týsdagur 18. februar 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið —-- il 3
Formadurin i Uttanlandsnevndini:
-Eg veit ikki, um nøkur kollveltandi broyting er i stóðuni hjá bretum i
marknaspurninginum, men bara tað, at teir nú eru farnir at brúka hugtakið
miðlinja, kann vónandi signalera eitt framstig. Tað havi eg skilt ikki hevur
verið teirra strategi fyrr. Ganga teir inn fyri prinsippinum í hesum hugtakin-
um, so verða teir eisini noyddir til at ganga inn fyri logikkinum í hesum sama
prinsippi sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Uttanlandsnevndini
Oli Samróð var við at
fundi i Uttanlandsnevnd
ini. Her tosar hann við ein
av limunum i nevndini
2
Nakrir av limunum í Ut
anlandsnevndini saman
við løgtingsstjøranum á
fundi í farnu viku
Jan MULLER
Jens Kr. VANG
Uttanlandsnevndin hjå løg
tinginum hevði fund í farnu
viku. Á skránni var kunn
ing. Helena Dam á Neysta-
bø sigur, at tey fingu nakrar
frágreiðingar um Schen
gensamstarvið. Støda skal
takast til, um hetta málið er
nakað, sum tú bara skal taka
til eftirtektar ella um spurn-
ingar skulu setast fram í
sambandi við hetta málið
Tað sær ikki út til, at málið
reisir teir stóru spurning-
arnar. Møguliga verða vid-
urskiftini fyri okkum tey
somu sum nú. Schengen-
samstarvið snýr seg um
passeftirlit. Ikki all ES-lond
eru við í hesi avtalu. Eitt nú
er Bretland ikki við, og tí
skulu vit framvegis vísa
pass har. Limirnir í Uttan
landsneyndini fara nú at
kunna seg við tilfarið
Landsstýrið hevur annars
boðað nevndini frá, at tað
arbeiðir við málinum um
viðskiftastovu í Bruxelles
Í tí sambandinum greiddi
Óli Samróð neyndini frå,
hverjum hann arbeiðir við
á síni viðskiftastovu
Bíðið Árna Olafsson
um viðmerking
Spurningurin um markið
millum Føroyar og Bretland
var ikki til viðgerðar sum
so, annað enn at neyndin
hevði biðið Arna Olafsson,
formann í samráðingar
neyndini um viðmerking til
grein í Sosialinum um, at
bretar nú góðtaka at tosa um
eina miðlinju sum mark
Tad var brestki orkumála
ráðharrin Lord Fraser, sum
í réðu til vinnulívsfólk,
gjørdi greitt, at nú má mið-
linja millum Føroyar og
Bretland fáast uppá pláss
Helena Dam á Neystabø
skilir støðuna soleiðis, at
her nýtist ikki at verða talan
um nakra kollveltandi vend
í stødutakanini hjá bretsku
stjórnini, tí ein kann eisini
seta málið upp soleiðis sum,
at orðið miðlinja er eitt vítt
hugtak. Nógv av tí, sum
hevur verið frammi frá bret-
skari síðu kann leggjast út
sum ein miðlinja. Tað er tí
ikki vist, at hetta ger so stórt
hol í sjógvin. Eisini tann
sannroynd, at bretski orku-
málaráðharrin hevur úttalað
seg til vinnuna fyrst og
fremst og ikki til politisku
skipanina, nýtist ikki at
tulkast sum annað enn tað
-Men bara tað at bretar
eru farnir at brúka hugtakið
miðlinja, kann vónandi
signalera eitt framstig. Tað
havi eg skilt ikki hevur
verið teirra strategi fyrr. Og
ganga teir inn fyri prin
sippinum í hesum hugtak-
inum, so verða teir eisini
noyddir til at fylgja logikk-
inum í tí prinsippinum
Vóni teir góðtaka at
tosa um miðlinju
Eg vóni annars, at bretar í
komandi samráðingum vilja
góðtaka miðlinjuprinsippið
Formaðurin í Uttanlands-
neyndini ætlar sær annars
íkki at gera stórvegis
viðmerkingar til samráðing
arnar, tí hetta er ikki upp
gávan hjá nevndini, nú tað
er litið eini nevnd at sam
ráðast
Hon vísir annars á stød-
una hjá einum samdum
løgtingi um, at miðlinja skal
vera mark. Í hesum sam-
bandi vísir formaðurin í
Uttanlandsneyndini á, at
bretar hava góðtikið eina
miðlinju við Noreg, so tað
skuldi verið lagamanni at
gjørt tað sama við Føroyar
Vit hava spurt 190 Í
Uttanlandsnevndini um utt-
anlandssiglingin, sum tað
hevur verið tosað og skrivað
so nógv um í eina tíð, ikki
er vorðið eitt mál fyri Uttan
landsnevndina, nú nógv
bendir á, at siglingin heilt
fer at hvørva!
-Hendir tad, so kundi ein
sjálvandi tíkið málið upp í
Uttanlandsnevndini.
Er tad ikki vid at
henda, og er tad ikki just
tin egni flokkur, sum hevur
ábyrgdina av tí í lands
stýrinum ?
-Tað er rætt, og vit royna
eisini alt vit kunnu at varð-
veita eitt samskifti við Bret-
land. Men eg skal viðganga,
at kanska sambandsflokk-
urin og fólkaflokkurin eru
ikki so lættir at fáa við uppá
tað, men tað er í hvussu er
okkara stavnhald, at tann
siglingin skal varðveitast.
Men kann ein ikki siga,
at tykkara flokkur tvertur
ímóti hevur staðið fremst í
avtøkuni av hesi sigling?
-Nú kundi Teistin ikki
blíva við at sigla
-Men kunnu tit ikki fáa
td. Smyril Line, sum ju
m.a. kann takka tí almenna
fyri, at tað er til í dag, og
sum tað almenna jú eigur
partapening í, til at átaka
sær hesa sigling?
-Tað haldi eg tit mugu
tosa við landsstýrismannin
um
-
| »DIM strømper«
fáast í tínum klædnahandli
” DA FÅ » 19591
GMDSS
(eftir nyggju skipanini)
Skeið nr. 110:
Endamål:
Innihald:
Próvtoka:*
Fyritreytir:
Skeiðið varar:
Prísur:
Skeiðbyrjan:
Generelt certifikat sum radio-
operatørur í GMDSS (GOC)
Endamálið við skeiðnum er at
útbúgva navigatørar til at reka
og hava ábyrgd av GMDSS-
radiostoðum.
Arbeiði við radiotelefonistoðum
við telexútgerð, Inmarsat-A,
Inmarsat-C, DSC (Digital-Sel-
Call), NAVTEX, EPIRB, SART,
avgreidslu og galdandi reglu-
gerðir og takstir, umframt >sea-
speak«-enskt.
Skeidid endar vid skrivligari og
munnligari próvtoku.
Ongar.
Skeiðið varar í 15 dagar (3 vik-
ur), harav 2 dagar eru til próv-
toku.
kr. 9.700,00. Próvtokugjald er
íroknað.
3. mars og 2. apríl.
FØROYA SJÓMANSSKÚLI
Postboks 104 - FR-110 Tórshavn
Telefon +298-11749 - Fax + 298-18122