mikudagur 7. mai 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
í Læraraskúla-
høllini
Til á sumri 1980 var
Hans Berntsen ein
ågrytin, framfysin hand-
ilsmadur, sum ikki
hugsaði stórvegis um
kristindómin
Men ein summardag.
fyri 17 árum síðani,
broytti Gud fullkomi-
liga liv hansara
Hendan dagin í 1980
var familjan Berntsen,
Hans, Inge og bæði
børnini, á veg heim frå
summarferiu í Frak-
landi. Við Flensborg
varð bilurin við camp-
ingvogni árendur av ein-
um stórum lastbili - bil-
førarin var sovnadur,
medan hann koyrdi 103
km/t
Oskadd
Bilur og campingvogn-
ur vórðu fullkomiliga
vrak, men øll familjan
grulvadi óskadd út úr
bilinum uttan so mikið
sum ein snudd.
nógvar av ognum
okkara lógu spjaddar út
um vegin, sigur Hans
Berntsen. Løgid nokk
eisini eitt lítið Nýggja
Testamenti,
sum vit
høvdu við okkum, uttan
tó at hava lisið í tí. Tá
vit tóku tað upp, lá tað
sligið upp á eina ávísa
síðu, og eygu okkara
fullu á Markus kap. 13,
tey versini, ið tosa um
at vera árvakin, so Jesus
ikki finnur okkum sov-
andi, tá hann brádliga
kemur aftur. Tað var jú
satt. Tá vit stóðu har og
hugdu at bilinum, máttu
vit ásanna, at vit kundu
verið deyð.
A meti aftur -
Afturkomin til Alborg
byrjaðu tey at ganga á
meti, og børnini í sunn-
udagsskúla. Fáar mån-
aðir senni byrjaði sam-
koman har Inge og Hans
gingu bíbliufundir. Eitt
av hesum kvøldunum
bóðu eini hjún teimum
heim til ein kaffimunn.
Aðrenn tey fóru haðani,
las verturin nøkur vers
fyri teimum og tey b6du
saman. I hesum sam-
bandi bad Hans Bernt-
sen um at fåa eina
nýggja fatan av Jesusi.
...eg feldi á mær, at
hesi hjúnini høvdu nak-
að, sum eg ikki hevði.
Tað rann upp fyri mær,
at hetta >nakað< var
fylling Heilaga Andans.
Og eftir at eg fekk loyvi
at uppliva tað, havi eg
ikki kunna latið vera við
at siga frá um Jesus, sig-
ur Hans Berntsen.
Lýsið í Søslalinum
Avtala við Jesus
Í januar 1981 tók Hans
Berntsen lut á nøkrum
metum í Brovst. Har tal-
aði ein norskur prædiku-
maður profetiskt til
Hans Berntsen: ...»Gud
vil å ein serligan hått
nyta teg at bidja fyri
sjikum«, segði hann.
...eg var í iva, eg Visti
ikki, hvat eg skuldi gera
So eg byrjaði at lesa í
Bíbliuni, um tað Jesus
og tey fyrstu trúgvandi
gjørdu. Her så eg, at tå
fólk komu til Jesus,
vórðu tey altid hjålpt
Eg gjørdi so eina munn-
liga avtalu vid Jesus, har
eg segði: Um Tú sendir
fólk við onkrari sjúku
á leið mína, so vil eg
lurta eftir teimum.
Aftaná vil eg spyrja,
um tey vilja sleppa av
við sjúkuna. Síðani sigi
eg, at eg eri ein trúgv-
andi, og at eg trúgvi,
at Tú fer at hjálpa
teimum - og síðani
byrji eg at biðja fyri
teimum.
Skjótt byrjaðu fólk at
koma við trupulleikum
teirra, líka frá krabba-
meini, heilasvullum,
heilabløding, gikt, suk-
ursjåku, epilepsi, sjúk-
um hjarta, høvudpinu,
eymum musklum og
bamloysi. Og sambært
teimum sjúku, so eru
flestu = trupulleikarnir
horvnir sum døgg fyri
sólini eftir forbønina.
...eg geri ikki undur,
og eg komi heldur ikki
til Føroya sum ein und-
urgerari, men eg trúgvi
å undrunnar Gud. Gud
hevur kraft til frelsu.
Hann letur ongan
óhjálpnan, og Hann ger
ikki mannamun. Frelsan
er fyri hvønn, sum vil
brúka hjartað og trúgva.
Hans Berntsen hevur
nakrar ferðir áður vitjað
í Føroyum. Fyrstu ferð
var í 1985, tá meti
vórðu, m.a. í Havnar
Bio, undir heitinum Jes-
us 85. Undir hesum
metum møttu mong tí
livandi Jesusi, bæði til
frelsu, grøding og end-
urreisn. Hóskveldið
komandi (Kristi Himm-
alfarðardag 8. maí) og
fríggjakveldið verða
meti við Hans Berntsen
í Læraraskúlahellini, og
leygarkveldið verður
meti við Hans Berntsen
í Kelduni í Skálabotni,
øll kvøldini kl. 20.00.
Jesus 97
tidindabladid
Vit mugu tr
Nr. 85 — 7. MAI 1997
gva
upp å hugsjonina
Henry Jarnskor helt hesa rødu å årsfundinum i år hjå Javnadarflokkinum
Er LEA
*
Tað er við blandaðum
kenslum, eg standi her.
Sum fráfarandi neyndar-
limur í Eysturoyar Javnað-
arfelag eri eg errin av at
vera javnaðarmaður.
Samstundis skammist eg
yvir tað.
Eg eri errin av hugsjónum
okkara, stevnuskrå okkara
og so sanniliga av teimum
monnum, ið ótroyttiliga
hava stridst og strembad
fyri, at korini hjá arbeids-
og fiskimanninum gjørdist
betri
Eg eri errin av teimum
mongu politisku sigrunum,
ið hava givið okkum mann-
sømilig kor og givið børn-
um okkara útbúgvingar-
møguleikar.
Eg eri ikki so errin av at
hava verið vid til at tikid
vónina og trånna upp á
framtíðina frá tí unga ætt-
arliðnum.
Ég skammist yvir, at vit
hava givið skarvin yvir
Hugsjónarmenninir eru
burtur, og í staðin hava vit
fingið livibreydspolitikkar-
ar, ið av reinum kleyvar-
skapi hava mist ella
kanska slept endanum, so
teir borgarligu aftur eru
slopnir framat tí, ið teir
síggja sum eitt sjålvtøku-
borð. Ja - eg skammist yvir,
at vit hava verið við til at
avreitt ognir Føroya fólks
til somu gammarnar, ið
klóraðu og skræddu í seg í
80-årunum, til óbótaligan
skaða fyri lønmåttakaran.
Tað er so populert at tosa
um vegamót. Hvussu ofta
hoyra vit ikki: »at vit standa
á einum vegamóti<. Tíverri
haldi eg, at vit eru endað í
veitini við síðuna av vegn-
um - og tað fyrsta vit eiga
at gera er at sleppa okkum
upp aftur á vegin.
Vit liva í einum samfelag,
har lógir og reglugerðir raka
hvønn einstakan hvønn ein-
asta dag.
Hesar lógir og reglugerðir
eru ætladar sum verja hjå
borgaranum og vælferðar-
samfelagnum sum heild
Men hvussu virkar hettar
í praksis? Vanligi borgarin
kennir ikki sín rætt og bjóð-
ar ikki til at seta seg inn í
hesa stóru fløkju, og letur
seg leiða av betrivitandi al-
mennum skrivstovuklerk-
um. Borgarin má vera tolin
og lítið krevjandi og ikki
rokna við altíð at fáa svar
uppá fyrispurningar.
Hettar kann ikki undra
nakran, tá sjålvt Føroya
Landsstýri ikki heldur tað
hava nakran týdning, um
tey svara ella ikki. Nøkur
eru tó tey, og tíverri gerast
tey fleiri og fleiri, ið hava
sett seg inn í hvussu væl-
ferðarsamfelagið fungerar,
og uttan nakað hóvasták
brúka tilboðin - ella rættari
misbrúka tey - til egnan
vinning.
Vit síggja, at tað eru fólk,
ið fáa almenna hjálp og
stuðul í høvd og reyv, ið
ikki hava nakra hjálp fyri
neyðini, meðan tey við
veruligum tørvi sita køld,
svong, sjúk og hjálparsleys.
Aftur her vinnir tann sterk-
ari, tí hesir landsmenn okk-
ara hava ikki orku til at gera
nakað - ikki eingang til al-
ment at ilskast inn á sys-
temið.
Hví loyva vit slíkum
órættvísi, hví ger eingin
okkara okkurt fyri hesar
landsmenn okkara?
Alt skal betala seg í dag.
Eingin kann fara undir nak-
að, og eingin verkætlan
kann setast í gongd, uttan
at fíggjarráðgevarin og cks-
pertar hava sagt gott fyri
profittinum. Profitturin er
neyðugur til tann risikovill-
iga kapitalin. Alvaratos -
hvaðani stavar hesin risiko-
villigi kapittulin frá? Hevur
ikki familjumaðurin, ið dag-
liga roynir at gera familjuni
lívið liviligt, samstundis
sum hann roynir at svara
hverjum sítt, skapt hann við
hondum sínum?
Hví skulu vit vera við til
at avhenda spekulantunum
virðini, soleiðis at teir
kunna seta seg afturá fyri
framhaldandi at spekulera í
stórri kapitali?
Vit eiga at siga kortanei -
kapitalurin klárar seg uttan
okkara hjálp - tað hava hesu
seinastu árini sanniliga
prógvað.
Vit eiga við takksemi at
taka ímóti tí tilfeingi, ið
Skaparin gevur okkum, og
seta á stovn almennar fyri-
tøkur, ið kunnu taka ímóti
og virka ta råvøru, ið tær
profitorienteraðu fyritøk-
urnar tveita burtur ella
venda bakið - ti tað betalur
seg íkki.
Vinningin koma vit at
síggja aftur í landsbúskap-
inum, og vinnarin verður
føroyingurin. Uppskot til
nýggja fólkaskúlalóg er til-
evnad av pedagogum, og
verður nú lagt fyri aðrar
pedagogar til »hoyringar«.
Vit vanligu fólk eru býtt,
vit skilja einki. Politikarin
veit betur, hann vil ikki
skilja nakað, kenslurnar og
meiningarnar hava vit. Vit
Minnist til haldara
duga ikki so væl at bera
fram okkara egnu hugsanir,
og vit eru óvon við at lut-
taka í polemiskum orða-
dráttum. Tí er tað lætt at
»pilka okkum nidur« og
vinna á okkum í tvidråtu við
tekniskum orðavavstri.
Eg havi tosað við nógv
fólk, ung sum gomul, og eru
flestu teirra samd við mær í
at: >tað nýttar als einki, vit
fáa als einki gjørt. Teir, ið
eru førir fyri at gera nakað,
vilja ikki. Politikkur hevur
einki við veruleikan at gera,
tað er eitt skymaspæl«.
Vit hava sæð og hoyrt
framborðið, at vit undir
ongum umstødum góðtaka,
at fólk verða býtt upp í
fyrsta- og annaðfloks borg-
arar, og Guð hjálpi mær eis-
ini triðjafloks borgarar.
Samfelagsupploysn og
vónloysið trívast væl og
hava tað gott. Familjur
syndrast, børnini mugu
klára seg sjálvi og á Rusuni
gleðast tey um avlopið.
Bankakreppan bjargaði ein-
um lítlum parti av Føroya
fólki. Flestu okkara kendu
sviðan, og hevur tað so
sanniliga tikid ilt fyri seg
síðani tá. >Tað gongur bet-
ur« verður sagt. Hjá hvørj-
um? Jú hjá tí lítla partinum,
ið politikkarin bjargaði.
Skamm fái tykkum, ið vilja
hava vanliga føroyingin
standandi við húgvu í hond.
Skal meginparturin av
okkum gerast »sosial til-
feldir«? Úr vøggustovu og
barnagarð til eldrasambýli
og røktarheim? Skrásettir
taparar? Ein heilur dagur í
barnagarði er ein vánalig
lívsbyrjan: eingin disciplin-
ur + eingin virðing fyri ogn-
arrætti * læra at klára seg
sjálvan * taka ábyrgdina av
sær sjálvum = ruðuleiki. Er
ruðuleiki má okkurt vera
galið heimanífrá, og tí: sosi-
alráðgevi * stuðulspedagog
= skrásettur tapari.
Hver eigur Føroyar?
Hver eigur framtíðina?
Hver eigur nakað at geva?
Hvar eru tit, ið eiga og vilja
jaldið!.
geva?
Vanligt er at Status verður
gjørt á hverjum ári. Eg
hugsi ikki her um hvussu
nógv stendur á bók, ella
hvussu nógv tey peninga-
ligu virðini eru, ið flokkurin
eigur. Veruliga virðið hjá
flokkinum er veljarin, og
fyrst og fremst hin skrásetti
limurin í flokkinum
Hvussu stendur til við
limaskaranum?
Hvussu stórur partur av
hesum skara eru verkamenn
og fiskimenn?
Hvussu sórur partur eru
timalønt og arbeiðsleys?
Hvussu stórur partur hev-
ur bert hendurnar at líta á.
og síggja fram til eina fólka-
pensión, tá hann verður 67
ár? (Einki ringt um hin sam-
haldsfasta - men hetta mun-
ar bara so vælsigna lítið).
Ég haldi at hetta eru
áhugaverdir spurningar, tí
teir kundu verið settir upp
ímóti = spurningum um,
hvussu nógvir av limum
okkara eru fastløntir - við
høgum eftirlønartrygging-
um longu frá 60 ára aldri
Latum okkum gera Stat-
us: er flokkurin ein Javnad-
arflokkur fyri verkamannin
ella er hann ein >Sekt< (fel-
ag/klubbur) fyri fyrsta-
klassaborgarar???
Oljan er guds gáva til
okkum øll, ið vit for guds
skyld ikki mugu lorka av
hondum, og tí má tað al-
menna hava alla stýringina
á hesum øki, við javnaðar-
manni við róðri.
Tað gongur framá við
rúkandi ferð, sigur lands-
bankastjórin. Tað gongur so
skjótt framá, at vandi er á
ferð. Hettar má steðgast, og
ein máti at tálma vøkstrin-
um, sigur landsbankastjórin
- allarhelst frá Annfinni
Kallsberg - er at seta MVG-
ið upp.
Hvar í verðini eru hesir
menn? Hvat ætla slíkir
menn? Skulu vit loyva
teimum at seta eina nýggja
húskallalóg í gildi?
Eitt er at vit eru tiknir av
bóli, men skulu vit leggja
okkum á hina liðina, og bara
lata standa til?
Nei, nei og aftur nei, men
fyri at fáa avrikad nakað, so
noyðast vit fyrst og fremst
at trúgva upp á hugsjónina,
okkum sjálvi og framtíðina
Hettar lærdu teir okkum, ið
gingu undan og slóðaðu
getuna fyri okkum.
Uttan Javnaðarflokkin -
eingin framtíð.
Ég trúgvi upp á framtíð-
ina - framtíðin leingi livi.