Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, | Útgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820 ) Jan Múller Randi Jacobsen | Grækaris D. Magnussen Sp/t Sosialurin | — Telefax. 14720 | Fyritaksstjóri: | Eyðun Klakkstein, | Bústaður: | | Krisjan Dahl Blaðfólk: | | Argjavegur 26, Argjum | e-mail: . j | Lysingar og søla: Áki Bertholdsen, | Ljósmyndari: | -Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant.fo Internet: http-/www.cybernet.dk/faroe-news Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang Í 110 Tórshavn ) — ——— Samhaldsfasti var - Íblástur til okkara Oddagrein STORSIGURIN hjå bretska arbeidara- flokkinum, Labour, á parlamentsvalinum fyrradagin fær vónandi ávirkan uttan fyri bretsku landoddarnar. FLEIRI av teimum sosialdemokratisku arbeiðaraflokkunum í Norðurlondum og í Evropa hava havt eitt sindur torfort at fóta sær seinastu árini og laga seg at nýggjum tíðum. ARBEIÐARAKLASSIN minkar stoðugt, samstundis sum miðalklassin alsamt veksur. Krøv, ynski og lívsvirði gerast nekur onnur, og sosialdemokratisku flokkarnir tykjast at hava trupulleikar at skilja ta nýggju stoðu — ta menning — sum flokkarnir sjálvir hava slóðað fyri. MEN tað eydnaðist tí umskipaða arbeið- araflokkinum — New Labour — aftur at vinna tann stóra meðalklassan í Bret- landi, og tað er heilt givið, at aðrir flokkar fara at leggja sína strategi um. SO samanumtikið fer úrslitið á bretska valinum óivað at geva íblástur í oðrum londum — kanska eisini i Føroyum. Men tá lagt varð fyri við at siga, at úrslitið fær kanska ávirkan uttan fyri landodd- arnar, varð hugsað um undirgrundar- markið. EFTIR teimum viðmerkingum, sum So- sialinum er eydnast at fáa frá einum komandi bretskum ráðharra, so fer La- bour at leggja seg eftir at hava góð viðurskifti við grannalondini — eisini Før- oyar. ÁÐUR hevur Labour tikið undir við prin- sippinum at brúka miðlinjuna sum undir- grundarmark, so nú mugu vit vóna, at tað sama fer at gera seg galdandi nú. TÍ fegnast vit eisini um valsigurin hjá nýggja bretska arbeiðaraflokkinum. Men, eitt er at vinna eitt val. Eitt annað er at fara til verka, og fáa nakað burtur úr til frama fyri alt fólkið. VIT hava ikki tíkið undir við borgarliga politikkinum, sum hevur gloymt ein stór- an part av Bretlandi, og vóna tí, at nýggja stjórnin eisini kann skapa hesum fólkinum góð og betri kor. Sosialurin tað stóra málið — men fleiri onnur arbeiðsmarknaðarmál vórðu framd ella loyst úr lagdi, sigur Vilhelm Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum Í vidtalu við Vilhelm Jo- hannesen í blaðnum sein asta leygardag søgdu vit, at hann var landsstýrisinaður í almanna- og heilsumålum, tá hann legði fram málið um Samhaldsfasta. Hetta var kortini ikki heilt rætt - Vil- helm Johannesen var lands stýrismaður í m. a. arbeiðs marknaðarmál og tí var Samhaldsfasti hansara mál Umframt arbeiðsmarkn aðarmál hexði Vilhelm Jo hannesen ídnaðarmál, ali mål, lógarmál. íbúðamál og sjóvinnumál í landsstýri num, sum sat frå 1985 til 1989 Vilhelm Johannesen legg ur dent á, at Samhaldsfasti ella arbeiðsmarknaðareftir lønargrunnurin avgjørt var tað størsta arbeiðsmarknað- armálið, sum varð vidgjørt og avgreitt í tí landsstýr- isskeiðnum. Men hann vísir samstundis á, at fleiri onnur arbeiðsmarknaðarmál vórð- u vidgjørd, at nøkur vórðu endaliga loyst, meðan tað i ødrum fórum var talan um at loysa úr lagdi, soleiðis at landsstýrismenninir, sum komu at umsita arbeiðs- marknaðarmál aftaná hetta, kundu arbeiða víðari við hesum málum. M.a. var tal an um eina minstulgnar skipan fyri fólk á fiskavirkj- um og um arbeiðsumhverv- islógina Frítíðin varð longd og prosentið hækkað I 1985 varð skjøtil settur á arbeiðið við at gera uppskot til nýggja lóg um fritid við løn. Hetta arbeiði varð lið- ugt á vári 1986, tá uppskotið varð lagt fram á ting. Við nýggju lógini varð frítíðin longd úr fýra upp í fimm vikur og frítíðarprosentið hjá timaløntum varð hækk- að úr 9,5 upp í 12 prosent Hetta varð gjørt stigvíst Frítíðin var longd við tveimum døgum um árið í trý ár. Frítíðarprosentið hækkaði eisini stigvíst eftir trimum árum. Samstundis varð reglugerð gjørð fyri al menna frítíðargrunnin. Hó- ast hesin grunnur tá hevði meira enn 30 ár á baki, hevði hann ongantíð virkað, orsakað av at ongar reglur vóru galdandi fyri grunnin Víðari sigur Vilhelm, at ein nýskipan við nýggju lógini um fritid vid løn var at nu fingu løntakarafeløg mi fritidarpeningin í varð veitslu. T.v.s., at tey fingu gjaldføris- og rentuágóðan v fritidarpeninginum frå tí hann varð tilskrivadur løn- takaranum og til hann varð útgoldin. Frammanundan høvdu arbeiðsgevararnir havt frítíðarpeningin í varð veitslu. Tann reglan var ongantíð lógfest. Her var bert talan um eina manna gongd, ið arbeiðsgevarar sjálvir høvdu skapt, og sum gav teimum ein gjaldføris og rentuágóða av peningi, ið teir als onki áttu í Trygdargrunnur fyri avgreiðingar og lenir Um trygdargrunnin sigur Vilhelm, at skipanin var so at allir fiskakeyparar skuldu rinda grunninum 2 kr. fyri hvert tonsi av råfiski, teir keyptu, og at grunnurin skuldi endurgjalda skipum bátum og manningum 80 prosent av ágóðanum, um so var, at fiskakeypari fór á húsagang. Men grunnurin fevndi ikki um tey, 10 ar beiddu á landi hjá fiska- keyparanum, og sum ofta eisini mistu stórar upp hæddir í løn, tey høvdu til góðar Aftan á viðgerð í arbeiðs- marknadarnevndini hjå landsstýrinum, varð upp- skot lagt fyri tingid í 1987 um at broyta lógina um Trygdargrunn fyri avreið ingar, soleiðis at grunnurin nú kom at eita Trygdar- grunnur fyri avreiðingar og lønir. Eftir hetta fekk grunn- urin sínar inntøkur frá ein- um promillugjaldi, ið allir fiskakeyparar og arbeiðs gevarar skuldu rinda í mun til åvikavist nøgd av keypt um fiski og útgoldnari løn Nýskipanin førdi eisini við sær, at umframt skip, bátar og manningar, fingu nú allir løntakarar á landi eisini endurgjald úr grunninum um arbeiðsgevarin fór á húsagang og ikki hevði greitt sínar lønir til arbeiðs- fólki Arbeiðs- umhvørvislogin Vilhelm Johannesen sigur, at í hesum sama landsstyr isskeiðnum varð Arbeiðs eftirlitið útbygt við deildum kring landið, soleiðis at ein deild varð skipað í Norð oyggjum, ein í Suðuroy og ein í Eysturonni. Í 1988 varð Arbeiðsumhvervisráð valt og fekk hetta álagt at gera uppskot til eina før oyska arbeiðsumhvervis lóg Í mars í fjør varð upp skotið til arberåsumhvørv slóg lagt fyri legtingið Men av tí, at:so stutt tíð var eftir, til løgtingið skuldi í summarfri, helt trivnaðar- neyndin hjá løgtinginum ikki, at hon fekk tíð at við- gera málið nóg nágreinliga. Tí varð uppskotið lagt fram aftur í vår. Í løtuni verður tað vidgjørt í trivnaðar- nevndini Minstulønarskipan fyri flakafólk Tað seinasta arbeiðsmarkn- aðarmálið, sum arbeitt varð við í hesum landsstýris skeidnum, var ein minst- ulønarskipan fyri fólk í fisk- tídnaðinum Vilhelm vísir á, at tá minstulønarskipan var gald andi bæði fyri langfarafiski- menn og útróðrarmenn, so helt hann tað vera náttúrligt, at ein slík skipan eisini var galdandi fyri fólk í fisk tídnaðinum Fyrrverandi landsstýris- maðurin í arbeiðsmarknað armálum vísir á, at grund- gevingin fyri hinum báðum minstulønarskipanum var tann, at inntøkurnar hjá á vikavist langfarafiskimonn- um og útróðrarmonnum or- sakað av fiskagongd, ved urlagnum og streyminum, var sera óviss. Hetta sama er eisini galdandi tá tað snýr seg um inmtøkuvidurskiftini hjá fólki í fiskiidnadinum Tí helt eg eina minstuløn- arskipan fyri fólk í fiskiidn- aðinum vera tiltrongda Vit høvdu frætt at ein slík Vilhelm Johannesen, fyrr verandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum skipan varð royndarkoyrd í Íslandi. Saman við lands stýrisfulltrúanum í arbeiðs- marknaðarmálum var eg í Íslandi og kunnaði meg um hesa skipan: Spurningurin varð síðani reistur í arbeiðs- marknadarnevndini hjå landsstyrinum og vidgjørd- ur har. Men nú var so stutt ti eftir av landsstýrisskeið- num at vit komu ikki longur við tí málinum Men seinni er hendan skipan vorðin til veruleika, og her hugsar Vilhelm um teir 32 tímarnar, sum ALS altíð tryggjar arbeiðsfólki- num í fiskiidnadinum NÝTT * NÝTT * NÝTT BEITUHÚKAR í ymiskum støddum við rustfrium svøvlum. Hava eisini 5 og 7 punds LODD. Tilboð verða givin Vinarliga ringið tlf. 75259