leygardagur 22. februar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Mariun
Utbugvingar-
samstarv
Oddagrein
Í næstu viku spyrst nakað itøkiligt burtur úr ti
arbeiði. sum gjørt hevur verið á ALS og ersini hjá
felagnum Føroya Oljuídnað seimastu árini um at
knýta saman føroysku útbúgvingarskipanina við
undirvisingarstovnar í øðrum londum við atliti
til eina komandi frálandavinnu
TÁ koma umboð fyri tekniskar og hægri skúlar í
Stavanger at skriva undir avtalur um samstarv við
førovskar undirvísingarstovnar so sum Tekniska
Skúla. Maskinmeistaraskúlan, Sjómansskúlan fyri
bert at nevna nakrar. Ætlanin er eisini at knýta
samband millum undirvisingarstovnarnar á Fróð-
skaparsetrinum og hægri lærustovnar í Noreg!
TAÐ er bert at fegnast um, at slík stig verða tíkin,
tí kanska júst á åtbågvingarøkinum eiga vit longu
nú at leggja alla orku í at byggja nakað upp, tá
talan er um at framtíðar nýggja vinnu. Lærdómur
er lættur at bera verður sagt, og finna Vit onga
hu. tå hava vit kortini brúkt leitingartíðina til
nakað skilagott. Frálandavinna er neyniliga rætti
liga fjølbroytt. Eru kolvetni í undirgrundini og
tey verða útvunnin um eini 5-10 år, ja so eiga Vit
tá vælútbúgvin fólk, sum kunnu vera við til at
nenna hesa vinnu. Hetta at vit føroyingar sjálvir
vera við til at stýra og virka í hesi vinnu her herma
hjá okkum sjálvum hevur ómetaliga nógv at siga
TALAN er so eisini um eitt breitt virkisøki, har
brúk er fyri nógv ymiskum fakfólki. Higartil eru
vit mest von við at brúka danskar útbúgving-
arstovnar, og tað eiga vit sjálvandi eisini at halda
fram við, men tá talan er um hesa nýggju vinnuna,
so er greitt, at tað verður kanska meira nátúrligt at
brúka undirvísingarstovnar í Noregi og Bretlandi
VIT síggja longu nú, at eitt ávíst samstarv er við
at taka seg upp. Eitt beinleiðis úrslit av arbeiðinum
hjá Fróðskaparsetrinum var at fáa avtalur í lag
við lærda háskúlan i Aberdeen. Har eru fleiri
føroyingar, og einki er at ivast i, at henda gongdin
fer at halda fram. Men ynskiligt er, at vit fáa betri
sømdir at brúka bretsku undirvisingarstovnarnar,
og her er tí avgjørt neyðugt við eini avtalu við
EU. Hvat Noregi viðvíkur so síggja vit, at alt
fleiri føroyingar fara tann vegin at útbúgva seg
Higartil hevur tað verið innan landbúnað og fisk,
men nå er so frålandavinnan eisini komin vid
SAMSTARVAVTALURNAR, sum verða undir-
skrivaðar í næstu viku, eru eitt týðandi stig á leiðini
at útbúgva føroyingar til nýggju frålandavinnuna
og tá eisini til at byggja hesa vinnu upp við
føroyskari manning og stýring. Tað er greitt, at
eitt samstarv tvørtur um hav hevur eisini tað við
sær, at vit kunnu fáa góðar lærarakreftir henda
Þein at undirvísa. Vit ynskja bæði føroyingum
g norðmonnum góða eydnu við hesum nýggja
g vónandi gróðrarmikla samstarvinum. Nú er so
bara at ansa eftir, at hetta samstarvið, sum vit jú
hava biðið um, verður uppá okkara treytir tvs. at
liva upp til endamálið, sum at gera fløgu í eina
menniskjansliga ressurs, sum skal vera við til at
mynda útviklingin í hesum samfelag langt inn í
næstu øld. Ongantíð betur um vit kunnu gera hetta
í samstarvi og samráð við aðrar, sum longu hava
livað leingi við sama utviklingi og sum tí hava
drúgvar royndir at oysa av. At tað so eisini fer at
gagna hinum partinum er greitt. Tað má so eisini
vera endamálið við samvinnu, at báðir partar
kunnu verða nøgdir
Sosialurin
Krisian D ah
Lysingar og søla:
)al<
Abyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen
—WWWIWWWWWWWWWWIWKNNIWSSSSSS
Dagny Joensen
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant.fo
Eru kunngerðirnar frå Lands
verkfrødinginum nóg góðar?
Hóast rættleiðing frá hvalb
ingi í Dimmalætting fyri
1
umleið mánaða síðani. so
letur Landsverkfrødingurin
ikki við seg koma, tá ið
kunngerðir um hálku í Suð
uroynni verða lisnar í Ut
varpinum
Eg havi ringt til L. V. fýra
ferðir nú í vetur, men havi
ikki fingið orð á landsverk
frødingin sjálvan, tí maður
in sigst vera upptikin. Tó
hevur verið lovað mær, at
erindi míni skuldu koma til
rætta viðkomandi
Tá ið eg havi ringt, havi
eg spurt, hvar ið >Hvalbi
arvegurin< er. Havi fingið
sum svar, at tað er vegurin
ur Trongisvågi og til Hval
biar. Havi síðani greitt frá
at vegurin igjøgnum líðina
í Prestfjalli eitur Kolavog
urin. Tá ið hetta hevur verið
sagt, er ein heldur jánkaslig
frágreiðing komin um, at
tað er fyri at spara pening
til lýsingar í Utvarpinum, at
so hevur verið sagt
Havi alla virðing fyri, at
L. V. ætlar at spara. Eg havi
sjálvur okkurt hugskot um
sparing, sum eg ikki tími at
koma inn uppá her, mer eg
góðtaki ikki, at hesar spar
ingar skulu vera við til at
forkoma stadarnøvnum
okkara
Í 1996 skipaði skúlin í
Hvalba saman við næming
um og ødrum góðum fólki
so fyri, at vit so at siga fingu
øll stadarnøvnini, bæði inn
angarðs og uttangarðs, stað
fest. Hetta er eitt arbeiði
sum helt varð gjørt í tókum
tíma, og sum vit eru errin
av. Roynt verður eisini at
læra børn og ung at brúka
hesi stadarnøvn, tí vit meta
tey sum ein part av bygdar
mentan okkara
Hvalba er sum kunnugt
ein av fáu bygdunum, møg-
uliga tann einasta, har kol
verður høgt i dag. Nú ið
oljan prutlar undir okkum,
verður helst ikki so leingi,
til kolaarbeiði verður ein
saga blott. Tí haldi eg, at
Ld. stadarnøvn, ið hava við
esa vinnu at gera, so av-
gjørt skulu varOveitast
Tað, ið veður sagt í út
varpi og sjónvarpi, hevur
sum kunnugt sera stóra á
virkan á fólk, og tí eigur tað
ið har verður framborið at
vera so rætt sum gjørligt
Ein stovnur ella ein persón
ur kann ikki av sínum ein
tingum broyta nakað, í hes
um føri eitt stadarnavn, tå
ið tað verður funnið fyri
gott. Lat tað hervið vera
sligið fæst, at vegurin í-
gjøgnum Prestfjall eitur
og hevur altid itid Kola-
vegurin.
Haldi meg tosa fyri allar
hvalbingar!
Vónandi taka réttu við
komandi hetta til eftirtektar
Vinarliga
John Berg
————————W2".
Stoða Foroya í dag
a fff—[(ffff———————[—————————
Tad var áhugavert nú ein
miðvikudag í útvarpinum ål
hoyra um stødu Føroya í
dag - um støduna i fiski
vinnuni, um hvussu lítið
hon hevði at standa á og um
støduloysi teirra, 10 hava
hesa um hendi
Tað er einki nýtt, at kjak
ast verður um fiskaprisin og
annað, ið ger, at vit fáa ov
lítið burturúr í allar mátar
og ikki hevur víst seg, at
nøkur hjálp hevur verið í
uppbodssølunum, sum nu
eru fleiri í tali. Skilið við
prisunum er nú verri enn
nakrantíð og allir teir, sum
í hold á hverjum ødrum
geylaðu, at fríu marknað
arkreftirnar nú skuldu stýra
okkara fiskivinnu, tala nú
aftur í álvara um studning
og aftur studning fyri at
nakað skal bera til
Tad er mestsum sum í
„góðu gomlu døgunum”, tå
landið ikki mátta blanda seg
upp í nakað - burtursæð frá
at gjalda stuðul. Privata
okkara
letur upp í
við
NÓGVUM GÓÐUM
TILBOÐUM
initiativid segðist klára alt
ja halda øllum landinum
uppi. bert hetta slapp at ráða
einsamalt
Vit mugu tí freistast at
spyrja, hvat er vorðið av
»kkara „dugnaligu“ vinnu
livsmonnum frå åttatjårun
um og úteftir, tå nú knapp
liga einki skal bera til, ella
um teir als ikki unna okkum
arbeiði í landinum, skuldu
teir kortini verið til
Og til er onkur teirra enn
Trupuleikin við teimum er
bert. at hesir standa í
fremstu rød, tá ræður um at
fáa so lítið av føroyska fisk-
inum til virkingar í Føroy
um. Alt annað sjakrari siga
teir gevur meira - men bert
til nakrar fáar sjálvandi. Um
vit so harvið beina fyri
veruligari fiskavirking í
Føroyum, rørir teir lítð
Og hesa vinnu billa vit
okkum inn at hava sum
høvudsvinnu, men talan er
jú ikki um annað enn undir
bjóðing av okkara tilveru
. Finsensgøtu 16
grundarlagi, kanska vid
toluligum avkasti til nakrar
fáar í fyrsta liði, men so als
einki meira til nakran ella
okkara land
Kanska billar onkur sær
inn, at hetta kann ganga til
oljan kemur, men jú fyrr vit
gera okkum greitt, at henda
í góða tíð bert verður ein
gyltur dreymur, tess betur
Til ber ikki at laga sam
felagið eftir nøkrum, sum
ikki er, men fyrst og fremst
eftir tí sindri vit hava
So lagið tað ljóðar, so Eru
vit enn mong í Føroyum,
sum halda tað vera ómakin
vert at virka fisk í Føroyum
Ti má, meðan onkur enn
tímir at fåast við henda part
in av hevuðsvinnu okkara,
okkurt munagott gerast fyri
at okkara tilfeingi ikki alt
endar sum fótatraðk og
leysakast millum útlendskar
fiskakeyparar og útlendskar
fiskimenn, sum vit við okk
ara undirprísum undirgrava
so tað stendur eftir, okkum
* MÁNADAGIN 24. febr.
RADICOHANDILIN
v/ E. & P. Persson
N. Finsensgøta 16 - Box 119 - 110 Tórshavn
og landi til bæði skomm og
skaða
Råfiskagrunn til at trola í
kilo eftir kilo skulu vit ikki
hava, men vid so nógvum
grunnum og undarliga
nógvum stuðulsveitingum,
sum nú aftur eru við at
síggja dagsins ljós í okkara
so borgarligu og frælslyntu
Føroyum, átti at borið til, at
havt onkran teirra til í minni
mun at javna føroysku av
reiðingarprísirnar nakað
ella hvussu?
Øll vilja vit gera okkara
til landsins og egið uppihald
- fiskimenn og teir, ið stýra
teimum eins og vit flakafólk
okkara, og skal talan vera
um hjá okkum um ikki at
missa náttúrligu virðingina
fyri okkara fiskimonnum
og tað er tað seinasta vit
vilja - mugu eisini teir við
góðari hjálp taka seg saman
til at fáa okkum fiskin til
virkingar í Féroyum
Flakakvinna
Tlf. 18277
Fax 18377
|
|