einans 1.799 kr. Einans 68g. Voice-memo, tveir skýggjar polyfoniskar ringitónar Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum team85