Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 Javnaðarflokkurin: Út-| tidindabladid 06 róðrarmenn fiska fritt — Bæði línuskip og trolarar hava nóg mikið av fiskidógum, og fiska tískil frítt. Nú er tíð upp á, at eisini útróðrarbátar undir 15 tons sleppa at fiska frítt, sig- ur Hendrik Old, tingmaður Javnaðarfloksins og limur í Vinnunevndini GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Tá álitið um vinnuligan fiskiskap væntandi verður lagt fyri tingid týsdagin, fer Javnaðarflokkurin eftir øll- um at dóma at skjóta upp. at broytingar verða gjørdar í lógini um Vinnuligan fiskiskap. Hendrik Old, tingmaður, sigur, at tíðin er komin hagar, at eisini út- róðrarbátar mugu sleppa at fiska frítt. Hann vísir á, at bæði trolarar og línuskip hava ivaleyst av fiskidøg- um, og teir kunnu soleidis å ein hått fiska fritt — Vit hava eina ferð fyrr skotið upp at gera broyt- ingar í lógini um Vinnuligan fiskiskap. Ta ferðina vildu vit eisini bera so í bandi, at útróðrarbátar undir 15 tons kundu sleppa at fiska frítt Men meiriluti var ikki fyri uppskotinum, sigur Hendrik Old Nú fer flokkurin so at royna aftur. Hendrik Old vísir á, at Sjálvstýrisflokk- urin á tveimum landsfund- um er komin til ta niður- stóðu, at útróðrarbátar undir 15 tons skulu fiska frítt - Tá tað so kemur til skarpskeringar, finnur Sjálvstýrisflokkurin altíð OLAVSØKAN 1997 Viðvíkjandi solu og tiltøkum Øll sela og tiltøk, sum skulu verða við á Olavsøku ella í Ølavsøkuskrånni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað, ið fæst á býráðnum. Freistin at flýggja inn umsóknarblaðið, er sett til mána- dagin 16. juni 1997, kl. 12.00. Umsóknir, sum koma inn aftaná 16. juni 1997, kl. onkra undanførslu fyri kort- ini ikki at loyva teimum at fiska frítt. Nú royna vit so aftur. So fáa vit at síggja, hverja undanførslu Sjålv- styrisflokkurin kemur vid hesaferð, sigur Hendrik Old Ber umsiting Fyrrverandi formaðurin í Meginfelag Utróðrarmann- a, Martin Strøm, hevur fleiri ferðir víst á, at verandi lógin hjá útróðrarmonnum er rættiliga trupul hjá útróðrar- monnum at umsita. Ein rúgva av pappírsarbeiði skal til. Teir skulu boða frá, tá teir fara til útróðrar; nær teir koma aftur, og so fram vegis. Tað ger tað trupult hjá útróðrarmonnum yvirhøvur at dríva útróður Hendrik Old, og Javnað arflokkurin sum soleiðis, hava somu áskoðan sum Martin Strøm: Talan er um tað vera pappírsveldi Hendrik Old sigur, at sær vitandi er ætlan um at seta eina skipan í gongd, sum higartil hevur kostað einar trýhundrað túsund krónur Skipanin skal vera soleiðis, at útróðrarmenn við at trýsta á ymsu knøttarnar á tele- fonini, kunnu boða fiski- vinnuumsitingini frá veiði- negd o.l Hetta er skipan, sum longu framman undan er deydadømd, sigur Hendrik Old Hann heldur, at nå må broyting koma i, bæði so og so, so at útróðrarmenn fáa frið at dríva útróður Hann heldur eisini, at sera ivasamt er, um teir 5000 fiskidagarnir, sum útróðrar- bátar skulu fáa aftrat, yvir- hevur fáa undirtøku í sam- gonguni. Tí er rættast sum skjótast at loyva útróðrar- bátum undir 15 tons at fiska frítt. — Stødan er tann í løtuni, at fleiri útróðrarmenn longu nú hava róð út við tí fyri Nr. 87 — 10. MAI 1997 Nú er tid upp á, at eisini útróðrarbátar undir 15 tons sleppa at fiska frítt, heldur Hendrik Old eygað, at teir fáa hasar 5000 dagarnar aftrat. Fær tað so kortini onga undirtøku í samgonguni, so eru teir uppaftur verði fyr: enn frammanundan heldur Hendrik Old Meginfelagið í tvini Hendrik Old sigur, at teir fleiri hevur gjørdu lands- stýrið vart við, at við tí poli- tikki, landsstýrið rak, fór Meginfelag Utróðrarmanna í tvíningar. — Nú er felagið farið í tvíningar, so vit kunnu kanska ynskja landsstýr- inum tillukku við væl út- førdum arbeiði, sigur Hen- drik Old. „Formaðurin i Leirvíkar Útróðrarfelag. Ólavur Hein- esen, heldur ætlanina hjá Hendrikki Old vera góða - Vit halda tað vera best at taka fiskidagarnar av, og so fara aftur til gomlu skipanina, har vit kundu fiska frítt, men kortini við nøkrum tekniskum avmark- ingum, sigur Olavur Heine- sen. Fleiri útróðrarfeløg hava havt fund um vikuskiftid, har stóða er tíkin til, un feløgini skulu fara upp nýggja felagið. Men flestu feløgini ynskja at verða í Meginfelag Útróðrar manna Martin Strøm hevur tikið stig til nýggja útróðrar- felagið, Landsfelag Vinnu- rekandi Utróðrarmanna Stríðið innan útróðrarflotan er fyribils endað við. at Meginfelag Útróðrarmanna er farið í tvíningar Mind: Jens Kristian Vang