Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-03-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 19. MARS 1997 tíðindablaðið f 15 ld soleiðis at føroyingar so við og við kundu víðka sítt virkisøk: og styrkja sítt grundarlag. Lógin kundi í hansara eygum samanberast við eina harmoniku — føroyingar kundu sjálvir víðka bjølgin, so hvert, sum tørvur var á tí Tað er nógv, sum talar fyri hesi hugsan. Før- oyska tjodin mentist nógv tey fyrstu 40 árini undir heimastýrisskipan- ini. Fólkatalið vaks í meðal við einum pro- sendi um árið, og okk- ara politiska og búskap- arliga virkisøk: gjørdist størri og størri. Og hetta hevði aftur vid sær stór- an mentanarligan fram- burð. Men hví vil Atli — tann stóri forspråkarin — so hava skipanina broytta nú? Jú, tí lógarnnar ond ikki verður respekterað longur. Lógarinnar ond hevur verið, at trupulleikar í samstarvinum ikki skuldu loysast ad hoc — grundað á mentanarliga virðing og politiskt for- stáilsi Men har var lítið ann- að enn ond í lógini Skipanin var ikki eitt juridiskt, men fyrst og fremst eitt politiskt sam starv. Og tað riggaði, hóast eitt ávíst gnadd viðhvert, ikki so galið Ein orsøk til at forstá- ilsið og virðingin ikki eru til staðar longur, er danski ES-limaskapurin Danir orientera seg stød- ugt meira suðureftir, og minni norðureftir. Ahug- in fyri — og vitanin um Føroyar, er lítil og eingin. Tí er heldur einki forstáilsi — og við ti er lógarinnar ond burtur. Men vit hava heldur ikki lógarinnar bókstav at halda okkum til, og tískil liva vit í tí, sum onkur hevur kallað eitt »juridiskt ongamanna- land«, har tann politiskt sterkari altíð vinnur á tí veikara At allar samráðingar millum Danmark og Føroyar eru farnar at snúgva seg um krónur og oyru, hevur gjørt tað heilt fatalt, at bæði politiskt forstáilsi og juridiskar rættningslinj ur hava manglað Og tað verður ikki betri framyvir. Tankin um hvussu samráðing arnadin fer at vera, tá fleiri milhardir olju krónur kanska fara at koma afturat okkaru megin, er næstan ræð- andi. Tað er lívsneyðugt at fáa greiðar linjur, áðrenn ta hendir Konkretar Men hvussu skapa vit greiðari linjur? Í nevndu bók hevur Atli Dam hesi boð uppá, hvat ein »sjålvstyrislåg« í høv- uðsheitum skal bera í sær: 1) Hon skal klárt de- finera ta víðkan av heimastýrislógini, sum siðvenja hevur havt við sær (nógvar av teimum politisku heimildum, Føroyar hava í dag, finnast ikki í heima- stýrislógini. Tað er einki lógargrundarlag undir stórum parti av okkara virksemi). 2) Hon skal víðka Føroya uttanríkispolit- isku rættindi — m.a. loyva bindandi sam- starvi við tridjalond 3) Hon skal vidka møguleikarnar fyri yvir- tøkum, soleidis at øll målsøki eftir føroyskum ynski skulu kunna yvir- takast sum sermål 4) Hon skal halda fast vid rikisfelagsskapin — serliga kongafelagsskap in — so langt, sum danska »heimastyrid« í ES loyvir tí Hetta er ógvuliga leysligt — men tað fyrsta toluliga konkreta boð uppá eitt innihald í >sjálvstýrislógini=, eg havi sæð. Og hetta er nakað av tí, bæði teir politisku flokkarnir og vanlig fólk hava skyldu til at siga sína hugsan um. Tí okkurt skal ger- ast. Utviklingurin steðg- ar ikki, fyri tað um Ed- mund Joensen gevur tinginum munnkurv Og hóast ein nýggj samgonga eftir eitt val vil gera nakað við spurningin, er ógvuliga langt á mál. Tílíkar broytingar krevja. at ein ørgrynna av juridiskum knútum verða oystir. Og at fáa poliiskar semjur verður ikki lætt Men vit mugu byrja Einki at gera, er at spæla hazard við okkara framtíð. Tað er at geva seg upp til lagnuna. Og Edmund Joensen Sjúrður Skaale Lesarabræv Góðtaka ikki mannagongdina | Til Tórshavnar býráð, v/ Leivi Hansen, býráðs- formanni. Undirritaðu — byrådslimir åtala og kunnu ikki góðtaka mannagongdina, sum nú hevur tíkið seg upp í Tórs- havnar býráð, har býráðs- formaðurin ferð eftir ferð setur í verk mál, ið hava | fíggjarligar avleiðingar, utt- , figgjarne an at hava fingid samtykki vndarinnar ella by - | ráðsins, har slíkt samtykki krevst. Býráðsformaðurin kann, har mál hava skund, ella har ongin ivi tykist vera, av- greiða smærri mál, men fíggjarmál skulu í øllum før hava góðkenning fíggjar- nevndarinnar. Hetta samb. $ 25 í legtingslóg um før- oysku kommunurnar. Viðvíkjandi sáttmála um burturbeinan av ruski, hevur býráðsformaður = hvørki spurt ella vidgjørt málið politiskt, og einasta kunning undirritaðu flokkara hava fingið, er frá fjølmidlunum, um at býráðið hevur skrivað undir sáttmála, ið er gald- andi til ár 2000. Býráðsformaðurin hevur als onga heimild at gera slíkt uttan kunning og sam- tykki býráðsins. Leggjast kann eisini aft- urat, at longu síðan |. januar 1987, hevur leiðsla býráðs- ins fleiri ferðir brúkt hesa skeivu mannagongd, har alt arbeiði er liðugt og avgjørt áðrenn neyðuga fíggingin er fingin til vega. Undirritaðu fólkavaldu umboð hava fyrst fingið kunningina gjøgnum fjølmidlarnar saman við restini av Føroya fólki, áðrenn stóða kundi takast til fíggingina. Hetta boðar ikki frá góðum kom- andi árini ella frá samstarvs- vilja Sum umboð fyri minni- lutan í Tórshavnar býráð, og sum figgjarnevndarlimir, vilja undirritaðu harðliga átala og mótmæla framferð býráðsformansins. Tórshavn, 17. mars 1997 fyri Sambandsflokkin Lisbeth L. Petersen Ronald F. Poulsen Bústaðarmynstrið í Foroyum Skulu ungu familjurnar og tey eldru hava tilboð um bíligari bústað, ella liggur | tað í mentanini, at &'l skulu | hava egin hús? | Bústaðarmynstrið í Før- | oyum hevur verið soleiðis | i háttað, at ungu barnafamilj- urnar hava verið noyddar at byggja sær egin hús, sum hevur havt viðs ær, at familjurnar figgjarliga hava tungar byrðar at bera í nógv ár Tá børnini eru flogin av reiðrinum, sita hjúnini eftir við stórum húsum, sum skulu haldast við líka og harvið kunnu hjúnini ger- ) ast trælir í egnum húsum. Spurningurin er so, um tað átti at at verðið miðað fram ímóti, at byggimynstr- ið verður lagt um, soleiðis at tilboð kann gevast til ungu familjurnar og tey eldru, at sleppa í bíligari bú- staðir. Nú tað búskaparliga gongur betur, er sethúsa- byggingin farin í gongd aft- ur, og er tað at gleðast yvir, men er tað hetta, familjur- nar veruliga vilja? Møguliga átti byggi- mynstrið at verðið lagt so- leiðis til rættis, at:tað ikki verða bygd so nógv sethus, men heldur íbúðir, sum kundu gjørt tað fíggjarliga lættari hjá familjunum So kann ein spyrja, hvussu hetta kann gerast, og er tað mín áskoðan, at bý- og bygdaráð áttu at skapt karmarnar fyri, hvussu ar- beiðið skal gerast, meðan sjálvt byggiarbeiðið varð boðið út. Íbúðirnar kundu síðan verðið seldar ella út- leigaðar fyri eina sámuliga upphædd Vit tosa nógv um olju í hesum døgum — um hon kemur at kasta pening av sær og er tað mín åskodan, at verður tað soleiðis, er tað eisini umráðandi at vit leggja ætlan fyri, hvussu okkara bústaðarmynstur skal skipast í framtíðini Vit gerast neyvan øll millióningar av oljuinntøk- unum, tí er tað neyðugt, at vit íkki missa jarðforbind- ilsið, sum í ringasta fall kann hava við sær, at vit koma í somu støðu, vit vóru í í åttatiårunum, tí vit fáa ein ov upphitaðan búskap, t.v.s. at byggiprisir o.a. verða settir upp, til fíggj- arligan skaða fyri nógvar familjur. Vónandi taka avvarðandi myndugleikar henda spurn- ingin við, tá leggjast skal ætlan fyri, hvussu búskap- arpolitikkurin skal skipast í framtíðini, til gagns fyri landið og fólkið, her býr Vinarliga, Fríðálvur Jensen Nei, nú er nóg mikið av Kaggum í Føroyum! | | Nú tá man lesur um hesa sokalladu nýggju ferju, sum er á fermingaraldri, bygd úr aluminium, og sum ikki skal kunna rusta, kenni eg tað sum mína skyldu sum bygdarráðsformaður at gera vart við, at aluminium bæði ; »lerist« og «irrar«, men tað i sæst ikki so sjónskt sum rustur, tí er tað munandi verri og vandamiklari við 26 míla ferð! A veg at skriva hetta bræv | møtti eg Jens-Kjeld, og | hann segði, at hann hevi átt em nåttpott år aluminium, sum í hvert fall ikki var 14 år, tå hann fór at leka vegna tering. Einki sást á náttpott- inum hjá Jens-Kjeld, men hann bleiv vátur um tærnar Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara, Lv.s. navn, adressu og telefonnr. Biadstjørin skal vita, hver skrivað hevur eisini um brøv ynskjast dulnevnd í blaðið Vit kunnu annars ikki geva tykkum, id skriva, vissu fyri, at lesarabrøv viðmerkingar 0.1. koma í blaðið sama dag, sum tað er móttikið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss álíkavæl — brúkar tí ikki náttpott longur. Tí eru vit púra samdir í hesum mót- mæli Í Dimmu stendur, at Kagga var bygd at nýta sum flutningsfar hjá arbeiðs- monnum um Stórabelt. Nú brúgvin er liðug, og báturin hevur tænt fyri sítt breyð, ætla okkara »serkønu« at endurnýggja okkara flota við hesum lasafari, ætlað at sigla í einum tí ringasta far- vatninum í Føroyum Tað undrunarverda er, at samstundis sum danir bjóða okkum Kaggu, fáa teir sjálvir bygt eina nýggja ferju á Tórshavnar Skipa- smiðju. Hví brúka teir ikki sjálvir Kaggu? Hugsi næst- Blaðstjórin an, at har er eingin serkønur at vegleiða teir, eins og hjá okkum, teir hava kanska bara praktiskar royndir. Nei, meðan danir hava víst í verki, at teir vita hvat teir gera, tá er verri statt við okkum, og nólsoyingurin situr eftir sum svartiper! Munur er so sanniliga á at liggja og skvatla í Stóra- belti og so fara ein túr gjøg- num vestfallið í Nólsoyar- firði og eystfallið og land- nyrðingin í Alinum Tit meta, at spard verða 30% árliga. Vit meta, at sparingin verður í minsta lagi 50% árliga við tað, at báturin ikki er bygdur til okkara farvøtn, og tí helst kemur at liggja og kroka Frá Klaksvíkar Sjómansskúla meginpartin av vetrinum Ritan siglir í so at siga øll- um veðri, eisini í fullum stormi. Øll kenna vit hana og kenna okkum trygg um- borð. Vit ynskja onga nýggja ferju, og vilja í øll- um føri ikki missa Rituna i býti við eina »Kaggu«, sum helst verður at samanlíkna við ein vilstan flogfisk í glaðstrokinum í Nólsoyar firði, sum hverki vest út ella inn — og flogfiskur trívist heldur ikki her, men onku staðni í Sullahavinum Við mótmæliskveðu, Marnar á Skúr og Jens-Kjeld Jensen, Nólsoy Mánadagin 7. apríl kl. 9.00 byrjar TRYGDARSKEIÐ á Klaksvíkar Sjómansskúla. Tekning á tlf. 56128 ella 56573 Kostnaður kr. 2.000.