mikudagur 19. mars 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0
tidindabladid +: 7 Nr. 54 — 19. MARS 1997
Skeidsætlan
Seinna hålvår 1997
Grundskeið fyri kokkar byrjar 06. august — skeiðið
varar 20 vikur.
Sjóvinnuskúlaskeið
Sjóvinnuskúlaskeið (sefartsskole) byrjar 06.
august, skeiðið varar 20 vikur. Skeiðið er ætlað
teimum ungu, sum seinni ætla sær eina útbúgv-
ing innan sjóvinnuna. Um ein hevur gingið á sjó-
vinnuskúla, er kravda siglingartíðin bert 18 mán-
aðir ímóti 36 mánaðum fyri at sleppa á naviga-
tjónsskúla. Møguleiki er eisini fyri at taka dugna-
skaparskeið í sigling meðan gingið verður í sjó-
vinnuskúlanum, hetta gevur rættindi til at føra
skip upp til 100 t. út á 30 sm. úr landi.
Trygdarskeið
Trygdarskeið verða hildin eftir tørvi; tey eru kravd
fyri ferðamanna- og farmaskip, skeiðið verður
eisini kravt av teimum, sum sigla við norskum
fiskiskipum.
GMDSS skeið
verða hildin eftir tørvi.
Tekning á tlf. 56128 ella 56573
Klaksvíkar Sjomansskuli
Frá Fuglafjarðar
kommunu
Umlættingarheimið í Fugla-
firði letur upp aftur
týsdagin tann 15. apríl 1997
Kostnaðurin fyri búfólk er ásettur til kr. 2.000,00
um mánaðin og fyri tey, sum bert ynskja at verða
um dagin, verður kostnaðurin kr. 70,00 pr. dag
Áheitan um uppteku verður at ringja til Fugla-
fjarðar kommunu mánadagin til friggjadag mill-
um kl. 08.00 og 15.00 á tlf. 44006.
Fyri tey, ið hava ynski um at koma á heimið við
byrjan tann 15. apríl 1997, skal áheitan um upp-
tøku verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í sein-
asta lagi 01. apríl 1997.
Fuglafirði, tann 14. mars 1997
Fuglafjarðar Kommuna
Froðbiar
Sóknar
Javnaðarfela
Ársaðalfundur
felagsins verður í
FYLKING
onskvøldid 2. apríl, kl. 20
Skrá samb. lógini.
NEYNDIN
Washington og skeggmaðurin
(Esperanto-tíðarritið MONATO er polittiskt, figgjarliga og mentanarliga óheft við 150 føstum
medarbeidarum um allan heim. Eitt aðalsjónarmiðið er, at tað, ið skrivað verður um ymisk lond,
skal vera skrivað av íbúgvum í sama landi. Her er ein heldur óvanligur stubbi úr Sambandsríkjum
Amerika. MONATO 1/1997.)
Eftir at kommunistasam-
gongan, tey kalla, datt sund-
ur, leita Sambandsríkini á-
haldandi eftir nýggjum
fíggindum ella finna fram
gamlar. Tann veldigi hern-
aðarídnaðurin, sum skatt-
gjaldararnir fíggjarliga
halda uppi saman við við-
skiftalondunum, sum keypa
vápn úr Sambandsríkjun-
um, tí sterkasta 'fridarverj-
anum', má verða hildin liv-
andi. Gongur hernaðarídn-
aðurin fyri, merkir hetta ikki
bert hóparbeiðsloysi, men
eisini åstødugan heims-
tryggleika. Hetta heldur og
breiðir ið hvussu er stjórnin
í Sambandsríkjunum út.
Millum teir 'hættislig-
astu' fíggindarnar er skegg-
grannin, sum ræður í Ha-
vanna. Hann vil heldur
halda øllum fólkinum á
Kuba niðri enn boyggja seg
fyri krøvunum úr Washing-
ton. Slíkan hugburð tolir
stjórnin í Sambandsríkjun-
um ikki. Landið, sum held-
ur upp á at vera heimsleg-
reglan, viðgiun fyri stovnar
sínar sum CIA og FBI, kann
á ongan hátt tola at hava til
granna eitt land (gamalt hjá-
land), ið verður stjórnað av
einum skeggmanni, sum
líka leggur í sambandsríkja-
krøvini til hansara land.
Um enn fólkið á Kuba
líður alt tað illa, ið hugsast
kann, eru polittikararnir í
Washington ikki at vika.
Hóast lógirnar, teir sam-
tykkja, ganga ímóti grund-
reglunum í altjóða løgfræði,
vilja teir ikki lata sær lynda;
teir vita, at um allan heim
finna teir undirtøku, tí teir
hava longu frammanundan
vant heimin við hetta. Prop-
agandamaskinan í Sam-
bandsríkjunum hevur virk-
að og virkar nógv betur enn
sovjettiska propagandama-
skinan á sinni. Og við hesi
maskinu, sum er goldin eis-
ini við mínum skatti, hava
teir lært ríkisstjórnir og fólk,
at alt tað, ið kemur úr Sam-
bandsríkjunum, er gott.
Hetta av teirri grund, at
Sambandsríkini hátíðarliga
rópa um júst tað, sum trælk-
aðum fólki dámar at hoyra,
og lova ríkisstjórnum júst
tað, sum polittikararnir vilja
hava. Polittikararnir í Sam-
bandsríkjunum hava væl og
virðiliga lagt sær í geyma
tað, teir innlendis hava lært:
Lova bert tað, ið áhoyrar-
arnir vilja hoyra - og ger
síðan hvat tú vilt Legg
einki í, um tú ikki kanst
halda lyftini: Tað er einans
fíggindanum fyri at takka,
at ikki eydnast at halda tey.
Og tá ið fíggindar tróta? so
er at finna upp á ella at av-
dúka onkrar: tá kommun-
istasamgonguna, nú Eu-
ropasamveldið, Asiamarkn-
aðin - og Kuba.
Um Kuba íkki longur
vildi verið fíggindi Sam-
bandsríkjanna, so mátti
skeggmaðurin, ið har ræður,
boygt seg so fyri polittik-
arunum í Sambandsríkjun-
um, at skeggið nart við jørð-
ina, og góðtikið, at hansara
land gjørdist Sambands-
ríkja-hjáland, sum íkki
longur hevði harra sín sit-
andi í Havanna, men í
Washington, at harraboðini
vórðu ikki longur givin á
sponskum, men á enskum,
at stjórnarlimirnir vóru
jødakristnir = hinskyndir
menn, og at alt einræði er
av tí illa - uttan tað í Sam-
bandsríkjunum.
lonel Onet
JH týddi
Meginfelag fóroyinga í Danmark:
Fleiri ymisk tiltøk
M. F D. roynir at skapa
samanhald millum tey før
oysku feløgini í Danmark
I løtuni eru 16 felag limir í
meginfelagnum
Endamálini eru at styrkja
sambandið og samarbeiði
millum feløgini, at sam
skipa tiltøk, Ld. av mentan
arligum slagi, so sum vitj
anir úr Føroyum, so flest
møguligt fáa havi at koma
til hesi tiltók, at arbeiða fyri
at breiða út kunnleika um
føroysk viðurskifti og mill
um annað at virka fyri
stevnum ymsastaðni í land
inum. Alt hevur ikki gingið
líka væl feløgini eru so
spjødd. peningurin er so at
siga ongin, so tað er ofta
heldur tungt at fáast við
Men hóast hesar trupul
leikar, er nokk so fitt komið
burturúr
Viðvíkjandi mentanarlig
um tiltøkum hevur M. F.D
haft eitt sera gott samstarv
við sjónleikarstovnar í Fer
oyum og samskipað sjón
leikarferðir í Danmark -
sjónleikur er eitt av størstu
ynskjunum hjá feløgunum
Stevnur í ymsum plássum
hava verið við sjónleiki,
tónleiki, fyrilestrum, før
oyskum dansi og kappróðri
Í ár verður ongin stevna
Í staðin er ætlanin at hava
háskúlaskeið á Norrøna Eft
irskúlanum í Hygum í viku
30 (20.-26. juli)
Fyrilestrar verða: Før-
oysk list (Tóra Dahl Sand
berg), Tá føroyingar fóru at
skriva sítt egna mál (Kaj
Larsen) og Frá kongsbónda-
soni til sjúkrapleyirsku
(Axel Johannesen)
Tora fer eisini at undir
vísa í tilevning/tekning og
standa fyri »skrivstovu«,
Jucie Borgsmidt Hansen
fer at læra frå sær virking
(hosubond, tólvtáttabond og
annað). Farið verður útferð
at síggja vøkru náttúruna
fram við Norðsjónum og at
vitja danska kirkju við før
oyskum presti til gudstæn
astu og fyrilestur
M. F D. vil altíð vera til
reiðar at virka fyri og stuðla
føroyskum tiltøkum, ið fel-
egin í Danmark kunnu
hava áhuga fyri. Men ein
treyt er, at upplýsingar eru
felagnum í hendi væl
frammanundan - tað er ikki
bara at siga tað, at samskipa
okkurt. sum skal fara fram/
sýnast fleiristaðni í Dan-
mark
Kórstevna í Árhus
Feroyingafelagið í Arhus
skipar fyri kórstevnu. Viku
skifuið 25.-27. apríl hittast
150 føroyskir kórsangarar í
Arhus, har 10 kór luttaka -
tey eru úr Frederikshavn,
Alborg, Odense, Køben
havn og sjálvandi úr Arhus
Harumframt eru tvey ísl
endsk kór boðin vid til
stevnuna
Friggjakvøldid 25. fram-
føra kórini sangir hvert í
sær. 25. og 26. verður vant
intensivt, so øll kórini
kunnu framføra eina felags
konsert. Til hesa venjing eru
fólk, sum hava hug at
syngja við í felagskórinum,
vælkomin at luttaka. Tey
kunnu ringja til Herleif
Hammer (86770243) ella
Niels Winther (86770061)
Um kveldið verður veitsla
Sunnudagin 27. verður
seminar fyri kórleiðarar
Felagskonsertin í Århus
verður leygardagin 26. apríl
frammanundan veitsluni
Innivist í Árhus fæst á ti
skúlanum, har sangvenjing-
in fer fram
Nærri upplysingar vid
víkjandi adressum, kostnaði
og tlmeldingarfreistum
koma seinni
Síðsta vikuskifti
í maí
14. juni
13. september
Hirtshals
Ney stið
Sorø
GOLVTÆNASTAN
Ókeypis tilboð verða givin.
Vit ferðast um alt landið
Skemmingsgeta 19 100 Tórshavn
TIf. 18875 - 88875
Alt innan gólv...
Fax 18809
Parnassinum.
Meginfelag
UÚtróðrarmanna
lýsir til aðalfund 27. mars kl. 13.30 á
Skrá sambært lógini.
Meginfelag Útróðrarmanna