leygardagur 10. mai 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 10. MAI 1997
B68 misti spælara
eftir eitt korter
Fótbóltur: Fjórðingsfinalan millum NSÍ og B68 gjørdist soleiðis, sum granna-
dystir ofta gerast. Toftamenn fingu reytt kort longu eftir góðar 15 minuttir
Dysturin millum NSÍ og
B68 var soleiðis, sum
grannadystir ofta gerast,
spælið í minna lagi, nær-
dystirnir nógvir, frísparkini
nógv og fleiri kort vóru á
lofti
Longu tá gott korter var
farið hevði Birgir Søndum
reytt kort á loftið, og tað
varð givið til Milosav Bojce
hjá B68. Hann fekk fyrst
gult kort fyri at geva Arn-
finn Langgaard ein sendara
í ryggin, tá teir fóru upp eftir
luftbólti, og hesum gjørdist
hann so ovursintur av, at
dómarin kendi seg noyddan
at senda hann av vellinum.
NSI spældi tí 11 móti 10
meginpartin av dystinum,
og teir høvdu eisini tamar-
hald á. Spælið var ikki tað
besta, men spælið sum var,
hevði NSÍ
Runavikingar løgdu seg
fram um stutt fyri hålvleik
Ein skrábóltur varð sendur
til Eyðstein Skipanes, sum
dróg inn í brotsteigin, Jákup
Eli Olsen kom uppá tvørs,
og tá hann tók runavikingin,
bríkslaði dómarin fyri brots-
sparki. Tað tók áleyparin
Oli Hansen sær av
Hóast B68 ikki hevði
nógv at bjóða í álopspartin-
um (teir spældu bert við Páll
Didriksen frammi, eftir at
jugoslavin sá reytt), so vóru
teir nær við at skora í einu
støduni eftir hornaspark, tå
bjargadu runavikingar å
strikuni.
Óli staðfesti
Tíðliga í seinna hálvleiki
økti NSÍ til 2-0, og tí mál-
inum stóð unglingaspælarin
Helgi R. Petersen fyri. Hann
fór sjálvur í høgru, legði fyri
føturnar á Súna Fríða Jo-
hannesen, sum royndi seg
Skotið var blokerað, so end-
aði bólturin aftur hjá Helga,
sum sendi í málið
Málið gjørdi at runavik-
ingar slakaðu eitt sindur og
toftamenn satsaðu. Teir
fluttu fólki longur fram á
vøllin og royndu at spæla
fyri meguleikanum, teir
høvdu. Hetta gjørdi, at teir
komu meira við í dystin, og
vóru vandamiklir, men tað
førdi eisini vid sær, at opið
gjørdist í B68-verjuni
Og miðskeiðis í seinna
hálvleiki staðfesti NSÍ sig-
urin við málið, sum Oli
Hansen gjørdi. Spælt var
fram í síðuna, har Eyðstein
Skipanes gjørdist leysur,
hann sendi flatt innfyri mál-
ið, har Óli var fyrstur á við
fremru stongina, og sendi í
málið
Í seinna hálvleiki heyði
B68 úmframt annað tvær
góðar brotssparksroyndir
Fyrst skjeyt Øssur Hansen
úr stórari fjarðstøðu og bólt-
urin brast á tvørstongina og
út. Og fimm minuttir fyri
leiklok gjørdi Jan Petersen
tað enn betri, tá hann frá
okkurt um 18 metrum sendi
bóltin upp í málhornið til
3-1. Eitt gott fríspark, sum
tó einki gjørdi við veruleik-
an, at NSI eigur pláss í
semifinalunum
Har skulu teir spæla móti
GÍ, sum teir eisini dystaðust
við í bólkaspælinum
Tá vóru teir við yvirlutan,
nú fáa gøtumenn ein kjans
afturat!
(ek)
Bjarni Johansen
og hansara menn
jørdu enda á Kl
Fótbóltur: VB málverjin vísti landsliðsspæl, tá klaksvíkingar brendu so nógv,
at tað var næstan sum fýrverk á norðoyastevnu
Vágbingar fóru sigurssælir
úr Klaksvík sunnukveldið
Og tað høvdy teir alla orsøk
til. Teir he ffi ferðast langa
leið fyri at stríða seg til pláss
í hålvfinaluni, og tað eydn-
aðist
At VB fór við sigrinum,
vóru tað tvær orsøkir til.
Onnur var Bjarni Johansen,
málverjin hjá vágbingum,
sum stóð framúr væl. Á list-
anum yvir møguligar lands-
liðsspælarar, sum Allan
Simonsen hevur latið Fót-
bóltssambandinum fyrr í ár,
hevur hann vágbingin við
sum triðja málverja. Og tey,
sum vóru í Klaksvík sunnu-
dagin kundu bara taka undir
við, at VB málverjin er
verdugur at vera í myndini
til landsliðspláss. Hann
hevdi eina rød av bjarging-
um á strikuni, hann var
myndugur, tá hann fór út í
brotsteigin, og við hvert
sendi hann bóltin so langt
fram á vøllin, at tað minti
um, tá Peter Schmeichel er
arkitekturin aftanfyri skjót-
álop. Og tá klaksvíkingar
endiliga fingu bóltin fram-
við málverjanum, so bjarg-
aðu lidfelagarnir tríggjar
ferðir á linjuni.
Jóannes Jakobsen hevði
broytt sítt lið. Niclas Nicla-
sen spældi fyri fyrstu ferð í
miðverjuni, og hann stóð
seg væl. Allan Mørkøre var
ikki tøkur. Jóhan Lútzen var
á midvøllinum saman vid
Jan Joensen og Sørini Pet-
ersen, sum serliga í 1. hålv-
leiki var maðurin aftanfyri
tað av skipaðum spæli, sum
heimaliðið vísti.
KÍ hevur trupulleikar at
fáa spælið at flóta, sum tað
ofta gjørdi í fjør. Breiddin
er ov lítil, og teir megna ikki
so at síga at leypa í borg, tá
teir eru á veg í álop. Mið-
vallararnir megna ov illa at
spæla skjótt. Tað hevur við
sær, at tað kemur ongantíð
so mikið av ferð í, at tað
ber til at yvirspæla í dýpdini
um tað so er í síðunum
ella fram eftir miðásinum —
og so hevur tað ov ofta
vandamiklar støður við sær,
at neyvleikin ikki er nóg
stórur í uppspælinum, ser-
liga tá tað eru nógvir fram-
rættaðir menn á liðnum,
sum ikki hugsa so nógv um
at bakka upp.
Sektaðu mistak
VB skoraði sigursmálið
longu, tá eitt korter var far-
ið. Møguleikin stóðst av, at
teir á KI midvøllinum mistu
á veg í álop. Knappliga vóru
seks vágbingar móti teim-
um trimum í KÍ miðverjuni,
men møguleikin tóktist vera
burtur, tá teir steðgaðu á í
vinstra borði. Men so sendu
teir uppá tvørs, og nýklækti
landsliðsmaðurin Pól Thor-
steinsson smekkaði flatan
bólt millum vinir og fígg-
indar, og áðrenn Gunnar á
Steig fekk umrátt seg, var
bólturin í netinum, og VB
var í tí ynskistødu, sum eitt
hvert lið droymir um at
koma í, tá teir eru undir-
tippaðir á útivelli.
Stóðu í bidirød
VB gjørdi akkurát tað, sum
teir eiga at gera í slíkari
stóðu. Teir vóru ikki áhug-
aðir í at undirhalda. Teir
høvdu nógv fólk aftanfyri
bóltin, og teir royndu at
halda lága ferð í spælinum.
Klaksvíkingar gjørust alt
meiri altráðir at fáa mál, og
tað lá alt meiri í luftini, sum
2. hálvleikur leið, at møgu-
leikin fyri, at vágbingar
kundu økja uppá snarålop
var líka stórur, sum at KÍ
javnaði
Klaksvíkingar vóru ó-
neyvir og eisini óhepnir.
Síðsta hálva tíman høvdu
teir fimm álopsspælarar, og
teir spældu seg til fleiri
møguleikar, men teir fingu
einki mál. Heilt tíðliga í 1.
hálvleiki misnýtti Arnold
Joensen risa møguleika, og
stutt eftir hevði Sørin Pet-
ersen so opið mál eftir upp-
spæl frá Arnoldi Joensen,
sum Arnold sjálvur hevði
móti GÍ í fjør, og akkuråt
sum Arrcld tá, so sendi Sør-
in hesa ferð við síðuna av
málinum.
Og so trýstu teir og
royndu teir, ofta var tað ikki
serliga hugflogsríkt, tá teir
sendu í brotsteigin, men alt
var til onga nyttu.
Bjarni Johansen og hans-
ara menn hildu tætt. Klaks-
víkingar noyðast at gloyma
steypakappingina og hugsa
um FM heitð og Europa
Cup. VB kann spæla við
hugsanina um at vinna
steypakappingina fyri fyrstu
ferð síðani 1974.
jh
Hagtølini |
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini
KÍ-VB 0-1 (0-1) 2-2: Steve White
0-1: Pól Thorsteinsson Brotssparkskapping: |
3-2: Jan Dam |
NSÍ-B68 3-1 (1-0) Símun Petur Justinussen
1-0: Oli Hansen (brts.) misnýtti
| 2-0: Helgi R. Petersen 4-2: Uni Arge
3-0: Oli Hansen 4-3: Scott Ramsay
3-1: Jan Petersen 5-3; Bårdur Mortensen
5.4: Rúni Justinussen
B36-TB 8-0 (3-0) Jens Hg Rasmussen
1-0: Karl M. Høgnesen misn
2-0: John Petersen 5-5: Henning Jarnskor
4-0: Si Clementsen "
5.0; Pm Petersen 5-6: Pauli Jarnskor
6-0: Julian Johnsson
7-0: John Petersen Fru seiteslurnsr
Julian Johnsson 3/6 GÍ-B36
HB-GÍ 1-1 (1-0)
1-0: Råni Nolsøe Seinnu semifinalurnar
1-1: Såmal Joen 6/7 B36-VB
6/7 NSÍ-GÍ
Longd leiktid:
2-1: Mikkjal Thomasse
(br.) |
LE
Dystir og dómarar
1. deild menn
11/5 HB-KÍ Petur Erhard Kjærbo, Sumba
11/5 B71-VB Ogdmar Andreasen, HB
11/5 GÍ-NSÍ Lassin Isaksen, KÍ
11/5 B68-ÍF Kim Ejdesgaard, Fram
11/5 FS Vågar-B36 Niklas á Lidarenda, GÍ
2. deild menn
105 HB-LÍF Suni Johansen, SIF
10/5 KI-EB/Streymur Petur Hansen, LIF
10/5 Royn-B68 John Eystberg, VB
10/5 FS Vågar-TB Jón Kári Frederiksen, KÍ
10/5 Sumba-B36 Arni Gunnarsson, HB
3. deild menn
11/5 HB-KÍ AB
11/5 B71-VB HB
11/5 GÍ-NSÍ ÍF
1/5 SÍF SÍF |
11/5 Fram-Skála B36
Unglingar
12/5 HB-B36a Tommy O. Jensen, Fram
1/5 NSÍ-B68 Andreas poulsen, GÍ
12/5 KÍ-EB/Streymur Jonhard Hansen, NSÍ
12/5 Skála-GÍ Petur Hansen, LIF
12/5 fF-B36b Herman Jacobsen, B68
Unglingar, pingin
15/5 B36a- Oddmar Andreasen, HB
15/5 HB-NSÍ Jégvan Næs, B36
Kvinnur,
11/5 Skála- Herman Jacobsen, B68
11/5 NSÍ-B68 Bergur Magnussen, Streymur
11/5 LÍF-B36 Jonhard Hansen, NSÍ
11/5 HB-EB Regin Egholm, B36
T TRULOVILSIS
RINGA
STÓRT URVAL * SKJÓT LEVERING
Prísir fyri parið
úr kr. 600,-