leygardagur 15. februar 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 15. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið
sg“ fl
2
Re Á
Fólkaflokkurin vil seta kílar í millum fakfeløgini:
Skeivt at serskatta
einstakar bólkar
At koma við einum uppskoti um serskatting av fiskimonnum, nú hann hevur
yvirtikid lónarmál og skal út i lønarsamrådingar vid alment lønt, er einki
minni enn ein krígsavbjóðing sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnað-
arfloksins í eini viðmerking til ætlanina hjá Anfinni Kallsberg at serskatta
fiskimenn.
Jan MULLER
Nu um dagarnar bodadi
Anfinn Kallsberg, figgjar
málaráðharri frå, at hann í
Olavsøkutingsetuni fer at
koma við einum uppskoti
um eina serkskatting av
okkara fiskimonnum, sum
ger, at teir skulu fåa tad
meira rúmsátt. Haraftrat
skal hann gera nakað fyri
teir fiskimenn, sum eru
rýmdir, til tess at teir skulu
koma heimaftur
Vit hava biðið undanfarna
fíggjarmálaráðharra og nú
formann javnadarfloksins,
Jóannes Eidesgaard um eina
viðmerking til hetta
-Eg má siga, at eg kenni
tankan aftur. Hetta var eitt
ávíst ynski, tá eg sat sum
fíggjarmálaráðharri, men
vit vístu tað frá okkum. Tí
vit meintu, at skattur sum
hugtak snýr seg um, at vit
øll eftir okkara fíggjarliga
førimuni gjalda til almenna
húsarhaldið, tvs. at allir
borgarar í landinum eru eins
fyri, og tað er bert tann
fíggjarliga styrkin hjá hver)
um einstøkum, sum ger av
hvussu nógv tú rindar
Hetta hevur verið høvuds
prinsippið gjøgnum allar
tíðir, og tað haldi eg, at ein
eigur at halda fast við
Jóannes Eidesgaard vísir
samtíðis á, at hevur ein hug
til at lætta um hjá okkara
BETONGI
SAGING:
Við mest framkomnu
útgerð saga vit... -
+ ALLAR SKURÐIR |
(dýpi 55 cm t.d
HURDA-/VINDEYGAOP |
oa
+ EISINI HOL upp
til 30 cm/diam, t.d
til rorleiðingar, ventila-
tion 0.a
tm TILBOÐ!
- bæði vani. húsaánarum
virkjum, byggi- og vvs-fyritokum
FØROYA "raúson
BETONG SAGING
Pos 67 - Gerðisvegur
Runavík
fiskimonnum, so kundi ein
gjørt tað aðrar vegir, eitt nú
við at givið frádráttir fyri
serstaka nýtslu í sambandi
við arbeiði, men nú brýtur
tað so við nýggja brutto
skattaprinsippið
Eitt annað slag av
bor,
Hann heldur tað í prin-
sippinum vera skeivt at gera
nakra serskatting fyri fiski-
menn, og hann ivast somu-
leiðis í, um fiskimenn sjálv-
ir eru áhugaðir í at fáa eina
serskatting, sum ger, at teir
gerast eitt annað stag av
borgarum
-Anfinn Kallsberg hevur
roynt hetta so oftani, hetta,
sum er við at gerast ein van-
ligur framferðarháttur hjá
fólkaflokkinum: at seta
kílar í millum samfelags-
bólkarnar. Tí haldi eg, at vit
skulu vera eitt sindur á
varðhaldi. Óli Jacobsen být-
ur sjálvandi á, tí hansara
fakfelag kann ikki annað
enn stuðla hasum uppskot-
inum, men hinvegin er hetta
eisini ein máti hjá Óla
Jacobsen at dylja yvir tað,
sum hann annars hevur for
sømt sum eina týðandi fak
felagsuppgåva, nevniliga
pensionina hjá fiskimonn
um, ið hann einki hevur
gjørt við. Ti er hetta hent
hjá Ola fyri at kunna fjala
út yvir sítt megnarloysi á ti
økinum
Jóannes Eidesgaard spyr
hvat arbeiðsmaðurin á kei
kantinum, sum tekur ímóti
fiskakassanum ella flaka
konan, sum er á fiskavirk
inum sigur til hetta!
Tey hava tað í løtun: ikki
serliga gott. Fyri tað fyrsta
er lítið arbeiði, og tey hava
rættiliga harðan skatt
Hvussu samskifta tey við
mannin, sum kemur oman
gjøgnum landgangin, og
sum koyrir undir eimi heilt
aðrari skattaskipan!
Formaðurin í javnaðar
flokkinum heldur hetta mál
ið vera eitt dómi um fólka
flokspolitikk, tå hann er
bestur, nevniliga hetta at
seta kílar í millum samfel
agsbólkar
Krígsavbjóðing
Annars haldi eg tað er
løgin takukkur hjá Anfinn
Kallsberg at koma við
slíkum uppskoti, nú hann
hevur yvirtikið lønarmål í
landsstýrinum. Nú hann
skal út í lønarsamrådingar
við alment lønt má hetta stig
sígast at:vera einki minni
enn ein krigsavbj6ding, áðr
enn samráðingarnar byrja
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at hetta er ikki nakað, sum
smakkar nøkrum fakfelag.
at man gevur åvisum fak
feløgum fyrimunir framum
onnur. Formaðurin í FA
hevur longu verið frammi
og hótt við adalverkfalli,
um slíkt sum hetta kemur í
gjøgnum
-Eg kann bert siga um
allar fakbólkar i Føroyum,
um tå so er lækni, blad
maður, lærari, arbeiðsmað-
ur, at tú kanst altíð finna
gras, ið er grønari onkra
aðrastaðni. Men vit hava
valt at búgva í Føroyum, og
tí mugu vit eisini liva undir
teimum umstødum, sum eru
galdandi her
Rýmdu tá tað leikaði
harðast á
Umframt umrøddu skipan
fyri fiskimenn í Føroyum
fyri at forða teimum í at fara
av landinum, so ætlar An-
finn Kallsberg eisini at gera
ein skipan fyri teir, sum eru
farnir til tess at fáa teir
heimaftur
Í hesum sambandi vísir
Jóannes Eidesgaard á, at tá
tað leikaði harðast á í Før-
oyum, vóru tað nøkur, sum
fóru av landinum, og sjálv
andi stóð tað teimum frítt
at fara. Men øll hini, sum
vórðu verandi eftir, tey tóku
stríðið upp, og tað eru tey,
sum nú við sveittabrotið
hava bast tí ringastu krepp
uni
Hesi verða so sanniliga
ikki premierað. Tað eru nú
hini, sum fóru, tá tað leikaði
harðast á og sum nú kunnu
koma aftur, tí tað sær betri
út, sum nú eftir hugsan
fólkafloksins skulu premi
erast
Jóannes Eidesgaard held
ur, at skal tað lættast um, so
má tað vera fyri allar lág
lønarbolkar og kanska fyri
øll hini eisini og ikki bert
við at taka nakrar bólkar
burtur úr sum serliga hóttar
Eg haldi tað er beinleiðis
ómoralskt
Javnaðartingmaðurin
sannar, at fiskimenn hava
gjørt vart við skattatrýstið
men vísir á, at tað gera allir
bólkar í samfelagnum
Tad er tó tað generalla
skattatrýstið. Sjálvur trúgvi
eg ikki, at fiskimenn eru
hugaðir fyri at fáa nakra
serviðgerð hvat skatti við
víkur. Tú kundi havt
kompenserað teir fyri klæð
ir, handskar, styvlar oa. við
frádráttum
Vónsvíkin av Anfinni
Kalsberg
Til teirra, sum siga, at
fiskimenn sleppa ikki at
gera brúk av øllum teimum
ágóðum, sum samfelagið
bjóðar, sigur Jóannes Eid-
esgaard, at tað eru tað so
nógv onnur, sum heldur ikki
gera brúk av
-Tann, sum situr úti í
Hattarvík, hvat ger hann
brúk av Norðurlandahús-
inum, kveldskúlaskeiðum,
musikkskúlum osfr
Eg trúði Anfinn Kallsberg
var ein tyngri drongur enn
hetta hann vartar upp við,
men tað er eyðsæð, at æt-
lanin er at bróta solidaritetin
hjá fakfeløgunum, áðrenn
ein fer út í lønarsamrådingar
av álvara sigur Jóannes Eid-
esgaard at enda í viðmerk-
ingini.
Jóannes Eidesgaard, ting-
maður: -Hetta er følka-
flokkinum líkt. Ætlanin er
amoralsk, og so er hon ein
krígsavbjóðing undan
lønarsamrådingunum
NYGGJUR FORD SCORPIO
ståsbilur vid nyggjum Scorpio 2,3 liturs motori og
størsta denti
å bestu
ORKA & TRYGD |
Við m.ø. ABS-bremsum, dup-
ultum airbag, elektroniskari
ant-spinn skipan, servo-
(PATS), nýggjum sela-
lási og selastrammarum, er
SCORPIO í allar fremstu rød,
tá ið hugsað verður um
trygdarútgerð.
hansara.
Í mun til tann gamla 2,0 liturs motorin,
umboðar tann nýggi 2,3 liturs 16V
DOHC motorurin framgongd á ollum
økjum. Við sínum 147 HK gevur tann
og betri acceleratión, men samstund-
is larmar hesin væl minni og er meira
fleksibul enn undangongu maðurin
sperru
PO: 7
á >
| væl
saman við tí nýggja
FORD SCORPIO 2,3.
Hesin hevur m.a.
leðurróður, hita í
setrum, el-rútar, el-
siduspeg vid hita.
Er ynski um ein við 4 hurðum ella ein stationcar,
ja, so kosta
hesir tað
sama
EINANS
<Z>P/F WENZEL
Akranesgøta 5 - Box 3043
Havn - Tlf. 13873
249.900,