mikudagur 19. februar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Marjun Dalsgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller | Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri: |
Krisjan Dahl | Blaðfólk:
Lýsingar og sela: | | Áki Bertholdsen,
Eiríkur Lindenskov,
Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Út ri, uppseting og prent:
Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
ialur 8 olivant.fo
Sjálvandi
i Føroyum
Oddagrein
UMSITINGIN á fiskivinnudeildini í Tinganesi
mælir í eini frágreiðing til at byggja eitt nýtt
vaktar- og bjargingarskip heldur enn at um-
væla Nólsoyar Páll lidnan.
GRUNDGEVINGIN fyri ikki at gera Nólsoyar
Páll lidnan er, at hann fer at kosta nógv —
helst einar 25 mill. kr. tilsamans — og harafturat
er franska skipið framvegis eitt gamalt skip.
SPURNINGURIN er so: hava vit ráð at lata
eitt nýtt skip smíða og skal tað gerast í Foroy-
um ella í útlondum? Harafturat er spurningur-
in: skal skipið vera so háttað, at tað skal kunna
átaka sær allar uppgávur, tá tað snýr seg um
at bjarga og sleipa.
EITT skip verður ikki smíðað eftir einum degi,
og tað ber til longu í ár at seta ein part av
kostnaðinum á eina eykafíggjarlóg — t.d. pen-
ing til tekningar og aðrar fyrirekingar — og
síðani at seta av eina ávísa peninganøgd á
komandi figgjarlógum.
SJÁLVANDI skal eitt nýtt vaktar- og bjarging-
arskip byggjast í Føroyum. (Vit minnast atfinn-
ingarnar móti Tjaldrinum, vánaligt handverk,
so tað forsló!) Tórshavnar Skipasmiðja hevur
prógvað, at hon er kappingarfor við útlendsk-
ar skipasmiðjur, bæði tá hugsað verður um
prísir og dygd.
UM prísmunurin ikki er heilt stórur, so loysir
tað seg at byggja í Føroyum. Tú hevur arbeiði
í landinum. Eini 40 prosent av lønunum verða
goldnar beinleiðis í skatti, ein partur fer til
meirvirðisgjald og restin fer í umfar í Føroyum.
HARAFTURAT fáa vit hildið framleiðslugegn
við líka. Vit fáa kanska ment tey toknifroðiliga
og annars hildið handverk og aðra ekspertisu
ígongd. Tí er tað alt, sum talar fyri, at eitt nýtt
vaktar- og bjargingarskip verður smíðað í For-
oyum.
MEN nú er ikki at loypa framav, eins og gjørt
varð, tá Nólsoyar Páll varð keyptur. Latið okk-
um fyrireika hetta mál væl, og kanska leiga
eitt skip, meðan arbeitt verður. Harafturat eig-
ur henda ætlan kanska at vera við í eini størri
ætlan at endurnýggja strandfaraflotan — ella
ein part av honum — eftir ávísum áramáli. Og
strandfaraflotin eigur eisini at verða smíðaður
her á landi.
Sosialurin
Latið ikki fólkafloksmenn
sleppa at skalta og valta
við blokkinum
At tað hevur fingið álvars-
ligar avleiðingar fyri alt
samfelagið, at javnaðar-
flokkurin tók seg úr sam-
gonguni, var altíð væntandi,
men gjørd gerð fær onga
vend, tí nú mugu vit og
flokkur okkara standa á
síðulinjuni og hyggja at,
hvussu veruligur borgarlig-
ur politikkur verður framd-
ur, men vit kunnu ikki frå-
leggja okkum ábyrgdina av
ti, sum fer fram. Vit góvu
fólkaflokkinum hesar møg-
uleikar. Teir, sum hann ong-
antíð fyrr heyði fingið, teir
hava eisini sjálvir í sjón-
varpssamrødu sagt frå, at
teir. sjálvt um teir íki so
fegnir vilja verða í sam-
vinnu við sambandsflokkin,
so fáa teir framt fleiri av
teirra áhugamálum við hes-
ari samgonguni, nakað, sum
teir ikki kundu framt saman
við tjóðveldis- og javnaðar-
flokkinum. Parkeringin av
skuld hjá teimum sokallaðu
fríu — fyritaksmonnunum
uppá 120 milliónir bar væl
til, meðan tað ikki ber til at
beta um fiskaprisin hjá okk-
ara fiskimonnum ella
hvussu við okkara pension-
istum. Halda tit, at tey hava
nokk at liva fyri, fyri bert at
nevna nakað, sum er aktu-
elt. tað ber væl til at fremja
borgarligan politikk við
stuðli frá Verkamannafylk-
ingini í samgongu, og sjálv-
stýrisflokkurin er kendur
fyri at passa allar skógvar
Hvussu flokkarnir fara at
roynast fær ein fyrst at vita,
tá uppskotið hjá landsstyr-
ismanninum í fíggjarmálum
kemur fram, har hann til
samráðingarnar við danir
vil hava málið um blokk-
stuðulin á borðið. Fólka-
flokkurin vil hava blokkin
útgoldnan í einum, hvat so
skal henda aftaná, at teir
hava brúkt blokkin, tað tos-
ar eingin um
Tað er greitt, at um hetta
bara verður nevnt yvir fyri
donsku stjórnini so er veru-
ligur vandi á ferð, og sjálvt
um løgmaður sigur, at hetta
fer ikki at henda undir sam-
bandsleiðslu í Tinganesi, so
eru longu ringvirkningarnir
av boðskapi Annfinn Kalls-
berg longu farnir at gera seg
galdandi í donsku pressuni
Um løgmaður veruliga ætl-
ar at steðga hesum, so eigur
hann at gera tað her og nú,
áðrenn tað hevur gjørt meira
skaða enn tað longu hevur
gjørt
Tað at løgmaður sigur, at
tað ikki verður framt, með-
an sambandsflokkurin hev-
ur leiðsluna, tað er bara ikki
nokk harra løgmaður, tí orð
løgmans eru bert orð og ikki
annað. Tað skal meira til
enn tað, tað er ikki trygg-
leiki nokk fyri, at blokkurin
verður kapitaliseraður, bara
málið kemur við á skránna,
so hevur borðið fangað, og
kemur tað so langt, at fólka-
flokkurin leggur málið fyri
løgtingid, so verður tað ein
spurningur um, hvussu løg-
tingsmenn atkvøda. Har
verður eisini ein spurningur,
um løgmaður tá hevur allan
sambandsflokkin aftan fyri
seg. Eg í vist stórliga um tað
Tað er øllum greitt at hendir
tað, at blokkurin verður
kapitaliseraður soleiðis sum
fólkaflokkurin hevur ætlan-
ir um, og at málið kemur
fyri løgtingið til stødutakan,
so vita øll, at tað eru flokkar
á løgtingi, sum vilja taka
undir við hesum út frá teirra
tjóðskaparligu stóðu, tað
tjóðskaparliga gongur fram
um teir búskaparligu avleið-
ingar, sum hetta vil fáa fyri
samfelagið.
Samvinnan við Danmark
og tann rikisrættarliga stød-
an sum vit hava, er fyri meg
meira enn krónur og oyru,
men tað slepst ikki uttan
um, at tað tilskotið, sum vit
fáa, er ein tryggleiki, sum
ikki kunna verða fyrtuttan
Um blokkurin verður kap-
italiseradur og brúktur, hvat
er so at gera, tá ið lands-
kassin manglar pengar! Tað
verður meiri tollur og meiri
skattur og harvið størri frá-
flyting av teimum ungu,
sum skulu halda fram her á
landi. Blokkurin er trygg-
leiki fyri teimum veitingum,
sum eru til gomul og sjúk,
eisini her hava vit ikki sjålv-
ir megnað at fylgja upp so-
leiðis. sum tað skuldi, og
tað verður ikki betri, tá út
við einari milliard kemur at
mangla í landsbúskapinum.
Vit hava íkki megnað at
givið okkara gomlu og
veiku eitt sømuligt livs-
kveld, tí tey við øllum av-
gjøldum, sum eru komin
igjøgnum árini, er stødid
undir teirra veitingum
fjarða burtur. Tá blokkurin
er brúktur, tá verður svang-
ligt í mongum heimi, ti
stødan í dag er tann, at veit-
ingarnar til tey, sum borið
hava til samfelagið, eru alt
ov lítlar, um vit samanmeta
teirra gjald við tað, sum nú
verður goldið. Nú tað borg-
arliga stýrið setir ein stjóran
fyri og annan eftir, og tað
er ikki lítil løn teimum verð-
ur latin, ein månadarløn
uppá 43 túsund ella meira,
og tað er umleið tað sama
sum eini fólkapensiónshjún
skula liva fyri um árið
Hvussu roknar landsstýrið
prístalsviðgerðina av pensi-
ónini. Tað må verða ein ser
ligur borgarligur roknihått
ur. »Men sjålvandi, tad er
munur å Kong Salamon og
Jørgen Hattemaker«
- Skildmadur min H. B
Danbjørg hevur eina sera
áhugaverða grein í Dimma-
lætting nr. 28 síðu 7 >Polit-
ikkur fyrr og nú< og eg má
geva honum rætt, tøgnin
meðan alt htta fer fram, er
sera vandamikil, men so
verður spurningurin, um
løgmadur verður so av-
gjørdur, tá á stendur, um til-
tøkini hjá fólkaflokkinum
koma á skránna. Ólukkan er
longu hend. Danska pressan
hevur fingið fatur í, hvat
ætlanin er, og teir hava ikki
fingið at vitað, hvat løg-
maður ætlar, verður blokk-
urin við á skránni við
donsku stjórnina. Tá er lín-
an runnin og ikki venst aft-
ur. Hetta er eitt álvarsmál,
sum Javnaðarflokkurin eig-
ur at síga sína greiðu stóðu
til, og tað má gerast her og
nú, og tað má gerast sjålvt
um vit sita í andstøðu, ti
málið er so álvarsamt at
samríkisflokkarnir á løg-
tingi eiga at spæla út í ein-
um positivum samarbeiði, tí
vandin er tann, har ein
skriðan er lopin er onnur
væntandi
Sverre Midjord
Fundur um hvalaveiðu
í Norðuratlantshavi
|. mars í ár skipar fiski-
rannsóknardeild Lærda Há-
skúla Íslands saman við
Norðursamgonguni fyri
áhugaverdum fundi um
framtíðar = hvalaveiðu í
Norðuratlantshavi. Við úr
Føroyum verða John Peter-
sen, landsstýrismaður, og
Kjartan Hoydal. Hjåløgd er
skráin fyri fundin - á ensk-
um - men upplýst er, at
fundurin, sum verður hildin
á enskum, verður týddur til
íslendskt. Fyrilestrarhaldar-
arnir og luttakararnir í kjak-
inum koma úr so at siga
øllum heraðshornum, og
teir hava allir gjørt vart við
seg í hvalaveiðuspurningin-
um.
Grindamannafelagið eig-
ur ein neyndarsess í Norð-
ursamgonguni, High North
Alliance. Hinir í neyndini
koma úr Grønlandi, Íslandi
og Noregi. Norðursam-
gongan heldur til í Reine í
Lofoten, og føroyingar hava
ofta fingið stuðul frå henni
í grindaspurninginum sigur
Grindamannafelagið i
skrivi