Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 14. MARS 1997 tíðindablaðið = r Fríggjadagur 14. mars 1997 hygg 8 hoyr Teir eru í harðari kapping um krónurnar hjá spæligladum førovingum, Trøndur Djurhuus sjónvarpsstjóri, og Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri Kappingin millum V4-spælið hjá Út- varpinum og Gekkin hjá Sjón- varpinum kann enda við, at V4 gerst taparin. Og tað fer at skaða raksturin hjá Út- varpinum mun- andi, sigur Jógvan Jespersen GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Síðani Sjónvarp Føroya byrjaði við Gekkaspælinum hava Utvarpið og Sjónvarp ið havt ein umsetning mill- um seks- og sjeyhundrað túsund krónur um vikuna í spølum. Nógv størstan umsetning hevur Sjónvarp ið havt í sínum spæli. Men hóast umsetningurin í V4- spælinum hevur verið lægri, hevur hann hesi seinastu spølini verið væl hægri enn vanligt. Jógvan Jespersen, út- varpsstjóri, ivast tó í, um undirtøkan eisini í framtíð- ini fer at vera so góð, sum seinastu vikurnar. Hann vís- ir á, at skal undirtøkan hjá V4 og Gekkinum halda á, so fara føroyingar at spæla fyri umleið 20 milliónir krónur meira um árið. Og tað ivast hann stórliga í Skal annað spælið gerast tapari, so bendir alt á í let uni, at tað verður V4. Og tað fer at ganga út yvir send ingarnar V4-spælið hevur sein- astu árini verið umleið 15% av fíggjarætlanini. Dettur V4 burtur í lítið og onki, so fer tað at síggjast aftur í sendingunum hjá Utvarp inum, sigur Jógvan Jesper- sen Enn heldur hann tað vera ov tíðliga at siga nakað um, hvussu nýggja V4-spælið fer at roynast. Hann vísir á, at ítróttarvedding stendur fyri framman, og tað karn eisini ávirka V4. Hann dug- ir heldur ikki heilt at siga enn, um tað var rætt at halda fram við V4-spælinum, í staðin fyri at koma við ein- um heilt nýggjum spæli - Vit hava ongantíð sæð tað sum okkara uppgávu at fara út í kapping við privatu bingo-spelini. Millum ann að tí valdu vit at halda fram við V4-spælinum. Hinvegin hava vit broytt tað nakað, og hesum hava fólk tikid væl undir við higartil, sigur Jógvan Jespersen Reglurnar við V4-spælin- um eru soleiðis, at í minsta lagi 40% eigur at fara til vinningar. Síðani Útvarpið umskipaði V4 við millum ødrum nógv fleiri eykavinn- ingum enn vanligt, er um- leið 60% av umsetninginum farið til vinningar Í mun til Gekkaspælið er umsitingin av V4-spælin- um rættiliga lítil. Arini frammanundan er umleið 50% í miðal farið til vinn- ingar og skatt, og bara mill- um 2 og 3% er farið í umsit- ing Á Legtingsfí Jógvan Jespersen heldur, at í staðin fyri at Sjónvarp Før- oya fer undir eydnuspæl, kundi Sjónvarpið verið komið á Løgtingsfiggjar- lógina. Men her er sjón- varpsstjórin, Tróndur Djur- huus, ikk: heilt samdur Hyggur tú at rakstrinum hjá sjonvarpsstødum kring okkum, sært tú, at tað kostar nógvar ferðir meira at reka sjónvarp enn útvarp. Tí haldi eg, at løgtingid heldur skuldi sett Útvarpið á Løg- tingsfíggjarlógina — so mik- ið, sum Útvarpið meguliga missir í V4-inntøkum, sigur Tróndur Djurhuus Hann vísir á, at skuldi tað komið upp á tal at sett Sjón- varpið á Legtingsfíggjar- lógina, so mugu politikarar gera sær greitt, at nógv meira má setast av til Sjón- varpið enn til Útvarpið Tróndur Djurhuus sigur, at Sjónvarpið ikki er farið undir eydnuspæl fyri at kappast við privatu bingo- spølini - Sjónvarpið hevur ligið í andaleypi fíggjarliga í longri tíð, og okkurt mátti gerast. Og hetta er fyrst og fremst gjørt fyri at konsoli- dera Sjónvarpið, sigur Tróndur Djurhuus Hann vísir á, at tekniska útgerðin hjá stovninum er nidurslitin, og at tad var í evstu løtu, at nakað varð gjørt fyri at útvega stovn- inum pening V4 og Gekkurin í harðari kapping um spælikrónur Fegin um Gekkin Sjónvarpsstjórin er væl nøgdur við gongdina í Gekkaspælinum higartil Aftan á trý Gekkaspøl er umsetningurin komin upp um eina millión krónur. Av hesi upphædd eru nakrar hundrað túsund krónur farn- ar í vinningum. Skattur er eisini farin av Sjónvarpið hevur sjálv- andi eisini nakað eftir, nakr- ar hundrað túsund krónur Haraftrat fer nakað til Post- verkið, sum er ein avger- andi brikkur í spælinum, sigur Tróndur Djurhuus Í fyrstu atløgu hevur Sjónvarpið lagt stóran dent á teknisku síðuna í hesi nýggju sendingini Enn hava vit ongar stórvegis broytingar gjørt í spælinum. Men tað kann hugsast, at onkrar broyting- ar verða gjørdár, t.d. vid meira undirhaldi, sigur Tróndur Djurhuus