fríggjadagur 21. februar 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 36 — 21. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið > Út
Frá leiting til framleiðslu vestan fyri Hetland:
Sama gongd kann endur-
taka seg vid Føroyar
Áhugavert er at eygleiða gongdina í ókjunum, sum liggja bretsku megin Hei-
landsrennuna, av tí at gongdin á hesum økjum ivaleyst fer at verða lík henni
á føroyskum øki, um so er at olja á vinnuligum stødi verður funnin á Før-
oyaleiðini skrivar Regin Hammer úr Aberdeen. Hann fer í næstu viku saman
við altjóða oljupressuni at umboda Sosialin, tá vitjað verður umborð á
Petrojarl Foinaven, skamt frá føroyska markinum.
Regin Hammer,
Aberdeen
Foinaven
Tað tók 20 ár og yvir 100
boringar, áðrenn tað fyrsta
veruliga vinnuliga oljufelt-
ið — nevniliga Foinaven
varð funnið í 1992. Foina-
ven er nevnt eftir fjallinum
í Sutherland — ein av norð-
astu pørtunum av Skotlandi
Oljufeltið Foinaven strekk-
ir seg yvir tveir blokkar,
nevniliga 204/19 og 204/
24a. Hesir blokkar liggja
um 190 kilometrar beint
vestan fyri Hetland á dýpi
millum 400 og 600 metrum
Sjálvt feltið Foinaven
verður mett at hava yvir 200
mió. tunnur av olju. Haraft-
urat koma smærri lagdir í
økinum rundan um — so
nevndir satelittbrunnar
Stóra oljufelagið BP
stendur sum operatørur av
hesum felti og eigur 60%
av framleiðslu licensinum í
hesum felti. Hinum 40%
stendur Shell UK fyri
FPSO
Av ti at dýpið er so nógv, er
nógv, er Ogjørligt atnýta ein
framleiðslupall, ið stendur
á botninum, sum vit kenna
teir frá Norðsjónum. Tí hev-
ur BP valt eina loysn í sam-
bandi við oljuframleidsl-
una, sum nýur eina FPSO
skipan. FPSO stendur fyri
Floating Production, Stor-
age and Offloading, og
merkir hetta, at tað er ein
flótandi framleiðslu,
goymslu og uppskipingar
skipan
Ein FPSO skipan er ikki
tað sama sum eitt boriskip
Í roynd og veru kunnu
FPSO sum oftast als ikki
bora, men bert framleiða
Øll boringin er gjørd av
flótandi >semisubmersible=
ella jack-up pallum, áðrenn
ein FPSO kemur inn í
myndina. Eisini eru fram-
leiðslueindir og rérleiðingar
lagdar niður á havbotnin,
áðrenn nøkur framleiðsla
kann byrja
Petrojarl Foinaven
FPSO skipið, sum kemur at
framleiða úr Foinaven, ett
ur >Petrojarl Foinaven«. Fe
lagið, sum eigur og kemur
at reka, eitur Golar-Nor
»Petrojar! Foinaven< er
ikki ein fullkomin nýbygn
ingur, men í veruleikanum
ein umbygging av finska
skipinum Anadyr, sum varð
bygt í 1989. Skrokkurin er
vorðin longdur nógv, um-
framt at framleidslurør og
onnur serbygd tól ganga
niður gjøgnum skipið
Nú ið skipið er umbygd
klárar tað at framleiða um-
leið 95.000 tunnur av olju
um dagin og at spræna um-
leið 165.000 tunnur av vatni
niður í kelduna. Skipið ligg-
ur fast við 10 akkerum, so
møguleiki skuldi verið hjá
>Petrojarl Foinaven< at lig-
ið úti á feltinum í øllum
veðri
Oljan, sum >Petrojarl
Foinaven« framleiðir, verð-
ur pumpað frá sjálvum
tramleiðsluskipinum — og
yvir í eitt tangaskip, ið ligg-
ur bundið at tí. Hesin hátt
urin verður nevndur »Off
shore Loading<. Tá hetta
tangaskipið er fult, fer tað
avstað við oljuni, og eitt
annað tangaskip kemur í
staðin. Tvey tangaskip
koma at sigla millum For-
naven feltið og oljutermi-
nalin í Flotta, í Orkney, hag-
ar tað mesta av oljuni frá
Foinaven verður send
Framleiðsluskipið hevur tó
eisini eina last, ið tekur
310.000 tunnur av olju
Trupulleikar
Framleiðsla av Foinaven
feltinum skuldi byrja fyrst í
1996, men tekniskir trupul-
leikar hava forðað hesari
byrjan. Serliga hava trupul-
leikar staðist av frameiðslu-
eindunum á havbotninum
Nú tykist tað tó at gongd
er komin á, og at klárt er at
fara undir at framleiða. Frá
BP frættist, at fyrsta oljan
Regin Hammer gongur á Robert Gordon University í
Aberdeen men brúkar friløturnar til m.a. at skriva fyri
Sostalin. Í næstu viku fer hann sum fyrsti føroyingur
umborð á stóra oljuskipið Petrojarl Foinaven - bert ein
mánað, áðrenn skipið tekur móti fyrstu Atlantsoljuni.
ej meira um hesa stóru hending og avbjóðing í næstu
VIKU.
sprænir í seinast í mars.
Hetta merkir, at fyrsta oljan
frá økinum vestan fyri Het-
land fer at koma á markn-
aðin skjótt. Sosialurin er
bjóðaður út á framleiðslu-
skipið >Petrojarl Foinaven<
at síggja seinastu fyrireik-
ingarnar verða gjørdar
Áhugavert er at eygleiða
gongdina vid økjunum, sum
liggja bretsku megin Het-
landsrennuna, av tí at
gongdin å hesum økjum
ivaleyst fer at verða lík
henni å føroyskum øki, um
so er at olja å vinnuligum
stødi verdur funnin å før-
oyskum øki
Skamt frå føroyska fiskimarkinum:
Fyrsta oljan å
Atlantsmotinum
veruleiki i mars
Um ein góðan mánað verður eitt heilt nýtt kapittul
skrivað í oljusøguni. Tá verður farið undir fyrstu
framleiðsluna nakrantid á Atlantsmótinum te. økid millum
Hetland og Fóroyar. Talan er um Foinaven oljukelduna,
sum liggur skamt frå fóroyska fiskimarkinum
Jan MULLER
Teir hava leitað - skotið og
borgað - í umleið 25 ár. Seis-
miskar kanningar og olju-
boringar fyri milliardir og
aftur milliardir av krónum
eru gjørdar á økinum vestan
fyri Hetland við tí endamáli
at fara undir framleiðslu av
olju í hesum nýggja økin-
um. Um eina mánað ella so
fer nakað at síggjast eftir
hetta stríð og tær stóru fløg-
urnar. Tá verður neyniliga
skrúvað frá krananum á ti
sera framkomna oljuútbún
aðinum, sum er settur upp
á havbotninum stutt frá Het-
landsrennuni
Gjøgnum sergjørdar leid-
ingar fer oljan upp i Petro-
jarl Foinaven, sum fer at
liggja yvir stóru Foinaven
oljukelduni alt árið. Um-
borð á hesum stóra skipi-
num, sum bæði tekur sær
av framleiðslu, goymslu og
avskiping, fara umleið 50
mans at tryggja, at oljan
kemur væl ul heldar og
endar umborð á serútgjerd-
um tangaskipum, sum flyta
hana víðari til oljutermi-
nalin Flotta á Orknoygg)j-
um
bar »yge vid gassloga
Oljukeldan Foinaven var
funnin av royndarboripall-
inum „Ocean Alliance”,
einum av mest framkomnu
boripallunum í heiminum,
fyri skjótt fimm árum síðani
ella rættari í oktober mánaði
1992
Tað var helst ikki ætlanin,
at hetta kollveltandi fundið
skuldi koma fram ti! al-
menningin so skjótt, sum
tað gjørdi, men vakin eygu
umborð á Teistanum, sum
sigldi framvið boripallinum
ein góðveðursdag stutt eftir,
avdúkaðu loynidómar BPs,
og kveiktu harvið nýtt lív í
vónirnar hjá m.a. føroying-
um at:vera við í eini kom-
andi oljuleiting
Manningin á Teistanum
trúði ikki sínum egnu
eygum, tá teir av brúnni
sóðu, at oljupallurin brendi
gass av. Mundi skipid vera
í Norðsjónum var tað onkur
sum spurdi, tí slíkur gass-
logi varð ikki sæddur fyrr á
hesum leiðum - so nær Før-
oyum
Stutt eftir hetta sá stóra
bretska oljufelagið BP seg
noytt til at almannakunu
gera fundið, soleiðis vóru í
hvussu er søgurnar tá. Jú BP
og Shell høvdu funnið eina
rættiliga stóra oljukeldu, og
feløgini mettu, at grundar-
lag var fyri at fara undir
lønandi framleiðslu
Serstakar umstødur
Sidani hevur tad gingid slag
i slag. Talan er um at
arbeida å rættiliga djupum
vatni, har vedurvidurskiftini
eru ógvuslig, bæði hvat við-
víkur aldu, streymi og vindi
Nú boðar BP so frá, at
fyrsta oljan kemur upp síðst
í mars. Hetta er umleið eitt
ár seinni enn ætlað. Kortini
er talan um mettíð. Vanliga
ganga upp til 7 og oftani enn
fleiri ár frá tí, at tú finnur
eina keldu, til framleiðsla
kann byrja
Tær serstøku umstødu-
rnar mitt úti í Atlantshavi
hava so eisini kravt ómeta-
liga nógv av tí tøkniliga
økinum. Her er nevniliga
talan um eina heilt nýggja
og kollveltandi djúpvatns
teknologi, sum byggir á
royndirnar hjá feløgunum í
Meksikanska flógvanum
Nú eru vit „very close“
sigur pressutalsmaðurin hjá
BP, Jamie Jardine við
Sosialin. Hann sigur, at teir
vilja vera 100% klárir, áðr-
enn teir byrja at taka olju
upp. Allur útbúnaðurin á
botninum skal vera trýst-
royndur, tættur og í allar
mátar í lagi, áðrenn skrúvað
verður frá
Hjá BP, sum er operatørur
á feltinum, eru teir sera
spentir um hesa fyrstu fram-
leiðsluna vestan fyri Het-
land, nú tað eru gingin so
nógv ár við leiting og aftur
leiting.
Tað eru heldur ikki smá-
vegis av pundum, sum eru
farin til hesa verkætlanina.
Alt í alt hevur hon kostað
góðar 5 milliardir krónur.
Umframt útbúnaðin á
havbotninum so er sokall-
aða FPSO- skipið (Floating
Production Storrage and
Offloading) sjálvt hjartað í
øllum hesum projektinum
Umborð eru í løtuni 75
mans, men har verða einir
50 mans umborð, tá fram-
leiðslan er komin í eina
trygga og javna legu
Skipið avloysir sum so
teir stóru og sera kostnað-
armiklu framleiðslupallar-
nar, sum vit kenna frá Norð-
sjónum. At tað kann flytast
eftir tørvi og at rakasturin
av ti er nógvar ferðir minni
enn av einum framleiðslu-
palli ger, at eitt slíkt projekt,
sum hevur aðrar kostnaðir
at dragast við orsakað av tí
djúpa vatninum, kortini
verður lønandi.
Stóran týdning fyri
áhugan fyri føroyska
økinum
Tað er einki at síga til, at
mong eygu í oljuheiminum
er vend móti Foinaven í
hesum døgum. Tí tað bjart-
skygni, sum er til møgu-
leikarnar at finna olju og
gass á øllum Atlantsmót-
inum og harvið eisini Før-
oyum, byggir nettup á eitt
fund sum Foinaven. Bert
fáar fjórðingar frá Foinaven
kelduni eru fleiri av heims-
ins størstu oljufeløgum við
at rigga ta næstu olju-
framleiðlandi kelduna vest-
an fyri Hetland til, Schie-
hallion. Henda verkætlanin
er mett at kostar einar 10
milliardir krónur, og eftir
ætlanini verður fyrsta fram-
leiðslan haðani í 1998.