hósdagur 20. februar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Abyrgdarbladstjøri: | Blaðstjórnarfulltrúi:
| Jan Múller | Randi Jacobsen
| Fyritaksstjóri: |
Krisjan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen,
Internet: http:/'www.cybernet dk/faroe-news
Marjun Dalsgaard
Eiríkur Lindenskov,
| Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang |
Argja
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Nn
Hví vekja bjørnina, tá
ið hon svevur so væl?
Oddagrein
TÝSDAGIN hevði løgtingid fyrstu viðgerð av uppskot-
inum um at seta eina stjórnmálaneynd. Orðaskiftið var
fyri ein part kent, ti vit hava áður hoyrt tingmenn og
flokkar siga sína hugsan í hesum máli, meðan ein annar
partur var sera áhugaverður. Tað var tann partunn, Sum
snúði seg um flokkar, sum innanhýsis vóru komnir í
klemmu av síni egnu ideologi og samgonguskjalinum.
SAMBANDSFLOKKURIN vildi sum vera man, at einki
skuldi henda, meðan tjóðveldisflokkurin segði, at hann
ikki kundi taka undir við uppskotinum, tí tað var ikki nóg
vittgongt
JÚ. eitt var, sum var sera áhugavert við hesi veriðgerð
og tað var, at elsti sjálvstýrisflokkurin á tingi, sjålvstyr-
isflokkurin als ikki var umboðaður i tingsalinum og ti-
ansheldur í viðgerðini. Hetta er sjálvstýrisflokkurin anno
1997
MEN fólkaflokkurin segði, at hóast teir í prinsippinum
tóku undir við málinum, so kundu teir einki gera, tí teir
vóru fjøtradir av samgonguskjalinum
MEN sum framsogumaður javnaðarfloksins segði, so
hevur hetta uppskot kveikt lív aftur í málið, sum avdúkar,
at tað er neyðugt hjá okkum føroyingum at taka stoðuna
í viðurskiftunum millum Feroyar og Danmark upp til
nýggja viðgerð, hvat úrslitið so enn gerst
JAVNADARFLOKKURIN hevur við hesum uppskoti enn
einaferð víst, at tíðin ikki stendur í stað, og tí mugu
vidurskiftini endurskoðast í takt við tíðina. Eisini hevur
flokkurin við itøkiligum dømum víst á, at ov nógv viður-
skifti eru ógreið í okkara samvinnu við Danmark
ÁHUGAVERT var at hoyra Svend Age Ellefsen, sum
heyði tikið sætið á tingi henda dagin. Hann segði seg
fult út skilja sínar partamenn, at teir einki fingu gjørt við
henda spurning, hósat hann lá frammalaga í teirra
stevnu. Hann skilti væl, at ein flokkur, sum eftir so Stutta
tíð hevði fingið so nógv fólkafloksmál igjøgnum í sam-
gonguni, og sum hevði so nógv onnur fólkafloksmál
enn at fremja, helt ein lágan profil í spurninginum um
setan av einari stjórnmálaneyvnd
„MAN eigur at vurdera, hvat loysir seg best fyri fólka-
flokkin <
SÍÐAN nevndi hann nøkur fólkafloksmál, sum enn
skuldu nåast. Serskattaskipan fyri fiskimenn, tiltøk fyri
vinnuna 0.s.fr
MEN tað. sum stóð eftir hansara sera beinraknu rødu
var. at fólkaflokkurin hevði onga grund til at spæla
hasard við sjålvstyrisspurningum, tá ið utlitini fyri reinum
fólkaflokspolitikki vóru so góð, sum tey í veruleikanum
eru í dag. Tað er eingin í landsstýrinum, sum órógvar
teir í teirra politikki, sum m.a. eisini inniber:
— AT ílegtustuðulin skal halda fram, og enntá skulu tey
skip, sum ikki longur fáa henda stuðul, takast inn aftur
í skipanina
— AT blokkstuðulin skal kapitaliserast
— AT lenirnar skulu setast niður
EINS og tá nýggju klæðini hjá keisaranum vórðu av-
dúkað, so avdúkaði Svend Áge sera beinrakið ætlan-
irnar hjá fólkaflokkinum. Lat sjálvstýrisspurningin hvíla,
tí tað er eingin grund til at vekja bjørnina, nú umstød-
urnar til reinan fólkaflokspolitikk í bæði figgjar- og fiski-
vinnumálum eru so góðar, sum tær ongantíð fyrr hava
verið
SJÁLVSTÝRISSPURNINGIN kann altíð vendast aftur
til
ÓLI Breckmann og aðrir fólkafloksmenn hava uttan va
krympað tær, tí Svend Áge var líka við at purra sam-
bandsflokkin út. Men gakk, teir lótust ikki um vón, og tá
var sjálvur legmaður enntá staddur í tingsalinum.
HASIR vita hvat teir vilja, og tað sær út til, at eingin
hevur hug at forða teimum
Sosialurin
Viðmerking:
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant.fo &]
Utgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 |
Sjálvandi elvir eitt uppskot
um skattligar sersømdir fyri
fiskimenn ul orðaskifti
Men tað er forargiligt, tá ið
ein fioksleidari er óserigsur
í síni viðgerð.
Sannleikin er, at Jóannes
Eidesgaard hevur verið fyri
lagaligari skatting av sjó-
monnum
Á einum fundi viðumboð
fyri føroyskar fiskimenn
uttanlands, FFU., segði
táverandi landsstýrismað-
urin, at landsstýrið heyði
ongar ætlanir um eina ser-
skattaskipan fyri fiskimenn
uttanlands. M.a. tí at málið
reisti nógvar prinsipellar
politiskar spurningar um
skatting, ið ikki vóru búnir
at taka upp
Hinvegin so skilt hann
væl fiskimenn uttanlands,
og helt, at tað upp á longri
sikt kundi verið skilagott
við eini frádráttarskipan
Men hon skuldi umfata
allar fiskimenn, soleiðis at
frådråtturin var størstur fyri
teir, sum vóru við útlendsk-
um skipum, næstur fyri teir,
sum eru við langfaraskip-
um, og lægstur fyri teir, sum
eru undir Føroyum. Soleiðis
sum støda landskassans var,
segði landsstýrismaðurin,
so fór ein slík skipan helst
ikki at koma í bræðið
Hverjar taktiskar ætlanir
Anfinnur Kallsberg hevur
við sínum uppskoti, lata vit
politikararnar um. Men tað
er forargiligt, at ein floks-
leiðari bert setur kikaran á
ta helvtina av trupulleikan
um, sum passar honum: jú,
tað er rætt, at verða fiski-
menn skattaðir vid t.d. 35%,
so kennist tað órímuligt hjá
grannakonuni, sum arbeiðir
á flakavirki og verður 50%-
skattað. (>Sama skatt av
somu løn«)
Hin síðan er hendan, tá
ið vit tosa um fiskimenn
uttanlands: Tá ið tú gert júst
tað sama til nyttu, sum
norski fiskimadurin undir
liðini á tær, so er tað óhuga-
ligt, at fáa 50% útgoldin, tá
ið tú veitst, at hin fær 75%
(>Somu løn/somu urtøku
fyri sama arbeidi«)
Tað ber ikki til hjá einum
politikara at lata eyguni aft-
ur fyri hesum seinna, tí hetta
er ein veruleiki, sum stendst
av einum opnum arbeiðs
marknaði. Tvey prinsipp
standa sostatt yvir av
hverjum ødrum, ið bæði
hava sín rætt. Uppgávan hjá
politikarunum er at fyri-
halda seg til tey og grund-
geva fyri síni stødutakan
At enda: Fólk royna at
húsast sum frægast. Um
fólk eru rýmd av landinum,
ella eru vorðin verandi, hev-
ur sjáldan nakað við patriot-
ismu at gera, sum Jóannes
Eidesgaard leggur upp til
Summi eru stavnsbundin, tí
tey klára tað akkurát við
stríð og strev og avtalum,
og onnur hava valt at verða
verandi, tí tey knappliga
fingu eitt gott starv, ið
bjargaði teimum húsini
At býta fólk upp í patriot
ar og ikki patriotar, or at
skapa bólkar, sum ikki eru
til. Og tað er ein seriøs
grugging av málinum
Eitt gott og sakligt orða-
skifti hevði harafturímóti
verið kærkomið.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
Opið bræv til Kristjan Magnussen
Ein åheitan um C limir
sjúkrakassans.
Síggi í fjølmiðlunum, at
tygum ætla at leggja nýggja
sjúkrakassalóg fyri tingið í
næstum
Um eg havi skilt tað rætt,
so ætla tygum at avtaka
møguleikan at vera C-limur
í sjúkrakassanum
Tað hevði verið í ordan,
um so var, at man í staðin
kundi velja als ikki at verða
í nøkrum sjúkrakassa
Men soleiðis ætla tygum
tað ikki, um eg havi skilt
tað rætt. so skulu vit verða
tvungin antin at vera Á ella
B-limir
Hetta er tað eg so harðliga
vil mótmæla, at tygum
fremja í verki
Grundgevingarnar til
mína stóðu eru hesar
Ég eri familjumaður við
konu og fýra børnum og
egið hús, tvey av børnunum
eru 16 ár og eldri, men
ganga í skúla, tað vil siga at
eg skal gjalda fyri fýra
sjúkrakassalimir
Sjálvt um eg havi eina
rímuliga góða løn, so gong-
ur ógvuliga striltið at fáa
endarnar at røkka saman, og
til tidir røkka teir als ikki
saman
Tianverri havi eg verid
noyddur at melda okkum øll
fyra ur sum A-limir, men
hóast tað so noyðist eg sum
tvungin C-limur at gjalda
2400 krónur um árið til
sjúkrakassan uttan at hava
rætt til tað allarminsta frá
sjúkrakassanum
Eftir tygara ætlan so skal
eg framyvir verða tvungin
til at gjalda, ikki 2400 kr
men 6200 kr. um árið
Kristjan góði, eg havi rætt
og slætt íkki ráð til hasa
meirútreiðsluna sum tygum
eru á veg til at tvinga uppá
meg
Nei. betur var, um tygum
hjálpu okkum at sleppa heilt
undan C-limagjaldinum og
Øllum teimum, sum á ymiskan hátt mintust
meg á 80 ára degnum, veiti eg mína hjart-
ans tøkk.
harvið onga trygging til
okkum, sum eru so illa fyri
Tað átti at veri okkara rættur
at kunna valt sjålvi
Sjálvandi hevði tað verið
best. um sjúkrakassin bleiv
goldin av tí, sum vit gjalda
í skatti. Men har siga tyg-
um, at tað fer at kosta sam
anlagt 70 mill. kr, og tað
vænta tygum ikki at fáa pol-
itiskan uppbakning til
Til tað havi eg hesa við
merking: tað verður í hesum
døgum tosað so nógv um
skattalætta og fíggjarmála-
ráðharrin lovar lætta ímóti
lønarafturhaldni, tí skjóti eg
upp, at tygum fara inn á
gólvið hjá Annfinni Kalls-
berg og heita á hann at hann
skal lova tær fyrstu 70 mill-
ionirnar í lætta vefða lætnar
á tann hátt, at sjúkrakassin
verður goldin yvir fíggjar
lógina uttan meirkostnað
fyri borgarnar
I øllum ført mega tygum
ikki leggja meira á okkum
við at tvinga okkum at vera
A ella B-limir
Tað at:tit bert kunnu
hækka aldursmarkið frá 16
til 18 ár fyri at gerast limir,
og ikki 20 ár, sum er aldurin
á teim allarflestu føroying-
um, sum verða lidnir í skúl-
unum í dag sigur mær, at
lógarbroytingarnar = verða
gjørdar fyri sjúkrakassan
sjálvan og ikki fyri borgarn-
ar
Til seinast: Er tað ikki í
stríð við grundlógina at
tvinga fólk at gjalda nógvar
pengar til nakað, sum tey
sambært lóg als onki fáa
afturfyri
Best dámdi mær, um eg
kundi skrivað mítt kristna
navn undir hettar brævið,
men tá eg skammist av at
verða ein av tímum, sum
tit”skyra ósolidariskan, vil
eg bert kalla meg
fåtækan
»”lte
|
}
|
|
|
|
i
|
|
| GREIÐA ALLAN FLUTN
|
Á
l Tlf. 12222
AFARI
Í på 7
;& ØLL PAPPIR }
BSR eee,