Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 20. FEBRUAR 1997 tidindabladid p — — —— Orðaskifti um nýggju fólkaskúlalógina Amme |—|—————————— —|—————|—————|—|—|—————— Viðmerkingar til kjakið um nýggja folkaskulalog Tað sum ofa eyðkennir kjakið um skúlan er konser vatisma Alt skal helst vera, sum tá ið vit vóru ung; men hugsa vit okkum um, mega vit koma til ta sann føring, at:tað ber als ikki til at hugsa so. Samfelagið broytist alla tíðina, og sjálv sagt má skúlin fylgja við Onkur vil vera við, at hendan broytingin, sum nú kemur, einans skal laga seg eftir teimum sparingum, sum landsstýrið fremur í løtuni; men eg velji heldur at halda, at landsstýri og løgting eru so mikið at sær komin, at tey vita, at skúlin er ikki ein útreiðsla, men heldur ein skilagóð iløga, og tí verður hendan broyt ingin gjørd soleiðis, at hon á skilabesta hátt kann tæna okkara ungdómi Vit kunnu so spyrja, hvar ið neyðugt er at broyta og styrkja verandi lóg Sjálv havi eg verið lærari í føroyskum í fólkaskúlan um í 25 ár, og eg má siga, at her er neyðugt at styrkja um og broyta Móðurmálsundirvísingin er, sum leiðbeinandi lesiætl anin sigur tað, beinleiðis fortreyt fyri kunnleika menning og menning í øll um lærugreinum skúlans Vit eru øll vitandi um, at okkara »litla« móðurmál hevur neyvan verið fyri stórri ávirkan uttanífrá enn júst nú, og somuleiðis vita vit, at foreldur, ið hava nóv um at vera, og ovfyltir ans ingarstovnar hava alt ov lítla tíð at taka sær av børn- unum og geva teimum tann målsliga førleika, sum skal til, skulu tey læra at lesa Børnini eru sera orðafá- tøk og hugtaksfåtøk, tá ið tey koma í skúla nú á døg- um. Sum lærari undrast tú og harmast um støduna; men hetta er veruleiki, og hetta noyðast vit at gera nakað við, tí vit vita, at onga aðra staðni í verðini uttan í Føroyum kunna føroysk børn læra móðurmál sitt, - hetta móðurmáli, sum er treytin fyri teirra samleika og kunnleikamenning í øll um ødrum lærugreinum Latum okkum hyggja eft ir, hvsusu stórt tímatal grannalond okkara og vit seta av til móðurmálsund irvísingina tey fyrstu try skúlaárini LA 2fn. an Danmark 8-10t. 8- 9t7-10t Sveríki K-1It B-10L 9-11 Finnland 7- 8t 7158-71 Førovar 6- 7t 6- It 6t Vit síggja, at Danmark og Svøriki hava nærura dupult so nógvar tímar sum vit,og tó vísa royndir, sum eru gjørdar, at lesiførleikin hjá teimum ikki er nøktandi Men hetta verdur sjålvandi tíkið í størsta álvara hjá teimum, og tí fer móður málsundirvísingin í hesum londum at verða munandi styrkt Eitt annað, sum hevur sera stóran tydning fyri móðurmálið, er, at tað fær náðir at festa seg og búnast óávirkað av ødrum málum tey fyrstu trý skúlaárini Hesi árini skulu vit gera børnunum ta kjølfestu, sum byggjast skal á víðari í lív inum Royndir úti í heimi hava víst, at tað er óheppið at byrja vid fremmandum mál ið áðrenn móðurmálið hev- ur fest seg, men royndirnar vísa eisini, at tað er nógv lættari at lær fremmand mál, tá ið tú fyrst hevur lagt góðar lunnar undir egið mál Hesum veruleika handla onnur lond eftir, og ti fara tey ikki undir at læra børn ini fremmand mál fyrr enn í 4. flokki Hví skulu vit so ikki læra av teirra royndum og gera tað sama sum tey? Um vit skulu hava ein fólkaskúla, sum ikki stendur aftan fyri teir bestu í granna- londum okkara, sum Olaus Jespersen heldur í grein síni um hetta sama evnið, so noyðast vit í hvussu so er at lúka hesar treytir I. Vit skulu hava dupult so nógvar tímar um vikuna í føroyskum fyrstu 3 skúla árini 2. Vit skulu bíða við fremmandamáli, til børnini koma í 4. flokk Aftrat hesum fari eg at mæla politikarum okkara til at økja um vikutimatalid hjá børnunum frá 4. flokki og uppeftir, so pláss verður fyri, at tey fáa lært meiri av føroyskum og fremmanda málini danskt og enskt væl og virðiliga Olaus Jespersen biður í grein síni um >konkreta< vitan um orsøkirnar fyri at flyta danskt upp í 4.flokk Omanfyri havi eg nevnt nakað av itøkiligari vitan, sum talar fyri hesum; men annars er lætt at koma við málsigum dømum úr ger andisdegnum í skúlanum, sum tala fyri tí sama. Lat meg taka nøkur dømi frå einum øki, har vit føroying ar skuldu kent okkum so toliliga heima, eg hugsi um fisk, fugl, kríatúr og tøting I dag hevur fiskur hvørki roðslu, skræðu, táknur ella stert, nei, hann hevur fingið skinn, gellir og hala. Fuglur hevur ikki nev og vel long ur, hann hevur fingið munn og hala. Fuglur verpur ikki longur, nei, hann leggur egg. Ærnar lemba ikki lomb, tær leggja ungar Kýrnar kálva ikki kálvar, nei, tær eru sanniliga farnar at føda ungar. Fara vit so til ullina, so fara føroyskar gentur ikki út vid stokkum longur, tær fara við bindi- toyi; tær binda íkki við stokkum, sum fyrr, men við pinnum, og tað sum tær binda, eitur ikki grovt ella fínt tógv longur, men tjúkt ella klænt garn ella band Tær binda heldur ikki um- før, men rundir, og sanniliga draga tær heldur ikki ut i nålina longur, men koyra nálina í bandið Eg kundi hildið áfram nógv longur við nógvum líknandi dómum úr dagliga arbeiði mínum, men lat meg ikki meða lesaran. - Jú, t verri, so fátæksligt er máli hjá nógvum børnum, tá ið tey koma í skúla. Hetta er veruleiki, og tað er sera tor- ført at geva teimum nóg gott stødufesti í móðurmálinum við einans 6 tímum um vik- una og 24 næmingum í flokkinum Olaus Jespersen endar grein sína við at spyrja, uverja barlast vit kunna geva framtíðarmenniskjan um við sær sum førning inn í næstu eld. Svarið er so sjálvsagt - vit skulu styrkja um móðurmálið, tí so styrkja vit samleikan hjá hvørjum einstøkum, so øll hava góðan gróðrarbotn og kunnu taka ímóti teimum avbjóðingum, sum koma Allarseinast í grein síni siterar Olaus Jespersen úr yrking eftir Hedin Brú, fyri at undirstrika sína meining um at varðveita danskt í 3 flokki og byrja viðenskum í 5. flokki. Men her mistek- ur OJ seg rættiliga, tí er tað nakað, Heðin Brú meinar við, tá ið hann yrkir um at kunna ungdómin um fornan arv og geva honum trygt at standa á, so er tað just før- oyskt mál og føroyska mentan Hevdi Heðin Brú livad, hevði OJ helst fingið tátt. Hervør Jákupsson Styttri og betri telefontænastu RANDI JACOBSEN Landsumsitingin ætlar nú at stytta um telefontíðina i Tinganesie f stadin fyri at telefonin sum nú verður tíkin klokkan átta, skal landsstýrið ikki enn klokkan svara fyrr niggju Marjun Hanusardóttir, løgmansstjøri, heldur ikki hesa ætlan vera eitt aftursug ítærastuni hjá landsstýri num. Heldur tvérturímóti Fleiri hava ynskt hesa broyting, tí tað er mangan er trupult at hitta starvsfólk í Tinganesi so tíðliga um GROLGURÁR Hetta hevur ið sær, at fólk noyðast at ringja meira enn eina ferð fyri at fáa orð á rætta viðkomandi Tað kemur av, at starvs- fólkini í Tinganesi hava flekstid, og fleiri teirra meta íkki fyrr enn klokkan níggju. Tað fer tí at lætta um hjá øllum, at telefonin ikki svarar, fyrr enn øll eru komin til arbeiðis, heldur Marjun - Upp á tann mátan verður tænastan betri, um enn tele- fontíðin verður stytt ein tíma, sigur Marjun Um landsstyrið sjálvt góðtekur at broyta telefon- tíðina, skal hon lýsast væl og virðiliga, áðrenn hon verður sett í verk Foroya Sparikassi Sekt verður eftir edv-fólki m/k til EDV-deild spari kassans at byrja umleið 1. mars 1997 Starvið Starvið umfatar * viðlíkahald av netskipanum og teld um sparikassans * forritan á PC * luttóku í dagliga arbeiðinum á EDV-deildini Útbúgving Umsøkjarin skal hava útbúgving sum edv-teknikari ella tilsvarandi útbúgving og royndir við forritan og skjalfestan av skipan. Stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur góð samstarvsevni Løn Lønin verdur at åseta sambært såttmåla Nærri upplysingar um starvid kunnu fåast vid at ringja Føroya Sparikasa 14800 Skrivlig umsókn saman vid ljósprenu av progvi/um og viðmæli/um verður at senda til Føroya Sparikassa. postboks 34, 110 Tórshavn, att.: Starv sfólka- og út- búgvingardeildin, í seinasta lagi 20. februar 1997 FØROYA SPARIKASSI Sverrisgøta 3 Postboks 34 FR-110 Tórshavn DONORKORT Barna- og ungdómstelefonin hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar mánadag frá kl. 16—18. Tlf. 10645.