týsdagur 6. mai 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar
. ko
Nr. 84 — 6. MAI 1997
GÍ og KÍ
fótaðu sær
LAGIÐ var ikki serliga gott í Klaksvík og
Gøtu seinasta vikuskiftið, tá liðini, sum
vóru fremst í landskappingini í fjør, taptu
sínar fyrstu dystir í ár. GÍ tapti fyri B36 og
KÍ fyri VB. Men hetta vikuskiftið glógvaði
aftur í gøtumonnum og klaksvíkingum.
Liðini vunnu stórsigrar og tóku eitt fet upp
eftir stigatalvuni.
Í KLAKSVÍK var lítið um felagsliðið FS
Vágar, sum fer at fáa eitt it kapping-
arår í botninum í i. deild. KÍ var nógv betri
fyri enn gestirnir, og tað sást allatíðina. KÍ
skoraði trý mál í hverjum hálvleiki og tað
samlaði seg saman til ein góðan sigur.
GØTUMENN fóru til sakina í Fuglafirði,
teir bardust fyri teimum try stignum, og
fingu tey eisini fult uppiborið. Teir skoraðu
fýra ferðir og hildu fuglfirðingum burtur frá
málinum.
Í GUNDADALI var veruligur rokdystur.
Spælið í dystinum millum årstalsteløgini
B36 og B68 gjørdist ófantaligt í seinna
hálvleiki, og dómarin misti tamarhaldið.
Fleiri reyð kort kundu komið, men einki var
givið. Seinni hálvleikur hevði lítið við
fótbóltsspæl at gera, men ítróttarliga urslitid
var at B36 vann 2-1 og hevur fult stigatal.
Í RUNAVÍK vann NSÍ sum væntað móti
B71, og liggur næstfremst í deildini. B71
tapti aftur hesaferð, og mugu nú skjótt fáa
okkurt stig í skjáttuna. Næstu ferð spæla
teir móti VB á heimavelli.
DYSTURIN milum VB og HB var av-
lýstur. So nógvur vindur var á Eiðinum, at
liðini og dómarin samdust um at avlýsa
dystin og spæla hann seinni. HB-liðið var
farið suður leygarkvøldid, so tað var eim
langur túrur uttan nakran dyst, og so gjørdi
tað ikki støduna betri, at ringt var í sjónum
á veg norður aftur.
Í 2. DEILD liggja suður og norður á odda.
KÍ og Sumba eru einastu liðini, sum hava
fult stigatal eftir fyrstu tvey umførini, og
tað er nakað óvæntað, tá hugsað verður um
kappingina í fjør. Sumba hevur longu nú
vunnið tveir dystir á útivelli og tað er tvífalt
so nógv sum í fjør. Í summarsteðginum í
fjør hevði Sumba fýra stig, meðan teir
longu nú hava vunnið sær seks stig.
STØDAN hjá fótbóltinum í Vágum er ikki
tann besta. Ilt gongur at fáa menn at meta
til venjing og hetta líður i. líð undir. Leyg-
ardagin bar ikki til at manna 2. lið, sum
skuldi í Gundadal at spæla móti B36.
Havnarmenninir vildu ikki útseta og so
endar tað eftir øllum at døma við at teir
vinna stigini.
HÓSDAGIN verður aftur stórur fótbólts-
dagur, tí tað verður spælt í steypa-
kappingini. Fjordingsfinalurnar eru á
skránni, og tær eru sum vera man fýra í tali,
tvær í Havn, ein í Klaksvík og ein í
Runavík.
Royn for niður
við flagginum
Fótbóltur: Royn tapti stórt í dystinum, sum stórur spenningur var um. TB læt
ongan iva vera um úrslitið og skoraði átta ferðir
2. deild menn:
TB-Royn 8-3 (3-1)
Tað gongur ikki altíð, sum
prestur prædikkar, og enn
sum fótbóltsken fólk vænta.
Tey flestu mundu vænta
eitt veruligt grannabrak, tá
Royn og TB tørnadu saman
á Sevmýri sunnudag'n, men
brakið fjarðaði út í 8 TB-
málum. Skinklandi verju-
parturin hjá Royn var forð-
ingin fyri einum jøvnum
dysti, og teir stríputu vert-
irnir tóku kjansin, tá teir
fingu hann
Eyðkennini hjá Royn í
steypakappingini vóru ein
ósvikaligur stridsvilji, gott
verjuspæla og kontrafót-
bóltur, og avrikini rukku til
sigrar á bæði ÍF og B68,
sum hava sína dagligu
gongd í 1. deild.
Tí eru tað mong, sum gera
Royn til eitt av góðu
uppf-ytingarboðunum í ár.
Nú er so lítið fráliðið enn,
at tað ber ikki til at siga
nakað um toppliðini, men
dysturin á Sevmýri fyrra-
dagin vísti, at Royn noyðist
at taka hverja einastu
uppgåvu istørsta álvara og
avrikað tað besta teir kunnu.
Tað er ikki lætt hjá einum
uppflytarar at stabilisera seg
í nýggju deildini, og tað er
enn verri at flyta upp tvey
ár á rað. Tí krevst ein heilt
serligur innstillingur av
hvalbingum, og hann var
ikki til staðar á Tveriyri
sunnudagin
Longu tá 10 minutti vóru
farnir av dystinum var TB
á odda 2-0, og verjuparturin
hjá Royn hevði givið síni
fyrstu dómi um tað sum fór
at koma eftir.
Royn minkaði til 2-1,
men longu minuttin eftir
mistu hvalbingar í verjum
og Tórur Holm streyk av-
stað.
TB setti ferð á
Eftir hálvleiksteðgin mink-
aði TB enn einaferð, men
aftur var tað sama søgan, og
TB fór fram um 4-2. Eftir
tað settu tvøråmenn ferð á,
og teir øktu upp í 7-2.
Sum um tapið ikki var
nóg dyggur smeitur hjá
Royn, so mistu teir eisini
triggjar spælarar í dystinum
og allir vera helst burtur í
næsta dystinum eisini. Aft-
asti maðurin Pól Poulsen
reyk út, tá hann vísti óhev-
iskan atburð, jugoslavin
Zasha, sum gjørdi eitt av
málunum, fekk álvarsligan
skaða í knæið, og Róin
Schrøder breyt ngsina
Hesir báðir seinnu skuldu í
gjár til kanningar fyri teirra
skaðar.
TB manglaði onkrar
spælarar, brødurnir Tórfinn
og Tórður Mortensen sóu
reytt seinast, men Tórur
Holm var við aftur, og tað
styrkti um miðvgllin og
framrættaða spælið.
TB visti, at teir vilja stríð-
ast í oddinum í 2. deild, og
at teir ætla at hava hval-
bingar aftanfyri seg, og eftir
tapið í 1. umfari, hava teir
nú fótað sær og næstu ferð
spæla teir móti FS Vágum,
sum ikki metti til sín dyst
hetta umfarið (ek)
Todi Jónsson kundi
havt avgjørt dystin
Fótbóltur: Todi Jónsson og Lyngby
fingu javnleik móti Hvidovre
Seinasta vikuskiftid var
Todi Jónsson hetjan hjá
Lyngby, tá liðið vann á
Brøndby. Nakrar dagar
seinni var hann matchvinn
ari á føroyska landsliðnum,
og fyrradagin var hann aftur
í dysti í Superliguni
Lyngby spældi á útivelli
móti Hvidovre, og fingu
javnleik burtur úr
Tíðliga í dystinum
noyddist málverjin hjá
Lyngby, Bo Andersen, av
vellinum vid heilaskjálvta
og helst brotnari nøs, og
útispælari noyddist í málið
Hvidovre kom á odda,
men Lyngby var nógv betri
í fyrra hálvleiki, og javnaðu
uppiborið tá okkurt um ein
hálvur tími var spældur,
málskjútti var Claus Jensen.
Í seinna hálvleiki kom
Lyngby fram um, tá Ronny
Pedersen skoraði. Hann
kom inn fyri Miklos Moln-
ar, sum noyddist at geva vð
skaða í hálvleikinum.
Sum seinni hálvleikur
Todi Jónsson hevði
góðan málmeguleika, tá
stødan var 2-1 til
Lyngby, men målverjin
hjá Hvidovre stóbjargaði
Mynd: Jan Miller
leið, kom Hvidovre longur
fram á vøllin, og tað eydn-
aðist teimum eisini at javna
til 2-2
Eitt stig var ov lítið at
fáa burtur úr hesum dyst
inum. Vit vóru betri enn
Hvidovre, serliga í fyrra
hálvleiki, og skuldu havt
vunnið, hóast vit høvdu
onkur óhapp, segði venjarin
hjá Lyngby, Benny Lenn-
artsson, eftir dystin
Og Lyngby kundi havt
vunnið, um Todi Jónsson
hevði fingið mål, tá stødan
var 2-1 til Lyngby. Hann
hevði góðan møguleika,
men málverjin hjá Hvidovre
stórbjargaði. Eisini Martin
Birn hevði góðan kjans,
men misnýtti somuleiðis
Lyngby hevur nú fingið
4 stig í tveimum dystunum
Herfølge vann aftur hetta
vikuskiftid, men tað var
uttan Jákup Mikkelsen í
málinum. Kai Larsen vardi
málið, tá Herfølge fekk øll
try stigni við sær úr Odense
Sigurmálið gjørdi Herfølge
f seinastu løtu
Brøndby klåradi heldur
ikki hetta víkuskiftið at
vinna, teir fingu bert javnt,
og FCK fekk luft í botn
inum við sigri i vikuskift
inum
ek