mikudagur 26. februar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: http-//www.cybernet.dk/faroe-news
Upp å franskt
Oddagrein
FOROYINGAR eru flestir orkymlaðir, og vita ikki
reiðiliga, hverjum teir skulu trúgva, nú Føroya
Landsstýri av nýggjum leggur á bláman í sambandi
við. at tað opinberliga er miseydnað, hetta fyribils
fyrsta franska sambandið okkara myndugleikar
fings í lag, í sambandi við keypið og alt hóvastákið
annars, ið stóðst av okkara nýggja vaktarog bjarg-
ingarskipið. Hetta, ið er um at hvørva í tokum av
rusti og oðrum merkverdigheitum
VAKTARSKIPIÐ er bert eitt symptom. Hví eingin
hevur tikið og steðgað hesum øra spæli kann so
spyrjast um nú? Tí tað er bart út sagt ófatuligt ?-
Var tad ærliga talad - eingin so frægt at sær kom-
in embætismadur, ella kona, ið kundi havt hálað
skjúrtuvelið á okkara fiskimálaráðharra, tå hesin
nú, við nýafturvunnum trúvirði, enn einaferð loypir
so beint á bláman? Var tað eingin, ið kundi havt
steðgað hesum manni , nú hann ætlar at keypa
ein - enn meira døllkendan plimsollara - heldur
enn hettar sum Nólsoyar Páll annars umboðar?
FÓLK kenna seg ikki væl. Kenna seg drigin uppá
tráð og halda, at tað er stór skomm, at hava
upplívað eina umsiting, ið kann hava borið seg SO
åfatuliga barnsligt og fjákut at, at sjálvt ikki hesar
mest belastaðu filmsfarcurnar klára at kappast
við okkara kosnu menn
FLEST all vilja als ikki tosa um hetta mál, tí
skommin hevur rakt okkum øll, hon er, at Siga,
drigin niður yvir høvdid á ollum. Hon hevur rivið
upp øll sárini, aftan á alt skurðslið tjóðin annars
hevur fingið, av bæði líkum og ólíkum. Banka- og
skipagelur, hóprassiaðir, avhevdaðir stjórar, ogn-
artøka av øllum ognum, niðurskrivingar, stuldur,
snyt og bedrag i heimsklassa - fyri milliardir.
TAÐ setur blóð gjøgnum holdið og úr hår-
sekkinum seyrar tað, meðan magin knýtur seg í
eitt noga og kennist sum ein illakoyrandi astmat-
iskur motorur, fylltur við rustaðum kúlum uttan
smyrsil
TAÐ er bara komið so langt út um alt rímiligt
mark, at orð eru ikki longur fyri hesum makabra
leiki. Og ringast av øllum: Ein hin ringasta av-
leiðingin av framhaldandi mistøkum, evnaloysi,
og stødugum kixarum er, at nu hevur likasælan
vunnið á harminum - og tå verður heilt galid… !
Tað er eitt signal, ið ikki kann mistulkast: Komin
hertil er einki meira at gera við nakað sum helst.
Tað er eitt eftir, og tað er, at avmontera og stinga
uppí sekkin. Føroyar eru lidnar fyri føroyingar, vit
hava spælt okkum kortini av hondum. Í staðin fyri
at mobilisera vitið og skilið, hava vit valt býttleika
fram um vit og skil. Paralyseraåar liggja Føroyar
víðopnar til fals fyri ein og hvønn. Helst kanska
fyri eirindaleysar oljuspekulantar, har 40 000 for-
oyingar meira ella minni, ikki hava ringasta tydning.
TAÐ, sum ikki hevur verið fyrr, tað fer at koma
nú: Bæði myndir og data av hesum nýggja vesala-
farinum og so tey besyndarligu orðini, okkara
ráðharri fekk úr sær, í sambandi við keyp av einum
“nýggjum gomlum" dølli, nú úr Danmark, alt boðar
hetta frá einum cirkussi av einari aðrari verð
NEYVAN nakrantíð áður er ein so snúsfornuftig
sjóforkláring borðreidd nøkrurn fólki, sum hendan,
nú henda dagin har John Petersen greiddi fólkin-
um frá, hverjar snildir teir nú fóru at hava í kvitt-
anum, til tess at sleppast kann undan, at føroy-
ingar verða drignir uppá tråd og bóndafangaður
einaferð enn - Aldrin harra John Petersen ...! Aldrin
hevur nakar hoyrt so skapt. . .
y p Sosialurin
Krisjan Dahl
Lysingar og søla:
Marjun Dalsgaard
Abyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Muller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen
Eiríkur Lindenskov
Dagny Joensen
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Hvagar for Teis
Í frágreiðingini um Pen-
ingarensl millum Føroyar
og Danmark kemur nógv
áhugavert fram
Eitt nú síggja vit, at tå
okkara vøruinnflutningur
var upp á tað minsta (i
1993), høvdu einans 37%
av honum uppruna sin i
Danmark, tó at 67% av okk-
ara innflutningi gekk um
Danmark. Tá tað snúði seg
um okkara útflutning, fóru
einans 26% av honum til
Danmarkar (íroknað tann
partin av søluni hjá Faroe
Seafood, sum fer víðari av
goymsluni i Hirtshals til
onnur lond uttanfyri Dan
mark)
Tað kann undra, at tør
oyskir myndugleikar ikki
geva hesum vidurskiftum
stórri ans og tryggja før
oyskari vinnu, annaðhvert
hon er influtnings- ella út
flutningsvend, betri karmar.
so útflutningurin og inn
flutningurin kann fara fram
stytstu leið um sjógv. Síðan
Teistin varð seldur av land-
inum, er innflutnings- og út
flutningsvinnan endað aft-
ur í teirri vælkendu gomlu
stóðu. at tær eru ikki ålit-
andi.
Einki er so skaðiligt fyri
eina vinnufyritøku sum at
koma undir orðið: óálít-
andi. Føroysk útflutnings-
vinna hevur, sum øllum
kunnugt, ikki frægastu um-
støður, tá tað snýr seg um
at halda gjørdar avtalur
Fiskurin svimur eftir kend-
um og illa kendum leiðum,
og veður og vindur ger tað
vidhvørt trupult at veiða
hann. Men stersti Otrygg-
leikin stavar frå almennu
stýringini og fjøtringini av
fiskivinnu og fiskavirking,
ið ger, at ein fyritøka illa
kann leggja ætlanir fyri
meira enn ein dag i senn. I
hesari stóðu góvu Smyril og
privatu flutningsfeløgini tó
tann tryggleika, at avtalur
um flutning kundu verða
hildnar. Samstarv bygdist
spakuliga upp við Norður
skotskar fyritøkur og aðrar
longri burturi, ið tordu at
solu.
mál.
Til solu
Goymslutangi (silo) hevur verið nýttur
til goymslu av saguspønum, biliga til
Tangin kann óivað nýtast til fleiri enda-
P/F Sveisingahandilin
Mykinesgøta 8 - 100 Tórshavn
líta á, at verurnar kundu
koma fram til ásetta tíð
Øllum var kunnugt, at
skipanin við Smyrli ikki
kundi halda á fram. Al
mennu myndugleikarnir
mundu sjálvir skilja hetta
Men teir vórðu eisini frá
aðrari síðu gjørdir varugir
við støðuna, og hvussu stór
an tydning tað hevði at at
arbeiða við framtíðar loysn
um
Møguleikarnir fyri før-
oyskum úflutningi av
feskum fiskavørum
Føroya landsstyri vid løg
manni á odda setti í ødrum
sambandi kanning í verk
um møgulerkarnar tyri før
oyskum feskfiskautflutn
ingi. Her kom greitt fram
at skuldu føroyingar gera
sær nakrar vónir um at
gagnnýta møguleikarnar á
europeiska feskfiska-mark
naðinum, vóru flutningur
og logistikkur avgerandi
Feskleiki og álítandi lating
av veru hevur alt at siga, og
ti átti fyrta stig at verið. at
tað í minsta lagi vóru tveir
túrar gjørdir um vikuna, har
eingin ivi var um, nær flutn-
ingsfarið var á staðnum
Síðan frágreiðingin varð
løgd fyri løgmann, lands-
stýri og føroysku vinnufyri-
tøkurnar, er tann tryggleiki,
ið føroyskar fyritskur
høvdu, vorðin ein viðfán-
ingur, og møguleikarnir hjá
fyritskunum at byggja up
ein dyggan og vaksandi út-
flutning av feskum fiska-
verum líkjast nú einari
hvørvisjøn
Í frágreiðingini varð
sjálvsagt gjørt vart við, at
avgerð um tveir túrar um
vikuna ikki kundi verða tik-
in einans út frá útflutningi
av teimum fesku fiskavør-
um, ið vórðu kannaðar, t.e
feskar verur úr toski, hýsu
og upsa. Avgerðin átti eisini
at byggja á útflutningin av
feskum og frystum laksi
svartkalva, kongafiski
rundum fiski 0.s.fr
Ein tilfeingisdepil
Men tå er ikki tíkin við tær
verur og tænastur, ið før-
oyskar fyritøkur lata fiski
skipum og ødrum skipum,
ið ferðast í Norður Atlants-
havi. Talan er um reiðskap
úgerð. umvælingar. um-
skipan. nýgerð o.s.fr, ið
kann kann verða latin í Før
oyum og uttanfyri Føroyar
Í báðum førum er neyðugt
við góðum flutningsmøgu
leikum. 16 fyritøkur fara nú
at luttaka á Fishing 97 í
Aberdeen og skulu kappast
við eina fjøld av útlendsk
um fyritøkum um at sleppa
at veita verur og tænastur
At hitta keyparar í Skotl
andi og ikki at duga at siga
teimum, hvussu verur og
tænastur úr Feroyum i
framtíðini kunnu verða
lætnar, fer ikki at styrkja um
teirra kappingarstødu. Tað
gevur bert ábendingar um
at tað ber illa til at:líta á
Føroyar og føroyingar
Til heystar verður stóra
oljuframsýningin Offshore
Europa 97 í Aberdeen. Tið
hevur stóran tydning, at før
oyskar fyritøkur eisini her
fara at bjóða seg fram, um
trúliga kravið frá føroysk-
um myndugleikum í bori-
loyvum um føroyska lut-
tóku. skal virka sterkt
Við ti, ið er sagt m.a. í
Kanningini av peninga-
renslinum millum Feroy-
ar og Danmark, eiga vit
eisini at haga í huga, at um-
framt møguleikarnar fyri
vaksandi útflutningi av ver-
um til evropeiska marknað-
in, snýr tað seg eisini um
innflutning, ið ikki nýtist at
fara um Danmark og harvið
gerast tað dýrari. Hetta hev-
ur ikki minst at týða, nú vit
skulu brynja okkum til at
veita verur og tænastur til
eina komandi oljuvinnu
Einki gerst heldur, uttan at
tey fólk, ið skulu samstarva
í vinnu, kunnu hitta hvert
annað. Tí eigur ferðafólka
flutningur at vera ein partur
av einari flutningsskipan
millum Føroyar og næsta
granna okkara, Norður
Skotland
Føroya Skulaboka
grunnur hevur givið út
evnisheftið »Vøkstur«
eftir Mortan Dalsgarð og
Edvard Olsen. Heftið er
ætlað at nýta í stødd
frødiundirvisingini í 10
flokki. Hugtakið vøkstur
verður vidgjørt, m.a. í
evnum sum renturenta,
økstur
Evnishefti til »Skygni 10«
Telefon: 11820
Teletax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant fo
Teistin var bara seldur
I løtuni tykist åhugin hjå
almennu myndugleikunum
at vera læstur í einum
spurningi um skiparakstur
Fyri føroyska vinnu má ein
tilikur almennur áhuga tykj
ast burturvið. Vinnan hevur
áhuga í at vita, hvønn flutn
ings- og atgeingispolitikk
tað almenna hevur, og
hvussu tað ætlar at loysa
hesar sera týdningarmiklu
karmar fyri færoyskari
vinnu
Tað má undra, at føroysk
vinna ikki av álvara hevur
gjørt vart við seg. Tað er tó
teirra framtíð, tað snýr seg
um. Men vinnan er kanska
so niðurundirkomin, at hon
letur alt um seg ganga og
tigandi góðkennir allar til-
vildarligar »politiskar« av-
gerðir á sjógvi, á landi og i
flutningi
Men hennara møguleikar
at gerast ålftandi samstarvs-
og samhandilspartur vid
evropeiskar og aðrar út-
lendskar fyritskur eru við
hesum hugburði ikki til
steðar. Hvusu skal tá verða,
tá frálandavinnan krevur, at
føroyskar fyritøkur hava
sina egnu stevnu um at
verða álítandi í lating, í
prisi, í góðsku o.s.fr., fyri
yvirhøvur at vilja flætta seg
við tær. Frálanda vinnan fer
iki at góðtaka skilaleysar
undanførslur, eitt nu, at
Teistin var bara seldur.
Kjartan Kristiansen
menningarstjóri
samansparing, annut
etslån og sertulán
Kåpa, myndir og tekn
ingar eru eftir listamann
in Olivur við Neyst
Hestprent hevur gjørt
satsin og Einars Prent
prentað. Bókin er 44 síð
ur til støddar og fæst fyri
36 kr
i
í