Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 4. MARS 1997 tíðindablaðið Kommunuskuldin fyrst a skránni hjá kommunu- felagsformanninum Leygardagin varð Jógvan K. Mørkøre afturvaldur í starvsnevndina hjá Før- oya Kommunufelag. Nevndin hevur skipað seg við Jógvani sum formanni GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Komunuskuldin er tað sum liggur mær nærmast á hjarta í formansstarvinum I ødrum lagi er tað viðlíka haldið í kommunum, sigur Jógvan K. Mørkøre, sum júst er afturvaldur til for mann í Føroya Kommunu felag Jógvan K. Mørkøre hevur áður sid sum kommunu felagsformadur í umleið 12 ár. Í starvsnevndini hevur hann sid í samfull 23 ár Nú skal hann so byrja eitt nýtt 4 ára skeið sum for maður Jógvan K Mørøre vísir á, at aftan fyri alt, bæði kommunuskuld, viðlíka- hald og annað, ið kemur kommununum við, er fólk ið. Og á tí skinum er rákið vandamikið Fólkatalið minkar Jógvan K. Mørkøre vísir á at ongin fólkavekstur er í Suðuroy og í Sandoynni Og nordanfyri, í Nord oyggjum, Klaksvík íroknað stendur heldur ikkt væl til Okini, ið eru best fyri hvat fólkatali og fólka- vøkstri viðvíkur, er mið stadarøkid, Eysturoy og Streymoy, og sjålvt høvuds stadarøki0, sigur Jógvan K Mørkøre Hann heldur vanda vera fyri, at ski sum Suduroy, Sandoy, og partvíst Norð uroyggjar eru í vanda fyri at líða somu lagnu, sum smábygdirnar í utjagaraøki num, nevniliga at plåssini doyggja út Tað má ikki henda, at fólk í stórum tali velur at ríma úr td. Suðuroynni og Sandoynni, heldur formað urin í Føroya Kommunu felag Hvat fer Kommunufel agið at gera við hendan trupulleikan ? Veruleikin er tann. at stórvegis broyting hendir íkki beinanvegin. óansæð um vit gera nakað ella einki Men sæð upp á longri sikt skuldi borið til at gjørt eitt hvert, heldur Jógvan K Mørkøre Hann sigur, at ger ongin annar tað, so fer Komm unufelagið at taka stig til at kortleggja fólkasamanset ingina í øllum Føroyum Verður so komið fram til at ávís oki eru í álvarsligum vanda fyri at doyggja út, so metir hann, at almenna fyrr sitingin ella landsstýrið má yvirtaka málið Kunnu vit gera tað, at tað almenna fær eyguni upp fyri hesum trupulleika, so er nógv vunnið, heldur hann Kommunuskuldin Jógvan K. Mørkøre heldur tað ongantíð vera ov skjótt at fáa gjørt nakað við rent una á sonevndu Komm unuskuldini“. Hann sigur, at á aðalfundinum um viku skiftið góvu fleiri komm unur greitt til kennar, at tær ynskja lægri rentu I dag lata peningastovn ar lán fyri rentu við umleið 5 prosentum. Samstundis síggja vit. at størst: lánveit arm hjá kommununum Iryggingarsambandið krevur eina rentu upp á 9 prosent. Hetta mugu vit royna at gera nakað við sigur Jógvan K. Mørkøre Hann ivast í, hvussu sam ráðingarnar um lániskuldina skulu fara fram. Hann dugir ikki at siga, um skipast skal fyri felags samráðingum ella um Føroya Kommunu felag einsamælt skal taka sær av ti Aftan á aðalfundin leyg ardagin sær nevndin í Før oya Kommunufelga soleið is út: Jógvan K. Mørkøre formaður, Dánjal av Rana, næstformadur, Tórður Jo- hannesen, Sands kommuna, Jógvan á Geilini, Svinoyar kommuna, Marnar á Skúr, Nólsoyar kommuna, og Hervør Guttesen, Bíggjar kommuna Heðin Zachariasen, sum hevur umboðað Hvalvíkar kommunu, stillaði ikki upp aftur, og Kristian Højsted, sum hevur umboðað Sands kommunu, er ikki longu limur í bygdarráðnum heima á Sandi. Hann kundi sostatt ikki veljast í nevnd na hjá Kommunufelag num Lániskuldin hjá komm ununum liggur mær fremst í huga, nú eg byrji eitt nýtt 4-åra skeið sum formaður i Ferova Kommunuft lag sigur Jógvan K. Mørkør« Sjálvuppgávan 1996 Skattasjálvuppgávu og ognaruppgerð tygara úfylla vit skjótt, væl og bíliga. Ránn Te ld Tlf. 18903 12426 fax. 18703 Stål er kalt og hart - Børn A Lykke Pr RE 05 GR 00 fe pe ef =; Skorsteinssóýarin Sela og uppseting = 5 av Tr + REINSILUKUM = 2 ROYKHETTUM = Nn a | a ge bie lle Alt arbeiðið verður gjørt vid stødi í menningarmyndli okkara, sum . er ein góðskukarmur fyri allar verkætlanir Menningaramboðini eru PL/1, DI STARVIÐ Arbeitt verður í verkætlanarbólkum í tettum samstarvi við kundan Arbeiðið fevnir um allar partar av eini verkætlan Forkanning Nærlýsing Konstruktión Test og verkseting Viðlíkahald I og DB2 í CICS og MVS umhvervi Arbeitt verður i letuni við at fara undir menning av client / server skipanum við nýggjum amboðum í fjøltåttadum umhvervi Talan er um spennandi og avbjóðandi størv, við góðum starvsfeløgum og einum óbundnum umhvervi, umframt góðum møguleikum fyri víðari menning PF. ELEKTRON, SYSTEMÚTVIKLARAR Vit sóknast eftir systemútviklarum til peningastovns- og almannadeildina. Arbeiðið umfatar bæði menning av nýggjum skipanum, keyp og tillaging av lidnum skipanum og ráðgeving. FØRLEIKAKR Serligur dentur verdur lagdur å æ royndir við menning innan mainframe- og /ella client / server umhvørvi æ at tú kann arbeiða sjålvstødugt við fjøltåttadum uppgåvum æ at tu hevur góð samstarvsevnir æ at til hevur hegni til at umseta handilslig krøv til vælvirkandi edv-skipanir æ at skrivlig próvfersla er eins nåtturligur partur sum munnligt samskifti Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi edv- ella aðra hægri útbúgving. Royndir innan peningastovns- ella almannaøkid er eisini ein fyrimunur. UMSÓKN Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Robert Vilhelmsen ella Páll Beder á tlf. 1 45 05 Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og CV, skal verða okkum í hendi innan 10. mars 1997 kl. 12.00 Postsmoga 219, FR-110 Tórshavn, Tfl. 1 4505, Fax. 1 6384