Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Meðan streymslit var í nátt, var innbrot á Føroya Bjór í Havn. Innbrotstjóvarnir fóru ikki heilt tómhentir, tí teir fingu væl av øli við sær INNBROT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mikunáttina var innbrot á Føroya Bjór við Akranes- gøtu í Havn. Streymslit var um alt landið, og tað gjørdu innbrotstjóvarnir sær dælt av. Tjóvarnir høvdu gjørt sær stóran ómak at savna nógv grót saman til at bróta rútin frammanfyri sølubúð- ina, men tá streymurin fór, sluppu teir ótarnaðir at trýsta dyrnar upp. Alarmurin fór tá í gongd á Føroya Bjór, og Vaktar- garðurin var skjótur á stað- ið. Innbrotstjóvarnir tóku alt fyri eitt til beins, og tað eydnaðist ikki Vaktargarð- inum at fanga teir. Á Føroya Bjór siga tey, at innbrotstjóvarnir fóru ikki heilt tómhentir. Á lagurtelj- ingini í morgun vantaðu 35 fløskur av 1.25 ltr av veðr, 2 kassar av veðr og 5 kassar av gulli. Løgreglan tekur sær nú av málinum. Innbrot á Føroya Bjór Sum sæst á myndini, høvdu innbrotstjóvarnir gjørt sær stóran ómak at savna grót til innbrotið á Føroya Bjór. Tá streymurin fór, sluppu teir ótarnaðir trýsta dyrnar upp Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 201 • hósdagur • 23. oktober 2003 • 77. árg. Mazda3, sum bleiv frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í septemb- er, er av donskum motorjournalistum kosin til "Årets Bil i Danmark 2004". Bilurin kemur til Føroya síðst í árinum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo At Mazda3 bleiv ársins bilur í Danmark, kundi man vænta eftir at hava lisið, hvat fleiri danskir motor- journalistar skrivaðu um bilin, áðrenn hann bleiv kosin "Årets Bil i Danmark 2004". Bil Magasinet skriv- aði m.a. at kappingarneyt- arnir høvdu alla grund til at rysta í brókunum, tí Mazda3 var so væl gjørdur, og sportligu koyrieginleik- arnir vóru nakað heilt fyri seg. FDM blaðið Motor skrivaði, at tá teir søgdu, at Mazda3 var avloysarin fyri Mazda 323, var tað rætt, men so var eisini alt sagt, tí bilarnir høvdu so at siga einki við hvønn annan at gera. Teir mettu at Mazda3 var besti bilur í sínum klassa. Mazda3 er bygdur yvir ein nýggjan plattform, sum ein komandi Ford Focus og nýggi Volvo S40 eisini koma at nýta. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleik- um. Grundgevingarnar fyri at Mazda3 bleiv ársins bilur í Danmark eru fleiri, sum t.d. at hann hevur smart design, sera góðar koyrieginleikar og umfatandi trygdarút- gerð. Bilurin var rúmligur, og príslegan í Danmark hevði eisini stóran týdning. Samstarvið millum Mazda, Ford og Volvo sæst væl aftur í trygdarútgerðini. Allar útgávurnar hava 6 airbag sum standard og aktivar nakkapútur, sum stuðla høvdinum væl, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá, eins og karossa- ríið hevur nógva innbygda trygd. Tað er soleiðis, at Ford eigur persónbiladeild- ina hjá Volvo og umleið 35 prosent í Mazda. Mazda3 kemur sum hatchback við 5 hurðum og sum sedan við fýra hurð- um. Seinni kemur ein MPV við sjey sitiplássum, tað verður nokk ein Mazda4. Motorarnir vera í fyrstu atløgu 1,6 litur við 105 hk og 2,0 litur við 150 hk, báðir 4 syl. bensinmotorar. Nýggjastu Mazda3 og RX-8 verða saman við øðrum Mazda bilum á bila- framsýningini "Biler for alle" í Herning í døgunum frá 23. til 26. oktober. Frá Berg Motors í Havn verður sagt, at Mazda3 verða í Føroyum innan 14 dagar, og prísirnir byrja frá 176.000 krónum. Mazda3 »Årets Bil« í Danmark Mazda3 bleiv "Årets Bil i Danmark 2004". Bilurin verður sýndur á bilaframsýningini í Herning og kemur higar til lands innan 14 dagar Mazda RX-8 verður eisini sýndur í Herning. RX-8 er ein sportbilur við wankelmotori og 231 hk. Bilurin, ið er til fýra persónar, hevur ongan mittarstólpa millum síðuhurðarnar C M Y K 21 20