hósdagur 20. februar 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 20. FEBRUAR 1997
Eli Smith
tíðindablaðið +70
valdi at gera
meiri við at tekna
Eli Smith hevur seinastu
tíðina havt framsýning við
blyantstekningum í Lista-
skålanum i Havn. Framsyn-
irígin heldur fram hesa vik-
una og endar sunnudagin
A framsýningini eru ikki
færri enn 500 tekningar,
sum allar eru gjørdar sein-
astu trý árini
Fyri tímum árum sið
ani fór eg at gera meiri við
at tekna, og eitt tað fyrsta
eg teknaði vóru børnini,
sum svóvu. Tá liggja tey so
still, at tú kanst sita uppi
yvir teimum og gera tær
Rulla
ómak við at fáa tekningini,
greiður Eli Smith frá
Seinni fór Eli eisini út í
náttúruna at tekna, og fleiri
av teimum tekningunum eru
við á framsýningini eisini
Hóast hann onkuntíð hev-
ur roynt at mála, hevur Eli
seinastu trý árini hildið seg
til tekningarnar
Eg havi arbeitt nógv við
at læra meg at tekna, so eg
kann hava eitt gott grund-
arlag, tå eg fari yvir til at
mála og at arbeiða við lit-
um. Aðrenn eg fór undir at
tekna gjørdi eg eitt sindur
av at mála, men eg feldi, at
eg ikki hevði neyðuga
grundarlagið til tað, og tí fór
eg aftur til at tekna
Avmarka seg
Eli var á Olavsøkuframsyn-
ingini í 1995 við nøkrum av
sínum tekningum, og tá sá
millum annað Bárður Ják-
upsson tekningarnar
Hann eggjaði mær til at
gera meiri við at tekna, og
tað havi eg gjørt, sigur Eli
Smith
Mær dámar væl at ar-
beiða við oljukriti, eg havi
eisini gingið til grafik í
vetur, og havi annars fleiri
hugskot um hvat eg kann
fara í holt við, men tað ræð-
ur um at avmarka seg
Framsýningin hjá Eli
Smith er opin gerandisdagar
frá kl. 14.00 til 17.00 og í
vikuskiftinum frá 14.00 til
18.00. Sunnudagin er sein-
asti møguleiki at vitja fram-
sýningina
ek
Nýggjur
filmur við
Olsen-
Fyrireikingar verða nú gjórdar til
tann 14. Olsen-bandafilmin
Í vikuskiftinum kom
fram, at Olsen-bandin aft-
ur er farin at leggja ætlan-
ir.
Teir tríggir Ove Sprog-
ge, Morten Grundwald og
Poul Bundgaard eru til
reiðar at fara undir ein
nýggjan film við Olsen-
bandanum.
Erik Balling, sum stóð
fyri øllum teimum 13 Ol-
sen-bandafilmunum, sum
higartil eru gjørdir, er
sjálvur við í arbeiðnum at
fyrireika nýggja filmin,
og hann hevur fleiri hug-
skot um hvussu filmurin
skal gerast. Arbeitt verður
nú við at gera eina full-
figgjada søgu.
— Vit hava nógv hug-
skot, og vit kjakast diig-
liga um tey. Vit eru til
reidar at leggja alla orku
f filmin og vit hava heldur
ikki so lítið at liva upp
til, sigur Erik Balling.
— Vit hava ikki bundið
okkum til nakað enn, men
vit arbeiða miðvíst fyri at
tað skal gerast til nakað,
sigur hann.
Og teir tríggir høvuds-
persónarnir í Olsen-band-
anum eru eisini til reiðar
at fara í holt við ein 14.
film.
— Tað er einki annað,
sum eg heldur vildi brúkt
mína tíð til, enn at gera
nýggjan film við Olsen-
bandanum. Kemur Erik
Balling við einum góð-
um hugskoti og vit fram-
vegis eru á lívi, fara vit í
gongd, sigur Morten
Grundwald, og vissar
um, at hinir báðir í band-
anum eisini eru við uppá
tað.
Og í Nordisk Film eru
tey til reiðar at fíggja
nýggja filmin.
-Nit vilja heldur enn
gjarna seta pengar av til
filmin. Vit hava hugsað
um at gera hendan filmin
í longri tíð og gera tað
framvegis, sigur Lars
Kolvig, sum er produsari
og stjóri fyri Filmsdeild-
ini hjá Nordisk Film.
Teir tríggir límirnir í
harkaliðnum hjá Olsen
eru komnir væl upp í
árini,og eru ávíkavist 77,
74 og 62 ára gamlir.
Men teir hava fram-
vegis heilsu og hug at
gera ein nýggjan Olsen-
bandafilm, og so er
spurningurin um teir
finna eina nóg góða
»plan«.
ek
Flugv beinleidis til og ur Norra å påskum
Atlantic Airways gevur tær nu møguleikan at halda påskir i Norra.
Ella kanska skyldfólk og vinir tínir i Norra hava hug at koma heim
at rulla påskaregg i Føroyum. Vilt tú vita meira um túrin, so ring til
eina av ferdaskrivstovunum kring landið
Ferðaætlan:
Sunnudag 23. mars
úr Føroyum
koma til Bergen
úr Bergen...
koma til Føroyar...
Månadag 31. mars
ur Føroyum .
. 17.30
19.30
…… 20.30
. 20.30
17.30
19.30
titt påskaregg i Norra!
Kostnaður:
Fram/aftur Ein veg
1.170,-
1.170,-
234,-
koma til Bergen j
úr Bergen eier 20.30
koma til Feroyar......... kl. 20.30
tíðirnar eru lokalar
Ungdómur
12-25 år... 2.800,- 1.870.- |
prísirnir eru uttan ferdaavgjøld
Ferðirnar eru treytaðar av nóg stórari undirtøku.
7. mars verður endalig avgerð tíkin, um farið verður.
Ferðirnar kunnu bíleggjast á ollum ferðaskrivstovum kring landið.
S
Atlantic Airways