hósdagur 9. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Nr. 199 - 3. oktober 2003
23
U–17 landsliðið tapti
7–0 ímóti Slovakia, og
í dag verður avbjóð-
ingin roknað at fara
at verða uppaftur
torførari
U–17 EM
UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Føroysku U–17 dreingirnir
hava orduliga fingið sína
søk fyri, nú teir í hesi vik-
uni luttaka í EM undan-
kapping í Slovakia. Teir eru
í bólki saman við Slovakia,
Grikkalandi og Letlandi.
Fyrrapartin
týsdagin
spældu teir ímóti vertstjóð-
ini, og Slovakia vann ikki
minni enn 7–0, eftir at støð-
an eftir teir fyrstu fjøruti
minuttirnar hevði verið
4–0.
Í hinum dystinum spældu
Grikkaland og Letland 1–1.
Føroyingarnir hava alla
tíðina roknað við, at tor-
førasta avbjóðingin fór at
verða ímóti Grikkalandi,
sum fyrrapartin í dag er
mótstøðuliðið hjá Føroy-
um. At Letland í fyrradagin
megnaði javnleik ímóti
Grikkalandi bendir á, at
mótstøðan í øllum trimum
dystunum fer at verða iva-
leysa stór.
Gongdin ikki ókend
Í stuttu altjóða føroysku
fótbóltssøguni er EM und-
ankappingardysturin í Beo-
grad í 1991 tiltikin. Eftir
1–0 sigur á Eysturríki í
Landskrona og 4–1 tap í
Ítróttarparkini
í
Keyp-
mannahavn á heysti í 1990
og 1–1 í Belfast 1. mai í
1991 var mótið gott, tá ið
føroyska liðið fjúrtan dagar
seinni spældi ímóti jugo-
slavisku snillingunum. Før-
oyingarnir fingu loyvi at
hava bóltin, liðið royndi at
spæla og flutti seg fram
eftir vøllinum, og so vóru
jugoslavarnir eirindarleysir,
tá ið teir fingu fatur á bólt-
inum. Ofta var tað eftir per-
sónlig mistøk hjá føroying-
unum.
Nakað soleiðis ljóðar tað
frá føroysku leguni í Bardil,
ið er ein minni býur ikki so
langt frá Kosice, sum er
næststørsti býurin í Slovak-
ia og liggur suður ímóti
ungverska markinum og
kanska einar 75 kilometrar
vestur úr ukreinska markin-
um.
Úrslitið var tað sama,
sum tað var hjá a–lands-lið-
num í Jugoslavia á sinni,
men spælið hjá slovakunum
var ikki so leikandi lætt.
– Tað ljóðar kanska eitt
ótrúligt, men veruleikin var
tann, at í bóltførleika vóru
teir ikki so nógv betri enn
okkara. Men teir vóru
skjótir. Ikki minst tá ið teir
sektaðu okkara mistøk, og
teir vóru ógvuliga tryggir
frammanfyri
málinum,
sigur Heðin Askham, sum
er føroyskur hjálparvenjari
í Slovakia. Venjari er Bill
Jacobsen.
Hevði
føroyska
liðið
ongan møguleika?
– Vit taptu 7–0, og tað
boðar sjálvandi frá, at teir
vóru betri enn vit. Eftir
persónligt mistak fingu teir
hol á í 10. minutti. Tað var
stórur skelkur, og okkara
vóru ikki komnir fyri seg,
tá ið teir tveir minuttir
seinni øktu til 2–0. So
skoraðu teir í 28., 34., 55.
61. og 79. minutti. Málið til
6–0 var brotsspark. Okkara
vóru fleiri ferðir í góðum
støðum fyri málinum hjá
teimum, uttan at tað eydn-
aðist at fáa mál. Andreas
Lava Olsen var miðvallari í
høgru. Hann var størsta
álopshóttanin hjá okkum,
og hann megnaði fleiri
ferðir at koma innum verj-
una hjá teimum, men tíverri
var neyvleikin ikki nóg
stórur, tá ið hann hevði
strítt seg í góðar støður, og
fleiri royndir fóru omanfyri
og við síðuna av málinum,
sigur Heðin Askham.
Í fyrrakvøldið og í gjár, tá
ið eisini løtt venjing var á
skránni, royndu venjararnir
og hini ábyrgdarfólkini í
føroysku leguni at fáa
spælararnar sinniliga at
koma fyri seg aftur eftir
avhølvingina. Í dag skulu
teir aftur í eldin, og tað
verður ikki ivast í, at tað
verður torført:
– Vit hava alla tíðina
roknað Grikkaland sum
torførasta mótstøðuliðið.
Teir hava framúr bóltfør-
leika, og teir eru skjótir og
hugflogsríkir. Men kanska
er tað ikki verri fyri okkum,
at mótstøðumenninir pressa
okkum í botn. Ofta hevur
tað víst seg, at føroysk
landslið, sum hava verið
nógv kroyst, hava megnað
væl at verið kompakt og
tøtt í verjuni, heldur Heðin
Askham, sum letur heilsa,
at øll í føroysku leguni í
Slovakia hava tað gott.
Umframt spælararnar og
teir báðar venjararnar eru
føroyingarnir í Slovakia
Durita Rouch, sum er
fysioterapeutur,
Heri
Olsen, sum er liðleiðari og
Niklas á Líðarenda, næst-
formaður í FSF, sum er
ferðaleiðari.
Føroyska
liðið
ímóti
Slovakia sá soleiðis út:
Tróndur Kragesten, HB –
Bárður Mittelstein, HB, Jó-
han Davidsen, NSÍ, Borgar
Kristiansen, Skála, Einar
Hansen, NSÍ – Andreas
Lava Olsen, LÍF, Bogi
Løkin, NSÍ (Jóhan V.
Gunnarsson, B36, 36.),
Ólavur í Ólavsstovu, HB,
Poul Tummas Dam, HB
(Jón Krosslá, VB, 36.),
Christian R. Mouritsen, HB
–
Per
Jacobsen,
HB
(Kristoffur Jacobsen, KÍ,
66.)
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn vóru Sam
Jacobsen, GÍ, Asbjørn V.
Gunnarsson, B36, Gunnar
Haraldsen, HB og Rógvi
Ryggshamar, LÍF. Einasta
gula kortið fekk Jóhan
Davidsen í 66. minutti.
Oyruni í slovakisku maskinuna
Hjá B36 royndist kapp-
ingarárið einki serligt, tá
tosast skal um gullmerki. Í
flestum førum mátti árs-
talsfelagið eisini hyggja
skeivt at grannunum, sum
struku avstað við gullinum
í fleiri deildum, men tó ikki
alla staðni.
Hjá gentum 12-14 ár
eydnaðist nevnliga B36 at
tryggja sær gullmerkini. Og
fyri kvinnufótbóltin í felag-
num man hetta í øllum før-
um vera ein hugalig stað-
festing. Her hevði B36
annars leingi eina odda-
støðu, men seinnu árini er
hendan í øllum førum heilt
yvirtikin av KÍ, tá tosast
skal um bestu deildina. Og
heldur ikki hjá teimum 14-
17 ára gomlu stóð nakað
serligt til hjá B36, sum als
ikki hevði lið í deildini í ár.
Men tann veruleikan rokna
tey tó við at broyta til kom-
andi ár, og sum gullmerkini
í ár vísa, so skuldi for-
treytirnar fyri hesum verið
góðar.
B36 liðið, sum vann gull í
kappingina hjá gentum 12-
14. Standandi frá vinstru eru
tað: Laura Dahl, Unnur
Danielsen, Lena Guttesen,
Anna Maria Sloan, Sonja
Kristoffersen og Sissal
Kristiansen, venjari. Húkandi
frá vfinstru eru tað Barbara
Tausen, Kristina Thomassen,
Ann Thomsen, Rósa
Christiansen, Rúna Højgaard
og Barbara Langgaard.
Heidi Olsen væntar á
myndini
Gullvinnarar hjá gentum
Bill Jacobsen er venjari hjá føroyska U-17 landsliðnum
Ein skipan fyri alt
heilsuverkið, har bara
ein journalur er fyri
hvønn sjúkling. Tað
er ein fyrimunur við
SAGA-skipanini, sum
Petur Højgaard,
kommunulækni, er
heitur talsmaður fyri.
Sjey aðrir kommunu-
læknar eru ímóti
skipanini og vilja
heldur hava eina
danska
LÆKNASTRÍÐ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Ein íslendsk SAGA. Ella
ein donsk MedWin.
Tað er ein spurningur,
sum skilur kommunulækn-
ar í Havn í hesum døgum.
Bylgjurnar ganga so høgt,
at ein lækni hevur sagt upp
av hesari orsøk, og aðrir
hótta við at fara sama veg.
Bara tveir læknar hava í
roynd og veru roynt ís-
lendsku skipanina, SAGA,
sum Býráðið vil hava lækn-
arnar at nýta. Teir eru Dánj-
al Petur Højgaard og Ann-
ika Olsen, sum halda til í
Berjabrekku. Tey bæði eru
heit talsfólk fyri íslendsku
skipanini. Allir hinir sjey
kommunulæknarnir vilja
hava eina danska skipan í
staðin.
– Teir eru treiskir. Vit
hava argumentini. SAGA-
skipanin er ment í einum
føroyskum-íslendskum
samstarvi. Hon hevur av-
gerandi fyrimunir í mun til
donsku skipanina. Hon er
lættari at handfara, meiri
fullfíggjað, betri útgjørd,
tryggari, meiri fleksibul og
tosar saman við øðrum
skipanum, sigur Petur Høj-
gaard, sum annars er fluttur
til Sandoyar at vera lækni.
Í Sandoy hevur Petur
Højgaard fingið høvi at
roynt eina av nýggjaru
donsku skipanunum. So-
statt er hann tann einasti,
sum kann samanbera skip-
anirnar
á
haldgóðum
grundarlagi. Og hann er
sannførdur um, at tann
íslendska, sum er føroyskað
hjá Formula.fo, er nógv
meiri tíðarhóskandi enn
donsku skipanirnar.
Vit fara saman við Peturi
Højgaard ígjøgnum nøkur
av
sjónarmiðunum
hjá
teimum báðum læknunum,
sum hava sjey kommunu-
læknar í Havn ímóti sær.
SAGA fleksiblari
Tað er ikki so stórur munur
á skipanunum, tá tað kemur
til vanligt arbeiði í við-
taluni. Allir skipanir megna
at skriva rokningar, skriva
resept, notatir og geva tíðir.
Kortini er SAGA væl betri í
gerandisdegnum,
sigur
Petur Højgaard.
– Danska skipanin, sum
eg havi roynt á Sandi, er
væl tyngri enn SAGA-skip-
anin, sum eg havi roynt í
Berjabrekku, sigur Petur
Højgaard, og vísir á fleiri
viðurskifti.
Danska skipanin er ikki
so gjøgnumførd, eitt nú
mást tú fara úr einum máli
fyri at koma inn í eitt
annað, og í SAGA er lættari
at skifta ímillum. SAGA-
skipanin hevur eitt føroyskt
markamót, donsku skipan-
irnar eru danskar. Haraftur-
at kemur, at allar hugsandi
blankettir er á føroyskum í
SAGA – eitt nú innlegging-
arseðlar, læknaváttanir, res-
eptir, rokningar og annað,
greiður Petur Højgaard frá.
Blankettirnar mugu skriv-
ast í hond í donsku skip-
anini, tí ongar eru.
Petur Højgaard vísir eis-
ini á eyka veitingar í
SAGA-skipanini. Forsíðan
gevur møguleika fyri skjót-
um yvirliti yvir sjúklingar.
Arbeiðslistin
vísir
øll
óavgreidd mál. Landsfólka-
yvirlitið er lagt inn í skip-
anina, so skjótt er at finna
sjúklingar. Og so er tað
medisinlistin, sum verður
dagførdur 14. hvønn dag í
SAGA. Hin er ikki dag-
førdur í áravís.
Skipan má samskifta
Serliga umráðandi fyri
Petur Højgaard og Anniku
Olsen, sum hava roynt
SAGA-skipanina,
hevur
verið, at hon er góð at sam-
skifta við. Til ber at senda
og móttaka upplýsingar
elektroniskt
frá
øðrum
læknum, frá sjúkrahúsum,
laboratorium, røntgendeild,
apoteki,
Almannastovu,
sjúkrakassa, heilsu- og
heimasjúkrasystrum.
– Hetta er ein sjálvsøgd
fortreyt fyri eini vælvirk-
andi edv-læknaskipan. Tað
er mín pástandur, at tær
skipanir, sum eru í Føroy-
um í dag, koma ongantíð at
samskifta, tí danska skip-
anin fyri samskifti kemur
ikki til Føroya. SAGA-
skipanin samskiftir, við tað
at hon er knýtt at netinum
hjá heilsuverkinum. Tað
merkir, sum vit hava sæð í
Berjabrekku, at vit hava
samband millum viðtalur-
nar, og til ber at senda res-
eptir, ávísa og móttaka svar
frá røntgendeildini og ann-
að, sigur Petur Højgaard.
Heildarloysn neyðug
Neyðugt er at byggja eina
telduskipan upp frá nýggj-
um í heilsuverkinum, held-
ur Petur Højgaard, og tí
eftirlýsir
hann
einari
heildarloysn.
– Okkara hugsan er, at
eingin edv-útgerð av týdn-
ingi finst innan føroyska
heilsuverkið í dag, og tí
mugu vit byrja á berum.
Hetta
gevur
hinvegin
møguleikan fyri at skapa
eina heildarskipan, sum
umfatar
sjúkrahúsini,
k o m m u n u l æ k n a r n a r,
heimarøktina, heilsurøkt-
ina, apoteksverkið, Al-
mannastovuna og sjúkra-
kassarnar. Arbeitt eigur at
vera við heildini. Ikki petta
málið sundur, so sum aðrir
hava gjørt, og uppskriftin er
ein servari fyri alt Heilsu-
verkið. Ein journal fyri
hvønn sjúkling, sigur Petur
Højgaard.
Petur Højgaard sær fleiri
fyrimunir við slíkari skip-
an. Journalin er altíð dag-
førd við tað, at øll skráset-
ing gongur ígjøgnum hana.
Læknin kann leggja boð í
journalini um diagnosur,
viðgerð, ovurviðkvæmi og
slíkt, sum kann hava týdn-
ing hjá øðrum læknum at
vita. Og tí kemur skipanin
sjúklinginum til góðar, tá
alt kemur til alt.
Petur Højgaard, kommunulækni:
Ein journal fyri hvønn sjúkling
Teir eru treiskir. Vit hava argumentini, sigur Petur Højgaard, kommunulækni, nú kommunulæknar í Havn stríðast um edv-
skipanina
Tilvildarlig mynd
C
M
Y
K
23
22