Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 = 21. FEBRUAR 1997 Nú skal gongd koma á oljuleitingina: Bretland leggur nú av álvara til brots á Atlantsmótinum -vil skunda undir oljuleiting og framleiðslu í teigum, sum longu eru útbjóðaðir. Lord Fraser, orkumálaráðharri vil gera bretskt øki til tað mest áhugaverda hjá oljufelógum at arbeiða í Regin Hammer, Aberdeen Herfyri helt bretski orku málaráðharrin. Lord Fraser of Carmyllie, eina áhuga verda réðu um framtíðar ætlanir Bretlands á orkuøk inum Sosialurin hevur fingið hendur á hesari réðu um framt einum pressuskrivi frá bretska Handils- og lån aðarmálaráðnum, ið um rødur somu ætlanir og sum blaðið hevur endurgivið áð ur. Hvat viðvíkur bretska oljupolitikkinum segði Lord Fraser m.a.: >Bretska skip anin til útbjóðan og menn ing av oljuleiðum er millum tær bestu í heiminum, og nýtt tiltak skal tryggja, at góðu úrslitini hjá ídnaði okkara halda fram væl inn í 21. øld« Eitt av høvudsendamål unum við hesum nýggja til- taki er at skunda undir olju- leiting og framleiðslu í teimum útbjóðaðu blokkun- um og soleiðis fáa ein styttri „blokk cyklus«, t.v.s. stytta um tíðina, ið gongur frá tí at eitt ski er útbjóðað, til framleiðsla er á tí M.a. verður sagt, at á sama hátt sum bretar kunn- gjørdu umførini 15, 16 og 17 tidliga til tess at geva oljufeløgunum góða tid til at umhugsa og planleggja stretegiir sinar, so fara um- førini í framtidini at verða kunngjørd í góðari tíð Talan er um at hava út- bjóðingarumfar á hverjum ár tey næstu 3-4 árini. Eis- ini nam Lord Fraser við møguleikan at loyva »opn- um< boðum, har oljufeløg- ini kunnu bjóða uppá øll øki í bretska sektorinum. Hetta hevur verið ynski hjá nógv- Lord Fraser, orkumála rådharri, sum hevur eina ætlan fyri oljuleiting og framleiðslu á eitt nú At lantsmótinum langt inn í næstu øld um oljuteløgum Fyrr í ár kom táverandi orkumálaráðharrin, Tim Eggar, við reglugerð, sum frátók oljufeløgum útvinn ingarrættindini á øllum sk) um, har ikki hevði verið borað í 6 ár. 115 blokkar vóru funnir ikki at hava verið boraðir á í yvir 6 ár Virksemi er nú tilrættalagt á 72 av teimum, íroknað 23 keldum Millum hesar 23 keldur er risa oljukeldan Clair, sum liggur millum Føroyar og Hetland. Hon varð funnin seinast í 70'unum, men hevur BP, sum fann hesa oljukeldu, ikki arbeitt víð- ari vid at útvinna olju úr hesi keldu síðani tá. Or- søkin skal hava verið, at olj- an úr hesum felti er av lág- ari góðsku og tøknifrødiliga ring at fáa upp úr undir- grundini. Síðani Tim Egg- ar, orkumálaráðharri, boð- aði frá reglugerðini, hevur BP nú kortini boðað frá, at tíðindablaðið at teir eru farnir undir at búgva til framleiðslu av hesum felti Eisini kom Lord Fraser í rødu síni inn á mn álið um „Hvítu Zonuna< millum I groyar og Hetland. (Hetta hevur verið umrøtt í blað num áður, men skal verða trivið í aftur her, tí hetta eru so áhugaverð uttalilst) Fýdningarmikið var segði hann, at fáa eina loysn á marknaósemjuni skjótast til ber. Av tí at semja er ikki um. hvar miðlinjan millum Bretland og Føroyar liggur so verður tann Hvíta Zonan helst ikki íroknað í teimum omanfyri nevndu útbjóð ingarumførum, segði orku málaráðharrin Vitandi hvussu stórur á hugi er fyri júst hesum oki. legði Lord Fraser dent á at Handils- og Idnadarmåla ráðið fór at hava útbjóðing ina av hesum eki sum fyrsta prioriet, tá ið ein seja um miðlinju er komin í lag við Feroyar Áhugavert er at Lord Fraser, tá hann umreddi marknatrætuna Føroya og Bretlands millum, nýtti orð- ingina >... tá ein semja um miðlinju er komin í lag við Føroyar«. Hetta kundi bent á at bretar hava vikið frá teirra upprunaliga kravi, sum var grundað á stranda- longd Tað sær út sum strateg!- in hjá føroysku samráðing- arnevndini: at vera tolin og ikki leypa framav, hevur verið ein rett kós at taka Hetta er ivaleyst eisini gjørt væl vitandi, at trýstið frá oljufeløgum á samráð- ingarnevndina hjá bretsku stjórnini at fáa loyst træt- una, er nógv sterri, enn trýstið á føroysku-donsku samráðingarneyndina. „Ii Mels Finsensgøtu Øl ráðgeving til privatkundan í Tórshavn verður savnað á einum stað - í bygningi bankans í Niels Finsensgotu. Hetta ger, at vit kunnu verta tær eima dvegari tænastu og betri ráðgeving. tí all vitanin á økinum kann arbeiða saman Kassaavgreiðslan í Husagøtu er flutt Nú eru vanligu avgreiðslurnar í Tórshavn hesar: Í Niels Finsensgøtu. í SMS. og i Hornabø. Privatkundin fær sin egna bygning Avercidslan í Húsagstu er longu flutt oman í Niels Finsensgøtu. Og 10. mars Mytir privatlånsdeildin eisini oman. soleiðis at alt verður á einum stað (4 FØROYA BANKI