Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 7. MAI 1997 Vit = Á bíða eftir undrinum Vanligi fóroyingurin bíðar eftir tí degi, tá undurið hendir. Undurið, tá leiðari fólkains leypurá bláman. Havið heldur, og tjóðin øll flýtur omaná. Tann dagin verður fólkið hansara. Men tað undurið hendir ikki, fyrr enn hesin leiðari sjálvur dugir at svimja, segði Karl Johansen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags í 1. mai róðu ríni í Havn Arbeiðaradagin |. maí verða nógvar rødur hildnar um oyggjar okkara. Kvinn- ur og menn frambera henda dag sína hjartans hugsan um tey samfelagsvidurskifti sum uppi eri í tíðini og kor arbeiðaranna samanborið við aðrar samfelagsbólkar Soleiðis hevur 1. mai ver- ið hildin ár eftir ár og mis- javnt hevur eisini verið hvussu fólk hava lagt í at merkja sær henda dag og at leggja oyra til tær rødur ið hildnar hava verið Ar koma og fara. Dagur legst at degi og hesin |. mai, altjóða = arbeiðaradagurin 1997 er jú ikki ødrvisi enn so mangir aðrir dagar hugsa flestu okkara. Og tó hevur júst hesin dagur fram um aðrar so ómetaliga nógv at siga okkum. Nei ikki bleiv hann ásett- ur av nøkrum ráðandi yvir- klassa. Hesin arbeidaradag- ur. Hésin dagur, sum vid sveitta blóði og tárum fyri 102 árum síðan varð føddur inn í henda heim. sprottin úr neyðardýpi terra sum bert høvdu hendurnar at lýta á. Og er hesin dagur eisini vígdur teimum, sum mátti drekka av dárskapsins beiska kalikki og, sum við lívinum í vága tordi at stilla seg í fremstu rød fyri at tala sek arbeiðaranna. Teirra er 1. maí altjóða arbeiðaradagurin til heiðurs og okkum til áminningar. Tá arbeiðarafelggini í ár skuldi taka upp samráðingar við arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála, høvdu vit longu áðrenn hesar byrjaðu frá landsins ráðgevandi bú- skaparfrødingum fingið at vita, at onki lønsemi var í okkara vinnulívi og at før- oyska samfelagið íikki megnaði eina lønarhækkan á privata arbeiðsmarknað- inum. Hetta vóru boðini vit fingu við okkum í skjáttuna nú samráðingarnar skuldu byrja Onki lønsemi í okkara vinnulívi. Hvorki á sjógvi ella landi. Hetta eru orð ið tala og tó hevur Jørn Astrup Hansen stjóri í okkara banka fyri opnum sjón- varpsskýggja greitt føroya fólki frá, at bankin kennir seg tryggari við at læna út til økta eginnýtslu heldur enn til okkara vinnulív. Tað er ikki av Grøttum at føroyski arbeiðarin spyrj- andi hyggur at hesum leiki sum nú fer fram. Tí um henda økta eginnytsla ikki skal byggja å okkara vinnu- liv hvat skal hon tå byggja å. Er ætlanin veruliga í full- um álvara at henda økta eginnýtsla skal byggja á ein danskan blokkstuðul. Ja so eri eg bangin fyri at fløvin verður, sum tá kellingin pissaði í buksurnar á sinni. Og tá man lítil dugur fara at vera í at reypa sær av at hava fingið heimastýrið aft- ur og at hava vent aftur- gongdini til framgongd. Meg minnist aftur í tíðina tá farma- og farðamanna- skipini fullfermd løgdu til bryggju her i Havn og einir 50 til 60 mans høvdu til ar- beiðis at skipa upp úr hesum skipum. Nú á døgum leggja ny- mótans skip at bryggju og í mongum føri tekur tað bert fáar tímar 3 til 4 monnum at gera sama arbeiði sum hinir 50-60 gjørdu Nú nógv framstig eru hend i føroyska samfelagn- um seinastu mongu årini Eisini framstig sum skuldi gera framleidsluna muna- dyggari fyri harvið at gera tað óneyðugt at nýta so nógva arbeiðsmegi Og rætt er tað. Arbeiðs- fólk í vinnuni eru spard burtur. Sokallað munadygg framstig sigast at vera gjørd Reallønin er lækkað við heili 12 til 14 prosentum seinastu árini. Lønarit- reiðslur arbeiðsgevarans eru í onkrum feéri heilar 27 kr lægri um tíman enn hjá teimum sum vit plaga at samanbera okkum við. Ja bert 2 av 10 framkomnum londum kunnu reypa sær av at hava eina lægri lønariit- reiðslu pr. arbeiðstíma enn arbeiðsgevarar okkara. Gamalt er, at ringur er tann fuglur sum drýtur í egið reiður. Og hóast føroyski arbeið- arin í dag, tað verið seg kvinna ella maður slítur endan úr buksunum og gera arbeiði fyri tvey, so eru tað tey, sum sigast skulu at hava eina góða akademiska út- búgving, eru væl skúlaði innan figgjarvidurskifti og ikki minst skulu ettast at hava eitt gott innlit í leiðslu- viðurskifti, sum hóas: illa síggjandi fyri bjálkanum í sínum egna eyga, grulvandi fara niður á gólvið fyri at finna flísuna onkustaðni uppi á arbeiðaranum. Jú ringt man tað vera at svølgja egið dugnaloysi. Alvara tos. Latið okkum í tíðarinnar meldri steðga á eina løtu og hugsa eitt sind ur um hvat tað er, sum er við at henda í okkara lítla samfelag einaferð afturat Tí hvussu kann tað bera til at onki skal bera til tá tað um verkafóikið er um at røda. Og tó ber alt til alika- væl Teir, sum siga seg hava vent afturgongdini til fram- gongd. Teir sum siga at før- oyingar hava fingid heima- stýri aftur, teir áttu, sum fyrstir av øllum at vita at eitt virkið vinnuliv er fyri- treytin fyri øllum framburði her á landi. Teir lova skattalætta til okkara fiskimenn fyri milli- ónir. Halda teir at okkara fiskimenn og arbeiðsfólk nú eru vorðin so blåoygd at tey halda at tað verða menn sum Óli Jacobsen og Anfinn Kallsberg, sum koma at rinda henda lætta og ikki tey sjálvi. Teir keypa skip til vakt- arskip fyri milliónir, sum vit nú tykjast at fáa torført at selja aftur sum gamalt jarn. Teir gjørdu uppskot um at endurrinda skipum fyri mist fiskiloyvi, hóast okkurt av hesum skipum eru farin úr flotanum. Teir gera sáttmála, sum tá eitt 2 ára tíðarskeið frá fyrsta januar at rokna er far- ið, økir lenarútreiðslur landskassans við umleið 40 milliónum krónum. Teir lýsa so nógv størv leys á almennum stovnum til so høga løn eftir so stutt- ari tíð, at ongin samgonga ger hesari tað eftir. Teir ætla at leggja fram uppskot um at byggja nýtt løgtingshus fyri milliónir tó at skilabesta loysnin heyði verið af minka um ting- mannatali. Almennu frumskógina vil eg ikki fara so langt inn í tí so er vandi fyri at eg ikki finni út aftur, og tað, sum fer fram á hesum øki sær ikki út til at taka okkum Hetta, uttan iva tí vit íkki eru so væl skúlaði á hesum eki. Og tá vit ikki eru nóg væl skúlað, ja so halda vit okkara munn og gjalda Tað tykist í øllum fórum áhugavert, at meðan summ- ir politikarir vilja vera við at almenna studningsskip- anin eigur at vera har sum piparið grør, siga aðrir at henda júst er byrjað av nýggjum Einaferð var vanligt mill- um manna her á landi at eitt orð var eitt orð og ein maður var ein maður. Hetta var einaferð, fyri langari langari tíð síðan Nógv stór orð eru søgd í okkara lítla samfelag sein- astu mongu árini. Ja orð so stór at vanligi arbeiðarin hoknaði niður á knøini und ir tyngdini av hesum orðum Og hvar hoyrdi tú so hesi orð. Vóru tey ikki søgd okk- um av okkara egnu. Teim um, sum sett vóru framma- liga í føroyska samfelagn- um Teimum, sum av fólkin- um vóru kosin fólksins tæn- arar, vald fyri at útinna verk tjóðini at gagni. Jú soleiðis hildu vit, vit havsins børn Tí havsins børn eru vit før- oyingar. Og sum havið vit vaksa upp saman við, verða vit ofta eisini sjålvi Tey lupu á bláman. Havið bar tey ikki og føroyska tjóðin fóru til botns. Tey komu upp aftur og góvu fólkinum skyldina fyri at havið ikki bar. Tey áttu at vita at tað er nú einaferð soleiðis at fólkið verður ofta tað, sum tey ið maktina hava vilja hava fólkið at vera. Men tá kassin varð tømdur Føroyska samfelagið farið á húsagang. Tjóðin niður- bundin av milliardaskuld og meginparturin av føroysku verkamannafjøldini, sum deyður fiskur lá skerfløt við búkinum upp hoyrdist onki til hesi stóru orð. Nú var tíðin komin hvar talvan skuldi tváast rein. Nú var tíðin hvar tað skuldi teskast frá munn til oyra og ætlanir leggjast um hvussu hesi við teimum stóru orðunum, sum frægast kundu snúgva sær undan åbyrgdini av, at hava leitt eitt fólk í eina so vanlukkuliga stóðu at van- ligi føroyingurin illa dugdi at síggja sær nakra framtíð á hesum klettum. Men aftan fyri hetta hómaði tú ein ótta, óttin fyri tað at ótalaða orðið skuldi gerast livandi og fáa megi og kraft. Men føroyska arbeiðara- fjøldin er tolin. Hóast nid- urundirkomin av máttloysi, ógvusligum politiskum til- tókum, tørvandi vinnu- møguleikum og einum niv- andi mótburði prógvaðu tey, sum bert høvdu hend- urnar at lýta á at tey vóru før fyri at venda aftur- gongdini til framgongd Nú eg arbeiðaradagin 1997 standi her undir hes- um høga tingi og flestu okk ara uttan iva kunnu vera samd um at seinasu 3 árini hava verið frægari enn hini 3 undanfarnu, síggi eg fyri mær eina mynd. Ég síggi eina mynd av einum samfelag, sum verð ur býtt sundur í tvær eindir Millum hesar eindir siggi eg eina girðing. Og hinumegin girðingina síggi eg inn í eina gylta hell. Eina hell har veggir og gólv eru av marmor. Har stólar eru úr fínasta tilfari og har hunangur ikki trýtur Og eg síggi í hesi hell stóran skara av fólki. Fólk, sum drekka av gløsum við gullkanti, eta úr skálum av fínasta porseleni og halda sær at gaman Og eg síggi vælklæddar menn, sitandi aftanfyri blankpoleraði — mahogni- bord, skriva út blancokekk- ar Eg siggi myndina broytas og eina rød av arbeids- klæddum fólki koma fram at girdingini. Garðaliðið verdur upplatid og tey fara innar Ég síggi tey fara framat mahogniborðinum har væl- kløddu mennirnir sita og bera fram ørindi síni. Ørindi teirra eru, at steðga verður við tí ørskapi sum fer fram, ella um tað veruliga stendur so væl til í hesum samfelag. so eisini at fáa eitt líuð sind- ur av hesum marglæti tilluta sær Ég síggi mennirnar bros andi hyggja upp á hvønn annan og ein teirra sigur við tey: Tíanverri. Tíanverri kunnu vit ikki lata tykkum fáa burtur av hesum, tí, sum tit vita, so skal frá tykkum, sum líuið hava vera tikið frå, fyri at tey, sum nóg mikið hava kunnu fáa meira. Og tit áttu sjålvi at vita at tit eru sett her at virka fyri at vera tænarar fyri mong. Hetta er myndin eg síggi av føroyska samfelagnum har vit øll skulu eitast at vera líka undir sólini, nú verkamannafjøldin í lítla báti sínum áraleys at kalla, millum brotasjógvar stríður seg upp á ein aldurygg al- tjóða arbeiðaradagin 1997. Vanligi føroyingurin bíð- ar eftir tí degi tå undurið hendir. Undurið, tá leiðari fólksins leypir á bláman. Havið heldur og tjóðin øll flýtur omaná. Tann dagin verður fólkið hansara. Men tað undurið hendir ikki fyrr enn tann dag og tann tíma tá hesin leiðari sjálvur dugir at svimja. Við góðynskjum um eitt gróðrarríkt summar takki eg A ————"—Þ | |