týsdagur 6. mai 1997síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fremme mmm mm DQ
tíðindablaðið
SOSIALURIN
BOX 76 - 110 Tórshavn
vikuna.
za
[i Onnur lond:
!
Navn
| Bústaður
II II I Í Í ikki
V | Postnr., bygd/byur:
Í
R |
VI
Í TWH.:
Edmund Joensen,
løgmaður
Undirritaði teknar seg
Sosialinum — og fái blaðið 5 ferðir um
] Haldarar í Feroyum:
Haldarar í Danmark:
7] Haldarar i Danmark:
(5 bl. í senn):
verður bert fyri blødini, ið eftir eru av
| ársfjórðinginum |
|{ Til ber altid at gerast haldari og goldið |
Sosialuri
rindar
postgjaldið
425,-/årstj.
340,-/årstj.
Ymiskir prisir
I
I
|
I
I
I
i
I
I
I
I
Í
!
I
I
I
235,-/årstj.
I
I
I
I
i
I
I
I
I
I
I
I
I
I
Såmal Petur i Grund,
landsstyrismadur
tidindabladid 7
I. maidags-sendin
gin hvarv i
,
Nr. 84 — 6. MAI 1997
útvarpinum:
Eitt samskiftisbrek
- Tann teknikarin, sum skuldi gera upptøkuna frá 1. maidagshaldinum, fekk
stutt sagt ikki brðini, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. Hann harmast
hendingina, men umber seg við, at stovnurin hevur verið undir stórum
arbeiðstrýsti í seinastuni
DAGNY JOENSEN
JEns KR. VANG
Tá útvarpið skuldi fara und-
ir sendingina frá |. mai
dagshaldinum hoskvøldid,
var einkin sending tek
Tað vakti ans, at útvarpið
ikki sendi frá |. mai-dags-
haldinum, so sum vanligt
hevur verið øll árini.
Aðrenn tíðini í útvarpin-
um 1. mai um kveldið, var
annars lýst við sendingim,
men tá tíðin kom, var bert
tónleikur at hoyra. Einki
annað frættist enn at hetta
var tekniskt brek
Tað var tað kortini ikki
Jógvan Jespersen, útvarðs-
stjóri, sigur við Sosialin, at
tann teknikarin,sum skuldi
taka sendingina upp, ikki
hevði fingið boð um at gera
tað
Øgeligt arbeiðstrýst
hevur verið í útvarpinum í
seinastuni. Vit hava gjørt
ljédupptøkurnar til Prix
Føroyar og sangleikin
„Skeyk“, umframt at try
fólk vóru á Malta og útvarp-
aðu fótbólt. Orsøkin var
heilt einfalt eitt samskiftis-
brek, sigur Jógvan Jesper-
sen
- Hví søgdu tit ikki lurtar
unum tað, so sum tað var?
- Tað kom av, at vit ikki
vóru varugir við brekið, fyrr
enn stutt áðrenn sendingin
skuldi útvarpast
- Vit kannnaðu beinan-
vegin um SvF hevði tíkið
rødurnar upp, men av tí at
teir bert høvdu tikið upp í
brotum, kundu vit ikki
brúka tilfarið, sigur útvarps-
stjórin,sum harmast hend
ingina, men eisini leggur
aftrat, at útvarpið sendir 15
tímar í samdøgrinum, men
at tað kortini ógvuliga sjáld-
an kemur fyri, at slík óhapp
henda
Løgmadur og Sámal
Petur í Grund stevndir
DAGNY JOENSEN
Tað er Verkfréðingafelagið,
sum steynir løgmanni og
landsstýrismanninum í
samferðslimálum, at meta í
Føroya rætti, har málið um
uppsøgninahjå Thomas
Arabo, fyrverandi stjóra á
Strandferðsluni skal viðger-
ast..
Í fyrsta lagi verður løg-
maður dømdur at viður-
kenna, at hann ikki hevur
hildið grein 15.i sáttmála-
num frá 29. mai 1996, so-
leiðis at saksøkjarin Thom-
as Arabo, verður hildin
fíggjarliga skaðaleysur, til
lóglig og rétt uppsøgn verð-
ur givin sambært sáttmála
og við rættarmálsrentu til
gjaldsdag umframt sakar-
kostnað
Í ødrum lagi verður leg-
maður dømdur at viður-
kenna, at hann ikki hevur
hildið grein 21 „om afsked-
igelsesprocedure“ í sátt-
málanum frá 20. juni 1995
millum statin (Finansmini-
steriet) og Ingeniørforbund-
et í Danmark.
Somuleidis verdur Såmal
Petur í Grund, landsstýris-
maður í samskiftismålum,
dømdur at viðurkenna, at
Thomas Arabo ikki er lóg-
liga uppsagdur, og at sak-
søkti skal halda Thomas
Arabo fíggjarliga skaða-
leysan, til lóglig uppsøgn er
givin, umframt sakarkost-
nað.
Í stevningini stendur m.a.
um uppsøgnina hjá Thomas
Arabo, at landsstyrismad-
urin i samskiftismålum dag-
31. øktøber 1996, sendir
Thomas Arabo bræv. Såmal
Petur í Grund sigur, at hann
ikki góðtekur, at verandi
fíggjaróskilið heldur fram,
og at hann ikki hevur álit á,
at verandi stjóri kann loysa
trupulleikarnar.
Landsstýrismaðurin hev-
ur í umbuna at siga Thomas
Arabo úr starvi. Í sama
skrivi verður givið stjóra-
num høvi at siga sína hugs-
an sambært grein 18 í fyri-
sitingarlógini, áðrenn 8.
november 1996.
Thomas Arábo sendir 7.
november landsstýrismann-
inum skriv, har nøkur sjón-
armið vóru gjørd galdandi,
umframt at hann biður um
fleiri upplýsingar.
Í skrivi frá samskiftis-
deildini 15. november, fær
Arabo rúgvusmikið tilfar.
Sama dag var uppsøgnin
dagfest og send sum inn-
skrivað bræv til uppsagda,
uttan at advokatur hansara,
sum samskiftisdeildin visti
umbodadi hann, fekk bod
um tað.
Fekk av tilvild boð um
omas Arabo fekk av til-
vild upplýsing um uppsagn-
arskrivið tann 20. desember
1996, hóast hann ein
klokkutíma undan hevði
sitið á fundi við Sámal Petur
í Grund og har fráboðað, at
hann fór at venda aftur til
tilfarið, sum hann hevði
fingið sendandi í málinum.
Sammetast við aðrar í
At enda stendur í stevn-
ingini, at rættarmálskravið
verður sett fram, tí vanligt
er td. innan starvsmanna-
rættin, at sjálvt um persónur
ikki kann metast at vera
vardur av uppsagnarreglum
o.g. í lógini um starvsmenn,
so hevur dómsvaldið kortini
tilkent viðkomandi upp-
sagnartíð og samsýning, ið
svarar til tað, sum starvs-
menn fáa eftir lógini.
Undir Landsstýrinum eru
flestu leiðarar og eisini und-
irmenn settir í starv sum
tænastumenn, og tá hesir
verða uppsagdir við um-
hugsni, so fer tænastumað-
urin frá við eftirløn restina
av lívinum
Víst verður eisini til
dømi, har samanborið verð-
ur við fíggjarligu avleiðing-
arnar hjá ødrum stjóra í
líknandi stóðu. Her verður
víst til at viðkomandi fór frá
við sløkum 17.000 krónum
í eftirløn um mánaðin.
Eisini- eigur rætturin at
taka stæðu til tær figgjarligu
ógvusligu avleiðingarnar,
sum ein so drastisk uppsegn
sum henda, at verða frítikin
fyri tænastu upp á standandi
fót sum annar brofsmaður,
og við fjølmidladekningi.
Tann tortur og ampi, sum
saksøkjaranum hevur verið
fyri, eigur tí at endurgjaldast
í peningi.
At enda stendur í stevn-
ingini, at Thomast Arabo
eigur uppsagnarløn, sum
ikki er minni enn, um upp-
søgnin var ógildað og løn
skuldi rindast til rétt og lóg-
lig uppsøgn fyrilá.