leygardagur 25. oktober 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
43
FFA.
A.G R A
R AVSTEINAR
VSTEINAR
Velbasta¶vegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opi¶: m nadag - fr ggjadag 900-1700
annars samb rt avtalu.
Sj nband - 31 77 74
V¿ruskr kann f ast!
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
ALMANNASTOVAN
EYSTUROY
1) - at stuðla,hjálpa og fara við einum 16 ára gomlum
drongi til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er aftaná
skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er 10 -15 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
2) - at stuðla og stimbra einum 1 ára gomlum drongi
við Down syndrom.
Arbeiðið fevnir um, við spæli og venjingum at
stimbra drongin og skal serligur dentur vera lagdur á
samskifti.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Barnagarðinum á
Mýrinum og at fara við honum til viðgerðir.
Tímatali er fyribils 30 tímar um vikuna.
TÓRSHAVN
3) - at stuðla, hjálpa og fara við eini 11 ára gamlari
gentu til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er í eitt styttri
tíðarskeið við skiftandi arbeiðstíðum.
Tímatali er 20 - 30 tímar um vikuna.
Møguleiki er fyri ráð og vegleiðing frá Sernámsdepl-
inum.
4) - at stuðla einum 4 ára gomlum fjølbrekaðum
drongi á allan hátt, við venjingum og spæli og fara
við honum til viðgerð.
Arbeiðið er í heiminum hjá barninum og við tilknýti
til dagstovn.
Tímatali er 30 tímar um vikuna, skiftandi morgun
og seinnapart, íroknað í teir 30 tímarnar er ein nátt-
arvakt aðru hvørja viku.
Neyðugt er, at tann í settur verður hevur koyrikort.
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt
og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur, stimbran og umlætting.
Størvini eru hesi:
NORÐURSTREYMOY
5) - at stuðla og hjálpa einum 9 ára gomlum drongi í
samskiftinum við onnur børn, stimbra honum við
venjingum og spæli, einsamøllum og saman við
øðrum.Arbeiðið hjá stuðlinum verður aftaná skúlatíð
hjá dronginum.
Tímatali er 20 tímar um vikuna.
6) - at stuðla, hjálpa og fara við eini 12 ára gamlari
gentu til ymisk frítíðatiltøk og viðgerðir.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá gentuni.
Tímatali er 10 - 15 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag í mun til
uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á
tlf.nr. 35 35 10, gerandisdagar millum klokkan 09.00
og 15.00.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møguligum viðmælum, skulu verða
Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Postboks 3096,
110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 10.11.2003
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
Leiðari
til Mentanarhúsið
í Fuglafirði
Starvið sum leiðari fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði
er leyst at søkja.
Uppgávur
Starvið sum leiðari í Mentanarhúsinum er full-
tíðarstarv. Uppgávan hjá leiðaranum verður at
stíla fyri mentanartiltøkum, at skipa tað dagliga
arbeiði og at hava ábyrgd av starvsfólkum í hús-
inum. Eisini kemur leiðarin at hava ábyrgdina av
teimum dagligu fíggjarligu viðurskiftunum so
sum innkeyp, fakturering, gjaldingum og lønum
v.m.
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spenn-
andi leiðarastarv innan mentanarøkið, har
leiðarin í stóran mun sjálvur avgerð innihaldið og
fjølbroytni.
Vit vænta
Vit vænta at tú hevur royndir sum leiðari og
hevur áhuga fyri mentan. Eisini vænta vit, at tú
hevur góð samstarvsevnir, ert álítandi, fyri-
komandi og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Innlit í fíggjarviðurskifti er ein treyt.
Tilvísing
Starvið hevur tilvísing til nevndina.
Umsókn
Umsóknir við CV, arbeiðsváttanum, prógvum og
møguligum viðmælum verða Fuglafjarðar Sjón-
leikarafelagi í hendi seinasta lagi 20. november
2003.
Umsóknir skulu stílast til:
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Postboks 14
530 Fuglafjørður
Viðmerking: Leiðarastarv
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
C
M
Y
K
43
42