Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 25. FEBRUAR 1997 tíðindablaðið Sandoyingar skulu betala tað sum hini fåa fyri einki — Hví skulu bara sandovingar noyðast at betala fyri arbeiðs- plåssini, tá ið øll onnur fáa tey fyri einki frá landinum ÁKI BERTHOLDSEN Sandoyingar skuldu sissa seg eitt lítið sindur. Eg haldi ikki at tað er klókt at tosa um at keypa virkið í Sand oynni beint nú , ímeðan løg tíngið viðgerð eitt uppskot um at tað almenna skal keypa og reka bæði virkini í Sandoynni Jógvan Adolf Johanne sen, løgtingsmadur fyri Sandoynna heldur at sand oyingar áttu at bíða eitt lítið vindur við royndunum at gera álvara av at keypa flak avirkið í Sandoynni Hann heitir á Sandoying- ar um ikki at leypa framan - Sandoyingar hava bíðað í hálvtfjórða ár eftir at flaka- virkini skuldu lata uppaftur Eg haldi, at teir skuldu sligið seg til tols og bíða ein mánaða afturat at vita, hverja stóðu løgungið tekur til uppskot mítt um um at tað almenna skal keypa og reka bæði virkini í Sand- oynni, sigur Jógvan Adolf Johannesen Tí hann heldur tað verða órímiligt, at Sandoyggin er einasta sýsla í landinum, har ið fólk sjálvi noyðast at be tala fyri arbeidsplåssini, í meðan tað almenna einsa malt betalir arbeiðsplássini alla aðrastaðni Eg dugi við mínum all- arbesta vilja ikki at síggja, at sandoyingar burturúr øll um ødrum landspørtum skulu verð: roydd at betala síni arbeiøspláss sjálvir, serliga ikki tá ið hugsað verður um, at her hevur ver- ið øskukalt í hálvtfjórða år Tað er eitt sindur sjálv- mótsigandi, at tað almenna bara skal tryggja arbeiði í summum landspørtum, men loypir ein um Hann sigur, at sjálvandi er enn óvist, hverja lagnu, uppskotið fær um at tað al- menna skal keypa flaka virkini í Sandoynni Men hann vísir á, at eing- in tingmaður var beinleiðis ímóti, at tað almenna gjørdi okkurt í Sandoynni fyri at fáa nøkur arbeiðspláss Tverturímóti heldur løg- tingsmaðurin fyri Sand- oynna at fleiri tingmenn søgdu, at teir skiltu trup- ulleikarnar í Sandoynni og vístu ikki tankanum frå sær, at tað almenna onkusvegna stuðlaði undir at skapa ar- beiði í oynni Tilboðið frá Førova Banka er ein háðan ímóti sand oyingum. Eg dugi ikki at síggja at tað almenna skal stor na arbeiðspláss kring alt landið, og at bara sandoyingar skulu betala sjålvir, eftir at hava ligið í øskuni í hálvtfjórða ár. sigur Jógvan Adolf Johannesen Hann stúrir Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hann stúrir eisini fyri, hverja framtíð eitt virki í Sandoynni hevur, hóast tað skuldi eydnast sandoying- um at fingið tað aftur - Vit vita, at einar 100 milliónir skulu brúkast til tey átta virkini, Framtaks- grunnurin hevur keypt, at gera tey í so góðan stand, at tey lúka ES krøvini — Sostatt kunnu vit vænta, at nógvur pengar eisini krevjast til hini virkini, skulu tey låka ES krøvini - Hvussu nógv skal til at gera eitt virki, sum tad i Sandoynni í ES stand, veit eg ikki - Men tað er greitt, at tað skulu nógvar pengar til, sum verða steinur opmaná ta tungu byrðuna tað verður at reisa pengar at at keypa virkið fyri Harafturat er kappingin um fiskin munandi harðnað Fyrr vóru skipini knýtt at teimum ávisu virkjunum, og prísurin var lagdur fastur Øll henda trygdin, virk- ini høvdu fyri at fáa fisk fyri ávísan pris, er ikki til longur Løgtingsmadurin í Sand- oynni heldur tí, at tað krevur at verða ógvuliga væl um- hugsað, áðrenn virkið verð- ur keypt - Eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast sandoyingum at keypa virkið. Men tað er vist, at tað er langur vegur frá tí at virkið er keypt, til tað lýkur ES krøvini. Ársaðalfundur - 1997 Boðað verður til ársaðalfundar á Par- nassinum á Hotel Hafnia hósdagin 27. febr. 1997, kl. 19.30. Fundarskráin verður eftir felagsins lóg Havnar Handverks- meistarafelag Undarliga fyri Jógvan Adolf Johannesen sigur, at hann visti ikki av, at ætlanini hjá Sandoying um var komin so væl áleið 18 Hann leggur ti dent å, at hann legði ikki uppskotið fyri tingid fyri at leggja teimum fótonglar í vegin Hetta kom tí eitt sindur undarliga fyri Men sum landið liggur, haldi eg, at nú áttu Sand- oyingar at bíða nakrar dagar afturat at vita, hverja stóðu tingið tekur til uppskotið um at keypa og reka flaka virkini í Sandoynni, sigur Jógvan Adolf Johannesen Men tað vísti seg, at nú uppskotið kom fyri tingið, kom øgilig ferð á málið. Nú tað vísir seg politikst at verða vilji til at gera okk- urt í Sandoynni, haldi eg, at tað hevði verið betri hjá sandoyingum at bíða Ein háðan Annars heldur hann líuð um royndirnar hjá Føroya Banka at trýsta prísin á virk- inum í Sandoynni upp Jógvan Adolf Johannesen heldur ikki, at framferðin hjá Føroya Banka líkist nøkrum og hann kalla tað beinleiðis okur Tað er ein háðan ímóti Sandoyingum at bjóða teimum virki fyri 3,7 milli- ón tå ið tað ikki virðismett til meiri enn 1,7 millión Aftaná at øll hini átta virkini eru keypt fyri 60 milliónir, og geva fólki ar- beiðsplássini fyri einki, er tað at háa sandoyingar at royna at okra teir, sigur Jógvan Adolf Johannesen. Psykoterapi Hevur tú hug at arbeiða psykoterapeutiskt við tíni egnu persónligu menning í bólki saman við oðrum fólkum, ert tú vælkomin at ringja til min at frætta nærri. Bólkastoddin verður um!. 4 fólk og viðgerðarhátturin gestalt/tekniterapi Ætlanin er at hittast annaðhvort tyskvøld frá uml. 1. mars, og einar 10 ferðir fram syede TI. 13504 — Eg eri vanliga at hitta eftir ki. 18 — Randarhús Millum Gilja til sølu um nóg høgt boð fæst, ella í býti við størri hús í Tórshavn ella nærhendis Húsini eru bygd í 1990. Tey eru í trimum hæddum og deild í tveir íbúðir Veghædd og miðhædd eru hver 60 kvm + 50 kvm loft. Veghædd: inngongd og bryggers til miðhædd — Íbúð á 50 kvm (køkur/stova, kamar, gongd og baðirúm), egin inngongd. Miðhædd: Kokur/stova (við altan), gongd, bað- irúm og tvey komur. Loft: 2 komur. Vit eru bert at hitta á tlf. 19782 mikukveld millum kl. 19-21. Uttan fyri Hesa tíð ber til at faxa til sama nr. Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Rentgensjúkrasystrar/ radiografar/ sjúkrasystir til upplæring: Eitt starv sum rentgensjúkrasystir/radiografur er leyst til setan frá 16. apríl 1997 ella eftir av- talu. Talan er um fulltíðarstarv við tilkalliakt frá heimi kvøld/nått og vikuskifti/halgidagar Um ongin røntgensjukrasystir/radiografur sekir, er møguleiki hjá sjukrasystir at verða sett til upplæring. Lon- og setanartreytir sambært sáttmála ímill- um Sjúkrasystrafelag Føroya og Føroya Landsstyri. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ragnu Skylv Reinert, deildarsjúkrasystir tlf. 13540 lokal 149 ella til sjúkraroktarleiðsluna lokal 127. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum skal sendast til Umsjónarmannin, Landssjúkrahús- ið, 100 Tórshavn. Umsóknarfreist 10. apríl 1997.