Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SUT Nr. 81 — 1. MAI 1997 Sjónarmið Ferðafólkasamband við Stórabretland hevur Í mars mánaða frættu føroyingar, búsitandi í Bretlandi í einum tíð- indaskrivi frá Sámal Petur í Grund, at „ferða- fólkaflutningurin sjó- vegis til Skotlands summarið 1997, ikki verður fyriskipaður frá Landsstýrisins síðu“ Ein slík kunngerð fær ein til at seta spurnar- tekin við hugsunarháttin yg ábyrgdarkensluna hjá Sámali Peturi í Grund starvsfeløgum hans- i landsstyrinum. Ein kann ikki annað enn undrast á, um Lands- stýrið í heila tikið hevur nakran heildarpolitikk viðvíkjandi einum stra tegiskum ferðasambandi 3 grannalond ella nakra áskoðan um tað ynskiliga í einum ferða- fólkasambandi við Stór- abretland burturav. Ein stendur spyrjandi yvir- fyri, hvussu føroysku myndugleikarnir í eini handavending kunnu skúgva eitt so týðandi mál til viks Hóast Føroyar og Bretland liggja so nær hvert at øðrum, so hevur beinleiðis ferðafólka- sambandið altíð verið sera óálítandi. Fyri føroyingar búsitandi í Bretlandi var tað mest- sum at líkna við eitt eydnuspæl frá einum ári til annað, um einum mundi fara at eydnast at koma heim til Føroya, og um so var, vitsti ein ongantíð, hvaðan: rokn- ast kundi við, at ferðin fór at byrja. Eitt skifti í hálvtrýssunum var tað neyðugt hjá teimum, sum ætlaðu sær heim á vitjan, fyrst at ferðast tann langa vegin til Lerwick í Hetlandi, har Tjaldrið legði at um summarið á veg til Før- oyar úr Danmark. Hetta helt tó skjótt uppat, og tá mátti vendast aftur til ta óformellu loysnina at ferðast vid føroyskum trolarum, ið komu til Aberdeen, Hull ella Grimsby at landa fisk vi Í trýssunum sást ljós fyri stavn, tá Icelandair byrjaði beinleiðis flog- ferðasamband frá Glas- gow, men tíanverri vísti hettar seg eisini at vera stuttlivað, og tá so ein nýggj flogruta byrjaði í 70-unum, var tað Kastrup- Vágar flogfarið sum millumlendi í Kirk- wall á Orknoyggjunum. Ferðandi frá meginland- inum noyddust tá eisini fyrst at gera eina langa og 6høgliga ferð til eitt av norðastu hornum Louis Wilson Bretlands, áðrenn hugsast kundi um víðari ferðina til Føroyar Í 70-unum byrjaði Smyril at sigla til Scrabster, men her kom eisini steðgur í eftir nøkrum fáum árum, og síðani í fýrsunum kom so tað glæsiligt ironiska tíðarskeiðið, tá vit sett- ust 30 ár aftur í tíðina, og hvar einasta samband aftur var frá Lerwick - einasti munurin hesaferð var, at nú var tað Norrøna, sum sigldi ístaðin fyri Tjaldrið Tað er við hesum óálítandi ferðafólka- flutningi í huga, at tíð indini um regluligt ferðasamband millum Føroyar og Aberdeen fyrst i 90-unum vóru so kærkomin. Umsíðir sá þ * ET TELL … tað út til, at nú var ein varandi og álítandi ferðafólkaflutningur settur á stovn hverja viku bæði summar og vetur. Tað var lætt at taka bilin við, serstak- liga eftirsum Smyril sigldi til ein stóran bý við góðum ferðasam- bandi til alt Bretland. Marjun Joensen King Uppskot til ferðasamband Og nú frætta vit, at hetta ferðasamband uttan stórri hóvasták verður avkvett og málið skúgv- að til viks av landsstýr- inum við einari stuttari viðmerking. Hetta meina vit er alt ov vána- ligt, og vilja vit tí heita á landsstýrið um at end- urskoða hesa avgerð og út frá niðanfyristandandi koma við uppskoti um eitt hóskandi ferðasam- band * Átti ein víðkaður ferðafólkaflutningur við onnur lond ikki at verðið stuðlaður? * Er tað ikki Landsstýri- sins uppgáva at pt * ét Helgi Joensen markar ella hini norð- anlondini. Hví skulu meinbogar nú setast teimum í vegin, sum ynskja at velja ta bretsku loysnina? Vit, sum her búgva, royna javnan at vísa á, at Føroyar jú eru næstu grannar okkara fyri norðan. Men hetta verður undirminerað, tá ongin felags áhugi verður vístur * Er tað ikki ein fyri- munur fyri føroyingar at hava eitt ferðasam- band, sum gevur før- oyingum møguleikar at kunna seg um við- urskiftini í øðrum londum enn bert í Danmark! Ístaðin fyri tað trongskygni, sum nú vísir seg at valda, sep 3 3 tryggja sær, at før- oyskir útisetar, sum í vaksandi tali velja Bretland sum bústað, ikki verða avskornir frá móðurlandinum? * At fara til Bretlands at fáa sær útbúgving ella arbeiði er nú líka lætt sum at fara til Dan- hevði tað ikki verið ein stórur fyrimunur fyri landið, um til dømis føroyingar fingu kunnleika til tær heilt ødrvisi ment- unarligu og politisku skipaninar í Bret- landi? * Hví skulu føroyingar ikki eisini hava ein møguleika at njóta gott av tí stóra úrvæli av bæði verum og tænastum, sum Bret- land hevur at bjóða? Umframt tann sera kappingarføra keyps marknaðin, eigur eis ini at havast í huga tað avbera stóra úrval av ódýrum pakkaferð- um til so at siga allan heimin stóran týdning fyri Føroyar Hvussu kann tað at kvetta sambandið til Bretland sameinast við royndirnar at eggja fremmandafólki at vitja Føroyar! Her hava vit ein møgulig- an marknað við 56 milliónum menniskj- um. Teirra hugur at vitja Føroyar er vaktur av slíkum greina- stubbum, sum tann íð stóð í enska blaðnum, „The Daily Tele- graph“ í síðsta mán- aða, hvar blaðmaðurin Adam Hopkins endaði grein sína við hesi viðmerking: „Fyri meg vóru Føroyar bæði sermerktar og bergtakandi - ein einastandandi saman- seting. Men meira enn tað, tær vóru ómeta- liga forvitnisligar“ Lesarar, sum møgu- liga ynsktu at vitja Føroyar fingu at vita, at „endaliga avgerðin um eitt ferðafólkaskip til Føroyar var enn ikki tíkin“. Nú er avgerðin sjálvsagt tikin, og tað verður ongin ferja, sum kann flyta fremmanda ferðafólk til Føroyar Ístaðin mugu tey stilla seg í bidirødini fyri at tryggja sær eitt av teimum 40 plássunum, sum eru til taks við Icelandair flogfarinum frå Glasgow hvønn leygardag um summ- arið Átti landsstýrið ikki at hugsa um teir øko- nomisku fyrimunirnar fyri landið sum heild av einum.ferðasam- bandi í staðin fyri bert at hugsa um vinning og tap av ferðafólka- flutningi. Eitt lagaligt ferðasamband sjóveg- is hevdi kanska fingið ferðafólk at komið til Føroya, sum annars ikki høvdu ætlanir um eina slíka vitjan til oyggjarnar. Oivad høvdu hesi ferðandi eisini lagt pening eftir seg í handlum, á gístingarhúsum, mat- stovum o. 9. Hetta umfatar serstakliga ferðafólk, sum koma við egnum bili, sum gevur teimum møgu- leika at keypa før- oyskar verur at taka heimaftur við Vit meina, at landsstýrið átti at sæð sína ábyrgd og umhugsað hesa til- ráðing. Hóast tað ikki framgongur av tíðinda- skrivinum, kann tað vera, at landsstýrið ide- logiskt er ímóti einum alment riknum ferða- fólkaflutningi. Tó er hettar ongin umbering fyri at vaska sínar hend- ur í hesum máli. Sum eitt dómi kann nevnast, at konservativa bretska stjórnin fekk sterkan ideologiskan mótvilja ímóti alment riknum jarnbreytasambandi Men hon avgjørdi tó ikki uttan víðari at steðga allari tokferðslu við at siga at „tokferðsl- an ikki longur verður fyriskipað av stjórnini“ Ístaðin eggjaði stjórnin privatum feløgum at yvirtaka hetta målsøki og helt imedan fram vid at reka tænastuna, inntil hon uttan stedg kundi latast yvir å privatar hendur. Hevur lands- stýrið í heila tíkið hugs- að um at venda sær til privat feløg fyri at fáa tey at yvirtaka hesa rutu til Aberdeen? Eitt upp- lagt reiðarí hevði kanska verið P&O Scottish Ferries, sum tå saman- umkom yvirtók rutuna millum Lerwick og Bergen, tá hon bleiv slept uppá fjall av Smyr- il Line. Nú ið vit nærkast ár 2000, vóna vit at hetta langa tíðarskeið við so óalítandi ferðasambandi millum Føroyar og Bret- land umsíðir kann koma í rættlag. Áherðsla eigur at verða løgd á at fáa eitt álítandi og var- andi samband millum londini sjóvegis so væl sum luftvegis. (Hevdi tað til dømis ikki verið møguligt hjå Atlantic Airways at millumlent i onkrari bretskari flog- havn eina ferð um vikuna ella so á rutuni millum Keypmannahavn og Feroyar?). Vit vilja heita á bæði landsstýrið og ta privatu vinnuna um at virka til at hetta kann koma í lag. London, April 1997 Louis Wilson Helgi Joensen Marjun Joensen King | | |