fríggjadagur 24. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 202 - 24. oktober 2003
Nr. 202 - 24. oktober 2003
19
Sosialurini
-tað
loysir
seg
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
FO-370 Miðvágur
Tlf. 332600 · Fax 333604
Ellis- & Avlamis-
heimið í Vágum
Eitt starv sum hjálparfólk í køkinum er hervið
leyst at søkja at byrja 1. desember 2003.
Starvið er 3/4 tíð og lønt eftir Føroya Arbeiðara-
felag.
Ongin ávís útbúgving krevst, men dentur verður
lagdur á góð samarbeiðsevni, hug og hegni til
vanligt køksarbeiði – og tað at veita brúkaranum
eina góða tænastu.
Nærri at vita um starvið fæst við at venda sær til
heimið persónliga ella at ringja til økonomuna,
tlf. 332604, ella til leiðaran, tlf. 332600.
Skrivlig umsókn við frásøgn um arbeiðsroyndir
v.m. verður at stíla til stýrið og senda til heimið
áðrenn 9. november 2003.
Lærarastarv
(Vikarur)
Sandoyar Meginskúli søkir við hesum eftir 1
lærara í tíðaravmarkað starv, fyri lærara í barns-
burðarfarloyvi,frá 19.januar 2004 og skúlaárið út.
Møguligir umsøkjarar kunnu venda sær til
skúlan, tlf. 361038, fyri at frætta nærri um starvið.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 10. november.
Skúlastýrið fyri Sandoyar Meginskúla
v/ Ingibjørn Eldevig
210 Sandi
Deildarstjóri
til samskiftisdeildina
í Vinnumálaráðnum
Deildarstjórastarvið til samskiftisdeildina í Vinnu-
málaráðnum verður lýst leyst til setan eftir nærri
avtalu.
Samskiftisdeildin
Samskiftisdeildin stendur fyri at samskipa virk-
semi hjá landsstýrinum á samskiftis- og
samferðsluøkinum. Yvirordnaða málið er at lýsa
teir karmar, sum tann almenna infraskipanin
skapar fyri borgararnar og vinnulívið.
Deildarstjórin á samskiftisdeildini
hevur hesar uppgávur:
Ábyrgd av dagligu leiðsluni á deildini.
Veita ráðgeving til stovnarnar innan økið.
Ábyrgd av lógararbeiðinum á deildini.
Taka fyrisitingaravgerðir innan málsøkini.
Aðrar fyri starvið viðkomandi uppgávur.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir m.a.
hava:
Útbúgving innan løgfrøði, búskaparfrøði, um-
siting e.l.
Royndir á økinum ella sum heild innan al-
menna og/ella privata fyrisiting.
Góð samstarvsevnir, umframt mennandi
leiðslustíl.
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv,har umsøkj-
arin verður við til at skapa karmarnar á hesum
umsitingarliga økinum, sum hevur stóran
samfelagsligan týdning.
Løn og setanartreytir
Setanin fatar um Vinnumálaráðið og stovnar
undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur stjórnarráð. Starvið er flokkað í 37. lønar-
flokki hjá Tænastumonnum Landsins, men eru tó
ikki tænastumannastarv, setunartreytir annars
eru eftir viðkomandi sáttmála.
Møguleiki er fyri, at starvsøkið verður víðkað/
broytt, og má tann, sum settur verður, tola hetta.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skulu
sendast til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
FR-110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 21. november 2003.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Arna Poulsen, tlf. 356070.
Umsjónarfólk
til Skálavíkar Kommunu
Skálavíkar Kommuna søkir eftir umsjónarfólki, at
seta í starv hjá kommununi frá 1. februar 2004.
Høvuðsuppgávur:
•
Eftirlit við bátahylinum.
•
Vatnverkinum.
•
Kloakkunum.
•
Bingjuplássinum.
•
Røkt av kirkjugørðum.
•
Røkt av gørðum og veitum.
•
Viðlíkahald av ognum hjá kommununi.
Royndir:
•
Royndir innan arbeiðsmarknaðin.
•
Duga væl til handaligt arbeiði.
Persónligir eginleikar:
•
Vera røkin og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
•
Vera fyrikomandi og duga væl at samskifta.
•
Hava yvirlit og duga væl at skipa fyri.
Setanarviðurskifti:
•
Sambært sáttmála millum Føroya Kommunala
arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið
•
Talan er um fult starv, sum verður lønt eftir
lønarflokki 3 í Starvsmannafelagssáttmálan-
um.
Umsóknirnar skulu vera kommununi í hendi í
seinasta lagi 15. desember 2003 og verða at
senda til
Skálavíkar Kommunu
FO-220 Skálavík
Partabrøv
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða nøkur partabrøv í
P/f Vørðustíggjur seld.
Áhugað kunnu venda sær til skrivstovu okkara.
Skrivstovusamstarv
Advokatvirkið
Páll Nielsen, adv.
Eyðhild Skaalum, adv.
Sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv.
Skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 312171 • Fax 315874 • e-mail: advokat@post.olivant.fo
-har
tað hendir
-tað loysir seg
C
M
Y
K
19
18