leygardagur 25. oktober 2003síða 28
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2003
55
Hjálpartólamiðstøðin miðdepil fyri ráðstevnu
hjá rehabtøkningum í Danmark
Í hesum døgum hevur
tøkniliga deildin á Hjálpar-
tólamiðstøðini (HTM) í
Føroyum vitjan av rehab-
tøkningum frá øllum amts-
hjálpartólamiðstøðunum í
Danmark.
Í 1988 bleiv HTM sett á
stovn í Føroyum og starvast
í dag 13 fólk. Í 1994 var
HTM lagt undir Almanna-
stovuna, og virkar HTM í
dag sum deild av Almanna-
stovuni.
HTM er skipað við 4 ar-
beiðsøkjum:
Fyrisiting,
faklig
málsviðgerð,
goymsla og tøkni. Á tøkn-
iligu deildini starvast í dag
2 maskinmeistarar við ser-
vitan í rehabtøkni.
Uppgávurnar hjá rehab-
tøkningunum er ein bland-
ingur av umsitingarligum
uppgávum og útførandi ar-
beiði, m.a. tillaging, pro-
jektering, viðlíkarhald og
umvælingar av hátøknilig-
ari útgerð, so sum persóns-
lyftum, elevatorum, el-
koyristólum og aðrari út-
gerð. Eisinier ein av upp-
gávunum í samráði við fak-
ligar málsviðgerarar, at ráð-
geva privatum og almenn-
um virkjum, tá talan er um
tøknilig hjálpartól og at-
komuviðurskifti.
Umsitng av útlæntum
hjálpartólum er ein rættu-
liga stór uppgáva, tá hugsað
verður um, at tað síðan
1988 hevur verið veittur
stuðul á hjálpartólaøkinum
fyri góðar kr. 100 milliónir.
Tað finnast í dag umleið
15.000 ymisk tól á markn-
aðinum. Tólini, ið tøkniliga
deildin á HTM umsitur í
dag, eru sera fjølbroytt. Tey
fevna um alt frá sertil-
lagaðum
dósaopnarum,
høkjum, nógvum ymiskum
lyftum og elevatorum; el-
koyristólum útgjørdir við
alskins tøkni, ið kann tráð-
leyst arbeiða saman við
teldum, lata hurðar upp og
enn tá verða útgjørdir við
respiratori, so fólk kunnu
anda, um tað er trupuleikin.
Sum skilst av omanfyri-
standandi, er øki sera fjøl-
broytt og torgreitt. Sera
umráðandi er tí at fylgja
væl við tí sum fyriferst á
hesum økinum. Fyri at
náða hesum setningi, var
sett á stovn eitt samarbeiði
millum amtstøkningarnar í
Danmark. Fyri seks árðum
síðani, fekk HTM møgu-
leika at taka lut í hesum
samarbeiði, og síðani hevur
tøkningurin á HTM tikið
lut á ársfundinum hjá amts-
tøkningunum.
Umframt
árliga fundin, er hetta sam-
starvið útbygt til eisini at
fevna um eina samskiftis-
basu á alnótini, ið Hjælpe-
middelsinstitutter (HMI) í
Danmark umsitur.
Tá vit hyggja út um land-
oddarnar og sambera okk-
ara hjálpartólaskrá við hana
í øðrum londum, tá er eing-
in yvi um, at vit eru sera
væl við tøkniliga. Arbeiði
við hjálpartólum í Føroyum
hevur í nógv ár verið sera
tungt. Men við einum mið-
vísum arbeiði seinnu árini
bæði frá stovnum, áhuga-
feløgum politikkarum, og
ikki minst teimum rørslu-
tarnaðu sjálvum, er tað
eydnast at venda hesi
gongd.
Játtanin til hjálpartólaøk-
ið er økt seinastu árini, og
hevur hetta veri við til at
betra munandi um tænast-
una til borgaran. Hetta hev-
ur ført við sær, at hugburð-
urin mótvegis hesum øki, er
vorðin positivur, og er tað
at frøast um.
Í sambandi við ár teirra
brekaðu, hava tøkningarnir
á HTM miðvíst arbeitt við
at fáa ársfundinum hjá
amtstøkningunum í Dan-
mark til Føroya og á henda
hátt er HTM við til at taka
ábyrgd fyri samarbeiðinum
á hesum øki.
Skeið fyri Sølu- og Handilsfólk
TÍÐINDASKRIV
Tíðin við at kundin er trú-
fastur ímóti sínum veitar-
um, er ikki til longur.
Kundin er krevjandi og
krevur meira, hann veit
hvat hann vil hava og hvat
hann ikki vil hava. Kundin
er umgyrdur við telefon,
fax, sjónvarp, lýsingum, in-
ternet,
tilboðstúrar
við
meira. Alt hettar og meira
afturat er við til at seta
størri og størri krøv til
handilslívið. Sølufólk og
søluleiðarar í smásølu og
sølufólk sum fáast við
business-to-business ella
selja til smásølur verða tí
noydd at renna skjótari og
skjótari og mugu laga seg
eftir teimum broytingum
sum støðugt koma, ger man
ikki tað er tíðin skjótt farin
frá einum. Í hesum sam-
bandi fer Samskifti í sam-
arbeiði við Danske Sælgere
at skipa fyri skeiði í fram-
tíðar sølu og tænastu.
Í døgunum frá 7. til 10.
November fer Bo Wurden,
detailchef frá Danske Sælg-
ere at halda skeið á Tórs-
havnar Sjómansheimi fyri
fólki sum hava við sølu og
tænastu at gera í Føroyum.
Danske Sælgere sum
hava 25 ár á baki er ein
yrkisligur savningarstaður
hjá fleiri enn 27.000 fólk-
um sum selja. Felagsskap-
urin er hin einasti, ið leggur
fullkomiligan dent á yrkis-
sølu og er ein útbúgv-
ingarstovnur sum stendur
fyri útbúgvingum innan
sølu, Danske Sælgere er
eisini kendir fyri síni væl-
umtóktu og viðurkendu
skeiðir.
Tað eina skeiðið, sum er
frá 7. til 9. November er
ætlað sølufólki, innanhýsis
sølufólki og onnur sum
arbeiða við søluarbeiði inn-
an business-to-buisness
ella sølu til detailhandl-
arnar. Kostnaðurin 6.500
kr. Íroknað alt skeiðtilfar,
døgurði og drekkamuður.
Hitt skeiðið sum verður
10. november ætlað sølu-
leiðarum og sølufólki í
handlum. Kostnaður 3.475
Skeiðini hava til endamál
at gera luttakaran føran fyri
at leggja til rættis sølu, selja
og halda fast við kundar og
søluevni. Stórur dentur
verður lagdur á, at skeiðlut-
takararnir fáa gott og
haldbart arbeiðsamboð sum
tey kunnu arbeiða við, mill-
um annað verður komið inn
á ymiskar søluteknikkir,
uppgávan hjá einum sølu-
fólki,
skilja
søluliðini,
hvørjar
eginleikar
sum
krevst, planlegging, anna-
lysa og háttar at spyrji uppá,
hvussu atfinningar verða til
søla og mangt annað.
Tá skeiðið er liðugt, veit
luttakarin um og er skikkað-
ur at avgreiða sølu við støði
í djúpari vitan um seg
sjálvan. Eisini hevur luttak-
arin lært søluteknikk bæði
ástøðiliga og í royndum.
$ Tað er Samskifti, sum
hevur tikið stig til skeiðini
og kann meira fáast at vita
við at ringja á tlf. 422 900.
Heystmótasýning á
Hotel Føroyum
KUNNINGARSTOVAN
Í HAVN
Tíðindaskriv
Handlar í miðbýnum skipa
fyri stórari mótasýning á
Hotel Føroyum
Nú heystið og kuldin er
komin, er tíðin eisini til
nýggj og onnur klæðir. Tí
eru eisini mótasýningar eru
kring landið, og í Havn
skipa handlar í miðbýnum
fyri stórari mótasýning á
Hotel Føroyum mikukvøld-
ið 29. oktober kl. 19.30.
Hetta er tíðin at lata seg í
heitu klæðini, sum vernd
móti vetrarkuldanum, men
eisini tíðin til hugnaløtur
innandura, til jólaborðhald
og veitslur. Seinasta ár var
árligi heystmótasýningin
hjá miðbýnum flutt niðan í
fjøllini á Hotel Føroyum.
Tiltakið eydnaðist so væl,
at vit aftur í ár fara úr mið-
býnum og bjóða til hugna-
løtu samstundis, sum vit
vísa alt tað nýggjasta innan
móta. Úrvalið verður fjøl-
broytt. Her verður alt frá
innast til uttast, til gerandis
og veitslu, til børn, ung og
vaksin, til konufólk og til
mannfólk.
Handlarnir ið sýna fram
verða: Alv, Niels Arge,
Bamsan/Total, Th. Dam
Ítróttur, Events, Fljóðið,
Hjá Kissa, Kallkyn, Lín-
búðin, Mótaskálin, T.M
Junior,
Seytjan,
Sirri,
Skálabúðin, Sporty, Vilma,
Vogue og Wrangler.
Harumframt hava hesi
stuðlað tiltakinum: Maersk
Air, Føroya Sparikassi,
Tryggingarfelagið Føroyar,
Th. Dam á Hálsi, Hotel
Føroyar, Keypssamtøkan,
Damfar, Akkuleya, Árstíð-
irnar og Fótbúni
Atgongumerkini
kosta
60,- kr. og fáast á Kunning-
arstovuni. Við í prísinum er
kaffi og okkurt afturvið.
Atgongumerki er er sam-
stundis lutaseðil uppá ferð
til mótabýin Paris og aftur
fyri tvey.
TÍÐINDASKRIV
KFUM-Skótanir á Argjum
skipa fyri stórum tiltakið í
skúlanum
á
Argjum
leygardagin 25/10/2003
Kl.14.00
• Hoppiborg
• Skreiðirør
• Køku og mat tombola
• Bomm tombola
• Lutaseðlasøla
• Søla av T-Troyggjum
• Kaffi søla
•
Mótaframsýning
v/SportsWear
Nógvir góðir vinningar so
sum kantklippari, teppi,
fartelefonir,
stálbollar,
lampa, gávubrøv, sodavatn
Og mangt mangt anna.
Tiltakið byrjar sum sagt í
Argjaskúla leygardagin 25
oktober kl.14.00
Lutaseðlanir verða dridnir
uml.kl.17.00
Skótatiltak á
Argjum
55
54
Nr. 203 - 25. oktober 2003
C
M
Y
K
54
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 25.10.kl. 1900
Leygardagin 25.10.kl. 2115
Sunnudagin 26.10.kl. 1830
Sunnudagin 26.10.kl. 2045
Leygardagin 25.10.kl. 2045
Leygardagin 25.10.kl. 2330
Sunnudagin 26.10.kl. 2015
Sunnudagin 26.10.kl. 2300
Leygardagin 25.10.kl. 1830
Sunnudagin 26.10.kl. 1800
Leygardagin 25.10.kl. 2300
Sunnudagin 26.10.kl. 2230
P BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn -
Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís -
o.m.a.