Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-03-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr 58 — 25. MARS 1997 Skírisdag fara teir í NSÍ inn ul Getur at spæla í bólka umfarinum í kappingini um løgmanssteypid, og tað eiga bæði teir í Runavík og teir í Gøtu at gleða seg til. Tað er nakað tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvussu tað fer at ganga hesar komandi vikurnar í bólkaspælinum, men skulu vit meta út frá tí, sum varð avrikad um vikuskiftid, so er sera torført at ímynda sær, at GI og NSÍ fara at fáa nakra sum helst måtstødu í uppgerðunum moti hinum báðu liðunum í bólkinum Men tað er kanska skeivt at vera so skjótur at avskriva møguleikan hjá B71 og LÍF at fáa nakað sum helst burturúr uttan í dystunum, teir spæla móti hverjum ðrum, tí bæði liðini vóru skerd um vikuskiftid Tå LIF spældi å heima velli móti GI leygardagin var Gert Langgaard ikki við, og liðformaðurin í fjør, Poul Suni Dam, var heldur ikki við. Teimum báðum var stórur saknur í, og tað verður nógv betri, tá teir vera við. Tað er eingin ivi um Tað hevur mangan verið sagt, at samfelagskreppan í ógvuliga stóran mun hevur verið mein í Sandoynni. Tað hevur sæst aftur á liðnum hjá B71 tey seinastu árini, og at tað eisini í ár er illa statt við fólki, var sjón fyri søgn, tá teir tóku ímóti NSÍ Róin og Jóan Petur Clem- entsen, sum ikki hava verið á besta liðnum seinnu tíð- ina, vóru báðir við. Tað er ivaleyst meiri av neyð enn ítróttar +) ur Kappingin um Løgmanssteypio Gi og NSÍ fáa lítla mótstøðu Bólkur 4: Sandoyingar og leikrvíkingar eru so mikið illa fyri, at tað ber illa til at ímynda sær, at teir skulu gerast nøkur forðing hjá teimum báðum vinnarunum sunnudagin at spæla seg í fjórðingsfinaluna av hugi. Ætlanin hevur verið at hava tveir pólverjar úti á vellinum, men loyvini vóru ikki í lagi, og tå Ib Mohr Olsen eisini situr uttanfyri, sigur tað seg sjálvt, at tað gjørdist tunnligt. Uttan iva verður tað væl betri, tá allir eru tøkir, men um tað verður nóg gott til at hótta vinnaraliðini um vikuskiftið, tað loyva vit okkum at ivast nógv í GÍ ongar trupulleikar í Leirvík Getumenn hava onkuntíð havt trupulleikar á útivelli móti grannunum úr Leirvík, men tað høvdu teir ikki leygardagin Leirvíkingar spældu hampuliga væl, og í 1. hálv- leiki vóru teir einar tvær Uni Arge fýra ferðir í tíggju minuttir Bólkur 4: Sumbingar vóru óhepnir at teir ikki í minsta lagið fingu javnleik móti tvøråmonnum Hóast tað er bøtt munandi um hagtølini í føroyskum fótbólti seinnu árini, so ber tað neyv- an til at sláa fast, hvussu tað er vorðið við metinum, tá tað ræður um at skjóta nógv mál uppá stutta tíð, men at talan ivaleyst var um okkurt slag av meti, tá Uni Arge sunnu- dagin á heimavelli í Gunda- dali skoraði fýra mál í tíggju minuttir, er lítið at ivast í Nú skulu met valdast. Einki er at ivast í, at talan var um met í kappingini um løgmanssteypid, sum tað hevur verið spælt um síðani 1989. Men talan var ikki um 1. deildarmet, tí EB/Streym- ur, sum vitjaði HB í Gunda- dali, er ikki í 1. deild. Og grundarlagið undir metinum var eisini heldur bíligt. EB/ Streymur var ikki serliga væl fyri. Teir, sum hava vant alla tíðina, síðani Harry Benja- minsen fóru norður at taka sær av venjingim, vóru hampuliga væl fyri, men har vóru fleiri, sum ikki vóru í venjing, og tað svíður eisini hjá teimum, at onkrir. sum ætlaðust at gerast stuðuls- spælarar, ikki eru við fólk HB áskoðararnir høvdu tað hugnaligt í Gundadali, og teir kundu eisini staðfesta, at Jo- han Nielsen hevur nógv fólk til besta liðið. Kaj Leo Jo hannesen vardi málið, Jan Dam, Bjarki Mohr og Bárður Mortensen, sum í fjør var í IF, vóru í miðverjuni, Hallur Danielsen og Jóhannes Joen- sen vóru á vongbakkunum, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe og Jens Erik Rasmussen vóru á miðvellinum, og Gunnar Mohr var álopsfelagi hjá Una Arge Í 2. hálvleiki komu Bogi Midjord, Niclas Joensen og Andrew av Fløtum inn Mikkjal Thomassen var skaddur, men hann verður vid hósdagin, tá Sumba kemur í Gundadal, og Andreas F. Hansen verður eisini við Hann hevur verið burtur- staddur Nógv í borðunum Rúni Nolsøe fekk hol á, tå 13 minuttir vóru farnir, tá hann fekk fatur á returbólti, og so var tað, at Uni Arge fór undir sítt serliga undirhald Frá 23. minutti og til 33. min- utt skoraði hann fýra ferðir Málini komu í 23., 25., 27 og 33. minutti. Hann stútaði eitt mál, meðan fleiri av hin- um komu eftir gott uppspæl og yvirlapp í síðunum, har útiliðið hevði stórar trupul- leikar Jóhannes Joensen stútaði til 6-0, tá 1. hálvleikur var um at vera liðugur, og seinna umfarið var hálvrunnið, áðrenn HB spælararnir aftur tóku seg saman at skjóta mál Men so gekk skjótt. Uni Arge skoraði i 72. og 75. minutti, Rúni Nolsøe fangaði aftur ein returbólt í 77. minutti, og Jens Erik Rasmussen stað- festi nmmarsigurin í 84. min- utti. Alopsfelagin hjá Una Arge, Gunnar Mohr, var 6 sjålvsøkin og trillaði tvørtur um til vágamannin, sum var uppaftur meiri leysur Sumba A Krossinum í Sumba var oyggjauppgerð. Tvøråmenn vitjaðu, og teir fóru norður aftur við øllum stigunum At teir vóru ógvuliga fegn- ir, var einki at síga til. Teir høvdu verið kroystir stórar partar av tíðini, men teir vunnu upp á málið, sum Ein- ar Petersen skoraði í 36. min- utti. Talan var um langskot eftir hornaspark og bólt út frá. Sumba, sum hevur fingið Bergur Winther og Selva Joensen úr VB, hevði nógv- ar góðar møguleikar at skor- a, men Magni Hentze í TB málinum vardi stak væl fyri Hann hevur árini framman- undan spælt í lægru deild- unum. Tað er nógv, sum bendir á, at hann verður 2 deildarmálverji í ár. Rolf Christensen, sum hevur ver- ið álitið hjá TB í mong ár, er ikki farin at venja enn Sumbingar hava 23 ára gamlan dana sum venjara Hann setti seg sjálvan inn í 2. hálvleiki, og teir hava eisini ein annan dana, sum spældi væl Hjá TB var Pól F. Joensen aftastur. Tórður Holm var á miðvellinum, og so eru nógv- ir av teimum, ið nava spælt við hesi bæði seinastu árini, t.d. Einar Petersen, Jón Tórð- ur Holm og Hans Hammer Tveir jugoslavar mannaðu álopið hesa ferð TB skal norður at vitja EB/ Streym hósdagin, og tá fæst kanska ein ábending um. hvussu styrkismunurin er millum tvey lið, sum kunnu roknast at teljast millum teirra, ið fara at:stríðast um uppflytingarpláss í 2. deild jh ferðir so mikið nær við, at teir noyddu landsliðsmál verjan at vísa síni kynstur Tað gjørdi Jens Martin Knudsen, sum er komin fyri seg eftir skadan, hann hevði at dragast við, tá landsliðið var í venjingarlegu í Turka- landi Nógv Jarnskor mál Tummas Magnussen er sett- ur at lyfta tunga arvin eftir John Petersen í GÍ álop- inum, og tað mundi koma væl við, bæði hjá honum og venjaranum, tá tað eydn- aðist honum at skora fyrsta málið. Talan var um gott mál. Símun Petur Justinus- sen legði innfyri, og álops- maðurin tveitti seg fram og stútaði í kassan aftanfyri Jørgin Andreasen, sum stak væl vardi málið hjá LÍF Seinna málið í fyrra hálv- leiki skoraði Magni Jarn- skor, sum saman við bróðr- inum Paula var sera fram- søkin á miðvellinum. Hornaspark varð trillað stutt til fyrrverandi landsliðsfor- mannin, sum sendi høgt inn við nærra stólpa Tíðliga í 2. hálvleiki hevði LÍF gyltan møguleika at minka um munin, men innleggið varð stútað á Jens Martin Knudsen Hesa løtuna vóru leir- víkingar framsóknir Kanska luktaðu teir møgu- Den viste model har alufælge mod merpris HYUNDAI Forvent meget - få mere leikan fyri at minka um munin og harvið at skaða spenning, men tað sektaðu royndu 1. deildarspælarar nir. Bólturin var fangaður í LÍF uppspæli, ferð var sett á, verjan var tunn, og so kundi Magni Jarnskor økja um munin Henning Jarnskor skoraði til 4-0, og Heini Heinason, sum var innkomin í 2. hálv- leiki staðfesti stórsigurin Í GÍ miðverjuni vóru Símun Petur Justinusscn, Janus Rasmussen og Pól Ennigarð, Rúni Justinussen og Henning Jarnskor vóru í borðunum, og Agnar Høj- gaard og Sámal Joensen vóru meiri verjukendir mið- vallarar. Í 2. hálvleiki komu Heini Heinason, Samson Nesá og Pól Andreas Jacobsen inn Veddamýkjarin hevði nógv at gera NSI vann lættan sigur á Sandi. Teir vóru hópin betri fyri enn B7I, og úr NSÍ verður undirstrikað, at sig- urin sunnudagin skal als ikki takast sum tekin um, at teir eru so ógvuliga væl fyri, men heldur um, at B71 hevði trupulleikar við fólk- inum og ikki er í somu venj- ingarstødu, sum teir í NSÍ eru At B71 ikki er væl fyri sást m.a. við at í 2. hálvleiki Japanerne får baghjul: Hyundai Accent med servo kr. 119.765; Accent fås i 3 og 5 dørs udgaver med bl.a. : * 84 HK/88 HK + ABS (GS/GLS) * servostyring + dobbelte airbags * startspærre * masser af plads til personer og bagage + 3 års/100.000 km. garanti * 6 års garanti mod rustgennemtæring 15 lógu ein og tveir spælarar ofta å vøllinum, og vødda mykjarin hevåi nógv at gera við at loysa upp fyri saman kreppingum Súni Fríði Johannesen tykist vera væl fyri. Hann skoraði fýra ferðir, og merk isvert var tað, at tvær ferðirnar var tað við høvd inum. Tað plagar annars ikki at vera sterkasta síðan hjá honum Fyrsta málið stútaði álopsmaðurin upp í handara hornið eftir frísparksinn- legg. Oli Hansen økti, eftir at Valdemar Novisci hevði hålvbjargad roynd frå Helga Petersen I 2. hálvleiki gjørdist tað hópin lættari hjá NSI. Teir tóktust nógv minni fjálturs- stungnir, enn teir høvdu ver- id fyrra umfarid, og tad gjørdi tað uppaftur lættari, at venjingarstóðan hjá heimaliðnum ikki var ser- liga góð Fleiri av málunum hetta umfarið vóru eftir yvirlapp í síðunum og innlegg. Á NSI midvøllinum var John Jakobsen stak væl fyri, og Abraham Hansen visti, at hann framvegis megnar at vera vid i 1. deild jh 3 dørs 5 dørs sopa P/f NORDBIL „Da Box 1070 € Oyggjarvegur 0 110 Tórshavn € TIf. 13707 € Fax 10855