fríggjadagur 9. mai 1997síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 86 — 9. MAI 1997
tíðindablaðið
23
Útlendingar í hópatali
spæla í Føroyum
Fótbóltur: Tað eru fleiri útlendskir
spælarar í Føroyum nú enn nakrantíð
áður, men ymiskt er hvussu hesir
spælarar eru fyri og hvgr vinningur
teir eru
Hópin av útlendskum nøvn-
um leypa í eyguni á tær, tá
tú lesur ítróttarsíðurnar í
bløðunum, og tað er ikki so
legið, tú fleiri útlendingar
enn nakrantíð áður eru í dag
í føroyskum fótbólti.
Av |. deildarfeløgunum
eru tad bert try, HB, KI og
NSÍ, sum ikki hava útlend-
ingar á liðnum, og eisini í
2. deild hava feløg verið
uttan fyri landoddarnar eftir
spælarum.
Tað hevur verið vanligt,
at nakrir útlendingar á
hverjum ári hava verið í
føroyskum fótbólti, men nú
ber av, og ikki færri enn 18
útlendskir spælarar eru at
finna í 10 føroyskum feløg-
um. Flestu teirra eru úr
Jugoslavia og Póllandi, men
onkrir eru úr Bretlandi og
ein einstakur úr Danmark.
Fólk, sum hava nógv ár á
baki i føroyksum fótbólti
minnast ivaleyst il nógvar
útlendskar spælarar, og
fleiri av teimum vóru við
til at leggja nakað afturat
føroyskum fótbólti.
tak á, tí teir vóru á odda 5-
1, tá teir fóru at hvíla seg.
Tá 2. hálvleikur var eitt
korter gamal skoraði Karl
Johannesen til 5-2, og ellivu
minuttir seinni hevåi hann
skorað tvær ferðir afturat,
og so stríddist Fram fyri at
javna. Tað ydnaðist ikki. I
stadin stadfesti Kaj å Stong-
um heimasigurin í 86. min-
utti.
Sørvingar fingu einki
burturúr á Skála sunnu-
dagin. Teir komu framum
2-1 tíðliga í 2. hálvleiki,
men teir megnaðu ikki at
halda tørn.
A Skála hava teir ivast
nógv í, hver fótbóltsfram-
tíðin fór at vera hjá felag-
num. Talan hevur verið um
at taka liðið úr kappingini,
og talan hevur eisini verið
um, at ein jugoslavi skuldi
koma at hjålpa til. Hvørki
av hesum er vorðið til veru-
leika, og nú tykist sum
nógvu ungu spælararnir
standa seg væl bæði í ung-
lingadeildini og í 3. deild.
jh
Tað eru fyrst og fremst
feløg í økjum, sum hava
merkt serliga hart til frå-
flyting og arbeiðsloysi, og
har fótbóltsáhugin er nakað
minkaður, sum hava styrkt
seg við útlendingum, og fyri
onkur feløg er tað ein treyt
at fáa útlendskar spælarar á
liðið, skal tað standa seg
nøkunlunda.
Men tad eru eisini tey,
sum standa væl f ti, men
sum sikta eftir toppinum, og
ti brúka útlendskar spælarar
sum eina hjålp
i
Øll feløgini í Suðuroy hava
spælarar uttanifrå at hjålpa
sær. Á TB-liðnum, sum i
fjør flutti niður úr 2. deild,
eru tveir jugoslavar. Annar
teirra er Alexander Rado-
savljevic, sum hevur gjørt
seg merktan við at skjóta
nógv mál. Leygardagin
gjørdi hann ikki færri enn
fimm mál, tá TB vann 8-3 á
Royn. Hin jugoslavin, Zor-
an, er spælandi venjari hjá
liðnum.
Í VB, sum er einasta I.
deildarfelagið í Suðuroy í
løtuni, eru aftur í ár tveir
jugoslavar við, men tað eru
ikki teir somu, sum spældu
við í fjør. Tomislav Sivic er
fluttur til B36, meðan Veli-
bor Kopurnovic er farin
heimaftur at spæla. Annar
av jugoslavunum, Milan
Milanovic, er spælandi
venjari hjá vágbingum, og
spælir í fremstu rød. Hin,
Zoan Mancic, er miðvallari.
Í Hvalba eru teir serstak-
liga væl nøgdir við sínar
jugoslavar, og ikki minst
Cimburovic Milan, sum
hevur spælt á midvøllinum,
hevur verið frálíkur. Alex-
ander Vukotic er álopsspæl-
ari, men ivasamt er hvussu
verður við honum, tí hann
noyddist av vellinum á Sev-
mýri sunnudagin við skaða
í knænum.
Oddaliðið í 2. deild,
Sumba, sum hevur fult
stigatal eftir tvey umfør,
hevur ein dana á liðnum.
Hann var annar av tveim-
um, sum kom hendan vegin
fyrr í ár, men hin er farin av
landinum aftur. Peter Jørg-
ensen tekur sær eisini av
venjingini í Sumba.
Tríggir á Sandi
og í Vágum
Á Sandi eru sum í fjør
tríggir póllendskir spælarar,
men tveir teirra eru nýggir.
Piotr og Marek fóru í Vág-
arnar at spæla, meðan mál-
verjin Valdemar Nowisci
varð verandi á Sandi. Um-
framt Nowisci eru nú Tom-
asz Resel og Jazek Bugan-
iuk eisini komnir at spæla á
Sandi. Ætlanin var eisini at
B71 skuldi hava polskan
venjara, men hann gav í
síðstu løtu avbod, og tí tók
Eli Hentze við.
Í Vágunum eru nú Piotr
Krakowski og Marek Vierz-
bicki, sum spældu á Sandi í
fleiri ár, og afturat sær hava
teir fingið styrk í Tomek
Bednarsky. Tomek kann tó
ikki spæla í løtuni, í spæli-
loyvið hjá honum er ikki
klárt.
Í hevuðsstaðnum er bert
ein útlendskur spælari, og
Tað eru bert trý 1.
deildarfeleg, sum ongan
útlending hava á liðnum.
Øll hini royna at styrkja
seg við at fáa spælarar
uttanífrá. Ein teirra er
Marek Vierzbicki, sum
spælir í FS Vágum
tað er spælandi venjarin hjá
B36, Tomislav Sivic, sum
var i VB i fjør
Bretar i Eysturoynni
I Eysturoynni eru tveir bret
ar í løtuni. IF hevur unga
Chris Knight, og GI hevur
havt Steve White. Hesin
seinni ætlar sær av land-
inum aftur, men um viku-
skiftið verður hann við, og
tá verður eisini ein annar
bretskur spælari, Scott
Ramsey, sum er úr Skot-
landi. Hann hevur spælt fyri
felagið Partick Thistle
Í F hevur havt tveir bretar
í felagnum, men annar er
farin heimaftur
A Toftum eru tveir jugo-
slaviskir spælarar, umframt
venjari, sum eisini er úr
Jugoslavia, men sum ikki
spælir. Bæði Dusan Alasis
og Milosav Bojce hava
skotið mál fyri B68 í ár
Í HB, KI og NSI eru eing-
ir útlendingar, um tað kann
sleppast undan at kalla ein
havnamann í Klaksvík fyri
útlending
Tað er ymiskt hvussu væl
fyri teir útlendsku spælarar-
nir eru, og gjøgnumgang-
andi eru teir ikki dominer
andi á teirra lið. Tað eru tó
undantøk, og Marek Vierz
bicki må vera besta dómi
Hann er fram úr bóltspælari
og stendur fyri tí mesta hjá
FS Vágum
Cimburovic Milan hjá
Royn vísti seg í steypakapp
ingini vera frálíkan spæla,
og Tomislav Sivic avrikadi
meiri í VB í fjør enn hann
hevur gjørt higartil í B36 í
ár.
Ið hvussu er tað ein veru-
leiki, at 18 útlendskir spæl-
arar eru ílandinum, og teir
fara uttan iva at seta sín dám
á fótbóltskappingina.
ek
B36: Tomislav Sivic (Jugoslavia)
B68: Milosav Bojce (Jugoslavia), Dusan Alasis (Jugo-
slavia) og Mihajlo Djuran, venjari (Jugoslavia)
B71: Valdemar Nowisci (Pólland), Jazek Buganiuk
” (Pólland) og Tomasz Resel (Pólland)
PS Vágar: Piotr Krakowski (Pólland), Tomek Bednarsky
og Marek Vierzbicki
ÍF: Chris Knight (England)
Gi: Steve White (England) og Scott Ramsey (Skotland)
Royn: Alexander Vukotic (Jugoslavia) og Cimurovic
Milan (Jugoslavia)
Sumba: Peter Jørgensen (Danmark)
TB: Alexander Radosavljevic (Jugoslavia) og Zoran
Vugoslavia)
. VB: Milan Milanovic (Jugoslavia) og Zoran Mancic
(Jugoslavía)