Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 21. FEBRUAR 1997 tíðindablaðið >" hit 19 | Orðaskifti um nýggju fólkaskúlalógina Hvat er ósakligt, Olaus? Føroyskt, danskt, enskt Góði Olaus Jespersen! Kanska er tad ikki rætt av mær at svara einum slíkum skrivi, men eg haldi meg noyðast at skriva nøkur orð Fyrst mugu tit orsaka meg, um tit halda, at eg havi verið ósakligur! Sjálvur haldi eg meg ikki vera 6- sakligan, kanska eri eg eitt sindur bersøgin Hvat er >sakligt<? Tað var vorðið sum ummæli at fáa frá einum av landsins ovastu skúlamonnum: Fyrst í stórari yvirskrift: >Eyðun á Borg avlagar kjakið við „ósakligheit<, síðan >— ein sum ætlar at verða tíkin í álvara, má hava sett seg inn í tað, hann úttalar seg um, so hann ikki byggir sína stødutakan á gitingar og 6- sakligheit«, og harafturat okkurt um: >persónligt brigsl, at stinga sker og privata politiska stødutak- an« Hatta var ikki småvegis! Hasar — skuldsetingarnar hava i hvussu so er einki vid skriv mitt til minnilutan i Rådleggingarnevndini at gera Ein vanligur fólkaskúla- lærari má hava loyvi til at gera viðmerkingar til tað, sum fólkini á Landsskúla- fyrisitingini hava skrivað!? Telefonsamrødur (polit- ikkur) Ikki havi eg neynt politikk við einum orði í skrivi mín- um. At tú so kanst fáa teg til at fara í blødini við eini annars hampiligari og fólk- aligari teicfonsamtalu mill- um okkum báðar, ja, tað kann so neyvan kallast sak ligt. Eg veit ikki, hvar hasir báðir hugsjónarfelagar tínir standa politiskt. Um tú so hugsjónarliga ert vilstur burtur av haga, manst tú vita best sjálvur, men eg eri so ikki farin í blødini við nøkr- um slíkum. Eg veit nú ikki rættiliga, um tú gjørdi stóðu tína so greiða í telefonini. Kanska kundi eg skrivað nøkur orð- um okkurt, tú segði í telé- fonini, men eg haldi ikki, tað sømir seg. Seinastu orð tíni um hatta eru bæði løgin og ørkymlandi: >— hóast hetta fer Eyðun á Borg kort- ini í hesum somu grindum í blødini«. Handan setningin skilji eg als ikki. Hvi skal eg ikki kunna fara í blødini við nøkrum viðmerkingum, fyri tað um eg havi tosað í telefon við teg? Hví ert tú annars so altráður eftir at greiða frá, at tú í tínum starvi ert hevjadur yvir allan politikk? Ikki sett meg inn i málið? Er hatta sakligt? Tú vísir ikki aftur einum einasta orði í skrivi mínum, og kortini dittar tú tær til at nýta slíkt orðaval!? Sum eg skrivaði í við- merkingum mínum, so hevði eg í fjør ein 3. flokk við ongum dansktímum Tað var avgjørt gagnligt fyri flokkin. Aðrenn vit byrjaðu royndarárið, høvdu vit fund Lærarar, foreldur, stjóri, skålanevnd og sjálvandi umboð frá Landsskúlafyri sitingini (serkunnleikin) Umboðið frá Fyrisitingini gav okkum virðismiklar upplýsingar, sum gjørdu, at vit í okkara skúla als íkki vóru í iva um, at rætt var at fara undir hetta tiltak Annars havi eg eisini ranskað frágreiðingarnar rá teimum skúlunum, sum byrjaðu við donskum í 4 flokki. Kanningartilfarid fekk eg frá Landsskúlafyri- sitingini. Gott samband havi eg eisini havt við lærara í Kollafjarðar skúla, sum í fleiri ár og við góðum úsliti hevur skert danskundirvís- ingina í 3. flokki niður í 2 tímar Í ár havi eg 5 dansktímar í einum 3. flokki. Harum- framt havi eg verið lærari í føroyskum, donskum og enskum i umleið 20 år, so eg haldi meg vera lika væl inni í hasum málinum sum tú í tínum åstødiliga starvi á Fyrisitingini Fjøldin tekur undir við at byrja við donskum í 4. flokki „Hetta er ikki rætt«, sigur tú. Síðani kemur tú við eini meir enn løgnari >próv- førslu«. Tú skrivar: »Mær kunnugt (ljóðar ikki serliga sannførandi) vóru tað bert 4 lærarar, sum mæltu til at flyta danskt úr 3. upp í 4 flokk. Vit mugu tí rokna við, at allir hinir lærararnir í Før- oyum taka undir við, at danskt skal verða verandi í 3. fløkki«. Sig so tað! Lat meg byrja við at rætt- leiða teg. Lærararáð Argja Skúla samtykti á lærara- ráðsfundi at senda myndug- leikunum eina áheitan um at byrja við donskum í 4 flokki. Góð 80% av lærar- unum tóku undir við hesi áheitan. Helst er stødan nakað tann sama í flestu skúlum kring landið. Onkur dansklærari, avgjørt ikki allir, er eitt sindur ivasamur. Annars giti eg, at tit triggir í minnilutanum eru/voru dansklærarar?! Sosialurin spurdi 13 lær- arar úr ymsum skúlum kring oyggjarnar, hvat teir hildu um at byrja við donsk- um í 4. flokki. Bert 2 vóru beinleiðis ímóti, t.v.s. bert ul. 15% í tykkara parti. Foreldrini í minum 3 flokki tóku 100% undir við at bíða við donskum til 4 skúlaár. Í einum ødrum 3. flokki var stødan so at siga tann sama Av fólki, sum eg havi tos- að við, bæði í telefon og annars úti millum manna, taka so at síga undir við at byrja við donskum í 4 flokki o.s.fr., o.s.fr Speirekur tú ikki meiri- lutan í Ráðleggingarneynd- ini við hasi »provførsluni«? Minnilutaálitið?! Einastaðni sigur tú, at stød- an tín er greitt lýst í minni- lutaålitinum. Haraftrat sigur tú, at tå hevur gjølla grund- givid fyri tini stødutakan, og at tú torir at standa við hana. Heldur tú veruliga tað? Hatta minnilutaálitið er, orsaka, at eg sigi tað, so lítið sannførandi, at tå fert næst- an at ivast, um tað er skriv- að seinast i 20. eld. Eg skilji væl, at tå hevur lyndi til at leypa framav í bløðunum. Danskt ávirkar móður- málið! Sambært tær kunnu børn saktans hava 5 tansktimar longu í 3. flokki, uttan at tað skaðar teirra móðurmál Onkur annar hevur skrivað, at tað er einki hald í, at læru- greinirnar føroyskudanskt órógva hverja aðra. Tað er snøgt sagt ófatiligt, at skúlafólk skulu fáa seg til at seta slíkt á prent. Sjålv- andi órógvar og skaðar danskt móðurmálið. Sum dansklærari í 3. flokki í ár og annars føroysk- og dansklærari í mong ár havi eg lagt til merkis, at tað næstan altíð er føroyskt, sum verður órógvað av donskum, bæði munnliga og skrivliga. Og ikki er ann- að at vænta í einum landi sum okkara, har vit hava so ómetaliga nógv danskt, bæði innan og uttan skúla- gátt. Man tað nytta nakað at koma við itøkiligum døm- um? Neyvan. Men lat meg royna kortini. Hvi siga okk- ara skålabørn td. »passa gott uppå« og ikki »ansa væl eftir«, og hví siga tey »drilla« og »dykka« og ikki »arga« og »kava«? Ogvu- liga sjåldan siga/skriva tey td. »hann argar« i dansk- tímunum. Summi eru nú eisini farin >at skilja av- fall«, men danskt hevur ongantíð skyldina. Ég meini tað! Seinni í greinini sigur tú, at »vit skulu stremba eftir at hava ein fólkaskúla, sum ikki stendur aftan fyri teir bestu í grannalondum okk- ara. Sjálvur haldi eg besta prógvið fyri hesum vera, at vit læra danskt frá 3 flokki«. Hasin seinasti setn- ingurin gevur onga mein- int, men eg skal gita, hvat tú meinar, so verður við- merking mín bert: >Ótrú- ligt!< »Fakligheit« og enskt »Fakligheitin« í skúlanum eigur at styrkjast, sigur tú, og tí eiga vit at byrja við enskum í 5. flokki. Eg veit ikki rættiliga, um eg skilji orðið »fakligheit«, men sum ensklærari heldi eg støduna í enskum vera á so mikið góðari leið, at vit undir øllum umstødum fyrst mugu menna móðurmálið Vit kunnu so koma aftur til enskt, tá spurningurin um féroyskudanskt er komin upp á pláss. Hver lærugrein skal annars skerjast, um vit flyta enskt niður í 5. flokk? Danir og enskt „Danir byrja við enskum i 4. 'flokki (2 tímar), meðan vit framvegis skulu byrja við enskum í 6. flokki<, sig- ur tú. Hvussu fært tú teg til at halda fram við at saman- bera enskt í Føroyum við enskt i Danmark? Eg má endurtaka: »Enskt er 1. frémmandamál í Danmark, meðan vit hava danskt líka frá 3. flokki við at kalla sama tímatali, sum móður- málið hevur«. Harnæst sigur tú: > Tað er heilt óneyðugt hjá dønum at gera royndir, viðvíkjandi nær byrjast skal við fremm- andamåli. Vit hava roynd- irhar og prógvini fyri, at børn saktans kunnu læra fremmandamál heilt frá 1 flokki«!? Nú er ringt at fylgja við. Danir hava nevniliga gjørt kanningar viðvíkjandi fremmandamálum. Niður- stødan av kanningini »Tid- ligere = engelskundervis- ning< (DLH 1992) sigur: >Tað loysir seg ikki at byrja við fremmandamáli niðan fyri 5. flokk, tí lesiførleikin eigur at fáa frið at mennast á móðurmálinum, uttan at aðrir tekstir við geðrvísi orðamyndum ørkymla«. Danskir myndugleikar hava tó valt at byrja spakuliga viðeinans 2 tímum í 4. flokki. Taðkunnu teir eisini loyva sær við sínum 1. fremmandamåli. Teir eru jú eisini limir í E. S. Eg visti í mínum við- merkingum á, at tað mátti verið óneyðugt við kanu- ingum viðvíkjandi føroysk- um og donskum. Føroyskt stendur ofta veikt saman- borið við danskt, tað sær næstan hvert mansbarn. Minnilutin í Ráðleggingar- nevndini biður tó um vis- indaliga kanning. Løgid, tå tad hjå dønum skuldi vera heilt óneyðugt við kanning- um. Og so hatta við kann- ingum og prógvum, sum vit sigast at hava viðvíkjandi I flokki!? Skilji hver, ið skilja kann! Onkur einstakur næming- ur hevði kanska so dånt megnað tað, men so av gjørt ikki fjøldin. Vit sakna eina sjålvstøduga, sakliga og grundgivna próvgrund! Brádliga samdir og tó ikki!? Meðan harðast leikar á, eru vit brádliga samdir!? Olaus heldur, at vit skulu lata børnini hava føroyskt og ikki danskt 3 tey fyrstu skúlaárini. Men nú meinar hann, at vit skulu lata børn- ini koma í ár fyrr í skúla (5-6 ára gomul) Hann heldur seg vita, (ikki so sannførandi) at norðmenn hava umhugsað at lækkað skúlaaldurin við einum ári. Teir hava nú meir enn umhugsað tað. Har eri eg annars púra Ó- samdur: Fyrst skulu vit lækka skúlaaldurin, síðan skulu vit hava forskúla, so børnini kunna byrja skúla- gongdina 4-5 ára gomul Haraftrat skulu tey smáu í frítíðarskúla seinnapartin, soleiðis at skúlin mestsum verður teirra heim. Sjálvt um tað er neyðugt hjá summum, so er hatta ein heldur ófæroysk leið at ganga. Men lat meg nú íkki avlaga kjakið Ítskilig vitan!? Móti endanum á greinini endurgevur tú tveir rithøv- undar. Spurt verður, um stødid er nóg høgt í teim ymsu skúlunum, og at vit eiga at tola at seta okkum slíkar spurningar og viðgera teir alment. Tað var júst tað, eg gjørði í mínum viðmerkingum. Eg vísti á, at vit duga ikki nóg væl føroyskt, hvørki leikur ella lærdur. Orsøkin er ikki, at føroyskt er so trupult at læra, sum onkur vil vera við. Nei, orsøkin er m.a., at vit fáa ikki lagt nóg gott stæði í fólkaskúlanum, ti móðurmálið fær ikki nóg góðar sømdir samanborið við onnur mál. Síðan biður «i um ítekil- iga vitan um orsakirnar fyri at flyta danskt í 4. flokk. Hasi 11-tølini frå Lands- skulafyrisitingini, sum visa, at vit duga nógv betur at skriva danskt og enskt enn føroyskt, mugu sigast at vera rættilga itøkilig og kunnu neyvan tulkast tykk- um til fyrimunar. At Svøriki t.d. hevur u.l. 10 móðurmálstímar trý tey fyrstu skúlaárini, meðan vit hava 6-7 tímar (danskt í 3. flokki), má eisini kallast ítakiligt og vísir týðuliga, at vit leggja ikki nóg stóran dent á móðurmálið So er tða kanningin, sum er gjørd í Føroyum. Hensar Ellingsgaard sigur, at næm- ingarnir, tá teir vóru komnir i 7. flokk, dugdu ikki verri í skrivligum donskum, enn teir, sum byrjaðu við donsk- um í 3. flokki. Tit siga, at næmingarnir dugdu ikki verri i donskum (at lesa??). Mínar keldur vilja vera við, at framstig vóru at hóma í føroyskum. Jú, ørkymlandi er, men tann itøkiliga og greida nidurstødan må vera, at danskt var ikki verri fyri, og ti er ikki neydugt vid hasum dansktimunum i 3 flokki. Um tå ikki leggur i at lurta eftir mær, so fari eg at bidja teg/tykkum um at lurta eftir meirilutanum í Ráð- leggingarnevndini og eftir skilamonnum sum t.d. Jeff- rei Henriksen og Jóhannes Enni í Føroyum og hinum í útløndum so vidagitna Mo- gens Jansen. Teir mæla allir til at byrja við donskum í 4. flokki, og teir duga væl at grundgeva sakliga. Tydningarmiklir spurn- ingar tagdir burtur?! Soleiðis skrivar tú, men í mínum hugaheimi er stóða móðurmálsins høvuds- spurningurin. Onnur vid- gera aðrar spurningar i fólkaskúlalógini, og tað er sanniliga eisini neyðugt. Annars fór Ráðleggingar- nevndin í tvíningar bert í málspurninginum, so hann man hava rættiliga stóran týdning kortini Trygt at standa á!? Lagið, at ti skalt enda vid hesum orðunum hjá Heðini Brú: >Gev honum (ung- dóminum) bert trygt at standa á og sláið so glugg- arnar frá<. Hatta er júst mítt høvuds- sjónarmið. Lat børnini fáa eitt trygt stødi í móðurmál- inum trý tey fyrstu skúla- árini, síðani kunnu vit taka fremmandamálini inn í skúlan. Á Borg 19.2.1997 Vinarliga Eyðun á Borg fe, da, en-lærari, Argir