Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Merkið 's-dagur á asfalti tíðindablaðið SOS Eru Føroyar til? Tað verður spátt, at øll tey norðurlendsku málini eru útdeyð um 100 ár. Tosað verður um hvussu norður- lendska mentanin kann yvirliva í einari internation- alari kapping. (Politiken 3. mars 1997: >Nordisk kultur i klemme«). Hetta setir målid »Før- oyskt« - tosad av uml. 50.000 menniskjum í eitt størri perspektiv. Og eg spyrji bara: Hvat so vid Før- oyum, føroyska målinum og føroyskari mentan??? - Fer alt at doyggja út? Hetta vekir tankar um sjålvt målid, og f næstu løtu um sjålvt lívsgrundarlagið. Føroyskt hevur mangan verið spått at doyggja út. Skriftmálið, sum er sera ungt i Føroyum hevur vid undangongufólki megnað at fingið eitt egið, góðtikið skriftmál. Fyrsta føroyska bókin var útgivin í 1822. Og so hevur verið langt ímillum útgávurnar. Men hesi sein- astu 20-30 árini er eitt hav av bókum komið út á før- oyskum. Allar bøkurnar á Landsskúlafyrisitingini eru eitt dømi um tað. Eg var púra paff av øllum bókun- um á føroyskum, tað var ikki sum tá eg var barn! Hetta er eitt tekin um, at tað hevur verið satsað uppá før- oyskar bøkur, kanska ser- liga, bøkur til skúlabrúks. Og eitt tekin um at målid livir. Eg havi ofta undrast å hvi øll fólk í heiminum ikki bara tosaðu sama mál, tað hevði verið nógv lættari. Serliga tá man skal læra mál í skúlanum! - Men, í málin- um liggur so nógv frá sjálv- ari mentanini og sjálvum gerandis lívinum í teimum ymsu londunum, sum er sermerkt fyri júst tey. T.d. er føroyska málið ríkt tá talan er um ymisk fyri- brigdi á sjónum, ella í bjørg- unum. - Í dag kalla vit tað fakmál. Fyrr, fyri 2 genera- tiónum síðani, var alt landið knýtt at hesum fakunum: sjónum og bjørgunum. Hjá nógv tí størsta partinum av ungdóminum í dag eru onn- ur orð vorðin dagligdags: telda, sjónvarp, internet... - Somu orð eru dagligdags hjá ungdómi í nógvum eðr- um londum. Og tríva vit í eina gamla vending: >Sum lundi sligin á nevið<, er tað nú eitt fátal av okkum, sum vita bókstaviliga hvat tað er, Frá Havnar Sjónleikarfelag: Havnar Sjónleikarfelag hevði aðalfund 23.04.97 og í neyndina komu Jytte Olsen, Eyðver Pat- ursson, Jákup Olsen, Heðin Mortensen og Birita Krossteig. Nevnd- in skipar seg senni. Havnar Sjónleikarfel- ag hevur havt fleiri leik- irftiltsk í hesum leikár- unum eins og fleiri onn- ur feløg hava framført á pallinum í sjónleikar- húsinum. Tíverri hava vit eisini verið í tí stóðu, at av tí at húsið hevur verið so upptikið, hava vit ikki kunnað hýst øll- um, ið hava ynskt tað. Tann sera vælumtókti familjuleikurin Pinocc- hio var ikki bara róstur her heima, uttan eisini aðrastaðni m.a. í Dan- mark, og í tí sambandi hevur Scene To (sjón- leikarhús) í Rønne boðið leikinum til Bornholm í summar, har ætlanin er at hava sýningar í viku 27. Hettar er sera kostn- aðarmikið og sum øllum kunnugt eiga åhugafeløg ongan pening, so hópin av stovnum og fyritøk- um hava fingið umsókn um stuðul til ferðina. Fyri at hjálpa til vilja leikararnir sýna leikin Pinocchio til Bornholm nakrar ferðir áðrenn far- ið verður avstað. Kanska verður køkutombola ella okkurt annað tiltak gjørt, eisini til frama fyri túrin. Vanligt er, at um so mikið av stuðli fæst, at tiltakið verður >yvir- fíggjað<, senda vit part av latna stuðlinum aftur, og verður tað sjálvandi eisini gjørt í hesum før- inum. Við í leikinum eru umleið 25 fólk - øll »aft- anfyri< íroknað, harav eru flest børn og ung, sum inniliga hava uppi- borið tað herðaklapp tað er at verða boðin uttan- lands at spæla. Um onkur fyritøka ella einstaklingur hevur hug at fáa okkum at lýsa fyri teirra verum við blusum, keppum ella ðrum, eru tey vælkom- in at heita á okkum. Tað sum eftir er av hesum leikárunum verð- ur Sjónleikarhúsið kar- mur um skeið hjá MáF 9., 10. og ||. mai. Viku- skiftið 24. og 25. maí verður kvøldseta við leiki og konsert. Seinast í mánaðinum verður »Spælistovan« v/Sharon Weiss å pallinum, og vit enda við áðurneynda Pi- nocchio-tiltaki. og enn minni hvussu lundin sær út tå. Vit fáa assosiati- ónir/minnir um fortíðina, um mentunararvin. Hetta er sum ein leivd/eitt minni um undir hverjum umstødum okkara forfedrar hava livað, ein partur av okkara søgu. (Hetta hóast tað enn eru nøkur sum fara í bjørgini td.) Jú meiri eins lívið á jørd- ini verður, tess betri sam- bandið verður, jú meiri eins verður málið Man kann siga: > Vit tosa sama mål!«. Og eg kundi næstan skoytt uppí: Teldumál? - Tá eg siti á teldu brúkararúminum á universitetinum her á Trøj- borg, fyrigongur samtalan mestsum fifty fifty við eing- ilskum telduorðum og van- ligum donskum orðum. Og væntandi hevur hver tíggj- undi dani í 1997 atgongd til internet. Og tað tykist >tjek- kad« og »in« at sleingja um seg við eingilskum orðum fyri at krydda talumálið. So nakað er um spádómin, um at øll nordurlendsk mál fara at doyggja út. Tó - so leingi sum náttúr- an og veðurlag eru ymisk - so vænti eg, at altíð fer at vera ein munur. So kann man spyrja um tað er ein verdigur munur. Um tað er nóg gott. Hóast danskt norskt hevur verið tosað og skrivað í Føroyum sum offi- ciella málið, so hava føroy- ingar haft aðra úttalu av sama málinum, og talan er ikki um danskt, men um tað serliga føroyska danska: »Gøtudanskt«. Og so leingi eingin brúgv/undirsjóvar- tunnil bindir Føroyar saman við fleiri stød í heiminum, og flúgvari íkki er hver mans ogn, so verður ein munur. Hugsið bara um all- ar dialektimar í Føroyum ella í Danmark. (Eingilskt við fr. dialekt:) »And in the same way, Í believe (eingilskt vid upper class eingilskt): that even we all speake english - of course some of us will be more perfect than others - (eingilskt við indiskari acc- ent): alt the rest of us will speak english in our own special way. (Eingilskt vid danskari dialekt): Maby we'll all use some words, that are the same (eingilskt vid føroyskari diakelt): but still some of us will speak more about fish and other about pigs, but soon we will all only speak about >OlL<! Ja, ein lítil forsmaðkur uppá hvussu vit tosa um nøkur fá ár... Føroyskt mál hevur yvir- livað, føroysk mentan yvir- livir, men yvirliva Føroy- ingar? Mál og mentan og sega bindir fólk saman. Sum eitt symbol um hesi virðini hava vit eitt flagg. Og tað, at flaggað verður, merkir altíð okkurt. Vit flagga av gleði - í fullari stong ella av sorg - í hálvari stong. Og vit flagga á merkisdøgum, fyri at minnast eina hend- ing. Td. spurdi dóttir mín herfyri hví flaggað varð í hálvari stong hendan dagin. So mátti eg hugsa meg um eina løtu: 9. april, ah tann dagin vórðu Danmark herð- settar av týskarum, tá var kríggj her. Tað var undir krígnum at langabbi tín misti annað beinið. Tann 9. apríl kom kríggið til Dan- markar. Tað var ein sorgar- dagur, tí flagga vit í dag í hálvari stong. Í dag er ein merkisdagur: >Merkið<. Tað føroyska flaggið. Og í dag flagga vit í fullari stong fyri at minnast at júst hendan dagin 25. apr- il 1940, fyri 57 árum síðani fingu Føroyar sítt egna flagg. Ein gleðis dagur. - Eitt flagg er eitt symbol. Eitt symbol um eina samhoyrig- heit, eitt symbol um okkara felags mál og mentan og søgu. Eitt symbol sum fólk hava stríðst fyri at fáa. Eitt symbol, sum eisini í dag má stríðast fyri sínum eksist- ensi, at sleppa uppí part. Ofta verður >Merkið< gloymt saman við gðrum fløggum. »Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvødu frá landi mínum fag- urt og fritt« (H. A. Djurhuus »Sjå tå blånar«). Bevist ella bevist, so leggi eg merki til um >Merkið< er við, tá ið eg siggi fleiri fløgg saman. Og eg má viðganga, at eg blotni eitt sindur tá eg síggi at »Merkid« er við. Hetta er eitt prógv um at okkara land/mál/mentan er til. Ein góðkenning. Also: Føroyar eru ikki nakad eg fyrigykli mær, men tær eru til. Hetta er kanska av serliga stórum týdningi fyri meg, sum gangi runt við einum traumatiskum minni. Eina- ferð fekk eg boð um at Før- oyar eru ikki til. Jú, í Los Angeles skuldi eg sjálvasta jólaaftan ringja heim úr eini telefonboks: >Hello, opera- tor, could you please give me the Faroe Íslands?< »Hang on!«. Og so at spyrja umaftur: >Which islands?<, og so at leita og stava: >F..a..r..< og leita..: »Is it some islands near Hawai?«. Eg: »no« og om igen. Og aftaná drúgva tíð fekk eg boðini, nei tíverri >Faroe Is- lands dont exist«, Føroyar eru ikki til!!! « - So stóð eg har sum lundi sligin á nevið jólanátt: fekk ikki at vita hver fekk mandluna, og hvat tey fingu í jólagávu og høvdu tey fingið pakkan? Men tað ringasta var, at eg fekk at vita at Føroyar als ikki vóru til. Mandlan, mamma og Føroyar - Merry Christmans! Heldigvis kom eg heim summarið eftir, og tå at tey vóru øll har. Fullvæl var alt nú ógvuliga lítið, kajin og allir teir lítlu bátarnir óru á at líta sum dukkubátar aft- aná at hava sæð risakajir og risabåtar. Men mín lítla systir var vaksin, og tað tydningarmesta: Føroyar vóru til. Og eg gleddi meg til tað aftur skuldi vera jól aftur. Also høvdu tey tikið feil í L. A. Hendan sama kenslan av ikki at vera til, ella at vera gloymdur, kann man fáa utt- an tað nýtist at vera so bein- leiðis fortalt einum. Føroy- ingar kenna seg t.d. sum ein part av Norðurlondum. Eis- ini í Norðurlendskum sam- bandi eru Føroyar ofta ikki nevndar, og symbolskt verður føroyska flaggið ikki víst. T.d. refereraði eg í byr- janini til grein, um at øll nordurlendsk mål doyggja út. Har var ein illustration vid 5 norðurlendskum fløggum. Føroyska, Sámis- ka. Alendska og Grønlends- ka flaggið vóru ikki við í tí sambandinum. Tá talan er um meiri ser- støk evnir, td. norður- lendskt granskingararbeiði innan Ld. sjónleik, - so eru Føroyar aldrin við, íkki nevndar. Ein nåttårlig for- klåring er, at Føroyingar ikki hava haft kapacitet til at granska innan hetta smala eki. Td. veit eg, at føroy- ingar mangan hava takkad nei, til ymisk nordurlendsk tiltøk innan sjónleik. Tað hevur altíð ergrað meg. Og á sama hátt man vera innan so mong onnur øki - So leingi vit sjålvi ikki eru »på banen<, men goyma okkum á síðulinjuni, so kann stød- an ikki verða ødrvisi enn hon er í dag: - At vit verða gloymd! Ti skulu vit ikki goyma okkum, men brúka ta styrki sum eitt lítið land hevur. Nógv eru forvitin eftir at frætta um viðurskifti í Før- oyum, tí lítið er at finna av upplýsandi tilfan um Før- oyar. Vit føroyingar í útlegd skulu - ein og hver - eisini vera sjónlig í dagligdegn- um. Ikki goyma okkum í føroyingafeløgum. Íkki læsa okkum inni bara sam- an við ødrum føroyingum, men lova ødrum innum. Tora at vera opin fyri ti fremmanda. Tad kann vera læruríkt, og vera við til at víðka okkara sjónarring Vit vanligu menniskju eru ambassadørar í tí gerandis- Nr. 85 — 7. MAI 1997 liga. Tað er okkara ábyrgd at læra eisini at vera saman við fólki her. Tað eina nýtist ikki at útilukka hitt. Tað hevur verið neyðugt at halda saman, og er tað enn. Men vit koma ikki víðari um vit læsa okkum inni. Í tí sambandi heilsi eg hesi al- mennu konsertini væl- komnari, takk til stigtakar- arnar fyri hetta stóra tiltak- ið. Tann vissi deyðin fyri før- oyska málið, mentan og før- oyingin er, at tiga seg í hel. Tí er tað neyðugt, at føroy- ingar læra at satsa uppá økir, so Føroyingar kunnu mar- kera seg í norðurlendskum sambandi og internationalt. Og mon ikki tad krevur onkra peningaliga fløgu? Jú víst, men tað er neyðugt vidhvørt at spýta pening í eitt projekt, og so bíða og røkta í tolni, til tað gevur avgrødi. Bara soleiðis yvir- livir føroyingurin! - Annars enda vit sum eitt fornminni. Alt gott um fornminni, men skal okkara ættarlið einki skriva í søguna? Er tað ikki tað orðatakið: >at byggja á teir lunnar okkara forfedrar hava lagt« merkir? Einaferð settu tey sær fyri, at fáa egið flagg, okk- ara mál má vera at fáa brúkt okkara flagg. Markera okk- um norðurlendskt og inter- nationalt. Víst at vit eru til! Vár Berthamar Jacobsen Skráseting Føroya Er 2218, Pit Ágot, 700 Klaksvik Vidtøkur broyttar: 02.05.1997 rr Nevnd: Farin úr nevndini: Poul Eyðfinn Poulsen, 700 Klaksvík (formaður), Hjal- tur Poulsen, 700 Klaks- vík Simona Bjarna- skor, 700 Klaksvik Innkomin sum stjóri: Poul ED Poulsen, Bøgøta „ 700 Klaksvík Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum vinnu og annað starv í hesum sambandi Skráseting F tann 02. maí 199 Kristin Balle